leygardagur 6. november 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 213 - 6. november 2004
Nr. 213 - 6. november 2004
13
Sverre Midjord
Fyrst fari eg at takka fyri
tann stuðul, ið eg fekk til
seinasta býráðsval, og
ikki at gloyma løgtings-
val. Eg eri takksamur,
ikki er møguligt at takka
hvørjum einstøkum, tí
valini eru loynilig.
Men tey vísa, at tað
arbeiði, ið eg havi gjørt
gjøgnum árini, verður
viðurkent.
Eg eri tvøramaður við
stórum T. Tað skal ongin
ivi vera um. Tað verður
ført fram, at Sverre er ov
gamal. Tað er so, at árini
kunnu vit ikki renna frá.
Tað var ein sending í
sjónvarpinum, sum bleiv
kallað »Den gamle«.
Ein persónligheit, sum í
sínum
arbeiði
sum
kriminal-maður
upp-
kláraði og greiddi tor-
førar fløkjur.
Um skoðsmálið hjá
teimum, ið kalla tann
gamla ella gamli Sverre
eru vend soleiðis, so taki
eg tað ikki persónliga, tá
er tað eitt kompliment.
Eg havi verið býráðs-
limur síðan 1962. Fyrst
sum eykalimur og seinni
sum fastur limur og havi
soleiðis verið við at
mynda viðurskiftini á
Tvøroyri í mong ár. Og
havi soleiðis sitið í bý-
ráðnum
saman
við
nógvum góðum borgar-
um. Og eg havi onki
persónligt útistandandi
við tey mongu, sum eg
havi samstarv við.
Tey seinastu 8 árini
hevur verið eitt gott
samstarv, soleiðis sum
tað eigur at vera. Fyri 6
árum síðan avgjørdi eitt
samt býráð, eftir tilmæli
frá fíggjarnevndini, at
vit skuldu fara undir
niðurgjaldan av stóru
skuldini hjá býráðnum.
Og tað er gjørt soleiðis,
at býráðið, ið tekur við,
fær víðar ræsir fíggjar-
liga. Tað er goldið meira
enn 50 milliónir. Hetta
hevur sjálvandi ført við
sær, at sitandi býráð ikki
hevur havt stórt rása-
rúm, men tað komandi
fær tað, soleiðis at nú
kunnu tey, ið verða vald,
gera meira til gagns fyri
borgaran
í
okkara
kommunu.
Tað fyrsta verður at
fáa greiðu á sambýlis
viðurskiftunum og farið
kann verða undir at
greiða hesi átrokandi
viðurskifti. Tekningar
og tað, sum krevst, er
klárt.
Eg eri ikki samdur við
samstarvsmanni mínum
Finnleifi, tá hann á tí
ítróttarliga økinum sig-
ur, at vit hava ikki ráð.
Um rætt verður borið at,
so hava vit tað. Vit
kunnu ikki bara lata
standa til. Tí eri eg fyri,
at nú verður farið undir
at fyrireika bygging av
svimjihøll og at gera eitt
stadion til fótbóltin.
Eg havi ikki øll árini,
eg havi verið býráðslim-
ur, latið meg velja í bý-
ráðið fyri at fáa nakað
frá
býráðnum,
men
heldur at býráðið skal
gera brúk av mær fyri at
fremja tiltøk, og sum
løgtingslimur fari eg at
vera býráðsins forlongdi
armur. Og uppá lands-
plan
verður
okkara
sjúkrahús eitt mál, ið eg
fari at verja. Eg havi
fingið váttan fyri, at vit
fáa eina nýggja rønku í
ár, og onnur útgerð skal
eisini fáast til vega.
Somuleiðis skulu tey
fíggjarligu viðurskiftini
hjá okkara sjúkrahúsi
førast á hædd við tað, ið
Landssjúkrahúsið
og
Klaksvíkar
Sjúkrahús
fáa.
Ein atkvøða til mín er
ein atkvøða til Tvøroyri.
Ein atkvøða til mín
er ein atkvøða til
Tvøroyri
VIÐMERKINGAR
Sigurð S. Simonsen
Valevni á lista B
Góðu Fuglfirðingar!
Grundleggjandi politikk-
urin hjá okkum á borgara-
listunum hevur verðið og
vil framhaldandi verða, at
veita vinnuni so góðar um-
støður og karmar sum
gjørligt, so hon megnar at
halda uppi eitt høgt livi- og
vælferðarstøði fyri allar
borgarar.
Henda staðfesting og
sannføring bar við sær eitt
sera tætt samskifti og sam-
starv við vinnuumhvørvi í
býnum. Avrátt var frá byrj-
an, at hava regluligar so-
kallaðar óformellar fundir
ímillum vinnuna og bý-
ráðið.
Hesir fundir hava verðið
sera vælumtóktir av teim-
um uml. 20 virkjum/fyri-
tøkum ið hava luttikið.
At tað er neyðugt at taka
lógvatak saman, fyri at
varveita og økja um tey
uml. 600 arbeiðsplássini
sum eru í kommunini, er
ongin yvi um.
Til hetta krevst ikki bert
ein góður vilji frá komm-
ununar síðu, men eisini
førleiki og evnir at styra.
Úrslitini tala fyri seg og vil
eg nevna nøkur dømi.
Dømi 1.
Hagtølini vísa at Fugla-
fjarðar havn er ein av
størstu uppskipingarhavn-
um av fiski og fiskavørum í
Evropa. Í fjør vóru upp-
skipaði 350.000 tons av rá-
fiski og frystum fiska-vør-
um. Um olja o.a. verður
lagt afturat kemur samlaða
nøgdin av uppskipaðum
vørum upp á 415.000 tons.
Avskipaði vóru 85.000
tons av fiskamjøli, lýsi,
alifóðuri, frystum vørum
og olju. Tað vil siga, at heili
500.000 tons fóru um
kajkantin í 2003.
Hetta
stóra
virksemi
setur sera stór krøv til
havnalagið og eru nýttar
uml. 35 mió. kr. til íløgur
og rakstur tey seinastu 4
árini. Umframt hettar kem-
ur mjølkajin sum Havsbrún
hevur bygt (uml. 10 mió.).
Dømi 2.
Í samband við virksemi hjá
Bergfrost, hava teir bygt ein
virkisbygning. Hesin bygn-
ingur hevði ikki veri bygd-
ur um kommunan ikki
hevði avgjørt at byggja eina
marknaðareftirlitstøð (BIB-
støð). Ein tílikt støð kann
nýtast av øllum, men er
serliga hent tá tað ræður um
triðjalanda fisk. Bert tvær
aðrar BIB-støðir eru í
Føroyum.
Dømi 3.
Timburhandilin á Kambs-
dali byggir í løtuni nýggjan
handilsbygning á ídnaðar-
økinum á Kambsdali. Hes-
in hevði ikki komið her
uttan kommunan keypti
gamla bygningin og lendið
(12000 kvadratmetrar).
Ætlanin er at nýta bygn-
ing og lendið til al-men-
nyttug endamál, so sum
næmingaheim o.a.
Dømi 4.
Timburhandilin í Fugla-
firði ætlar eisini at byggja
og í tí sambandi stóð
Piddasahandil/Ribarhús
fyri falli. Kommunan av-
gjørdi at keypa Piddasa-
handil og harvið verður ein
tann mest varðveitingar
verdugi
og
siðsøguligi
bygningur
varðveittur.
Bygningurin kann nú halda
áframm at verða karmur
um eitt fjølbroytt og ment-
unarligt virksemi, trivnað-
inum í býinum at bata.
Timburhandilin kann nú
byggja sín nýggja hand-ils-
bygning har í nánd.
Dømi 5.
Í samband við breiðkan av
vegnum frá Gjógvará til
Havnalagið hevði komm-
unan ætlanir um at seta
pening av á fíggjarættlanini
fyri 2005, til keyp av baka-
rínum
(Breymolin)
til
niðurrívingar. Men bakarí-
ið kom í fíggjarligar trupul-
leikar í fjør summar og
óttin fyri at bakaraútgerðin
var flutt úr bygdini var
ítøkiligur.
Kommunan
framskundaði keypið og
fekk bygningin fyri ein
sámuligan prís. Bakarin
leigar nú til annað pláss er
funnið at býggja nýtt á.
Nóg mikið á hesum sinni,
men omanfyrinevndu døm-
ir vísa, at sitandi byráð
hevur ført ein miðvísan og
virknan vinnulívspolitikk
og hevur harvið tryggja
borgarnum
eina
fram-
haldandi góða tænastu,
samstundis sum nógv góð
arbeiðspláss eru varðveitt.
Sum útlitini eru, verður
tað óivað størsta avbjóðing-
in hjá nýggja býráðnum at
røkja tann leiklutin sum
nátturliga er kommununar
partur. Tað er at skapa
karmar, umstøður og loysn-
ir, soleiðis at vinnan verður
eggja til at varðveita og
skapa nýtt virksemi í
kommununi. Hetta er lívs-
neyðugt.
VAL04
Vínnumál
VAL04
Heðin Mortensen
býráðslimur
Kendu orðini úr Grinda-
vísuni hjá Christian Pløyen
eru longu dyggiliga stað-
fest so mangan, men ikki
minst hetta síðsta árið, nú
Nólsoyar
kommuna
og
aðrar hava samráðst við
Tórshavnar kommunu um
samanlegging.
Nólsoyingar hava víst
dirvi undir hesum samráð-
ingum, og teirra partur hev-
ur ikki ligið eftir. Men so
mikið størri er ábyrgdin hjá
okkum í høvuðsstaðnum,
nú vit hava bundið okkum
til at gera kommunurnar
saman betri førar fyri at
veita borgarunum betri
tænastur.
Sjálvur var eg við til
samráðingarnar um saman-
legging, ið ikki minst
bygdu á, at umráðandi var
at hugsa um framtíðina, tá
átøk skuldu gerast í Nólsoy.
Og ikki minst var dentur
lagdur á, at øll kommunal
arbeiði, sum eru í gongd í
kommununi nú, skulu full-
førast.
Longu nú er skjøtil settur
á barnagarð fyri umleið átta
milliónir krónur, ið skal
hava pláss fyri umleið 30
børnum, og somuleiðis
verður farið undir ein út-
stykkingarveg fyri góða
hálva millión. Nevnast
kann í sambandi við barna-
garðin, at har verða bæði
vøggustova, barnagarður
og høli til frítíðarskúla.
Fulla fótbóltsvøll
Ítróttarliga hava nólsoying-
ar á fleiri økjum megnað
nógv, og umstøður verða
eisini gjørdar fyri, at teir
kunnu megna enn meira.
Farið er undir fótbólts- og
ítróttarvøll á Mýruni, og
skal hesin vøllur hava fulla
stødd og graslíki, so hann
kann brúkast til góðkendar
dystir.
Vit kunnu bara hugsa
okkum, hvørjir møguleikar
eru í hesum. Hví ikki eitt
brak millum HB og B36 á
hesum vølli á Ovastevnuni?
Ella kanska NÍF kann
bjóða øðrum av í avgerandi
dysti har?
Teir
nólsoyingar,
ið
kanska halda seg vera ov
nógv til aldurs komnar til at
fara í holt við fótbólt, eru
heldur ikki gloymdir. Skip-
að verður nýggj umlætting
fyri eldri við samlingsstaði,
har øll kunnu koma at stytta
sær stundir, nakað sum vit
kenna tað frá Tilhaldinum.
Kann somuleiðis upp-
lýsa, at Tórshavnar komm-
una fer at keypa hús í bygd-
ini, sum skulu geva um-
støður fyri læknaviðtalu-
høli, umframt høli til tann-
lækna og heimasjúkrasyst-
ir.
Trivnaðurin hevur stóran
týdning fyri lívið í eini
bygd sum Nólsoy, og her
hugsi eg ikki minst um
mentanina, ið av sonnum
hevur verið eitt av »vøru-
merkjunum« hjá nólsoy-
ingum. Umstøðurnar til
mentanarligt virksemi eru
ikki nøktandi, og tí eigur
kommunan at hava ein
virknan leiklut í at skapa
karmar og møguleikar, so
mentanarlívið í Nólsoy
kann mennast enn meira.
Álit gevur álit
Nógvir virknir og livandi
felagsskapir eru í Nólsoy,
og vit mugu bara ásanna
orðini hjá Pløyen enn eina
ferð: »Nolsinger kan man
lide på, de tiden ej monne
spilde«.
Nú ræður um, at Tórs-
havnar kommuna ger sína
skyldu ordiliga og røkir væl
tað, sum er undirskrivað í
samanleggingarsáttmálanu
m. Vit onnur mugu jú royna
ikki at standa aftan fyri
nólsoyingar, men eisini at
vera til at líta á!
Hesum vil eg arbeiða
fyri, og tí vóni og ynski eg,
at nólsoyingar eisini geva
stuðul til at halda fram við
tí arbeiði, skjøtil er settur á,
so Nólsoyar bygd kann
gerast ein blómandi og
framkomin partur av høv-
uðsstaðarkommununi!
»Nolsinger kan man lide på!«
VAL04
Sámal í Gong
Valevni á lista H til
býráðsvalið
Ellis, røktarpláss og um-
lætting eru átrokandi, tí
má farast í gongd at
útvega
neyðturvuligu
plássinibeinanvegin. Tað
eru nógv eldri fólk i
liggja heima sum hava
akuttan tørv fyri hesum
plássum.
Listi H vil seta pinku
og ansingargjaldi niður
til krónur 300,- pr. barn
um mánaðin.
Í Havnar kommunu
eru fleiri socialir trupul-
leikar, har ein patur er
ógvuliga
sjónligur.
Hetta ætli eg at gerða
naka alvorligt við.
Tilafturskomnu næm-
ingar í fólkaskúlanum
skulu fáa hjálp, ongantíð
ov skjótt. Eykatímar til
tey veiktlesandi máa fá-
ast í rættlag. Eykajáttan
til eykatímar vil eg ar-
beiða fyri so tað nøktar
tørvin.
Grundstykkjatørvurin
í Kollafyrði kann loysast
beinanvegin, hetta verð-
ur gjørt í samráð við
Kollfirðingar, so at tørv-
urin verður nøktaður.
Musikkskúlin
skal
stuðlast
munandi,
tí
hesin hevur stóran týdn-
ing fyri ungdómin.
Listi H vil virka fyri at
trætan millum Tórs-
havnar býráð og Starvs-
mannafelagið skal fáa
eina skjóta og virðiliga
loysn.
Fleiri bátapláss skulu
útvegast í Havn, Kolla-
firði og Nólsoy, somu-
leiðis bátabrúgvar, ver-
andi bátabrúgvar skulu
kannast og umvælast.
Grundstykkjatørvurin
í Havn kann loysast
beinanvegin.
EG HAVI LOYSN
INA - so allar umsóknir
fáa eitt játtandi svar
innan 4 mánaðar.
Ellis- og røktar-
heimspláss
VIÐMERKINGAR
Sigurð S. Simonsen
Valevni á lista B
Á borgaralistunum A og
B í Fuglafirði, ið sam-
starvaðust til seinasta
kommunuval og eisini
gera tað nú, eru allir
tríggir
fagfelagsfor-
mennirnir í býnum upp-
stillaðir.
Óli, Margretha og
Jakku eru saman við
reiðarum,
stjórum,
lærarum, lesandi, sosial-
ráðgeva, grannskoðara,
skúlavørði, smiðjum og
øðrum góðum fólki til
dystin fús.
Hetta má sigast at vera
sera jaligt og heilt í tráð
við slagorð borgara-
listanna um, at í kommu-
nalpolitikki
eru
vit
"partapolitiskt óheftir".
Vit meina, at líka so
neyðugt tað er við parta-
politikki í landspolitikki,
líka so óneyðugt er tað í
kommunalpolitikki.
Nei,
latið
okkum
standa saman sum ein
maður/kvinna, líkamikið
starvsheiti ella politisk-
an lit og gera okkara
besta fyri at skapa góð
livilíkindi
og
góðan
trivnað fyri okkum í bú-
leikast her í bygdunum
Fuglafjørður,
Kambs-
dalur og Hellurnar ið vit
øll somul eru so sera góð
við.
Jan Poulsen
Valevnið Javnaðarfloksins
til Tórshavnar Býráð
Tá nú fleiri og fleiri mál
verða løgd út til kommun-
urnar, frá landinum, at
umsita, so hevur tað sjálv-
andi við sær, at tað verður
meiri at gjalda fyri komm-
unurnar, og harvið borgar-
arnar. Hetta merkir fyri
borgaran, at tað skal gjald-
ast meira í skatti, eittnú við,
at skattaprosentið fer upp.
Landsskatturin er pro-
gressivur, tvs. at tær breið-
astu herðarnar berða tær
tyngstu byrðarnar, sum eis-
ini er tað rætta.
Kommunuskatturin
er
hinvegin ikki progressivur,
soleiðis at tað ger tað sama
hvør inntøkan er, so er
skattaprosentið tað sama.
Tað er góður Javnaðar-
politikkur, at tey lægst
løntu í hesum samfelagnum
skulu hava eins góð kor
sum øll onnur, og er tað tí
av allstórum týdningi, at
tað ikki verða lagdar fleiri
byrðar á tey lægstløntu, tí
tey klára illa nokk at svara
hvørjum sær sum tað er nú.
Tí haldi eg, at tað hevði
verið rætt, um kommunu-
skatturin eisini var pro-
gressivur, soleiðis at tær
breiðastu herðarnar bóru
tær tyngstu byrðarnar.
Tað er sjálvandi lættari
hjá einum persóni sum
hevur eina høga inntøku at
gjalda meira til samfelagið,
heldur enn at fara og
knokkroyta ein skallutan
mann ella kvinnu, eittnú
eina
flakakvinnu,
sum
kanska bert forvinnur sær
60.000 kr um árið í løn.
Tað er ikki meira enn
rímuligt, at tey sleppa und-
an fyri einaferð skyld tá
skattur skal leggjast á ella
sparast skal.
Tað eru altíð tey lægst-
løntu í samfelagnum, sum
tað gongur út yvir tá skattur
skal leggjast á ella sparast
skal.
Haldi ikki at tað kann
vera nakar í hesum sam-
felagnum sum kann vera
ósamdur í hesum her, tí tað
eru okkara forfedrar sum
hava skapt hetta góða
samfelagið sum vit liva í og
teir karmar sum vit hava at
virka undir, og skulu vit
vera takksom fyri, at vit
kunnu nýta gott av tí.
Um eg verið valdur inn í
býráði, vil eg arbeiða fyri,
at fáa gongd á hetta málið,
um at kommunuskatturin
skal vera progressivur, so-
leiðis at tær breiðastu herð-
arnar bera tær tyngstu
byrðarnar.
VAL04
Ein søgulig
nýggjheit
VAL04
Progressivur kommunuskattur?
VAL04
Abraham Mikladal
Seinastu tíðina er komið
undan kavi og staðfest, at
tekniska
umsitingini
í
Klaksvíkar kommunu er
ódugandi (inkompetent),
og at fleiri býráðslimir
trívast væl við og beinleiðis
stuðla uppundir óreglusemi
og avmarkað lógloysi.
Soleiðis, sum gølurnar
hava rullað og koma at rulla
út yvir Klaksvíkar komm-
unu, er nærliggjandi at
hugsa um stýring sum hana
í Farum kommunu.
Lemjandi kritikkur er
komin frá Innlendismála-
ráðnum
til
Klaksvíkar
kommunu fyri beinleiðis
ólógliga umsiting og við-
tøkur í byggimáli. Somu-
leiðis gevur Løgtingsins
umboðsmaður ilt av sær til
Klaksvíkar kommunu fyri
eitt líknandi byggimál, tó at
hann fyrst og fremst vil
hava Innlendismálaráðið at
gera sítt eftirlitsarbeiði til
lítar og seta kommununa
uppá pláss.
Hetta eru bert tvey av
mongum dømum. Higartil
er staðfest, at umsitingin
saman
við
býráðnum
hevur:
• ikki hildið ásetingarnar í
byggisamtyktini
um
grannahoyring í fleiri ár
• ikki hildið ásetingarnar í
býarætlanini
• ikki søkt landsstýrið um
loyvir til frávik í fleiri ár
• loyvt bygging, ið er
beinleiðis í stríð við
byggisamtyktina
fyri
býin, og hetta hevur stað-
ið við í fleiri ár
• ikki dugað og kent byggi-
samtyktina nóg væl til at
hava kunnað tikið rættar
avgerðir
• givið ávísum borgarum
betri sømdir enn øðrum
(øll hava ikki verið eins
fyri lógini)
• ikki hildið og virt lógina
um alment innlit
• tilvitað ella ótilvitað hild-
ið lógarkravdar upplýs-
ingar aftur fyri Innlendis-
málaráðnum og Løg-
tingsins Umboðsmanni
og í nærmastu framtíð fara
- heilt víst - fleiri onnur
óreglulig
viðurskifti
at
koma undan kavi.
Fær ongar avleiðingar.
Býráðslimirnir taka ikki
hesar gølur og átalur í álv-
ara. Hóast allar avdúking-
arnar
um
óreglumsemi
hevur byggifulltrúin onga
nøs fingið alment. Sama
kann sigast um leiðaran
yvir honum, býarverk-frøð-
ingin. Tað eru sostatt ongi
stig tikin til at plasera
ábyrgdina fyri hetta skip-
aða óreglusemið. Orsøkin
er óivað, at fleiri av býráðs-
limunum eru partar í hesum
arbeiðsháttinum og tí halda
hondina yvir eini ódugandi
tekniskari- / byggiumsiting.
Nakrir býráðslimir
trívast eftir øllum at
døma í skipaðum
óreglusemi.
Alt bendir á, at ein partur
av býráðslimunum trívist
væl í einum avmarkaðum
lógloysi. Á tann hátt fáa teir
gjørt mun á fólki, soleiðis
at teir kunnu tæna vinum
og kenningum og vinna sær
sjálvum fyrimunir. Hin-
vegin kunnu teir gera fólki,
teir av eini ella aðrari orsøk
ikki hava tokka til, ónáðir
og "órætt".
Nevnast kunnu: Karl
Heri
Joensen,
Kristian
Fríðrik Olsen, Steinbjørn
O.
Jacobsen,
Torleif
Sigurðsson, Hilmar Daniel-
sen, Erik Andreassen.
Hesir hava so - kosta,
hvat ið kosta vil - atkvøtt
fyri at ólógliga byggiloyvið
við Garðavegin skal trýst-
ast ígjøgnum, hóast staði-
ligar ávaringar og ráð-
geving, bæði frá grannum
og løgfrøðingi, um at tað er
bæði ósømiligt og allarhelst
eisini ólógligt at nýta slíkan
framferðarhátt.
Tað er nærliggjandi at
hugsa, at Karl Heri Joen-
sen, form. í teknisku nevnd,
ið er heitasti talsmaður fyri
omanfyrinevnda framferð-
arhátti, hevur forlovað seg
til byggiharran, sum er
góður vinur, fyrrverandi
samstarvsfelagi og stillari
hansara til býráðsvalið.
Málsviðgerðin hevur so
ikki tolað dagsins ljós, tí
hon er farin fram fyri aftur-
latnum hurðum.
Tú kanst gera títt til at
steðga óregluseminum.
Sum borgari í Klaksvíkar
kommunu kanst tú tann 9.
november vera við til at
broyta støðuna til tað betra.
Far á val og vel aðrar
óspiltar kreftir í býráðið.
Tað finnast áhugaverd val-
evnir á øllum listunum,
sum siga seg vilja stilla
allar borgarar eins og
arbeiða fyri meira kunning,
opinleika og eini umsiting,
ið er effektiv og rættvís.
Klaksvík - tað nýggja Farum!
VAL04
Gjald fyri valgreinar
Nú kommunuvalið er lýst, og fleiri vallistar eru almannakunngjørdir, fara vit eins og til undanfarin val at taka gjald
fyri valgreinar. Gjaldið fyri valgreinar er hálvur lýsingaprísur.
Sosialurin
C
M
Y
K
13
12