Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. november 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 213 - 6. november 2004 Nr. 213 - 6. november 2004 17 VIÐMERKINGAR Johan Dahl løgtingsmaður Hvar skulu størvini sum avloysað, sjómannin. flakakvinnuna - og mannin komað frá? Kunnu hesi reisast innan rímiliga tíð , -ella er tað luftkastellir? Við núverandi gongd eru útlitini fyri framman alt annað en bjørt í høvuðs- vinnu okkara . Um vit áhaldandi vilja hava eina fiskivinnu á landið, ella vit áhaldandi skulu latað meir enn helm- ingin av tilfeingið okkara fara óvirkað av landinum er tann stóri gordiski knútur- in, sum loysn skal finnast á ongantíð og skjótt og kemur tað at krevja, at vit sum valdir eru av stýra hesum landið hava neyðuga dirvið til at takað ta skila- bestu loysnina fyri sam- felagið sum heild. Eitt stendur púra greitt og tað er, at um ikki stig verða tikin til at betra um okkara kappingarevni so vit aftur eru førir fyri at framleiða til kappingar- førar prísir og um vit ikki hava bestu og skjótastu marknaðaratgongd fyri okkara fesku vørur, so er bara ein spurningur um tíð til fiskivinnan á landið hevur fingið mønustingin. Spurningurin er so eisini, um vit t.d. framhaldandi skulu halda fast við at alt skal framleiðast á landið av føroyska landgrunninum, ella skulu vit loyvað part- vísari framleiðslu umborð á skipum ? Spurningurin er m.a. . Skal øll søla fyrstahonds søla verða yvir uppboðs- sølu í Føroyum og yvir føroyskan kaikant ?? Skal fiskurin einans kunna seljast av loyvis- havara? Skal landingarskylda verða í Føroyum ella skal 25% landingarmøguleiki framvegis verða uttan- lands.? Skulu skip og virkir gera avtalur sínámillum uttanum uppboðssøluna ? Ella skal tað stórt sæ verða frítt slag ? Skulu djúpvatnstrolarar- nir uppí fiskidagaskipan- ina? Hvussu við stinglaksin- um og búrfiskinum skulu hesir eisini landast í Føroy- um ella? Møguleikarnir eru nógvir, men tann loysnin sum ger øll nøgd finnst neyvan og tí verður tað ,sum tað sær út í løtuni ivaleyst neyðugt politiskt at skera ígjøgnum . Marknaðar mekanism- urnar eiga at stýra gongd- ini í so stóran mun sum til ber, men hinvegin ber ikki til hjá okkum fólkavaldu at sita og hyggja at, meðan føroysku framleiðsluvirkini á landið eru við at fara í skeljasorð og arbeiðsloysið veksur dag fyri dag, sam- stundis sum stórur partur av okkara tilfeingið - verður selt óvirkað uttanlands til okkara kappingarneytar at kappast við okkum við, - tað má verða tað sum kall- ast, at saga greinina av sum ein sjálvur situr á. Tað er ikki nøkur áhald- andi haldgóð støða og eiga ávaringarljósini at lýsa hjá øllum involveraðum pørt- um og bundið eigur at verða um heilan fingur áðrenn ov seint er. Hitt alternativið : Vit kunnu eisini gera so sum búskaparfrøðingar mælað til nevniliga : • at lata fara tað í ikki kann klára seg, - ella • at minka um útflutnings- framleiðsluna ( citat frá framløgu hjá H. Oskars- son á Christiansborg) og so síggja hvat hendir komandi mánaðirnir við vinnuni? Tann stóri spurningum er - er tað yvirhøvur ráðiligt at lurta eftir sokallaðu ser- frøðingunum ?? Høvdu vit gjørt tað hesi seinastu 7-8 árini so var ongin fiskivinna í Føroyum ídag. Fyri mær sær tað út sum teir eru sera góðir at hyggja í bakspegilin, men framskygni og vurder- ingar av framtíðarútlitum og evt. loysningsmodell- um hava teir verið alt annað enn dugnaligir til at komað við. Okkum nýtist ikki bak- klókar — hvat segði eg frágreiðingar sum broytast og tillagast júst sum tað passar til, hvønn veg vind- urin blæsur tá tær verða framlagdar. Okkum tørvar professio- nellar vísmenn og ráð- gevarar sum kunnu siga okkum t.d.: • Hvat er best fyri okkum frameftir og ikki sum nú, hvat ikki var gott fyri okkum í gjár ella fyri einum mánað síðani • Hvussu vit best tilrættis- leggja okkara vinnur frameftir • Hvussu vit kunnu fremja búskaparvøkstur • Hvussu vit kunnu menna okkara samfelag fram- yvir • Hvussu skapað vit nýggj arbeiðspláss og innan hvørjar vinnur er besti møguleikin at skapað nýtt í Føroyum havandi okkara fjarleika geograf- iskt í hugað • Hvussu okkara politikkur best kemur samfelagnum sum heild tilgóðar. Rætt og slætt hvussu vit skulu tilrættisleggja okkara samfelag frameftir. Lat okkum síggja veru- leikan í eyguni og royna at virka út frá honum og fáa tað besta burturúr honum, alt hitt "popptosið" førir okkum onga leið . Vit eru 48.000 sálir á hesum klettum, harav ca. 1.700 skrásettir sjómenn ( harafturímóti tilsaman- beringar sigst verða 2.300 pedagogar) — hesir 1.700 saman við útróðramonnun- um eru grundarlagið undir okkara samfelag, saman við flakakvinnuni og mann- inum, - tað er okkara simpla plikt at skapað teimum bestu karmar at virkað undir. Hvar koma størvini frá Lars Jespersen Nú, tað stundar til komm- unuval, vil eg nýta høvið til at koma við míni meining. Eg skal ikki leggja meg út í, hvussu bý- og bygdarráðini í landinum hava roynst, men halda meg til mína kommunu, Tórshavnar kommunu. Sum ofast, tá maður letur frætta frá sær í bløðunum, er tað orsaka av, at hann er ónøgdur, og soleiðis er eis- ini í hesum føri. Tó so, eg vil byrja við at rósa Tórs- havnar býráði, ónøgdin verður síðani. Býráðið setti sær fyri at nøkta tørvin á barnaansing í hesum valskeiði, og hevur tað eftir øllum dømum eydnast, rós fyri tað. Eisini eru nøkur tilboð givin teim gomlu, men tey nýggjastu tíðindi boða frá, at stórur tørvur er og verður á fleiri tilboðum, serliga í Suður- streymoy. Tað kann so verða eitt mál hjá komandi býráði, so Tórshavnar kommuna fær røkt báðar endarnar. Buktina hevur býráðið eisini um, men ein dekan og stór bukt eftir mínum tykki, tí um ein ferðast runt um Havnarleiðina, síggjast nýggj hús allastaðni. Undr- ist mangan, hvør skal inn í hesi hús, eisini, hvar heis hava havt innivist áður, men nýggju rundkoyring- arnar eru kanska ein partur av svarinum. Mangan hevur verið tos- að um ferðslutrupulleik-ar- nar í Havn ávísar tíðir á degnum, serstakliga tá stóra mongdin av bilum á morgni koma til Havnar, til arbeiðis, í skúla ella bara til handils. Tosað hevur leingi verið um, at rundkoyringar kunnu bøta um trupulleik- arnar, gera ferðsluna smid- ligari, men nústaðni nú, valskeiðið er um at vera farið, komu rundkoyringar- nir. Flest øll eru samd um, at hetta bøtir um, men vónandi læra fólk at brúka rundkoyringarnar, soleiðis at tey eisini finna út úr teimum aftur, og ikki blíva verandi í Havn, tí tá verður tørvur á upp aftur fleiri íbúðum, ansingarplássum til børn og gomul. – Men um ikki annað, so er talan um ein ferðslubata, rós fyri tað eisini! Nú koma hjartasuffini frá mær, og hóast tey ikki órógva býráðið so nógv, tí tey neyvan telja tað stóra at rósa sær av, loyvi eg mær tó at koma fram við teimum. Á húsaveggi í miðbýnum í Havn stendur við stórum grønum bókstavum, Plantið eitt træ, og vóru tað nógv fólk í Havn, sum tóku hesa áheitan til sín. Býráðið tók á seg, at lata borgarum ókeypis plantupakkar, og príða runnar og trø nú mangt umhvørvi í Havn og um Havnarleiðina. Í fjør fingu áhugað plantupakk- arnar seint á heysti, tó so, at onkur planta yvirlivdi vet- urin. Men í ár bleiv plantu- pakkin burtur, og er tað harmiligt. Í mong ár skipaði Tórs- havnar kommuna fyri ár- ligum ruddingardegi, og fekk hetta tiltak stóra undir- tøku, eigarafeløgini tóku undir við tí, ungdómsfe- lagsskapir tóku lut í tiltak- inum, men í ár bleiv einki stig tikið til ein ruddingar- dag. Borgarstjórin legði til grund, at tá brennistøðin á Sandvíkahjalla nú var so væl fyri at taka móti burtur- kasti, kundu borgararnir sjálvir koma niðan við tí. Endamálið við ruddingar- degnum var ikki einans at rudda, men hevði avgjørt eitt sosialt og mentanarligt virði. Tað sosiala, at grann- ar komu saman og lærdu hvønn annan betri at kenna. Tað mentanarliga, at borg- ararnir komu at kenna ábyrgd av umhvørvinum. Summi eigarafeløg hava av sínum eintingum skipað fyri ruddingardøgum, bæði á vári og um heysti, meðan einki er gjørt á kommunalu økjunum, og tað sæst aftur. Fríøkir, áir og løkir hava verið ljót í summar, somu- leiðis fram við vegunum, rúgvurnar av alskins óruddi rúgvar seg bara upp. Havi ikki havt smávegis skomm kommununa og egna vegna, at fremmandafólk í summar hava sæð ein skitnan bý. Vónandi tekur komandi býráð táttin uppaftur. Fyri stuttum hevur bý- ráðið sett nakrar talvur upp, har einasta áskriftin higartil er Hoydalar, og er ætlanin ivaleyst at seta eitt kort upp á hesar talvur. Eitt kort, ið vísir ókunnufólkum, hvørj- ir møguleikar eru, at ferðast undir Svartafossi og í Hoy- dølum, men hetta kort er ikki komið upp enn, tí kanska verður tað heldur eitt ávarðingarskelti, ið mælir fólki frá, at fara hesar leiðir. Orsøkin er tann einfalda, at gøturnar, ið ungfólk und- ir tiltakinum Ung í arbeiði løgdu stórt og gott arbeiði í, nú eru í so vánaligum standi, at vandi er at nýta tær. Havi í ár ikki sæð ung í arbeiði í Hoydølum ella har um leiðir. Havi tó skilt, at okkurt tilboð var til tey ungu í summarfrítíðini. At enda loyvi eg mær at gera eina viðmerking um eitt mál, ið hvørki Tórs- havnar býráð ella eg hava stórvegis ávirkan á, men sum tó harmar meg. Málið snýr seg um forðingarnar, ið settar eru upp á havna- løgunum til tess at byrgja upp fyri altjóða yvirgangi. Minnist aftur fasta siðin, at ganga út á molan aftan á dansin, ungdómsdagarnar, tá vitjað var umborð á russ- isku trolararnar at bidda sigarettir og at síggja film, at fáa sukurlátu og annað frá ensku trolaramonnun- um. Havnaløgini eru nú vorð- in so stór, at vit høvdu ikki komið aftur í aftur, um vit í dag fóru gongutúr út á molan, men bara tað, at ein ikki hevur atgongd í egnum landi, harmar meg inniliga. Um altjóða yvirgang á føroyskum bryggjukanti havi eg ikki so nógv at við- merkja, men hvat kann ein barnakona úr Nigeria hótta okkum við, hvat hótta flótt- ar úr ymsum londum okk- um við. Hørð avrokning við bryggjukantin, av landinum aftur, heldur enn at tikið tey til okkara, kannað, hví tey eru endaði her í einum landi, tey ikki hava hoyrt um, men lagann og neyðin hevur sent tey til: Tað hevði verið mansligari, at víst teim miskunn. Hugsið um tað! Hetta var alt frá mær á hesum sinni og gott komm- unuval í november. Tórshavnar býráð Samgongan 2000-2004 Rós og rís Heidi Petersen løgtingskvinna Altjóðagerðing. Í eini størri og størri al- tjóðagerð av heiminum, har samskiftismøguleikarnir gera heimin minni og minni, og við tíðini meira og meira eins, har gerandis- dagurin í veruleikanum er hin sami, um tú býrt í Tórs- havn, Tokyo ella Torino, við tað at vit nýta eins bilar, eta eins mat, ganga í eins klæð- um, lurta eftir sama tón- leiki, síggja somu sjón- varpsrásir, nýta eins hent- leikar í heimunum, verða eisini mentanarmunirnir máaðir burtur. Útlendsku mentaninar floyma inn yvir okkum sum ongantíð áður. Tað er sunt og er eisini ein avbjóðing. Tað er við at seta fokus á okkara egnu mentan og menna hana, at tað gevur okkum hugskot og íblástur til endurnýggjan. Tað forð- ar fyri, at vit steðga upp og gerast nalvaskoðandi, og tað, sum vit halda hava størsta týdning, noyðir okk- um alla tíðina at taka støðu til okkum sjálvi sum menn- iskju, og hvat tað er, vit standa fyri, og hvussu vit í framtíðini fóta okkum sum fólk. Allahalgannadagur. Allahalgannadag halda vit sum minningardag teirra sjólátnu. Upprunin er ka- tólskur, og er hetta dagurin, tá katólska kirkjan heldur ein heiðursdag ella ein minningardag fyri sínum halgimennum. Hetta er uttan iva eisini grundin til, at vit í Føroyum júst valdu henda dag til minnisdag teirra sjólátnu. Halloween. Men fyri katólsku tíðina hildu keltar í Írlandi í 5. øld fyri Krist dagin sum eitt nýggjárshald, tí keltiska árið endaði 31. oktober. Pá- trúgvin var, at hesa nýggj- ársnátt reikaðu øll spøkilsi - ella sálir teirra deyðu - kring um í bygdunum og leitaðu sær eftir nýggjum kroppum at búsetast í. Fólk gjørdu so alt, tey kundu fyri at ræða hesar sálir, sum vóru á ferð. Hetta var gjørt við eitt nú at hava tað øsku- kalt í húsunum, so ongin sál varð drigin til hús. Eis- ini gingu fólk grýluklødd um náttina og reikaðu frá húsi til hús fyri at ræða sálirnar burtur og soleiðis forða fyri, at tær tóku bústað í teimum sjálvum. Alt í alt ein heiðin ræðu- nátt, sum endurspeglar ser í nútíðini sum Halloween hald. Niðurstøða. So mín spurningur er: Vilja vit í Føroyum varðveita allahalgannadag sum minn- ingardag teirra sjólátnu, ella fara vit at lata út- lendska árinið troðka henda minningardag burtur og ístaðin seta eina heidna ræðsluveitslu á skránna? Hetta kann bert tíðin vísa, men mín vón er, at okkara mentunarligi samleiki og styrki megnar at standa ímóti hesum fremmanda árini á ein sovorðnan hátt, at minningardagur teirr sjó- lætnu, ikki verður skalaður. VIÐMERKINGAR Bill Justinussen løgtingsmaður Dagurin í gjár var søgu- ligur. Ið hvussu so er fyri Útvarp Føroya og kanska aðrar fjølmiðlar við. Hetta var dagurin, tá øll onnur minni týðandi mál sum eitt nú ameri- kanska forsetavalið og heimliga politiska støð- an annars gjørdust sum sinnopskorn í mun til altumfatandi politiska stórmálið: at ein løg- tingsmaður - fyrrverandi sýslumaður enntá - hevði brotið treytaleysu víkiskylduna og hevði ikki meldað tilburðin. Hetta var dagurin, tá fjølmiðlaheimurin við Útvarpi Føroya í oddin- um vaknaði úr dvala og veruliga tóku á seg public service skylduna, sum so tungt hvílir á teirra herðum. Hetta var dagurin, tá ein fjøl- miðlaetisk lóg gjørdist óneyðug, tí nú varð ósvitaliga prógvað, at fjølmiðlarnir til fulnar røkja sína týdningar- mestu uppgávu. Nú skuldi ein løgtingsmað- ur, sum frammanundan annars er kendur burturi og heima fyri sína reiði- ligheit, avdúkast og svavast á almenna altar- inum, tí nú hevði hann sambært tíðindunum í fjølmiðlunum (við vilja sjálvandi) latið vera við at melda seg sjálvan. Í samrøðu við ein ovur- spentan útvarpsmann var mest náttúrligi spurningurin sjálvandi: hvørjar avleiðingar skuldi hesin stórpolitiski tilburðurin fáa fyri ikki bara løgtingsmannin sjálvan, men eisini fyri flokk hansara og kanska fyri alla fullveldis- gongdina sum heild. Tað var heilt greitt at skilja millum linjurnar, at nú kundu vit føroyingar ongantíð aftur seta vónir okkara til einar frælsar Føroyar, tí ein av oddvit- unum hevði brotið treytaleysu víkiskyld- una. Óhappið tykist mótvegis Útvarpi Før- oya at hava sáað slíkan iva um trúvirði løgtings- mansins, at hann tað sama helst bara burdi tikið seg úr politikki og ongantíð víst seg aftur, tí treytaleysa víkiskyldan varð brotin. Álvarsligt, álvarsligt!! Gott, at vit føroyingar fáa slík hágóðskutíðindi, tá vit nú vita, at vit rinda meira enn nakað annað land í heiminum fyri at hava eitt alment útvarp. Tað skuldi bara mangl- að, at vit ikki fingu hesi tíðindini einar 6-7 ferðir hendan søguliga dagin, tí slík álvarslig brot framd av einum løg- tingsmanni, sum als ikki er eitt vanligt menniskja, kunnu bara ikki fara stillisliga aftur við borð- inum. Tað er heldur ikki á hvørjum degi, at treytaleysa víkiskyldan verður brotin, má met- ast. Tíðindavirðið í hesi hending má metast at vera ómetaligt, og vón- andi er bæði tingflokkur løgtingsmansins eins og alt Føroya fólk ílætið til at taka øðiligu politisku avleiðingarnar av hesum ferðsluóhappi. Álvaratos, okkurt meiri kveikjandi kundu fjølmiðlarnir nýtt sína orku til. Tá fullveldið krasjaði Hergeir Nielsen Landsstýrið hevur nú eisini lagt seg út í kommunuvalið í Suðuroynni. Í Sosialinum verður í gjár, eina lítla viku undan valinum, boðað frá, at landsstýrið hevur slept ætl- anini um at byggja mið- námsskúlan í Vági. Raðfestingin av at byggja miðnámsskúla í Suðuroy sum tann fyrsta var gjørd longu fyri fimm árum síð- an, og málið hevur staðið á løgtingsfíggjarlógini við smærri játtanum síðan 2001. Fleiri avtalur eru virknar millum land og kommunu, arkitektakapping hevur ver- ið, og 6 til 8 mió.kr. eru higartil brúktar til enda- málið. Býráðið hevur í neyvum samstarvi við mentamála- ráðið lagt nógva orku í hetta mál og goldið væl av skattaborgarans peningi fyri eina almenna ætlan, sum Sosialurin nú boðar frá, at landsstýrið ætlar sær at loypa frá. Landsstýrið trokar alla fyrisitingarliga siðvenju og alla almenna sømiligheit til viks, tá tað hástórt og í blómandi betrivitan sigur við kommunurnar í Suður- oynni, at tær nú í felag skulu byggja eitt ellis- og røktarheim á einum øki í Vági, sum Vágs kommuna hevur lagt út til annað endamál enn ellis- og røktarheim. Hevur nakar hoyrt so skapt? Harafturat bíleggur Sosialurin sum fjølmiðla- ráðgevi landsstýrisins eina mynd frá einari lýsingar- fyritøku, sum so prýðir hetta loftkastelli hjá teim- um ráðandi. Ella er talan um úrslitið av einari fjaldari arkitekta- kapping? Traðka býarskipanina undir føti Í Vági er eins og í øðrum kommunum ein býarskipan galdandi. Økið vesturi við Vatnið er sambært býar- skipanini lagt út til alment endamál, herundir ung- dóms-, mentanar-, skúla- og ítróttarendamál, meðan lendið til ellis- og røktar- heim liggur heilt úti í hin- um endanum av býnum. Hesa ætlan kommununar leggur landsstýrið vertin í. Valdið er stigið høgu harr- unum í Havn til høvdið, og nærdemokrati er ein býur í Kina í teirra verð. Man nøkur onnur komm- una í landinum fáa tílíka viðferð frá landsins stýri? Friðingarmyndugleikar- nir hava givið loyvi til at byggja skúla samsvarandi byggisamtyktini fyri Vágs kommunu og ikki til bygg- ing av nøkrum øðrum enn einum skúla. Arkitektakapping hevur verið um bygging av einum skúla á júst hesum stað- num, og vinnandi úrslitið var treytað av, at skúlin lá júst í hesum landslagnum og ikki nakra aðrastaðni. Ein løgtingslóg er sam- tykt, sum heimilar júst hesi bygging á hesum stað. Ein samtykt er gjørd av Vágs kommunu um bygg- ing av júst hesum skúlanum á júst hesum staðnum. Ein long røð av øðrum formalitetum eru loknir fyri at fáa málið undir land. Í góðum samstarvi mill- um land og kommunu er hetta trý ára gamla málið komið undir land, og klárt er at seta formarnar upp. Men so kemur kinkur í. Parlagið, Johan Dahl og Hendrik Old, sigur seg í fleiri felags greinum ætla nakað annað enn tað, sum land og kommuna hava samstarvað um í fleiri ár og hava fingið undir land. Hetta er forrestin sama parið, sum legði fram lógaruppskot um Vágs havn, _ ár eftir at lóg var samtykt um sama mál. Málið um Vágs havn noyddust teir sjálvandi at taka aftur 3 mánaðir seinni, og nú royna teir so á øðrum sinni at forpurra einum máli, sum aðrir hava bygt upp. Divide et impera "Deil og ráð" segði Louis 11. einaferð í miðøldini. Somu uppskriftina brúktu Philip av Makedonia, Machiavelli og aðrir meiri og minni góðir menn. Setið bygdaløgini upp móti hvørjum øðrum. Røkkur hetta ikki, so setið bygdir og kommunur upp móti hvørji aðrari, vilt tú ráða. Hetta er karráði leikurin, ið fer fram í løtuni, og suðringar skulu koma at nísta og pípa, júst so sum helvtin av parlagnum hótti við undir viðgerðini av fíggjarlógini. Spjaðing og sundurlyndi var uppskriftin fyri hundr- aðtals árum síðan, og hon tykist gott latín enn tann dag í dag. Kommunurnar í Suður- oynni stóðu ikki saman um at byggja eina skúlastovu til eitt meginbókasavn, tí málið kom úr erva - segðist. Hendan uppíleggingin kemur so sanniliga eisini úr erva, og als eingin trygd er fyri, at kommununar leita saman um at byggja felags ellis- og røktarheim í Vági júst nú. Tvørturímóti. Harafturat verður sjálv- andi lag á manni at fáa kommunurnar at bresta saman um hvørjumegin ánna ein skúlabygningur skal vera. Harafturat er tað tað reina pipp at tosa um ein almanna- og heilsuskúla sum miðnámsskúla fyri 20- 25 milliónir. Hesin skúli er ikki nær náminda skyldur við nakran miðnámsskúla. Skjótt er spjaðingin so stór, at als einki verður bygt í Suðuroynni. Og her eru vit so frammi við yvirskipaða málið í kollrenningini av miðnáms- skúlanum í Vági. Einum skúla, sum kostar 6-8 mió.kr. higartil, og sum er klárur at bjóða út. Endamálið er at sáða split og ósemjur í einum máli, sum er komið undir land, og so geva teimum lokalu skyldina fyri, at einki spurdist burturúr. Er nakar veruligur áhugi fyri at byggja ellis- og røkt- arheim í Suðuroy nú, so eigur eitt tílíkt felags kommunu- og landsmál at takast upp á einum felags fundi, og haðani eiga felags avtalur at vera stungnar út í kortið. Tílíkur fundur hevur ikki verið, tí eingin veruligur vilji er fyri at loysa eitt tílíkt mál her og nú. Í staðin fyri at gera nakað veruligt til nyttu herjar nú landsstýrið við Sosialinum sum fjølmiðlaráðgeva á lokalsamfelagið í vikuni uppundir val. Málið er at spjaða og ráða. Vónandi lata suðringar seg ikki taka av fótum av eini so karráðari herferð sum hesari. Lokabrøgd landsstýrisins Allahalganadagur – minningardagur teirra sjólátnu, ella Halloween hald í Føroyum – heiðin veitsla fyri spøkilsum? C M Y K 17 16