týsdagur 6. mars 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. mars 2018 · Nr. 28
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Áki Bertholdsen
– Hetta verður ein tann
býttasta íløgan, Atlantsflog
nakrantíð hevur gjørt.
Tað hevur skapt órógv í
hotellvinnuni, at almenna
partafelagið,
Atlantsflog,
hevur í hyggju at byggja eitt
stórt hotell í Havn.
Ein
av
teimum,
sum
undrast stórliga, er Tumm
as Justinussen, nevndarfor
maður í Hotell Hafnia,
– Eg haldi, at tað er heilt
burturvið, at eitt alment
partafelag sum Atlantsflog
skal taka kappingina upp
við okkum í privatu vinnuni,
sigur hann.
– Fremsta og einasta upp
gávan hjá Atlantsflogi er
at flyta ferðafólk ímillum
Føroyar og umheimin. Tá ið
ferðafólkini eru komin til
Føroyar, skulu vit nokk taka
okkum av av hýsa teimum,
sigur nevndarformaðurin í
Hafnia.
Hann ivast eisini í um tað
er í samsvari við lógargrund
arlagið undir Atlantsflog at
fara undir hotellvinnu.
– Lógarfesta endamálið
hjá Atlantsflogi er at flúgva
við ferðafólki, tað stendur
ikki eitt orð nakrastaðni um
at reka hotell, sigur hann.
Skjýtur seg í fótin
Niels Mortensen, nevndar
formaður
í
Atlantsflog,
hevur annars ført fram í
Kringvarpinum, at tað koma
so nógv ferðafólk til Føroya,
at tað er neyðugt at fáa fleiri
hotellkømur
í
Føroyum.
Og
verða
gistingarmøgu
leikarnir betri, fer ferða
fólkastreymurin til Føroya
at økjast.
Tummas
Justinussen
heldur turrisliga fyri, at hetta
svarar til, at felagið, sum rek
ur undirsjóvartunlarnar, fer
at selja bilar fyri at fáa fleiri
bilar at koyra ígjøgnum
undirsjóvartunlarnar.
Niels Mortensen hevur
eisini ført fram, at hotellið
kann geva Atlantsflogi eitt
bein afturat at standa á,
og gevur hotellið vinning,
er eingin ivi um, at tað skal
koma brúkarunum til góðar,
tí so kann prísurin á ferða
seðlum lækka.
– Eg spyrji meg sjálvan
hvat úrslitið verður, skuldi
tað víst seg, at hotellið
ikki ber seg, sigur Tummas
Justinussen. Verður avleið
ingin so tann, at so má prísur
in á flogferðaseðlum upp
fyri at dekka undirskotið á
hotellinum, spyr hann.
ATLANTSFLOG
SKJÝTUR SEG
SJÁLVT Í FÓTIN
BURTURVIÐ Framferðin hjá Atlantsflogi er burturvið, tí tað svarar til at felagið, sum
rekur undirsjóvartunlarnar, fer undir bilasølu fyri at fáa fleiri bilar at koyra ígjøgnum
tunlarnar, sigur Tummas Justinussen, nevndarformaður í Hotell Hafnia
HUGSA SEG UM
Hevði Atlantsflog verið eitt privat feløg, høvdu tey hugsað seg sera væl um, áðrenn tey tóku eitt stig
sum hetta, heldur Tummas Justinussen, formaður í nevndini fyri Atlantsflog