týsdagur 6. mars 2018síða 11
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 7. mars 2018 · Nr. 28
TÍÐINDI
– Sostatt kann tað merkja,
at fyrst skulu vit kappast
við Atlantsflog um at selja
hotellkømur.
Og
tapir
Atlantsflog ta kappingina,
skulu vit eisini bløða fyri
tað við tað, at so fer prísurin
á ferðaseðlum upp, leggur
hann afturat.
Hann er sannførdur um,
at ger Atlantsflog álvara av
at byggja hotell, og at leggja
seg út í kapping við hini
hotellini í Føroyum, verður
avleiðingin at Atlantsflog fer
at missa missa viðskiftafólk.
– Hetta er tað sama sum
at reka viðskiftafólkini beint
í føvningin á SAS, tí hví skulu
verandi hotell halda fram við
einum samstarvi við Atlants
flog, tá ið Atlantsflog bein
leiðis leggur út í kappingina
við okkum, spyr hann.
Tummas
Justinussen
hevur eisini annað virk
semi enn at vera nevndar
formaður í Hotell Hafnia.
Hann hevur eisini virksemi
sum flytur eitt ótal av fólki
ímillum Føroyar og umheim
in.
– Vit keypa eitt ótal av
ferðaseðlum frá Atlantsflogi,
men fer Atlantsflog nú í
kapping við okkum á Hotell
Hafnia, slepst ikki uttan um,
at vit noyðast at hugsa um,
hvønn vit skulu samstarva
við framyvir, leggur hann
afturat.
– Vit eru øll góð við
Atlantsflog, og tað er harmi
ligt, at vit skulu noyðast at
hugsa um aðrar møguleikar
tí at ein góður samstarvs
felagi brádliga fer í kapping
við okkum, leggur hann
afturat.
– Men vísir tað seg, at
Atlantsflog, sum er okkara
samstarvsfelagi í dag, verður
okkara
kappingarneyti
í
morgin, mugu vit eisini inn
rætta okkum eftir tí, sigur
Tummas Justinussen.
Hann heldur, at hevði
Atlantsflog verið eitt privat
feløg, høvdu tey hugsað seg
sera væl um, áðrenn tey tóku
eitt stig sum hetta, nevniliga
at leggja seg út í kapping við
tey, sum tey annars sam
starva við, og fyri ein stóran
part, liva av, sigur nevndar
formaðurin í Hotell Hafnia.
Sostatt heldur hann, at
Atlantsflog er við at skjóta
s e g
sjálvt í fótin tí hann heldur,
at hetta kann vísa seg at
verða ein tann býttasta íløg
an, Atlantsflog nakrantíð
hevur gjørt.
Trot er ikki á hotellum,
men á ferðafólkum
Atlantsflog hevur eisini ført
fram, at tað er so stórt trot á
hotellkømrunum í Føroyum,
helst í Havn. Tað er eitt pá
hald, nevndarformaðurin í
Hafnia setir stórt spurnar
tekin við.
– Tað eru ikki hotelkømr
ini, sum eru fløskuhálsurin.
Fløskuhálsurin eru evnini
hjá flogfeløgunum at fáa
ferðafólk til Føroya sigur
Tummas Justinussen.
– Tað er rætt, at gistingar
húsini eru full nakrar mán
aðir um summarið, men allan
veturin eru tey skralltóm.
Sum heild er gistitalið hjá
hotellum í Føroyum neyvan
meiri enn góð 60 prosent
um árið, í Íslandi er tað eini
90 prosent, so tað er avgjørt
pláss fyri fleiri ferðafólkum
til Føroya.
Tummas
Justinussen
vísir samstundis á, at fleiri
av verandi hotellum hava
ítøkiligar ætlanir um at
byggja út. Bæði Gist og Vist,
Hotell Streym, og Hotell
Hafnia, sum Smyril Line
hevur keypt partabrøvini í,
hava ítøkiligar ætlanir um
at byggja út. Tilsamans er
sostatt væntandi, at eini 400
nýggj hotellkømur eru tøk
um tvey, trý ár, og tá verður
tvær ferðir so nógvar hotell
sengur sum tað eru nú.
– Tað er ikki trot á hotell
kømrum, staðfestur Tummas
Justinussen. Tað, sum trot
er á, eru ferðafólk at fylla
hotellini, leggur hann aftur
at.
Hann vísir eisini á, at tað
er ikki nakað gullnám at reka
hotell, tí tey vinna ikki nakað
serligt av pengum. Men vit,
sum eru í vinnuni, royna at
fáa lønandi vinnu burturúr
og tí er tað drepandi, at vit
eisini skulu hava eitt alment
partafelag at kappast við.
– Tað, okkum manglar,
eru gestir og tað hevði verið
hóskandi, at Atlantsflog mið
savnaði seg um tað, heldur
Tummas Justinussen.
Áki Bertholden
– Eg skilji ikki ordiliga at
finningarnar.
Niels Mortensen, nevnd
arformaðurin í Atlants
flogi, er ikki samdur í, at
Atlantsflog eigur ikki at
fara upp í hotellvinnuna.
Í hinari greinini her
á síðuni finst Tummas
Justinussen, nevndarfor
maður í Hafnia, at ætlan
unum hjá Atlantsflog at
byggja hotell í Havn. Hann
heldur ikki, at tað er rætt, at
eitt alment partafelag skal
fara í kapping við privatu
vinnuna.
Niels Mortensen skilur
ikki hugtakið alment parta
felag.
– Atlantsflog er eitt
partafelag, sum tað almen
na eigur partapengarnar í.
Men vit eru eitt partafelag,
sum fult og heilt er vinnu
liga rikið, sigur hann.
Ein forðing
Niels Mortensen staðfest
ur, at í løtuni er stórt trot
á hotellkømrunum og tað
er ein stór forðing fyri, at
Atlantsflog kann mennast
og fáa flutt fleiri ferðafólk
til Føroya.
– Sostatt er tað eisini
ein stór forðing fyri at
ferðavinnan
í
Føroyum
kann mennast, sum annars
er eitt miðvíst, politiskt
mál.
– Og tað er avgjørt
einans við einum vinnulig
um endamáli at vit fara at
byggja hotell eisini, leggur
hann afturat.
Hann sigur, at tað er
einki nýtt, at tað avlops
orka á hotellunum um
veturin.
Flogførini hjá Atlants
flogi eru heldur ikki full um
veturin, og tað er Norrøna
heldur ikki, so tað er einki
óvanligt.
– Men vit eru noydd
at fáa fleiri hotellkømur
fyri ikki at forða fyri at
ferðavinnan kann menn
ast, sigur Niels Mortensen.
Hann
vísir
á,
at
Atlantsflog
er
í
ferðavinnuni og tað hevur
tað verið øll árini. Og sam
stundis sum at tað er eitt
politiskt mál, at ferða
vinnan skal mennast, kann
tað ikki vera rætt, at bara
Atlantsflog skal bindast
niður. Hví skal tað bera til
hjá summum partafeløgum
at byggja hotell og ikki hjá
Atlantsflogi,
spyr
Niels
Mortensen.
– Øll hava rópt eftir
kapping í flogvinnuni, og
tað hava tey fingið. Men
nú kappingin verður á
hotellvirksemi eisini, skal
Atlantsflog bindast nið
ur. Og at Atlantsflog skal
forðast í at vera við í menn
ingini, er ein hugsunnar
háttur, eg ikki rættiliga
skilji, sigur hann.
Niels Mortensen heldur
ikki, at hetta átti at verðið
ein bági fyri samstarvinum
ímillum Atlantsflog og tey
hotell, sum eru.
– Vit tosa um at menna
ferðavinnuna, og skal stíg
ur ikki koma í vøksturin,
er tað, eftir okkara tykki,
avgjørt brúk fyri fleiri
hotellum, sigur nevndar
formaðurin í Atlantsflogi.
Endamálið er at
menna ferðavinnuna
FORÐING Tað er trot á hotellum í Føroyum og tað er ein forðing fyri
at ferðavinnan kann mennast, sigur nevndarformaðurin í Atlantsflogi
Øll hava rópt eftir
kapping í flogvinnuni,
og tað hava tey fingið.
Men nú kappingin
verður á hotellvirksemi
eisini, skal Atlantsflog
bindast niður
Tað er harmiligt,
at vit skulu noyðast
at hugsa um aðrar
møguleikar tí at ein
góður samstarvsfelagi
brádliga fer í kapping
við okkum
VINNULIGT GRUNDARLAG
– Atlantsflog er eitt partafelag, sum verður rikið á vinnuligum grundarlagi. Vit eru í ferðavinnuni og tað hava vit
altíð verið, og tískil skilji eg ikki, at vit skulu bindast niður, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantsflogi