týsdagur 6. mars 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. mars 2018 · Nr. 28
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Um vikuskiftið hevði Fótbóltssam
bandið ráðstevnu um barna- og
ungdómsfótbólt. Høvðusgesturin
var fyrrverandi ungdómsspælarin
og
ungdómsvenjarin
hjá
Real
Madrid, Jesús Gutierrez. Høvðus
parturin var at vísa á venjingar og
venjingarháttir, sum verður brúktir
í felagnum hjá honum, sum er eitt
av fleiri undirfeløgum hjá Real
Madrid.
Tað bleiv eisini tíð til at hoyra
nærri um tíðina sum ungdóms
venjari hjá Real Madrid. Her stóð
ikki á við at fortelja søgur og sann
leikar um ungdómsfótbólt í einum
stórum felagi. Ein av spennandi
søgunum var, tá hann var U14
venjari hjá Real Madrid, og ein
ungur spælari úr Brasil kom til
royndarvenjing.
-Aftaná eina venjing hugsaði eg
bara “wow”. Neymar er tann besti
14 ára gamli spælarin eg nakrantíð
havi sæði. Aftaná tvær vikur skuldi
eg gera ein frágreiðing um spælar
an. Tað er púra vanligt. Eg skrivaði,
at hetta var avgjørt ein spælari,
sum felagið skuldi keypa,
fortaldi Jesús Gutierrez.
Umstrídd skiftið
Sum tey flestu nokk vita, so
kom Neymar Jr ongantíð til
Real Madrid, men endaði nøkur
ár seinni hjá kappingarneytanum,
FC Barcelona, fyri síðani at blíva
heimsins dýrasti fótbóltsspælari,
tá hann í summar skifti til Paris
Saint-Germain.
-Eg veit ikki hví skiftið ongantíð
kom upp á pláss. Tá kundi tú
keypa 14 ára gamlar spælarar, men
eg haldi at pápi hansara fór aftur
til Brasil og Santos og fekk eina
eins góða avtalu har, helt Jesús
Gutierrez fyri.
Skiftið til FC Barcelona í 2013 er
heldur ikki uttan hóvasták. Eftir
fylgjandi er táverandi forsetin í FC
Barcelona, Sandro Rosell, farin frá,
tí illgruni er um óreint spæl í sam
band við skiftið. Millum annað tí at
pápi Neymar skal hava fingið áleið
300 milliónir krónur fyri skiftið.
Ringt at síggja talent
Ein av boðskapunum hjá Jesús
Gutierrez, vanliga róptur Guti, var
at tað er ilt at síggja hvør verður
góður. Hetta er nakað, sum verður
tosað nógv í ítróttarheiminum
í løtuni. Millum annnað verður
víst á, at meiriutin av spælarum
á U-landsliðnum er føddir í fyrru
hálvu av árinum, gjarna tí spælar
arnir í miðal eru meiri búnir.
Nakað
sum
kendi
danski
hondbóltsvenjarin, Ulrik Wilbek,
tosar um í bókini “Talent”. Eisini
ítróttarstjórin hjá FC Midtjylland,
Rasmus Ankersen, skrivar um
tað í bøkrunum “Opdragelse af en
vinder” og “Guldminerne”. Í vanlig
um talimáli verður heitið “relativur
aldur” nógv brúkt.
Tveir spælarar sum eru 14
ár, kunnu hava
ymiskan relativan
aldur.
Annar
er
næstan
fullvaksin,
meðan hin er kundi fyri
tað sama verið 12 ár.
Tá er lykilin at síggja, hvør
teirra hevur størri møguleika at
klára seg í longini, tí tá teir eru um
18 til 21 ár, so eru báðir fullvaksnir,
men tað er prúa greitt, at tað er
lættari at vinna U14 dystin við
spælarum, sum eru meiri búnir.
-Eg gjørdi ein feil í Real Madrid.
Tað var Marcos Alonso. Hann var
lítil av vøkstri og tað ómøguligt hjá
mær at brúka hann móti eitt nú FC
Barcelona, tí hann var so lítil í mun
til teirra spælarar. Í dag er hann 1.88
sentimetrar høgur og spælir við
Chelsea, sigur Jesús Gutierrez.
Hann greiddi eisini frá, at hann
tá vandi spælarar sum Daniel
Carvajal og Nacho Fernandez, sum
í dag javnan eru á besta liðnum
saman við Cristiano Ronaldo.
-Eg hevði eina hóming av, at teir
kundu blíva til nakað. Teir arbeiddu
hart til venjing og høvdu eitt gott
fótbóltshøvd. Í Real Madrid verður
- Eg var venjari hjá U14 hjá Real
Madrid, tá ein ungur Neymar kom
at royndarvenja. Aftaná tvær vikur
skrivaði eg eina frágreiðing, har eg
segði at felagið skuldi keypa hann,
sigur fyrrverandi ungdómsvenjarin í
felagnum. Um vikuskiftið var hann
høvðusgestur til ráðstevnu í Føroyum
Jesús Gutierrez:
NEYMAR
ER TANN
BESTI EG
NAKTANTÍÐ
HAVI SÆÐ
- Eg gjørdi ein feil í Real Madrid. Tað var
Marcos Alonso. Hann var lítil av vøkstri og
tað ómøguligt hjá mær at brúka hann móti
eitt nú FC Barcelona, tí hann var so lítil í
mun til teirra spælarar. Í dag er hann 1.88
sentimetrar høgur og spælir við Chelsea,
sigur Jesús Gutierrez
Daniel Carvajal er
ein av teimum, sum
í dag spælir javnan
á besta liðnum hjá
Real Madrid, sum
Guti vandi í síni tíð
sum ungdómsvenjari
hjá Real Madrid