Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mars 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. mars 2018 · Nr. 28 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA Vilmund Jacobsen Ein stór kanning við eldri fólki, sum er almanna­kunn­ gjørd í vísundaliga tíðar­ rit­inum Diabetologia, vísir, at sam­band er millum høgt blóð­sukur og viknandi kog­ ni­tión ella fatanarevni, tó at tað er ein náttúrligur part­ur av at gerast eldri, at vit eisini minnast verri. Ein bólkur av granskarum hevur nevniliga kannað fatanarligt virkni hjá fleiri enn 5000 eldri fólkum, har granskararnir eisini máldu blóðsukur hjá luttakarunum í vikur og mánaðir við einum serstøkum og neyvum mátingarhátti. Kognitivu ella fatanarligu evnini hjá luttakarunum vórðu eisini regluliga testað, og granskararnir fylgdu lut­ takarunum í næstan 10 ár. Í byrjanini av kanningini funnu tey einki samband millum blóðsukur hjá teim­ um eldru og fatanarligu evni­ni. Men, sum kanningin leið, byrjaðu testvirðini at vísa seg, og týðiligar ábend­ ingar vóru um, at ov høgt langtíðarblóðsukur hjá eldri fólki gekk út yvir fatanarligu evnini - eisini millum tey eldru, sum ikki høvdu sukur­ sjúku. Langtíðarblóðsukur er eitt virði sum avspeglar, hvussu blóðsukurstøðið hevur verið seinastu umleið 8-12 vikurnar. Í kanningini tóku granskar­ar atlit til nógv ymisk viðurskifti, sum eitt nú aldur, kyn, BMI, kolesterol, út­búgving, hjúnarstøðu, tung­lyndi, royking, nýtslu av alkoholi, blóðtrýst og hjartaæðrasjúkur hjá teim­ um, sum luttóku í kanningini. Men, tá hetta var ein so­ nevnd eygleið­ingar­kann­ing, vísir kanningin ikki nakað um orsøkir. Tí kunnu granskarar heldur ikki siga nakað ítøki­ ligt um orsøkir, sum liggja til grunds fyri viðurskiftini millum blóðsukur og fatanar­ ligu evnini hjá teimum eldru. Ein møgulig og partvís frágreiðing til viknaðu kognitivu evnini kann hava sína orsøk í funktiónini í blóðæðrunum sum avleiðing av stóru nøgdunum av glu­ kosu í blóðinum. Men, tað fer komandi gransking væntandi at avdúka. Lívsstílur og kostur Tað er eisini onnur gransk­ ing, sum vísir á slíkan saman­ hang sum í nevnda føri. Í einari amerikanskari kann­ing luttóku 240 eldri fólk, sum øll vóru frísk. Við skanningum funnu granskarar, sum starvast á Columbia University, eisini út av einum samanhangi millum ov høgt blóðsukur og viknandi blóðstreym og soleiðis eisini viknandi virkni í tí partinum av heila­ num, sum verður róptur “hippo­campus” ella “dentate gyrus”, ið rúmar okkara min­ ni og sansi. Gransking bendir eisini á, at okkara lívsstílur og harvið eisini tað, vit eta, hevur stóra ávirkan á evnini hjá okkara eldru at minnast. Í einari minni kanning fingu nøkur eldri fólk dagliga ein sergjørdan drykk, sum var ríkaður við 900 mg. flavanol, ið er plantu­evni, sum finst í eitt nú óvirkaðum kakaobønum, grøn­um te, nøkrum plantum og í reyðvíni. Gransking hevur nevni­ liga víst, at flavanol megnar at ávirka nervakyknurnar í parti av heilanum og megnar soleiðis eisini at betra um minnið. Lítla kanningin vísti munandi kognitivar betr­ ing­ar hjá teimum, sum fingu hesa nøgd av flavanol, og eftir trimum mánaðum hevði hesin bólkurin av eldri rokk­ið einum arbeiðsminni, sum svarar til førleikan hjá fólki, ið vóru fleiri ár yngri enn tey sjálvi. Lagt verður tó aftrat, at sjokuláta ikki er ein góð kelda til flavanol, tí her er sukur og feitt, sum saktans kann geva baksláttur í mun til teir fyrimunir, sum eru við at eta hana. HØGT BLÓÐSUKUR KANN GERA MINNIÐ VEIKARI Gransking vísir, at evnið flavanol megnar at ávirka nervakyknurnar í parti av heilanum og megnar soleiðis at betra um minnið og fatanarligu evnini hjá eldri fólki Sjokuláta er ikki ein góð kelda til flavanol, tí her er sukur og feitt, sum saktans kann geva baksláttur í mun til teir fyrimunir, sum annars eru við at eta sjokulátuna Í byrjanini av kanningini funnu granskarar einki samband millum blóðsukur hjá teimum eldru og fatanarligu evnini. Men, sum kanningin leið, byrjaðu testvirðini at vísa seg