leygardagur 6. november 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 213 - 6. november 2004
Nr. 213 - 6. november 2004
11
Seinastu tíðina hevur verið gjørt eitt stórt innsavn-
ingararbeiði kring landið. Fólk úr teimum trúðar-
samfeløgini hava staðið fyri hesi innsavning, sum
hevur til endamál at hjálpa neyðstøddum og fátøkum
børnum og ungum í eitt nú fyrrverandi kommunista-
londunum í Eystureuropa. Beinleiðis orsøkin er átakið
Operation Christmas Child, og ikki kann sigast annað
enn, at fólk hava tikið væl undir við átakinum.
Átakið Operation Christmas Child hevur mong ár á
baki, og í fjør vórðu savnaðar yvir 6,6 milliónir
skógvaeskjur við tinganesti í ymsum londum, sum
vórðu latnar líðandi børnum í 95 londum. Felags-
skapurin aftanfyri Operation Christmas Child er
Samaritan’s Purse, ið er ein kristin hjálparfelagsskapur.
Í høvuðsheitum snýr átakið seg um at fylla eina tóma
skógvaeskju við ymiskum til drong ella gentu í einum
ávísum aldursbólki. At brúka júst eina skógvaeskju
hevur ta frágreiðing, at tær eru javnt stórar, og tí verður
ikki mismunur gjørdur á støddini á gávunum.
Gávueskjurnar eru pakkaðar inn í jólapáppír, tí hetta
skal verða ein jólagáva, sum umframt at gleða barnið
við tí sum er í eskjuni, eisin skal minna tað á bestu
jólagávuna, sum givin er. Lesnaður verður lagdur við í
eskjunar í Bretlandi, og hesin lesnaður greiðir frá um
Gud, sum gav heiminum son sín Jesus og hvørs føðing
vit minnast á jólum.
- Hetta kemur sera væl við hjá teimum, sum fáa hetta,
tey eru sera fegin um tað, og vit, sum geva, eru eisini
glað fyri at kunna rætta teimum ein hjálpandi hond.
Nakað soleiðis segði ein av teimum mongu ungu
føroyingunum,sum hava staðið fyri innsavningini, við
ein av loftmiðlunum. Og tað er greitt, at hetta er ein
vinnarastøða fyri bæði gevara og móttakara. Báðir
partar fáa nakað burtur úr. Tað at geva og móttaka
skapar eina ærliga og sunna gleði. Tað er mennandi, og
tað er uppbyggjandi. Tað byggir brýr og birtir undir
virðing og tolsemi. Nakað vit øll hava brúk fyri. At
móttakarin í sama viðfangi verður upplýstur um Jesus
og tey góðu virði hann stóð fyri er bara gott.
Tað er sum so einki nýtt í tí, at føroyingar savna inn
pengar og lutir at lata fátækum og neyðstøddum í
øðrum londum. Hóast hetta kann kennast sum ein
dropi í havinum, so er hetta nakað sera stórt og virðis-
mikið fyri tey, sum móttaka. Og fyri tey, sum geva.
Hóast búskaparliga støðan versnar í Føroyum, so er
kortini greitt, at vit hava og liva í yvirflóð, tá hugsað
verður um okkara brúksvanar, har klæði og ognarlutir
verða skift út sum onnur skifta hosur. Tí finst her
heima ein hópur av lutum og tingum, sum vit antin
hava vrakað ella g(l)oymt, og sum nú kunnu koma
øðrum væl við. Gott í tykkum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Gleðin at geva og fáa
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Tað sigur C sjálvt
Jógvan Finnur
Poulsen
Í stuttsøguni "Tann dagin
um Múlan" sigur Heðin
Brú soleiðis: "Men tá tann
blíða Klaksvíkin kom vann
hon uttan svørðslag."
Hvat hevur hetta við
kommunuvalið 2004 at
gera? Einki, men hetta
kann kortini nýtast sum
mynd um eina aðra vík her
í oynni. Men tá tann blíða
Runavíkin kom vann hon
uttan svørðslag!
Hetta
dettur
fram
í
hugan, nú fleiri bygdir
kropp á kroppi tysja út at
lima
seg
inn
í
stór-
kommununa á eystara armi
Skálafjarðar.
Havi leingi hugsað um
eindina her hjá okkum
Fuglafjørður, Gøta, Leir-
vík. Tann blíða Klaksvíkin
dró og dregur alsamt fólk
til sín, ja bygdir í Norður-
oyggjum. Sambandið und-
irsjóvar kemur skjótt —
hvussu verður við Leirvík?
Uttan iva flyta fólk vest-
urum fjørðin at búseta seg,
og tí er spurningurin —
fara leirvíkingar at brellast
eftir samstarvi eysturyvir?
Í Gøtu hava røddir verið
at hoyrt, sum tráa úteftir,
meðan aðrar vilja henda-
vegin.
Úti í heimi verða stórar
eindir skipaðar. Eystur-
landið í Íslandi er ein stór-
kommuna, og tað er ikki av
tilvild. Teir vita, at sam-an-
hald merkir styrki. Heim-
sins stórsta oyggj Grønland
verður ætlandi skipað í 7
kommunur.
Samstarvsrák er týðuligt
og lítið batar her at rógva
andróður.
Samstarv gongur allar
vegir og óttin fyri at missa
vald er grundarleysur.
Samanhald hevur altíð
styrkt og avbyrgingarpoli-
tikkur ongantíð hildið.
Hetta er stórmál, sum
komandi býráð noyðist at
taka støðu til. Hvussu langt
verður farið er altíð ein
samráðingarspurningur.
Lat farið vera farið. Lat
ikki gjárdagin marva burt-
urav hesum degnum. Lat
okkum rætta út bróðirhond,
tí einki kemur í ein knýttan
neva!
Eindin her F.L.G. er fyri
mær náttúrlig, landafrøði-
lig, búskaparlig sera sterk.
Styrkt
samanhald
—
størri møguleikar!
Veljið tí framtíðina
Kommunueindin
VAL04
Jonhild A. Nielsen
Valevnið á lista C
Eg haldi at um ein smá-
barnafamilja skal støðast
og klára seg í dag, mugu vit
royna at gerða alt hvat vit
kunnu fyri at hetta skal bera
til . Vit kunnu byrja við at
bjóða sysktinarabat í barna-
garðinum, dagrøktini, og
frítíðarskúlanum.
Hetta
hevði lætt munandi um hjá
nógvum familjum.
Nógvar lappaloysnir eru
gjørdar, á okkara stovnum
og skúlum tey seinnu árini.
T.d er Tvøroyrar Skúli ikki
í serliga góðum standi.
Takið er blivi skift á Tvør-
oyrar Skúla, men hetta er
ikki nóg mikið. Átrokandi
hølistrupulleikar eru, og
tað má loysast sum skjótast.
Barnagarðurin hevur nú
verið í nógv ár og er hann
ikki rættiliga tíðarhóskandi.
Eitt spælipláss sum er alt
ov lítið og ikki eru spæli-
amboðini børnini hava at
spæla við uttandurða í ser-
liga góðum standi.
Stóra
parkeringsøkið
framman fyri útibarnagarð,
frítíðarskúla, og dagrøkt,
skal gerðast tryggari fyri
okkara børn at ferðast á.
Her er rættiliga nógv
ferðsla á hesum økinum, og
tað er her øll skúlabørn og
tey, ið eru yngri ferðast
dagliga.
Gott val.
Elin Lindeskov
býráðslimur
valevni Javnaðarfloksins
www.lindenskov.com
Landsstýrismaðurin í íbúð-
armálum Hans Pauli Strøm
hevur boða frá, at tað verð-
ur arbeitt við eini nýggjari
lóg um íbúðarbygging.
Sambært tí, sum er komið
fram, ætlar landstýrismað-
urin, at tað skal gerast lætt-
ari at byggja íbúðir. Tað
skal verða lættari at seta á
stovn íbúðarfeløg. Og tað
skal vera lættari at skaffa
fígging til íbúðarbygging.
Við nýggju lógini verður
nógv lættari og bíligari hjá
kommununi at skipa íbúð-
arpolitikkin.
Tóshavnar
kommuna og Íbúðargrunn-
inum hjá Húsalánsgrunn-
inum stovnaðu í 2000
sjálvsognarstovnin Berja-
brekka 3. Endamálið við
sjálvsognarstovninum var
at útvega og reka íbúðarhús
í
kommununi.
Sjálvs-
ognarstovnurin læt frá sær
eina ætlan í mai 2001. Tann
ætlanin fevndi um 68, tvey
til fimm rúms íbúðir. Íbúð-
irnar skuldu byggjast so-
leiðis, at fyrilit skuldi tak-
ast fyri fólki við serligum
tørvi. Tó soleiðis, at rættur-
in til íbúðirnar ikki bert var
tilskilaður ávísum bólki.
Men øll skuldu hava møgu-
leika at búgva har.
Ætlaða byggingin steðg-
aði upp, tí kostnaðurin at
búgva har gjørdist alt ov
høgur undir verandi lóg.
Fyri at byggja hesar íbúðir,
skuldi stovnurin rinda fult
mvg og eingin rentustuðul
kundi lætast, tí rentustuðul-
in bert er ætlaður sethúsa-
eigarum.
Nú nýggj lóg er á veg,
eigur kommunan beinan-
vegin at taka byggipro-
grammið fyri Berjabrekku
3 fram aftur. Rætta tað til,
sum er neyðugt. Berja-
brekka 3 kann so verða
fyrsta stigi til ein fjøltáttað-
an bústaðarpolitik í Tórs-
havnar kommunu.
Smábarnafamiljur í Tvøroyrar kommunu
Berjabrekka 3 skal takast fram aftur!
VAL04
Henrik Old
Tað tykist ikki sum øll
eru komin burturúr tjóð-
veldisdreymaverðini.
Hergeir Nielsen boðar í
bløðunum frá at sam-
gongan hevur veri ráns-
ferð í Suðuroynni. Kann
ein persónur, sum í 6 ár
hevur verið í meiriluta á
løgtingi pástanda, at
nøkur arbeiðspláss eru
at rána úr Suðuroynni.
Fyrsta
treytin
fyri
einum
væleydnaðum
ráni er væl tann at nakað
er at rána. Aftaná seks ár
við tjóðveldisflokkinum
í samgongu, er ikki eitt
alment starv sett í syðru
helvt av Suðuroynni,
ikki eitt starv. Tað tykist
sum hvørjaferð Hergeir
Nielsen er í minniluta í
løgtinginum, veit hann
alt um hvørji størv skulu
leggjast í syðru helvt í
Suðuroy, har so sanni-
liga er brúk fyri teimum.
Tá ið so Tjóðveldis-
flokkurin er í meiriluta í
løgtinginum,
gloyma
teir alt um, at leggja
nøkur almen størv í
syðru helvt í Suður-
oynni. Mint eigur at
verða mint á at Tjóð-
veldisflokkurin
hevur
siti í meiriluta í seks tey
seinastu árini, har fýra
av hesum eru bestu inn-
tøku ár, nakar veit um.
Hesi seks ár er ikki eitt
starv lagt í syðru helvt.
Samtíðis hevur Hergeir
Nielsen atkvøtt fyri, at
stívliga 1.000 almen ar-
beiðspláss hava sæð
dagsins ljós í miðstaðar
økinum (hetta er met).
Umframt
hetta
so
lovaði Tjóðveldisflokk-
urin Vágs kommunu 9-
10 mió til havnaútbygg-
ing. Tá ið alt kom til alt,
vórðu einans játtaðar 5
mió. Umberingin fyri at
ikki meir bleiv játtað
varð, at Sjálvstýrisflokk-
urin ikki vildi verða við.
Hendan samgongan
bjargaði 3 mió í sínum
fíggjarlógaruppskoti í
ár, og har atkvøddi
Sjálvstýrisflokkurin
fyri, so kann ein og hvør
sjálvur rokna út, hvussu
eftirfarandi umberingin
var.
Tað er væl skiljandi at
fjáltur er komin á Her-
geir Nielsen og tjóðveldi
nú sitandi samgonga er
samd um, at nøkta stóra
røktarheimstørvin í Suð-
uroynni, sum er yvir 50
pláss.
At so 40 kvinnur fáa
fast arbeiði í hesum
sambandi, ger so vón-
loysi hjá tjóðveldinum
uppaftur størri. At hugsa
sær til, at 40 vællønt føst
størv verða at fáa í syðru
helvt í Suðuroynni, tyk-
ist at níva sera fast aft-
aná seinastu feitu seks
árini við ongum starvi.
Uppskot og hugskot
um
at
flyta
nakrar
hundrað túsund bjargar
ongum, her skal annað
til og tyngri tøk takast.
Tað tykist sum tað
nívur tjóðveldi sera fast
at samgongan er samd
um, at her mugu takast
stór tøk m.a. við oman
fyri nevdu ætlan um
røktarheimsbygging,
miðnámsskúla við al-
manna- og heilsuskúla
við
teimum
mongu
møguleikum fyri alla
Suðuroynna í kjalarvørr-
inum.
At sita uttanfyri með-
an tunnil verður bygdur
millum Hov og Øravík
svíðir sjálvandi fast,
men er væl ein avleiðing
av tí ein sjálvur hevur
valt.
Hergeir Nielsen verð-
ur helst tann seinasti
sum sær í eyguni, at flyt-
ing av nøkrum fáum
hundrað túsund krónum
hendan vegin ella hand-
an vegin, hvørki ger frá
ella til í teimum trupul-
leikum Suðuroyggin er í
nú.
Tað skulu stór og tung
tøk takast, umframt hesi
omanfyri nevndu. Tað
gerst ikki við, at tað
nívir hjá onkrum at sam-
gongan er samd um, at
hesi tøk skulu takast. Nú
er nokk tosa og skriva
uttan at eitt arbeiðspláss
er komið burturúr.
Tíverri – einki
er at rána
Elin N.W. Tausen
Valevni Miðfloksins til
Tórshavnar Býráð.
Hetta er ein spurningur,
sum kanska nógv seta sær
sjálvum í hesum døgum. Er
Miðflokkurin ikki bara
áhugaður í etiskum málum,
so sum fosturtøku, skrá-
settum parlag o.l. málum?
Hvat skal ein tílíkur
flokkur gera í býráðs-poli-
tikki?
Mítt svar er, at heilt
avgjørt skal Miðflokkurin
luttaka í býráðspolitikki.
Sjálvandi hava vit eina
greiða støðu til omanfyri-
nevndu mál, men tað eru
ikki einastu mál sum vit
virka fyri.
Tvey av okkara høvuðs-
málum hava altíð verði
trivnaðurin hjá familjuni og
teimum sum hava serligan
tørv. Nú barnaansingarøkið
er lagt út til kommunirnar,
og eldraøkið nok er á sama
veg, er tað sera tídningar-
mikið, at vit fáa høvið at
gera okkara ávirkan gald-
andi í kommunini, so vit
kunnu vera við til at mynda
karmarnar
sum
virka
verður útfrá.
Næsti
spurningur
er,
kann ein lítil flokkur sum
Miðflokkurin hava nakra
ávirkan í býráðnum? Sjálv-
andi! Hetta hava vit prógva
í Løgtinginum við málum
so sum, Løgtingsins um-
boðsmanni, loftmiðlafrælsi
osv. Miðflokkurin er ein
lítil flokkur, sum setur spor
eftir seg í føroyska samfe-
laganum.
Vit hava tørv á tínum
stuðlið, eins og tú hevur
tørv á okkum til at standa á
varðhaldi.
Ver tú við til at geva okk-
um møguleikan, til at
mynda Tórshavnar komm-
unu tey næstu 4 árini.
Set tín x við lista H.
VIÐMERKINGAR
Jógvan Krosslá
Borgarstjóri
Góðu Vágbingar, nú stund-
ar aftur til kommunuval, og
eru vit nógv valevnir, sum
bjóða okkum fram til at
stýra kommununi komandi
4 árini, ivaleyst vilja øll
gera sítt til at tað skal gang-
ast sum best í kommununi,
soleiðis at fólk kunnu trív-
ast her á staðnum. Borgarin
ynskir sjálvsagt at tað
hendir nakað í kommununi
og at arbeiði verður til flest
allar hendur, hvat kann so
ein kommuna gera við tað.
Ein kommuna, sum ynskir
lív og trivna, eigur at skapa
karmar
fyri:
vinnulív,
barnaansing,
eldrarøkt,
ítrótt, skúlum, eins og fyri
sosialum- og mentunnar
tiltøkum annars.
Vágs kommuna roynir
eftir førimuni at liva upp til
hesar treytir, vónandi kem-
ur tað at síggjast aftur.
Eg vil ynskja vágbingum
eitt gott kommunuval, tann
09. november 2004.
Inga Dahl
valevni fyri Fólkaflokkin
Týsdagin 9. november skal
nýtt býráð veljast.
Eitthvørt nýtt býráð má
byggja víðari á tað støðið,
sum fráfarandi býráð hevur
lagt.
Tað býráðið, sum nú
leggur frá sær, hevur við
fólkafloksleiðslu lagt eitt
gott støði, hevur ment
kommununa á øllum økjum
og goldið alla skuld.
Men vit standa ikki í
stað. So hvørt eitt mál er
loyst,
eru
onnur
fyri
framman, og vit eru alla
tíðina ávegis til at gera
kommununa betri og betri
hjá hvørjum einstøkum
borgara.
Fólkaflokkurin
bjóðar
seg fram við einum full-
mannaðum lista A
Á listanum eru 17 val-
evni. Hetta eru kvinnur og
menn við kunnleika og
lívsroyndum á øllum økj-
um. Vit kunnu nevna ment-
an, almannamál, teknisk
mál, vinnumál, heilsumál
og fíggjarmál.
Ein sterk umboðan av
lista A í býráðnum borgar
fyri einari tryggari framtíð í
kommununi.
Vit vilja framhaldandi
føra ein skynsaman fíggjar-
politikk, soleiðis at komm-
unan sum heild, og eisini
hvør einstakur fær mest
møguligt afturfyri hvørja
goldna skattakrónu.
Setið kross við lista A
ella eitt av valevnunum á
listanum.
Gott val
Svenning Borg
Vágur
á lista B
Í Sosialinum 28okt. hevur
Elin Lindenskov grein,sum
hon kallar;Havnin heldur
útjagarunum uppi.
Fari fyrst at spyrja Elin,
hvørjum heldur Havnin
útjaðaran uppi við?
Kundi verið áhugavert,at
fingið at vita frá Elin,
hvussu stóran part av tí
føroyska útflutningsvirð-
inum íð Havnin stendur
fyri.
Sum øllum kunnugt,so er
vælferðin treytað av tí út-
flutningi sum okur hava,
okur liva ikki longi av,at
umsita hvønn annan.
At virðisøkingin verður
skapt í Havn,má vera ein
joke, hvørjum skal Havnin
virðisøkja av?
Hvørjum betalir Havnin
útjaðaranum stuðul frá?
Hevur Tórshavnar býráð
ein grunn, sum eitur stuðul
til útjaðaran og hvør betalir
inn í henda grunn?
Nei, uttan útjaðaran var
ongin Havn, so einkult er
tað.
Havnin livur fyrst og
fremst av almennari um-
siting, útjaðarin verður um-
sitin í Havn og eigur hettar
at verða broytt, og sum eitt
av valevnunum til komm-
unuvalið í Vági, í størsta út-
jaðaranum í Føroyum, Suð-
uroy, er eitt av málunum, at
Suðuroyggin verður umsit-
in í Suðuroy, havi ongantíð
meint tað vera rætt,at Suðr-
ingar skulu flyta til Havnar
fyri at kunna umsita Suðr-
ingar í Suðuroy.
Vóni at Suðringar kunnu
finna saman til eina felags
umsiting av oynni,tað hevði
givið nógvar stórar stjóra-
lønir, fulltrúalønir, løgfrøð-
ingarlønir og skrivstovu-
lønir, fyri ikki at tala um
okursleiguna av hølum,
sum tað almenna betalir í
Havn, men sum kundi verið
nógv bíligari her suðuri.
Vil heita á Vágbingar um
at hugsa seg væl um,nú bý-
ráðsval verður,um at velja
fólk inn í býráðið, sum vilja
virka og skapa nakað, lat
okur sleppa av við klandur
og sjálvsøkni og saman við
hinum kommununum í
oynni, at lyfta Suðuroynna
upp á tað støðið, sum hon
natúrliga eigur at vera á!
Gott val.
Viðmerking til greinina Havnin
heldur útjaðarunum uppi!
Komandi fýra árini
VAL04
Kommunuval 2004
VAL04
Hví stillar Miðflokkurin upp til Tórshavnar býráð?
VAL04
VAL04
C
M
Y
K
11
10