Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. november 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 213 - 6. november 2004 15 Asbjørn Mikkelsen valevni til Runavíkar kommunu Nú stundar til komm- unuval og maður og kvinna skulu av húsi at velja. Soleiðis er eisini í nýggju stórkommununi í Eysturoynni. Sigast má, at vit eru í eini broytingartíð - nú, ið Skála - , Oyndarfjarð- ar - og Elduvíkar komm- una leggja saman við Runavíkar kommunu. Sjálvur havi eg sitið í bygdaráðnum hjá Skála kommunu hetta farna skeiðið. Skeiðið hevur verið spennandi. Sam- starvið hevur verið sera gott og hevur givið gróðrarlíkindi til vøkst- ur á so mongum økjum. Á breddanum hevur staðið trivnaður, sum m.a. er: - útvegan av grundøkj- um til familjur, ið vilja seta búgv - barnaansingarpláss - møguleikar fyri frí- tíðarítrivi av ymiskum slag - eldraøki - fríðkan av skúlaøki og øðrum - góðar rammur til vinnulív og felagslív Eisini hava vit, - eins og bygdafólk okkara - lagt dent at hava gott sam- starv við grannabygdir okkara, har vit m.a. kunnu nevna samstarv innan eldsløkkilið, røkt- arheim, ítrótt, v.m. Fleiri nýggj hús eru bygd hetta seinasta skeiðið. Fólkatalið í kommununi er soleiðis økt við umleið 70 innan fyri 4 ár. Á Skála og í Skála- firði hava vit eina væl- virkandi dagrøktarskip- an - uttan bíðirøð - , sum harumframt hevur eina spælistovu at ráða yvir. Frá hesum skúlaárinum hava vit eisini sett á stovn ein frítíðarskúla. Á tekniborðinum liggur barnagarður. Á eldraøkinum hava vit bygt víðari á lagdar lunnar hjá undanfarna bygdaráði og eru nú við at víðka eldrabýlið við plássum til 8 búfólk aftrat, samstundis sum arbeiðsfólkið fær betri umsitingarhølir. Stadion-økið er og verður dagført, - bæði høll, vøllur og økið utt- anum, - so hesi lúka tey krøv, ið verða sett slík- um økjum framyvir. Skúlin, ið varð bygdur í 1990, og økið kring hann, er eisini dagført, í tøttum og góðum sam- starvi við lærarar og skúlastýri. Avtalað er gjørd við hagapartarnar um vet- rarfriðing, sum eftir ætlan verður verksett komandi árini. Hetta fer at geva kommunalu um- sitingini, eins væl og borgarunum, góðar karmar til at skapa og viðlíkahalda grøn økir. Framburður er tengd- ur at, at fíggjarviður- skiftini eru í lagi, og tað má sigast, at so er, tí saman við øllum hesum sjónliga framburði hev- ur kommunan sam- stundis niðurgoldið skuld, soleiðis at henda nú verður umleið 1,6 álíkning við ársskiftið móti 2,5 álíkning við byrjan av hesum skjótt farna 4 ára skeiði. Nú leggja vit so - eftir bygdaráðsins og fólksins vilja - saman við oman fyri nevndu kommun- um, og stóra kommunan fer at bera navnið Runa- víkar kommuna. Hetta, at leggja saman, er í sær sjálvum ein spennandi avbjóðing, sum eisini setir nýggj og øðrvísi krøv til teirra, ið inn koma. Vóni, at hetta sam- starv kann bera frukt og verða til gagns fyri allar borgarar kommununnar. Málið má vera, at tað skal verða gott at vera borgari í samanløgdu kommununi. Takki fyri tíðina, ið eg fekk innan bygdaráðsins gátt á Skála. Eri sinn- aður at gera mítt til, at virkast kann víðari í stóru kommununi í góð- um samstarvsanda. Men um eg fái høvi til tess, tað er í fyrstu syftu upp til veljarans at av- gera. Gott val ! Tað í sær sjálvum er ein spennandi avbjóð- ing, eg havi tikið. Kommunuvalið 2004 VIÐMERKINGAR Jaspur Vang Valevni Sambandsfloksins á Tvøroyri Oyggj okkara er eitt val- dømi, har øll oyggjin landspolitiskt átti at drigið somu línu, men so er tíverri ikki. Nógv bendir á, at kommunuskipanin í oynni, sjálvsøknir politikarar og vanabundin hugburður eru partvísar orsøkir til, at so er. Tað er eingin loyna, at tað millum báðar býirnar í oynni, sum fólkatalsliga eru javnt stórir, hevur verið ávís kapping. Líknandi kapping hava vit eisini sað millum eitt nú báðar teir størstu býirnar í landinum, nevnilig Tórhavn og Klaks- vík. Sostatt er ikki talan um nakað serfyribrigdi í Suður- oy, ella nakað, sum ser- merkir fólkið, sum her býr. Avleiðingar av omanfyri nevndu kapping millum býir, hevur tó havt ógvuliga ymiskar avleiðingar. Hvat Tórshavn og Klaks- vík, sum liggja í hvør sín- um valdømi, viðvíkur, hev- ur kappingin millum bæði plássinum elvt til saman- hald, styrki og harvið menning í hvørjum val- døminum sær. Tað er so at siga ókent, at kommunal- og landspolitikarar í eitt nú norðoyggjum hava keglast alment í fjølmiðlunum, tá talan hevur verið um at vinna valdøminum eitt nú landspolitiskar sømdir. Heldur enn at profilera sín egna persón í fjølmiðlun- um, hava politikararnir tvørtur um flokkspolitisk mørk og tvørtur um kommunumørk funnið felags stev, øllum valdøm- inum til frama. Hvat teimum báðum størru býunum í Suðuroy viðvíkur, er støðan heilt øðrvísi. Kappingin millum báðar býirnar her suðuri, hevur havt við sær, at einstakir politikarar áhald- andi royna at tekkjast tí partinum av oynni, har teir meta seg fáa størsta per- sónliga politiska vinningin. Hettar hevur verið við til at birta upp undir gamalt kegl og stríð, eins og ávísir kommunalpolitikarar hava gjørt sær dælt av tvídráttin- um millum báðar býirnar og latast verja borg, men sáa harvið sundurlyndi, heldur enn at søkja sam- starv, samanhald og semju. Soleiðis hevur valdømið so at siga verið tvídeilt, heldur enn at vit hava staðið saman mótvegis eitt nú landspolitiska myndugleik- anum. Suðuroy sum heild hevur verið stórið taparin. Semjusøkjandi loysnir. Hyggja vit nøkur ár aftur í tíðina, vórðu eitt nú Felags- skúlin á Oyrarbakka og Sandoyar Meginskúli bygd- ir miðskeiðis í tí øki, teir vóru ætlaðir. Felags fyri hesar loysnir var m.a., at tær fyribyrgdu politiskum kegli og stríði millum bygdirnar í økjunum. Miðnámsskúlin í Suðuroy. Við løgtingslóg nr. 62 frá 9. juni 1988 varð m.a. heim- ilað landsstýrinum at byggja Miðnámsskúla í Hovi. Samstundis varð heimilað landsstýrinum at byggja næmingaheim í tilknýti til skúlan. Uttan iva var her talan um eina skila- góða semjusøkjandi loysn, sum kundi verið við til at savna oynna um ein skúla- og mentunardepil. Síðani rakti landsum- fatandi búskaparkreppan land okkara og varð hettar væl ein høvuðsorsøkin til, at byggingin av Miðnáms- skúla í Hovi dró út. Sum fyribils loysn varð bygningur í Vági innrætt- aður til Miðnámsskúla. Við viðtøkuni av løg- tingslóg nr. 49 frá 3. apríl 2001 gjørdi undanfarna samgonga tað dáragerð at flyta Miðnámsskúlan til Vágs. Ein og hvør dugir at síggja, at hendan lóg var við til seta kílar millum økini í oynni. Hvørt talan var um persóns - og/ella flokkspolitiska profilering kunnu vit hvør sær gera okkum okkara tankar um. Vit kunnu tó ásanna, at henda stuttskygda og óhepna avgerð, enn eina- ferð hevur elvt til klandur og sundurlyndi í oynni. Tá Miðnámsskúlin varð fluttur úr Hovi til Vágs, vórðu hvørki bygdaráðið í Hov ella aðrar kommunur í oynni tiknir við uppá ráð. Hví søguliga plássið og náttúruvakra økið við Hov ikki var hóskandi at byggja Miðnámsskúla, man verða mongum ein gáta. Suðuroy ein heild. Nú umboð fyri landsstýrið fyri stuttum borðreiddu við einari umfatandi almennari íløgu í oynni, sum í sjálvum sær hevði verið arbeiðs- skapandi, og harumframt hevði havt við sær mong og lutfallsliga vællønt og trygg størv, er tað undrun- arvert, at málið - í vónandi fyrstu atløgu - fekk ein so bráðan enda. Í og við at Suðuroy er ein arbeiðsmarknaður, eitt eldraøki og eitt skúlaøki, átti landspolitiski myndug- leikin sum skjótast at lagt málið fyri allar kommunur- nar í oynni til felags støðu- takan. Hettar út frá tí grundsjónarmiði, at skulu vit koma sundurlyndinum til lívs og finna skilagóðar loysnir, er neyðugt at við- gera oynna sum eina heild. Við atliti til stóru komm- unuskuldina í oynni og kreppulíknandi eyðkennini, sum aftur nú síggjast í oynni og ásannandi tann veruleika, at eldraøki er ein landsuppgáva, eigur lands- politiski myndugleikin har- umframt at fíggja íløguna í ellis- og røktarheimið, sum ætlanin er at byggja. Í og við at tað er munandi bíligari at byggja og reka ein skúladepil við Mið- námsskúla og Almanna- og Heilsuskúla, heldur enn at byggja og reka tveir skúlar, talar alt fyri, at skilabesta loysnin er at byggja skúla- depilin í Hovi, sum upp- runaliga ætlað. Ein skúla- depil og harvið ein savn- andi mentunardepil mið- skeiðis í oynni, hevði har- umframt verið við til at samansjóða oynna. Tað áliggur nú komm- unustýrunum í oynni at leita saman í einari roynd at finna felags stev um bygg- ingina av ellis- og røktar- heimi og skúledepli. Slíkt samstarv átti fyri langari tíð síðani at veri komið í lag. Var Suðuroy ein komm- una, man lítil ivi vera um, at tað hevði verið munandi lættari at staði saman um eina skilagóða loysn á m.a. málunum um Skúladepil og bygging av ellis og røktar- heimi í oynni. Til kommunustýrisvalið 9. novembur er tað tí um- ráðandi at velja menn og kvinnur, sum hava evnini og viljan at søkja semju og samstarv, framtíðini og oyggj okkara til frama. VAL04 Suðuroy ein oyggj – eitt valdømi – ein heild VAL04 Vagnur Johannesen Signabøur Um fáar tímar skal veljarin a6vgera, hvør kemur at stjórna kommununi næstu fýra árini. Sera umráðandi er at velja umboð til býráðið, sum arbeiða fyri allar borg- arar í einum positivum anda, tí tær negativu kreft- irnar kunnu bert tøla allan framburð. Nógv er gjørt í okkara kommunu hesa brátt farnu setuna. Ikki tí, okkurt kundi sjálvandi verið gjørt øðr- vísi, men tann, sum ongan feil ger, hevur onki gjørt. Útgangsstøðið fyri at vit øll skulu hava tað gott er at arbeiði er til allar hendur, og tí er umráðandi at vinn- an framhaldandi skal hava bestu møguleikar at virka undir, soleiðis at vit øll kunnu fáa aktivera meira av okkara dreymum. Tað eigur altíð at verða arbeitt víðari á herðunum hjá teim undanfarnu, og um okkurt skal broytast, so skal tað gerast í einum positivum anda til frama fyri kommunu og borgarar. Tað er sera umráðandi, at kommunan veksur eftir skilagóðum framtíðarætl- anum, sum verða gjørdar í tøttum samstarvi við ogn- arar og avvarðandi mynd- ugleikar. Positiv hugsan gevur positivt úrslit VAL04 15 14 Nr. 213 - 6. november 2004 Símun á Høvdanum Jan Gardar er ein ágrýtin maður. Hann hevur gjørt nógv fyri ungómin bæði innan ítrótt og metnan í Norðoyggjum og er tann seinasti, sum hevði dans fyri ungdómin í býnum. Hann er gamal svimjari, rógvari, judoleikari, fimleikari, hann er sjón- leikari, hann hevur verið formaður í NFÍ, hann er dómari í fótbólti, hann hevur egið virkið og er deildarstjóri. Hetta sigur okkum, at hann kann stýra og at hann kann hjálpa ungdóminum, so hann kann trívast í býnum og vera verandi í býnum, nú undirsjóar- tunnilin verður veru- leiki. Tí fær Jan Gardar mín stuðul og mína at- kvøðu. Min áheitan til Klaks- víksborgarar: Veljið Jan Gardar!!! Tilvit tankaskrímslsins Ljóðini surra og her siti eg og eygleiði tøgnina hvørva innundir míni eygnalok. Fleiri og fleiri tankar sum fyrsta tøgnin sloppin úr móðurlívi. Vindeygu hjartans eru døkk og kvarnarsteinurin hevur ikki mat í munnin. Upphavi at øllum hesum liggur sum ein kista full av gulli men eingin veit hvar hon er goymd. Og skipið sum listi var ikki saknað av nøkrum. Hjarta sítt søkk sum hetta skip. Og eg finni ikki tað einasta aftur sum eg eigi. Hjarta er ikki altíð reint. Skitið av gruggutum ólevnaði. Tað er tað ið ikki kann sigast. Og upphavið sum ljósið ikki fann aftur í veruleikunum. Sum teir verða kallaðir. Er ein orsøk til ilskuna sum sinnið ikki er ment at bera. Hví skuldi eg fáa hesar tablettir. Hvat var orsøkin til tess. Eg spyrji Gud. Og hann svarar mær aftur. At Hann skal døma. Havsins andadráttur biðjur um hjálp. Hann dugir ikki at liva uttan ta bláu luftina. Bláu luftina sum hjarta mítt andar samstundis sum laggardropi ríka mansins tornar av helvitis svávulgulu flammum. Uppihaldið í tí fremmanda heiminum sum ikki fær dropan frá mær tí at eg eigi einans luft. Christian Fróði Djurhuus VIÐMERKINGAR Rolf Guttesen Eitt løgin leikur er farið fram seinastu tíðina. Tjóð- veldisflokkurin er vorðin eitt Cirkus-Hoydal. Ting- maðurin Torbjørn Jacobsen vil ikki finna seg í diktatum frá sitandi floksformann- inum, og hevur brúkt nøkur lýsingarorð um formannin, sum onnur hava brúkt fyrr, bæði í talu og skrift. Eingin ivi er um, at tey eru røtt. Og nú ein floksfelagi (ella kanska fyrrverandi), sum kennir formannin sera væl, brúkar somu lýsingarorð, so er hetta bert ein undir- striking av tí, sum fólk flest hava hugsað í longri tíð. Høgni hevur problemir sum demokratiskur leiðari. Høgni er ein vatt-nissa Hevði Torbjørn gjørt nakað floksskaðiligt, so skuldi hann sjálvandi verið blak- aður út. Men, sum ein driv- in tjóðveldismaður, Finn- bogi Ísakson, skrivaði so beinrakið í gjár, so hevdi Høgni ikki mansmót til at blaka Torbjørn út úr flokk- inum. Nei, hann hevdi ’sjálvur’ sett seg uttan fyri!!?. Hann verður ikki koyrdur út, men noyddur. Lógirnar eru einkisigandi Í lógum floksins stendur einki um hvussu ein limur kann ekskluderast, blakast út, um hann er óynsktur. So her eru fríar ræsur hjá einum ráðaríkum formanni. Har er heldur einki um appel-møguleika. Lógirnar eru stutt og gott óbrúkilig- ar. Einki um limarættindi, og vernd móti diktator-isk- um tendensum. Krubban er tóm Greitt er, at torført var hjá Høgna Hoydal at missa positiónina sum landsstýr- ismaður við makt, sum tann ævigi gákarin í bløðunum um øll tey fiksu hugskotini, sum strax skuldu reali- serast. Flaggstong í New York, limaskap í Nato, egið pass, piss og pappír. Nú er hann bert formaður í einum lítlum flokki í andstøðu. Krubban er tóm. Nú er tíð at sláast hvør við annan og geva hinum skyldina. Smá- ligt og avdúkandi. Mogens Tilsted Christensen Sognepræst, Hvalvík Det blev den evangelisk- kristne George W. Bush, der blev genvalgt i USA. Det er så anden gang i nyere tid, USA genvælger en kristen præsident, der står ved sit kristne ståsted. Den forrige var Ronald Reagan, som var eksponent for den fredelige afvikling af kommunismen i Sovjet- unionen. Følgende grunde kunne der være til, at Amerika har genvalgt George Bush: 1 Han er en mand med Guds karakter. 2 Han holder på nej tak til vielser af homoseksu- elle 3 Han holder på nej tak til mord på de ufødte børn (abort) 4 Folk ved, hvor de har ham. 5 Han står ved sine be- slutninger. 6 Han har humoristisk sans. 7 Han har siddet seks år som guvernør t Texas. 8 Han har 10 års erfaring i politik. 9 Han har en akademisk mastergrad fra Harvard. 10 Han er manden, som alle mænd kan lære noget af. 11 Han er en vedholdende evangelisk kristen. Nu kunne man spørge, om det at være kristen skulle være noget særligt? Ja selvfølgelig betyder det noget særligt. Alene tanken på, hvad alternativet er, burde få ethvert for- nuftigt menneske til at om- vende sig. En milliard mennesker i verden hyller islam. Islams erklærede principper er at fjerne alle jøder og kristne. Kort sagt Islams erklæring af Hellig Krig over ethvert demokrati og alle andre religioner i verden er al- ternativet. Det er jo ikke os kristne, der har erklæret Hellig Krig med trusler om øde- læggelse af alt anderledes tænkende. Den kristne krig foregår i den åndelige verden √uden våben. Man må håbe, at det amerikanske genvalg af en kristen præsident for anden gang i nyere tid vil få den kristne frie verden til at vågne op. Kristendom er et evan- gelium om Guds Søn, der opstod fra de døde. Og når den kraft, som opvakte Jesus fra de døde, kommer ind i mennesker, Det var det, som skete for Bush, da han blev omvendt og gav sit liv til Jesus Kristus. Sandhed er ilde hørt, men nu bliver den altså gentaget. Så enhver, der vil have andel i den evige sejr kan tage ved lære heraf og få andel i denne sejr. Evangeliet er ikke kun bogstaver √men det er KRAFT. Lógarreglur Tjóðveldisfloksins eru sum gummibond Tillykke den kristne verden! Eg stuðli Jan Gardar Finnbogi Ísakson Páll Holm Johannesen hevði í hósdags-Sosialinum samrøðu við Sjúrð Skaale um ta ósemju, sum hevur verið í Tjóðveldisflokkin- um. Har sigur hann um meg (sambært blaðmannin- um): "Eg veit snøgt sagt ikki, hvat hann meinar við. Eg eri samdur við honum í, at talu- og skrivifræls skal ráða í flokkinum, men tað skal sjálvsagt vera undir ábyrgd. Tú kanst ongantíð verja teg við talu- og skrivi- frælsi, at fólk spilla onnur út og baktala. Tað er vit- leyst at verja lygnir og út- spilling við talufrælsi. Eg eri vísur í, at varð Finnbogi Ísakson spiltur út upp á handan mátan, so hevði hann ikki vart seg við talu- frælsi. Eg haldi snøgt sagt, at hatta er groteskt av Finnboga." Til hesi orðini hjá Sjúrði havi eg somu viðmerking, sum eg sendi einum, ið fanst at mær gjøgnum Internetið. Har svaraði eg millum annað: Hevði tú lisið mína við- merking nóg væl, hevði tú verið varugur við, at hon byrjaði við, at eg leggi meg ikki út í stríðið teirra mill- um. Tað, sum eg vildi við greinini, var at vísa á, at Høgni fær meira og meira diktatoriskt vald í flokkin- um, og at ta óhepnu - og ikki serliga dámligu - skriv- ingina hjá Torbjørn brúkar hann til at taka fastari um kvørkrarnar á flokkinum. Mær dámar ikki gongdina. Hon minnir ov nógv um gongdina í londum eystan- fyri, har bara ein maður hevði alt vald. Eg haldi tað bart út sagt vera forkastiligt, at Tjóð- veldisflokkurin hevur sam- tykt, at tann, sum mutar ímóti formanninum, er automatiskt koyrdur úr tingbólkinum. Ein sjálv- virkandi ekskluderings- paragraf. Vildu teir hava Torbjørn út, so var at sam- tykkja tað. Men tað gjørdu teir ikki. Teir fóru sniðvegir, har teir lumpaðu hann at skriva undir sín egna deyðadóm. Annars dámar mær ikki eksklusjónir yvirhøvur. Ser- liga ikki, tá tað, sum í hesum førinum, ikki var talan um politiskt mál. Tað snúði seg jú ikki um, at Torbjørn hevði svikið stevnuskrá floksins, men at hann hevði fornermað Høgna Hoydal. Um neyð- ugt átti Høgni at farið í rættin við einum injuriu- máli. Tað hevði verið mans- ligari. Um tað, sum Sjurður sigur um, hvussu eg hevði reagerað í slíkari støðu, skal eg bara upplýsa, at antin hevði eg gjørt, sum skrivað stendur: Vend hin kjálkan til, ella hevði eg bara latið sum luft. Sjúrður og doktrinin C M Y K 14