Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mars 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 7. mars 2018 · Nr. 28 Minningarorð um Jacob Ejdesgaard í Froðba Nú var eisini hansara fjørður rógv­ in. Jacob Ejdesgaard fór í farnu viku um ta sýn, har eingin vendir aftur. Eftir at hava drigist við herviliga sjúku í eina tíð, so orkaði hann ikki longur og legði stillisliga árarnar inn 80 ára gamal. Jacob varð føddur 5. mars 1937 undir Skorum í Froðba. Hann var sonur Andreas og Dag­mar Ejdesgaard. Andreas var froðb­ing­ ur, men pápin kom av Eiði, meðan Dag­mar var ættað úr Sørvági. Jacob giftist við Jenny, sum er avViðareiði, og saman fingu tey trý børn Andreas, Joan og Majken. Fyri nærum einari hálvari øld síð­an lærdi eg henda tá unga mann­ in at kenna, tá eg legði mínar leiðir út undir Skorar í Froðba. Hann var mammubeiggi gent­una, sum eg kom at kenna í 1970, og var nærm­ asti granni hjá verfor­eldr­un­um. Frá fyrsta degi av, eg kom at kenna Jacob, so var hann tann fitti og fryntligi maðurin. Hetta var hans­ ara lyndiseyðkenni, sum merkti hann alla hansara dagar. Ein mað­ ur, tú altíð kundi práta við og ein mað­ur, tú altíð kundi spyrja til ráðs, um okkurt var áfatt. Sum vanligt var tá, so fór eisini Jacob eins og aðrir unglingar til sjós á heilt ungum árum. Og havið gjørd­ist burturav hansara arbeiðs­ pláss alt lívið. Jacob fekk fatur á seinasta parti av slupptíðini, har roynt var við snøri og í sjálvdrátti. Hann róði út í Grønlandi í fleiri ár saman við froðbingum. Men serliga minnist eg árini, har hann og froðb­ ingar rokaðist við útróðar­bát­inum Knúkaberg og ikki minni frá tíðina, tá hann sigldi við Grana í Norð­sjón­ um. Seinnu árini fekk hann so starv sum dekkari við Smyrli, og har var hann øll árini, til hann fór í land vegna aldur. Um Jacob kann stutt sigast, at hann var ein álitismaður á skips­ dekki ella í báti. Eingin tók nakað úr hansara hondum, tí hann dugdi alt, sum hevði við sjómansskap og fiski­skap at gera. Eg fekk ta gleði at koma at kenna Jacob væl, serliga tá vit okk­urt summarið róðu út saman við gamla Laðafossi. Hetta var eitt sera vakurt tíggjumannafar, sum var bygt í Líðini. Við Jacobi kendi ein seg tryggan, tí hann var ein skila­maður á floti. Hann dugdi alt um streym, og hvussu ein skuldi bera seg at, um líkindini ikki vóru til vildar. Hann var ikki vaksin upp við hesum nýmótans tólunum, vit kenna í dag, men hansara eygleið­ ingar av umstøðunum rund­an um vórur knívskarpar. Eitt eyð­kenni var eisini, at hann dugdi øll staðar­ nøvn­ini, sum skuldu brúkast á út­ róðri, tá lagt var til miðis. Øll ýtini, brúkt vóru, høvdu navn, og tey vóru ikki so fá í tali. Annað, sum eg legði til merkis var, at staðar­nøvn­ ini vóru ikki altíð tey somu, um tey vórðu brúkt á báti ella á landi. Í dag er alt hetta vorðið til kort og knattstøður. Hetta var lær­dómur, Jacob hevði frá gomlu froðb­ing­ unum fyrst og fremst pápa sín­um og ikki minst frá øðrum froðb­ing­ um eitt nú ommubeiggja sínum Sofusi hjá Andrassi. Minnist ein summardag, vit høvdu sett eina kalvalínu út fyri Froðbi­arbotn og fóru til lands, með­an línan stóð. Tá vit seinni um dagin fóru at draga línuna, nú køvdi hann av í mjørka, og tú sást ikki fram um stavn. Tá vit komu á Sundið við Skarvatanga, setti Jacob seg aftur í rong við kumpassini niðri á tiljuni og klokkuni í hondini. Tá vit høvdu siglt nakað út við ávísum snúningstali á motorinum, so gav hann boð um at taka av og sig­ur, at nú skuldu vit skjótt sæð eina boyu. Og rætt var, har var boy­ an. Tá hevði hann, meðan vit høvdu siglt inn, eftir at hava sett lín­una, avlisið bæði kós og klokku, skuldi mjørki komið. Slíkt er góður sjó­ mans­skapur. Sama dag fingu vit ein kalva, sum vá 234 pund. Tá vóru vit ernir báðir, tá hesin lá í bátinum. Eitt vártekin, sum vit sum óvitar á Tvøroyri løgdu til merkis var, tá nógvu bátarnir vórðu flotaðir, og út­róðurin spakuliga tók seg upp. Tá vóru bátarnir vanliga snøggir og ný­málaðir, men eg minnist væl, at pápin mín plagdi at siga, at eingin bát­ur var so snøggur sum hasin fag­urt grøntmálaði báturin úr Froðba. Og tað var Laðafossur, sum enn tann dag í dag telist millum vakr­astu bátarnar á fjørðinum. Onkur helt fyri henda dagin, Jacob var farin, at nú tyntist í manna­skara millum froðbingar, og rætt er tað. Jacob var froðbingur burt­urav. Hann búði alt sítt lív undir Skorum, og eg trúgvi neyv­ an, at hann hevði trivist at búð aðra­staðni. Her var hann millum sínar líkar. Her var hann millum teir, sum saman við honum troyttu heima­útróðurin. Her var hann sam­ an við teimum, sum hann rokaðist á skipsdekki við. Her var hann mill­um teirra, sum hann róði út við í Grøn­landi. Hetta vóru teir, sum hann vildi vera saman við. Men fyrst og fremst vildi hann vera saman við sínum kærastu úti undir Skorum. Hansara heim­kær­ leiki til Froðba var óloysiliga knýtt­ ir til tað, sum familjan hevði at týða fyri hann. Heimkærur var hann sum fáur, og tí var tað heldur ikki so løgið, at Jacob av tí sama gjørd­ ist ein sannur miðdepil í familj­uni fyri konu, børn, abbabørn og lang­ abba­børn. Hansara milda og sera kenslu­borna lyndi dró fólk til sín. Naddoddaneystið lýsti við áhuga­verdum tiltaki nú í vikuni um útróð­ur í Grønlandi. Í hesum sama sam­bandi var eisini Jacob nevndur. Hann hevði uttan iva kunna sagt frá bæði einum og øðrum. Hann hevði ivaleyst greitt frá, tá bátarnir há­tíð­arliga við sangi og flagginum á stong løgdu út av Víkagerði ávegis til farma­skipið í Havn, sum skuldi føra bátarnar yvir hav, meðan kon­ ur og børn stóðu grátandi eftir á bryggj­uni. Ella hann hevði greitt frá um rok­fiski­skap, tá bátarnir hingu á stokk­un­um, so tungir teir vóru. Men hansara rødd verður so ikki at hoyra longur, og ein saknur verð­ur tað, tí orðið hevði hann í síni makt. Hann kundi meira enn so siga sína hugsan millum manna, hóast hann annars var bæði spakførur og stillførur. Hann segði alt beint fram og ballaði einki inn, og hann stóð við tað, sum sagt var. Við hesum fáu orðum ynskja eis­ ini vit at vísa okkara samkenslu við tykk­um hansara nærmastu, sum hava mist so ómetaliga nógv. Friður verið við minninum um vinmannin Jacob í Froðba. Jóannes Eidesgaard MINNINGARORÐ Dreymastarvið finnur tú á in.fo