leygardagur 6. november 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 213 - 6. november 2004
Nr. 213 - 6. november 2004
19
Finnleif Guttesen
býrslimur og valevni
Eitt mál er at fáa skuldina
niður á eina álíkning , tað
vil siga frá 74 niður á 43
milliónir eftir fýra árum.
Skuldin hjá kommununi
er og hevur verði ein klepp-
ur um beinini fyri størri
framburði í kommununi.
Kommunan rindar nú slak-
ar 10 milliónir í avdrátti og
slakar 3 milliónir í rentum
um ári.
Kommunan hevur eina
bindandi avtalu við lán-
veitarar í 5 ár, hendan av-
talan gongur út við endan
av 2005 og skyldar komm-
unan tá umleið 64 milliónir
krónur.
Ein nýggj avtala skal
gerast, og haldi eg at eitt
mál skal setast, sum sigur,
at við árslok 2008 skal
kommunan ikki skylda
meira enn 43 milliónir
krónur.
Við einari líknandi avtalu
verður avdrátturin 7 og ikki
sum nú, 10 milliónir krónur
um ári, frá ár 2006.
Gongur
tað
gott
í
framtíðini, og hví skal tað
ikki tað, kann kommunan
gera størri íløgur ella gjalda
skuldina skjótari niður.
VIÐMERKINGAR
Hans Albert
Hansen
Hoyvík
Valevni sambandsfloksins
www.hansalbert.com
Bíðilistin við fólkum, ið
ynskja sær leigutraðir er
langur, og hetta má
nakað gerast við nú!
Nógvum føroyingum
dáma væl at fáast við
jarðarbrúk, seyðahald og
líknandi. Hesi ítriv, sum
eru ein partur av okkara
mentan, hava ring kor í
høvuðstaðarøkinum, tí
útbyggingin av Havnini
gevur lítið rúm fyri hes-
um. Havnar kommuna
eigur sum skjótast at
finna økir í kommununi,
ið kunnu leggjast út sum
leigutraðir og smærri
urtagarðsøkir, har fólk
kunnu hava nakrar gæs
og dunnur gangandi ella
kanska velta sær nøkur
epli. Hetta kann verða
eitt andarhol í tí annars
so strongda gerandis-
degnum hjá fólki um-
framt eisini eitt kær-
komið ítriv hjá eldri
fólki.
Somuleiðis
tryggja vit eina vakra og
fjøltáttaða kommunu við
nógvum grønum blett-
um. — Fái eg tína at-
kvøðu, ert tú eisini kom-
in nærri hesum máli.
Fleiri leigutraðir og
urtagarðsøkir
Høgni Mikkelsen
býráðslimir
Valevni fyri sambands-
flokkin til Tórshavnar
Kommunu
Tað er trupult at blíva
gamal
í
Tórshavnar
Kommunu, tí at tørvurin
á Ellis- og Røktarheim-
um er ikki nøktandi.
Trupulleikin er ikki
bara hjá teimum gomlu,
men sanniliga eisini hjá
teimum avvarðandi, tí
samfelagið er soleiðis
sett saman, at tey eru
noydd at arbeiða fyri at
fáa dagligdagin at hanga
saman, og tískil hava tey
hvørki tíð ella orku til
tey gomlu og veiku.
Sitandi samgongan,
sum eg eri partur av, setti
sær fyri, at loysa barna-
ansingina í kommununi,
og sum øllum kunnugt,
so er hann loystur við
ársenda.
Tað eru tey eldru sum
hava lagt nógva orku í,
at samfelagið er so gott
sum tað er, og tí er tað
ein skylda hjá komm-
ununi at tey fáa ein góð-
an aldurdóm.
Tí vil eg gera mítt til
at fáa Ellis- og Røktar-
heim og stovnar til tey
veiku, um eg veri aftur-
valdur.
VAL04
Tað skal verða gott
at blíva gamal í
Tórshavnar Kommunu
VAL04
Heðin Zachariasen
valevni
Tað er sera umráðandi at
menna okkara kommunu á
ein slíkan hátt, at allir
borgarar í øllum bygdunum
veruliga fara at merkja, at
hóast fleiri kommunur við
fleiri bygdum nú verða ein
kommuna, so eru vit øll ein
eind.
Vit hava eitt til felags-
mál, nevniliga at styrkja og
menna okkara kommunu.
Komandi Sunda Komm-
una verður ein sterk og
spennandi kommuna. Eftir
mínari meting verða møgu-
leikarnir í framtíðini fleiri
og betri. Nýggja felags-
kommunan fer at gera økið
í
Sundalagnum
meira
áhugavert - bæði fyri
vinnulívið, mentanarlívið
og frítíðarlívið - soleiðis at
vit øll, og eisini ungdóm-
urin, kemur at trívast í
kommununi nú og í fram-
tíðini.
Tað liggja nærum óenda-
ligir møguleikar í okkara
nýggju kommunu, sum
liggur væl plaserað, mið-
skeiðis í landinum.
Tí ræður um hjá okkum
øllum at síggja møguleik-
arnar og virka fyri, at
Sunda Kommuna kann
vaksa og mennast til besta
fyri hvønn einstakan - børn
sum vaksin, ungdómar og
gomul.
Tað er tí við góðum
treysti, eg bjóði meg fram
at verða við til at skipa og
byggja hesa okkara nýggju
felags kommunu okkum
øllum at gagni.
Sunda Kommuna framúr møguleikar
VAL04
Meta C. Palle
Fyri 25 árum síðani var eg
við til at gera eina foto-
framsýning í Smiðjuni í
Lítluvík við heitinum "Hví
so trupult".
Framsýningin
skuldi
vísa, at tað sum oftast var
ógjørligt hjá fólki í koyri-
stóli, og eisini torført hjá
illa gongdum fólki at
sleppa inn í bygningar í
býnum, bæði hjá almenn-
um stovnum og privatum
fyritøkum.
Tíbetur er nógv bøtt um
hesi viðurskifti síðani tá;
men enn eru støð, har
trupuleikarnir
eru
líka
stórir sum fyri 25 árum
síðani. Eitt dømi er Býar-
bókasavnið, sum skuldi
verið fyri øll, men er tað
bara ikki fyri fólk í koyri-
stóli.
Um eg komi í Býráðið,
vil eg arbeiða fyri, at tað er
atkomuligt hjá øllum til
kommunalu stovnarnar.
X við lista C.
Robert Vilhelmsen
Valevni Javnaðarfloksins -
listi C
Eldraøkið varð ikki raðfest
av býráðnum og hetta
undirstrika tey í har sita so
dyggiliga, við m.a. at siga
og skriva, at: "nú skal
eldraøkið raðfestast".
Sambært
"Eldraálitið
2002" er Suðurstreym ein
"katastrofa" á eldraøkinum,
sambært hesa er minni enn
helvtin av tørvinum nøkt-
aður hóast núverandi ætl-
anir við Tjarnargarð og
Vallalíð. Í Eysturoy er
støðan øðrvísi, her hava tey
megna at fylgja við og um
1 ár er tørvurin nøktaður -
ein sonn sólskinssøga á
eldraøkinum sum Tórs-
havnar kommuna kann
spegla sær í.
Í mun til fólkatalið er
Tórshavnar
kommuna
vánaligast til at nøkta
tørvin á eldraøkinum, ja
verri enn t.d. Suðuroy og
hetta verður møguliga ein
nógv størri avbjóðing fyri
kommununa enn barna-
ansingin hevur verið.
Javnaðarflokkurin er ein
ábyrgdarfullur flokkur, sum
tekur ábyrgd av eldraøkin-
um og vil miðvíst arbeiða
fyri eini virðiligari loysn,
eini loysn, sum røkkur
langt fram í tíðina
Tórshavnar kommuna er
fíggjarliga sterk og hevur
góðar fyritreytir at ganga
undan á hesum øki og
hevur bestu fyritreytir at
taka fulla ábyrgd av eldra-
økinum. Hinvegin havi eg
ilt við at ímynda mær, at
tær smá kommunurnar, við
fíggjarligum atliti, hava
nakran sum helst møgu-
leika at taka á seg hesa
ábyrgd, sum er.
Tískil mæli eg til, at
Landsstýrið og kommun-
urnar fara í samstarv um
hesa stóru avbjóðing og at
Tórshavnar
kommuna
gongur undan við eini
royndartíð.
Við
hesum
royndum kann støða takast
til, um skipanin er nøktandi
fyri tey eldru og hvussu
hetta fíggjarliga kann skip-
ast millum kommunu og
Landsstýrið.
Við tínum stuðli og
atkvøðu fer hetta at vera
eitt av mínum fremstu mál-
um at fremja í Tórshavnar
kommunu.
Tryggleiki og lívsvirði -
til allar borgarar!
Ein góð kommuna
VAL04
Eldraøkið - lat okkum taka ábyrgd
í Tórshavnar kommunu!
Skuldin hjá Tvøroyrar kommunu skal niður
VAL04
VAL04
VIÐMERKINGAR
Bjarti Mohr
Býráðslimur
Fólkaflokkurin vil í kom-
andi valskeiði arbeiða fyri
at Tórshavnar Kommuna
verður eitt vælvirkandi
samfelag fyri øll. Vit hava
ungdómsarbeiði á skránni
bæði innan ítrótt, list, tón-
leik og mentan í síni heild.
Á sosiala økinum vil
Fólkaflokkurin virka fyri at
eldraøkið
kemur
undir
kommununa alt sum tað er.
Vit hava so at siga loyst
barnaansingina og vilja
loysa alt arbeiði innan
eldrarøkt. Ìøgur skulu ger-
ast sum koma at skapa ar-
beiðspláss fyri borgarnar í
kommununi. Men fortreyt-
in fyri at kommunan skal
megna hesar uppgávur er,
at vit hava eitt vælvirkandi
vinnulív sum kann skapa
arbeiðspláss
og
harvið
skattainntøkur. Fólkaflokk-
urin er meira enn nakrantíð
til reiðar at loysa hesar
uppgávur. Og hesar upp-
gávur røkka út um alla
kommununa.
Tað er umráðandi at tyg-
um fara á val tann 9 nov-
ember.
Stuðli okkum í arbeið-
inum fyri einari góðari og
sterkari
Tórshavnar
Kommunu við at seta X við
lista A - Fólkaflokkin.
Inga Dahl
Valevni fyri Fólkaflokkin
Ítróttarfeløgini
í
Tórs-
havnar Kommunu munnu
vera tey feløg, sum hava
flestar limir í sínum frí-
tíðarvirksemi. Tað trongir
saman um í Gundadali, har
aktiviteturin er stórur bæði
summar og vetur. Í Hoyvík
er nýggj ítróttarhøll bygd í
hesum seinasta valskeiði,
høllin verður eins nógv
brúkt, sum hallirnar í
Gundadali.
Tað er umráðandi at fáa
ítróttarhøllina í Kollafirði
liðna sum skjótast, soleiðis
at kollfirðingar kunnu íðka
ítrótt í heimbygdini. Um
dagarnar varð fyrsta stigi
tikið til at byggja eina
ítróttarhøll á Argjum. Í
komandi valskeiði eigur
hendan høllin at verða
bygd. Tá hendan høllin er
liðug, eru karmarnir fyri
innandura ítróttinum mun-
andi betri í kommununi.
Svimjihøll og fimleikar-
høll verður bygd saman við
nýggja skúlanum í Hoy-
víkshaganum. Svimjarar
hava vit nógvar og góðar í
landinum. Men enn eiga vit
ongan hyl, sum stendur al-
tjóða mát. Komandi svimji-
høll eigur at hava ein 50
metrar langan hyl. At gera
ein so mikið langan hyl er
kostnaðarmkið, men tað
rúmast samstundis fleiri
fólk í honum, og tað eru
bæði ung sum gomul sum
svimja í síni frítíð. Tað er tí
onki at ivast í at hetta
verður vunnið inn aftur í
allar mátar.
Nólsoyingar eru byrjaðir
at gera ein svimjihyl í
heimbygdini, hesin hylur
eigur at vera gjørdur lið-
ugur sum skjótast til gagn
fyri nólsoyingar.
Signar á Brúnni
Eftir at hava fingið fleiri
áheitanir um at stilla upp til
kommunuvalið, hava eg
sagt ja.
Hetta er fyrstu ferð, eg
havi stillað upp til eitt
kommunuval, og sjálvandi
veit eg ikki hvørja undirtøku
eg fái.Til løgtingsvalini, ið
eg havi stillað upp til, havi
eg altíð fingið dyggan
stuðul í Eysturoynni, og ikki
minst í Fuglafirði. Hesum
havi eg verið sera takk-
samur fyri, og fari eg her at
takka tykkum mongu, ið
hava
stuðlað
meg
so
dyggiliga, hvørt einasta val,
líkasíðani 1970, tá ið eg á
fyrsta sinni kom á ting.
Havi innlit í
kommunumál
Hóast eg ikki havi sitið í
nøkrum kommunustýri, so
haldi eg meg hava innlit í
kommunumál.Hetta kemst
av, at eg sum landsstýris-
maður umsat kommunumál
fyri nú nøkrum árum síðani.
Ta tíðina, tá harðast leikaði
á hjá kommununum, og
arbeiðsloysið var stórt sum
ongantíð áður, varð neyðugt
at seta tiltøk í verk, sum
høvdu sum høvuðsmál, at
bjarga kommununum úr
teimum fíggjarligu trupul-
leikunum, ið mangir av
teimum vóru komnar útí.
Lógin um kommunala
lánsgrunnin varð tá sam-
tykt av Føroya Løgtingi, og
var tann lóggávan við til at
bjarga fleiri kommunum úr
neyðini. Við at umsita hetta
málsøki í landsstýrinum,
fekst gott innlit í komm-
unumál, og tað saman við tí
stóra áhuga fyri kommun-
málum, hevur gjørt at eg
havi sagt ja til at stilla upp.
Nøkur høvuðsmál eg
havi sett mær.
Tað, sum hevur allarstørsta
týdning er, at arbeiði verður
til allar hendur í býnum, tí
tað er avgerandi, hvat kann
gerast av kommunalum ar-
beiðum. Vit eiga at skapa
góðar karmar hjá vinnulív-
inum at virka undir, uttan at
leggja okkum út í, hvussu
vinnulívið verður skipað.
Eitt tað týdningarmesta
máli hjá einum komandi
kommunustýri at loysa, er
útvegan av grundstykkjum,
til ein rímuligan prís innan
eina rímuliga tíð.
Tað hevur týdning fyri
býin, at alsamt fleiri fólk
búseta seg í Fuglafirði, og
tað krevur, at nógv fleiri
grundstykkir verða tøk, tí
annars er vandi fyri, at tey
leita sær aðrastaðni eftir
grundstykkjum.
Ansast
eigur at verða eftir, at
grundstykkini verða latin
umsøkjarum í teirri raðfest-
ing umsóknirnar koma inn.
Vegaføring, vatnveiting o.a.
skal verða gjørt, tá ið farið
verður undir bygging, og
alt skal verða liðugtgjørt so
skjótt sum møguligt.
Barnagarðar
Kommunan skal verða fyri-
reikað væl og virðiliga til at
taka móti teimum, ið ætla
sær at seta búgv í Fugla-
firði. Prýðiligur barnagarð-
ur er bygdur í býnum fyri nú
nøkrum árum síðani. Møgu-
leikarnir at bygga út, skuldu
verið góðir, so tørvurin
verður nøktaður á tí økin-
um. Hetta skal raðfestast
ógvuliga ovarlaga, so vit
fara liggja millu fremstu
býir í landinum, tá ið talan
erum hetta øki.
Góðan skúla
Skúlin er fyri stuttum bygd-
ur út, og góðar arbeiðsum-
støður eru harvið skaptar
hjá børnum og lærararun.
Ábøtur eiga framhaldandi
at verða gjørdar við teir
eldru skúla bygningarnar,
so teir gerast tíðarhóskandi,
og treytirnar í fólkaskúla-
lógini verða loknar.
Skúlagarðurin eigur at
verða gjørdur hugnalgari
við størri møguleikum, ið
skapar trivna hjá næming-
unum.
Mentamál mugu ikki
gloymast
Í fuglafirði hevur, tað eg
minnist, altíð verið eitt ríkt,
virkið og fjølbroytt ment-
unarlív.
Ìtróttin
hevur
fingið góðar karmar at
virka undir við tí vølli, ið er
í bygdini, og tí ítróttarhølli,
ið er á Kambsdali. Neyðugt
er framhaldandi at byggja
út við fótbóltsvøllin, áskoð-
araskýli og toalet, m.a. tí at
altjóða krøv verða sett til
umstøðurnar uttan um
vøllin, ið vit ikki sleppa
undan, skulu vit taka lut í
ítrótti, á sama støði sum
grannalond okkara.
Fuglafjarðar Bygdafelag
og sjónleikarafelagið tóku
stig til at byggja mentanar-
húsið, væl stuðlað av land-
inum og kommununi. Øll
ásanna í dag, hvønn stóra
týdning tað hevur at hava
góðar karmar at virka
undir.
Vit eiga framhaldandi at
vera býurin, ið gongur á
odda, tá ið talan er um
mentanarligt virksemi.
Vakrasti býur
Náttúran um Fuglafjørð er
sjáldsama
vøkur.Fjøllini
um bygdina eru sonn listar-
verk, ið hvørt fremmanda
fólk, ið kemur higar, hevur
á orðið.
Sjálvur býurin er nógv
fríðkaður tey seinastu árini.
Fólk gera alsamt meira fyri
at fríðka uttan um hús síni,
og kommunan hevur lagt
doyin á, at gjørt sítt til, at
bygdin gerst vøkur og
snotulig. Uppaftur meira
eigur at verða gjørt á hes-
um øki, og størri planlegg-
ing yvir eitt longri tíðar-
skeiðskal gerast, so til-
vildin ikki ræður og løtu-
loysnir verða tiknar, sum
sum í seinna enda skapa
trupulleikar.Málið
skal
verða Fuglafjørður vakrasti
býur í Føroyum innan 10 ár.
Vit mugu ansa eftir, at
eldri vøkur hús, ið falla væl
inn í landslagi, og sum siga
sína søgu, verða ikki rivin
niður uttan fyrilit, heldur
eiga vit at leggja doyin á, at
varðveita slík hús, um
somu tíð sum vit byggja
nýggj tíðarhóskandi hús,
bæði sethús, virkisbygn-
ingar og almennir bygn-
ingar, ið fríðka um býin.
Grønar vakrar teigar,
saman við vøkrum plant-
um og trøum, eiga vit at
síggja so at siga allastaðni.
Góð
ferðsluviðurskiftir
Ferðslan av bilum gjøgnum
bygdina økist í hvørjum,ið
kann skapa fleiri vandar
fyri fótgangararnar.
Málið um at skapa betri
umstøður hjá fótgangarum,
serliga hugsað um børnini,
eigur at verða tikið upp til
viðgerðar, og støða tikin til,
hvar vegaforðingar o.a.
skal verða gjørt, ið skapar
størri trygd.
Skilagóðan
fíggjarpolitikk
Eitt býráð hevur altíð
skyldu til at umsita pening-
in væl, ið borgarnir hava
goldið í skatti.
Eitt býráð skal altíð hava
í huga, hvussu tað fær mest
burtur úr tí peningi, tað
umsitur. Tá ið størri arbeiði
skulu gerast, eiga tey at
verða boðin út, til lægsta
prís. Heilt greiðar reglur
skulu gerast um hetta.
Greiðar reglur eiga at
verða fylgdar, ið siga ná-
greiniliga, hvussu arbeiðið
fer fram millum kommunu-
politikkarar og umsiting.
Gott val.
Fyrst og fremst –
Ein góð og sterk
kommuna fyri øll
Tí stilli eg upp
VAL04
VAL04
VAL04
Ítróttur
Jói Winther
Valevni hjá
Javnaðarflokkinum í
Tórshavnar kommunu
Eg eri tilreiðar, er tú.
Við at seta krossin rætta
stað, kanst tú gera tína
ávirkan galdandi, so at
ábyrgd, trygd og rættvísi
vera ein sjálvfylgja, og ikki
so tilvildarlig sum nú.
Byggimál mugu kannast
áðrenn farið verður í gongd,
so vit sleppa av við hesum
ábyrgdarloysinum, sum far-
ið er fram hesi seinastu ár-
ini. Vit skulu nøkta íbúðar-
tørvin fyri bæði ung og
gomul, so byggingin her í
komununi gevur møgu-
leikar hjá øllum, at byggja ta
stødd og snið av húsum í
tørvur er á. Flakavirkið í
Nólsoy má fáast í gongd aft-
ur, so at nøkur arbeiðspláss
vera á oynni. Í Hesti má
gerast tað sum gerast kann,
fyri
at
útróðrarbátarnir
kunnu hava tað so høgligt
sum gjørligt. Vegurin gjøgn-
um gomlu bygdina á Velba-
stað má gerast. Útstykkjast
skal í Kollafirði beinanveg-
in. Kommunan má ikki
gloyma tey nýggju økini,
men har má gerast alt sum
gerast kann, fyri trivnaðin í
útjaðaranum. Viljin at gera
tað besta er her, tað manglar
bert tín krossur valdagin.
Kommunan fyri øll
VAL04
C
M
Y
K
19
18