Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-06, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mars 2018síða 15

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 7. mars 2018 · Nr. 28 KJAK Magni Arge Fólkatingsmaður Carles Puigdemont tekur seg fyribils aftur sum valevni til forseta í Katalonia. Í staðin mælir tjóðskaparsamgongan til, at Jordi Sanchez tekur við formella embætinum í Barcelona. Sanchez var næstvaldur á listanum hjá Puigdemont. Katalanar skipa sam­ stundis eina “skugga” stjórn í útlegd, sum fær sæti í Belgia. Meiri­lutin í katalanska tingi­num hevur gjørt av at velja Carles Puigdemont til for­seta í útlagnu stjórnini (Presi­dent of the Council of the Republic). Hugsanin er, at útlagna stjórnin legg­ur og viðgerð strategisk tjóð­ skaparmál og røkir uttan­ lands­sam­skiftið uttan­um sponsku myndug­leik­ar­nar, meðan stjórnin í Barce­lona tekur sær av dagliga rakstri­ num innan­fyri sponsku grund­lógar­karm­ar­nar. Støðan er avbjóðandi fyri katalanska sjálvstýrisvongin, tí tey viðurkenna ikki rættin hjá Rajoy at koyra stjórnina til hús, og vilja tí hava Carles Puigdemont at halda fram í starvinum. Spanska stjórn­in noktar hinvegin at viðurkenna Puigdemont sum stjórnarleiðara, tí hann er í útlegd í Belgia. Og teir hava samstundis sagt, at í somu løtu Puigdemont stígur fótin á katalanska ella spanska jørð, verður hann hand­tikin og settur í fongsul um­gangandi. Puigdemont situr við endan Partur av sjálv­stýris­vongi­ num hevur kortini strongt á, at fáa eina loysn á borðið, so ein stjórn kann skipast, so tey aftur sleppa framat stjórnarskrivstovunum í Barcelona, har spaniólar sita í løtuni. Puidgemont hevði tí tvinnar tungar kostir í at velja. Annar at fara aftur til Barcelona og enda í einum sponskum fongsli uttan nakra rættartrygd og harvið missa alla politiska ávirkan. Hin at halda fast um sín for­ seta­sess og møguliga elva til, at katalonar ikki sleppa fram­at aftur (avmarkaða) valdi­num í Katalonia. Tann telvingin endaði so við hesi loysnini, har Puidge­ mont stendur á odda fyri politisku stjórnini í útlegd, meðan Sanchez er í uppskoti til at leiða fyrisitingarligu stjórnina í Barcelona. Sjálvir fata katalanar hetta sum at loypa borg heldur enn at leggja kong. Spanska stjórnin setir iva­leyst knyklar í brýr, nú katalanar valdu at skjóta politiska aktivistin Jordi Sanchez upp sum forseta. Tí hann er ein av fýra politisku fangun­um, sum situr í fongsli saman við dømdum brots­monnum uttanfyri Madrid. Spanskir myndugleikar vilja hava hann dømdan 30 ár í fongsil fyri at hava skipað fyri nøkrum so provokerandi sum tjóðskaparligum fólka­ fund­um. Men hann hevur hvørki verið fyri rættinum ella fingið nakran dóm. Meðan hann sat í fongslinum stillaði hann upp til valið í Katalonia 21. December, og varð næstvaldur á listanum hjá Puigdemont. Sanchez - ein samvitskufangi Í Madrid skoyta tey heldur ikki um Jordi Sanchez, men Rajoy má finna okkurt annað argu­ment fyri at nokta Sanchez at taka við formligu leiðsluni í Katalonia, tí hann er fólkavaldur, hann er í Spania, og hann hevur ongan dóm! Stjórnin í Spania vil sleppa undan ringari um­ talu, men stjórnin sleppur ikki undan, at tað verður varpað nógv ljós á politisku fangarnar í Spania, tá kom­ andi forsetin Jordi Sanchez ikki sleppur til arbeiðis, tí hann situr í fongsli. Álitið á rættartrygdina er yvirhøvur lítið í Spania, og í vikuni kærdu 600 løg­ frøð­ingur í Spania undir felagsheitinum Cordua Praga, sponsku stjórnina til Europaráðið fyri brot á mannarættindini. Løg­frøð­ ingar­nar halda, at spanska stjórn­in brúkar órættar juridisk­ar snildir til at kúga katalanar, heldur enn at loysa politiska knútin gjøgn­ um samráðingar. Puigdemont boðaði eisini frá í gjár, at hansara løg­ frøðingar hava kært Spania til serligu nevndina fyri manna­rættindi hjá ST, tí fram­ferðin hjá Spania móti sær og tjóðskaparrørsluni í Katalonia er brot á ST manna­rættindasáttmálar, sum Spania hevur bundið seg til at halda. Eisini Amnesty Interan­ tional hevur funnist at Spania fyri harðliga fram­ ferð, og at halda Jordi San­ chez púra óneyðugt í fongsli. Tað er tí væl hugsandi, at nógv trýst verður lagt á sponsku stjórnina at lata politisku fangarnar leysar aftur. Tað er kortini ikki vist, at tað rínir við, tí Rajoy situr nokk so væl í ringinum, sum lima­londini í EU hava sligið runda­num hann. Men livst so spyrst - tað eru mangir leikir í longum talvi. Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkurin Føroyar eru besta land at búgva í, og vit skora høgt á nógvum økjum í sam­felag­ num vísa tøl hjá Fólka­heilsu­ ráð­num. Men tað eru serliga tvey øki, har føroyingar eru aftan­fyri íbúgvarnar í OECD lond­um – útbúgvingarøkið haltar, og vit eru verri fyri likam­liga og sálarliga. Hetta eiga vit at taka í stórum álvara, og tí mugu vit áhald­ andi raðfesta hesi øki Hvat er tað góða lívið? Hesin spurningur varð við­ g­jørdur í seinna­parts­send­ ingini Nón seinasta týsdag. Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum, var við í sendingini og greiddi frá eini kanning frá 2017, sum staðfestir, at Føroyar eru besta land at liva í, saman­ borið við ríkastu lond í heiminum. Kanningin vísir, at við­ víkjandi lívsnøgdsemi liggja vit á einum tryggum fyrsta plássi. Inntøkurnar eru vaksandi, arbeiðsloysið er lágt, vit liva leingi, um­ hvørvið er reint og fólka­ ræðið riggar. Víst varð á, at fólk sum heild eru nøgd við og hava álit á landsins stýri, og at vit á hesum øki liggja høgt í mun til hini londini. Men hóast vit yvirskipað hava tað gott, so eru tað eisini øki, sum krevja batar. OECD vísir á, at útbúgving er lykilin til eitt betri lív, og á hesum økinum liggja vit lágt samanborið við OECD lond. Serliga eru tað PISA úrs­litini; talið av føroyingum, sum fara á miðnámsskúla og møguleikarnir fyri hægri lestri, sum draga nið­ ur. Harafturat varð víst á, at vit hava avbjóðingar á heilsuøkinum, bæði við­ víkjandi likamligari og sálar­ ligari heilsu. Sálarlig heilsa verður mett at verða størsta fólkasjúkan í framtíðini. Sam­gongan hevur framt fleiri batar á hesum økinum, men vit kunnu gera enn meira. Samgongan hevur sett sær sum yvirskipað mál at raðfesta útbúgving og ment­an. Hetta er alneyðugt, ynskja vit at venda kyns- og aldurs­býtinum í landinum og at skapa trivnað sum heild. Í 2017 er lestrarstuðulin mun­andi bøttur, og ætlan­ in er at halda fram at betra um umstøðurnar til les­andi soleiðis at vit gerast kapp­ ingar­før við granna­lond­ini, bæði tá ið umræður lestrar­ stuðul til hægri lestur, korini hjá lesandi við børnum og tá ið umræður lestrarbústaðir. Viðvíkjandi heilsuøkinum er farið undir at gera eina heildarætlan fyri psykiatri í Føroyum. Betri sálarheilsa fyri øll er aðalendamálið, sum skal tryggja, at øll við sálarsjúku fáa eina javn­ bjóðis, dygdargóða og trygga tænastu, so tætt at gerandislívinum, sum til ber. Eisini verður áhald­ andi arbeitt við at fáa fleiri ser­lækn­ar og onnur heilsu­ starvs­fólk og at menna sjúkra­húsini. Herundir verð­ ur arbeitt við at menna eina sálarfrøðiliga eind. Í Javnaðarflokkinum halda vit, at frælsi er at skapa sær eitt gott lív út frá egnum for­treytum og evnum. Men frælsið er bert veruligt, um tað er fyri øll. Tí arbeiða vit áhald­andi fyri javnstøðu fyri øll, soleiðis at øll hava somu møguleikar og skyldur, óansæð sosialan og etniskan upp­runa, kyn, átrúnað ella aðra lívssannføring. Hetta er eitt av okkara grund­ sjónarmiðum. Tað er upp til tað einstaka menniskjað at allýsa tað góða lívið, men tað er okkara upp­gáva sum politikarar at skapa góðar karmar. Tí ynski eg framhaldandi at arbeiða fyri at betra um atgongdina til útbúgving og góða likam­ liga og sálarliga heilsu. Eisini er tað eitt hjartamál, at karmarnir fyri góða lívi­num gera seg galdandi fyri allar samfelagsbólkar í landi­num – eisini viðvíkjandi út­búgv­ ing og heilsu. Eitt gott lív uttan útbúgving og heilsu? Katalanar leypa í borg