týsdagur 6. mars 2018síða 23
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mikudagur 7. mars 2018 · Nr. 28
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
dentur lagdur á, at tú
skal hava gott fótbóltsskil og ein
góðan vinnarahugburð, greiddi
fyrrverandi Real Madrid venjarin
frá.
Ikki lætt at spæla
við Real Madrid
Í Føroyum spæla allir spælarar
við feløgunum, tá teir eru yngri
og koma so á besta liðið, um teir
eru góðir nokk. ÍtróttarSosialurin
skrivaði í fjør eina greiðarøð
um
spælara
menning, har tað
millum annað bleiv víst á,
at HB og KÍ í summum árgangum
kunnu hava upp til 100 spælarar á
vøllinum á gangin. Um Real Madrid
gjørdi tað eins, so høvdu tað sikkurt
verið væl yvir túsund spælarar á
vøllinum á gangin.
-Real Madrid hevur eitt lið í
U8, eitt í U9 og eitt í U10. Soleiðis
er allan vegin upp til eykaliðið,
men felagið hevur so fleiri smærri
feløgum í nærumhvørvinum, sum
eru knýtt at. Tað kann verða at Real
Madrid hjálpur til við venjarum,
umstøðum ella bóltum. Afturfyri,
so skulu vit siga frá, tá vit hava
ein spælara, ið vit halda er áhuga
verdur fyri Real Madrid, fortelur
Jesús Gutierrez.
Hann greiddi eisini frá, at tað er
sjáldsamt at spælara sum eru á U8
liðnum, framvegis spæla við liðnu,
tá teir koma til eitt nú U13 liðið.
-Eg spældi sjálvur sum ungur
við Real Madrid, men eg haldi í dag
ikki at tað var eitt gott hugskot.
Tú verður brotin niður, tí hvørt ár
kemur ein nýggjur spælari, sum tú
skal kappast við – inntil tú tapur
og mást sjálvur út, sigur Jesús
Gutierrez.
Í fyrrnevndu bókini hjá Ulrik
Wilbel “Talent”, sum kanska lýsir
betri umstøðurnar og umhvørvi
hjá okkum, so er niðurstøðan hjá
honum áleið tann sama. Hann held
ur fyri, at spælarar skulu spæla í
sínum lokalu feløgum meðan teir
eru ungir. Her eru spælarar millum
vinir og kenningar, sum aftur ger at
hugurin at spæla er góður. Hugurin
til at venja hvønn dag er meiri av
gerandi, enn evnini at spæla sum 14
ára gamal.
Á ráðstevnuni hevði tekniski
stjórin í Fótbóltssambandinum
eisini orðið eina løtu. Pætur S.
Clementsen segði at eitt av høvðus
málunum hjá FSF nú er, at venj
ingarnar í feløgunum skulu verða
á einum hægri stigi. At tað skal
verða eitt tilboð til tey, sum vilja
venja tríggjar ferðir um vikuni, og
eitt tilboð til tey, ið vilja venja enn
meiri. Tað passar væl saman við
ráðunum hjá millum annað Jesús
Gutierrez og Ulrik Wilbek.
Verða venjingarnar úti í smærru
feløgunum betri, so verður ikki
neyðugt at fara til onnur stór feløg,
fyrr enn tú ert til reiðar.
Her skal leggjast afturat, at
Jesús Gutierrez nevndi FC Barce
lona og venjingarmiðstøðina “La
Masia” sum eitt nærmast undantak.
Felagið hevur megna betri enn
nakað annað felagi í verðini, at
menna spælarar í heimsflokki sein
nu árini. Men tað er ikki vist, at tað
stendur við.
Lær tín leiklut á vøllinum
Grundhugsanini hjá Guti til ung
dómsvenjing er, at kennir tú tín
leiklut og tína ætlan á vøllinum, so
veist tú eisini hvørjar eginleikar tú
skal venja. Guti hevði eisini venj
ingar á Tórsvølli, har hann vísti á
nakrar venjingar, sum hann metir
eru týdningarmiklar, fyri at ein
ungdómsspælari kann mennast.
Her var stórur dentur lagdur á,
at spælarar skuldu bæði hugsa og
spæla fótbólt í senn. At síggja til, so
vóru venjingarnar mennandi fyri
spælararnar, ið vóru á Tórsvølli.
Hvussu nógv føroysku venjararnir
hava tikið við sær til feløgini skal
verða ósagt, men tað sá út til at
flestu teirra hildu at hetta var eitt
spennandi íkast til føroyskan fót
bólt.
trondur@sosialurin.fo
Jesús Gutierrez, sum vanliga verður
nevndur Guti, var høvðusgesturin
á ráðstevnuna um barna- og
ungdómsfótbólt, sum Fótbóltssamband
Føroya skipaði fyri um vikuskiftið
Neymar Jr var
eisini sum 14
ára gamal eitt
heilt serligt
fótbóltstalent.
– Eg skrivaði í
frágreiðingini,
at Real Madrid
skuldi keypa
hann, sigur Guti