leygardagur 6. november 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
"Terror" í dós
– Tá ókendu sms-
boðini byrjaðu at
blíva beinleiðis ólekk-
ur, fekk eg nokk og
boðaði løgregluni frá,
sigur Bárður Persson,
sjónleikari, sum er í
øðini um, at tað ber
til at ogna sær eitt
fartelefonnummar
uttan at skráseta seg
TELEFONTERROR
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Sunnunáttina um eitt tíðina
fekk Bárður Persson eini
sms boð á sína telefon. Har
stóð bara ein spurningur,
um nær Gríma aftur fór at
spæla leikin Elling og Kjell
Bjarni. Bárður kendi ikki
nummarið, men hann svar-
aði kortini smsboðunum og
spurdi eisini, hvør viðkom-
andi var.
Hann fekk svar, men við-
komandi vildi ikki avdúka
seg sjálvan.
Síðani byrjaði sms-boð-
ini at koma títtari, og tey
vóru bæði grov og ólekkur.
Bárður sigur, at í fyrstuni
slettaði hann tey bara, men
annan dagin eftir byrjaði
hann at hugsa, at tað kundi
ikki vera rætt, at hann
skuldi verða órógvaður í
heilum á hendan hátt.
Tann eina morgunin hann
vaknaði vóru fýra sms-boð
á telefonini frá hesum sama
nummarinum.
Í tí eina sms-inum stóð:
"Góðan morgun, Bárður,
vaknaður? Nær fórt tú til
hús í nátt? Tað mundi vera
seint."
Tað varð sent honum
klokkan 08.31.50 mána-
morgunin.
Hetta fekk ein óhugna-
ligan tanka um, at onkur
eygleiddi seg, at spíra í
høvdinum hjá Bárði.
Hini sms-boðini vóru øll
grov og vulger, og tá fekk
hann nokk.
Meldaði
Bárður vendi sær til løg-
regluna, sum síðani fór at
kanna
málið.
Telefon-
nummarið var eitt frá Kalli.
Eitt av teimum, sum ein
kann keypa við Frælsi í
Dós. Tá so løgreglan royndi
at fáa uppsporað, hvør
mundi eiga telefonnumm-
arið, bar tað ikki til, tí
nummarið ikki var skrásett
í skipanini hjá Kalli. Tað vil
siga, at brúkarin hevði valt
ikki at skráseta seg.
Løgreglan ringdi til hetta
nummarið. Bárður sigur, at
honum varð sagt, at ein
kvinna tók telefonina og
segði bara, at løgreglan ikki
skuldi ringja til hana aftur.
Síðani bleiv avbrotið og
telefonin sløkt.
– Eg skal tó skunda mær
at siga, at síðani tá hevur
verið so toluligur friður,
men tað er óluksáliga nógv
fyri, at fólk kunnu ogna sær
eina telefon í dag uttan at
verða skrásett fyri tað. Eg
meini so við, í nýmótans
samfelagnum í dag, er tað
ógvuliga lítið, sum tú kanst
gera, uttan at tú skal skriva
undir uppá tað, vísir Bárður
Persson á og leggur afturat,
at her er ikki talan um
Frælsi í dós, men "terror" í
dós.
Bárður hevur ikki orð
fyri, hvussu ótespiligt hann
heldur tað vera, at hann fór
til løgregluna og gjørdi vart
við, at tað møguliga er
onkur sjúkur persónur, sum
heldur eyguni við honum,
og løgreglan ikki kundi
gera nakað, tí telefon-
nummarið ikki var skrásett.
Vil steðga hesum
Bárður Persson hevur ikki
ánilsi fyri, hvør tað kann
vera, sum hevur sent hon-
um hesi sms-boðini. Hann
viðgongur, at hann bleiv
sera skakkur av summum
av sms-boðunum, men so
fleyt bikarið yvir, og hann
fór til løgregluna, sum tó
ikki fekk gjørt so nógv við
tað.
Hann hevur valt at standa
fram við hesum, tí hann ber
ótta fyri, at tað kann fáa
álvarsligar avleiðingar fyri
fólk, um slíkur telefon-
terror sleppur ótarnaður at
halda fram.
– Hvørjum líkist tað, at
ein persónur kann keypa
eitt tól, sum er roknað til
samskifti, og nýta tað sum
eitt terrorvápn, spyr Bárð-
ur, sum ikki ivast í, at tað
munnu vera fleiri enn bara
hann, sum hava verið úti
fyri onkrum líknandi.
– Fólk munnu bara ikki
altíð hugsa um, hvørji
rættindi tey hava. Eg finni
meg so í øllum førum ikki í
hesum, slær hann fast.
Hann heldur fram, at í
fyrstuni flenti hann bara,
men so fór hann at hugsa
um, hvussu langt hetta
kundi fara.
– Eg stúri fyri, hvussu
hetta kann fara at útvikla
seg. Eg vil ikki heingja
nakran út. Eg vil bara hava,
at hetta skal halda uppat,
áðrenn fólk fara at nýta far-
telefonir sum eitt terror-
vápn, sigur Bárður og sipar
eitt nú til happing gjøgnum
sms-boð í fólkaskúlanum
ella millum ungdóm yvir-
høvur.
– Løgreglan fær onkur
mál av og á um fólk, sum
verða órógvað av ókend-
um sms-boðum, men tað
er ikki so ofta, sigur Berg-
leif Brimvík, leiðari á
Kriminaldeildini hjá løg-
regluni og leggur afturat,
at fólk duga eisini væl at
skyna á, nær grundarlag er
fyri at boða løgregluni frá
ella ikki.
Hann heldur fram, at tá
eitt mál verður kannað,
roynir løgreglan altíð at
finna fram til viðkomandi
persón, sum eigur telefo-
nina og fáa hann at halda
uppat. Men samstundis
viðgongur Bergleif, at tað
kemur fyri viðhvørt, at tað
ikki ber til at finna per-
sónin, tí viðkomandi ikki
hevur skrásett seg sum
brúkara.
Í teimum førum, har
løgreglan hevur funnið
viðkomandi, hevur tað í
flestu førum víst seg at
hjálpt.
Men Bergleif Brimvík
heldur kortini, at tað átti
at verið eitt krav, at ein
sum útvegar sær eitt tele-
fonnummar varð skrásett-
ur hjá telefelagnum.
– Um talan nú er um eitt
serliga grovt mál, so hevur
løgreglan jú brúk fyri at
kunna uppspora persónin
skjótt. Men um hann ikki
er skrásettur, so sigur tað
seg sjálvt, tað kann darva
uppkláringararbeiðinum,
sigur Bergleif Brimvík.
- sae -
Skráseting
burdi verið krav
Á Føroya Tele verða brúk-
ararnir skrásettir, tá tey
keypa
sær
eitt
tele-
fonhald. Tað veri seg bæði
fastnet, GSM ella talutíð.
– Tað kann sjálvandi
gleppa onkuntíð, men tá
ringja vit so til tey og
biðja tey koma inn at
skráseta seg. Men megin-
reglan hjá okkum er, at øll
skulu skráseta seg sum
brúkarar hjá okkum. Hin-
vegin hava vit onga ávirk-
an á, hvat hendir, um nú
ein brúkari hjá okkum,
ger av at selja sítt hald
víðari til ein annan per-
són, sum ikki vil skráseta
seg, verður sagt frá Før-
oya Tele.
- sae -
Brúkarar hjá Kalli, sum
brúka Frælsi í dós, gera
sjálvi av, um tey skráseta
seg ella ikki. Í dósini ligg-
ur eitt skrásetingarskjal,
sum tey kunnu senda inn,
um tey ynskja tað. Frá
Kalli verður sagt, at tey
vilja fegin hava allar
brúkararnar at skráseta
seg, so tí bjóða tey 25
krónur ókeypis talutíð við
Frælsi í dós fyri at fáa
brúkaran at skráseta seg.
– Men um ein brúkari
av Frælsi í dós ikki velur
at skráseta seg, so vita vit
ikki, hvør eigur telefon-
nummarið. Men hartil
skal sigast, at um talan er
um grov mál av telefon-
terror, so ber til at finna
fram ein telefonlista hjá
hesum telefonnummarin
um, og harvið møguliga
fáa uppsporað hvør brúk-
arin er, siga tey frá Kalli.
- sae -
Skráseting – eitt val
Krevja skráseting
– Eg havi ikki orð fyri, hvussu ótrúligt, tað er, at fólk kunnu keypa sær eitt telefonhald uttan at skráseta seg, sigur Bárður
Persson, sum hevur fingið fleiri ótespilig smsboð sendandi uttan at tað ber til at staðfesta, hvør avsendarin er, tí ongin skráseting
fyriliggur
Mynd: Jens K. Vang
8
Nr. 213 - 6. november 2004
Nr. 213 - 6. november 2004
9
Læruríkur valfundur
Í staðin fyri háfloygd-
ar røður og tóm val-
lyfti fingu kvinnurnar
á valfundinum í
Klaksvík týskvøldið
eitt læruríkt innlit í
arbeiðsdagin hjá ein-
um býráðspolitikara
VALFUNDUR
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Klaksvík:
Eins og undanfarin val,
skipaði Klaksvíkar Hús-
møðrafelag týskvøldið fyri
politiskum valfundi, har
bert kvinnuligu valevnini til
kommunuvalið
myndaðu
pallborðið. Og hóast kvinn-
urnar ikki vóru møttar so
fjølment, sum tær plaga,
høvdu tær, sum møttu,
nógvar og rættiliga ítøki-
ligar spurningar uppá hjarta.
Hørð og bleyt virði
Eyðgunn Samuelsen legið
út við at staðfesta, at kom-
andi býráðval mundi vera
eitt tað týdningarmesta í
Norðoyggjum nakrantíð og
sipaði sjálvsagt til fasta
sambandið um Leiríksfjørð
og tær broytingar, hetta fer
at hava við sær. Tær flestu
av
hinum
valevnunum
gjørdu sær eisini tankar um
hesar broytingar í sínum
framløgum, og tað var ikki
sørt forkunnugt at hoyra
fiskiflotan, vinnulív og
framtíðar útflutningmøgu-
leikar ganga sum ein reyð-
an tráð gjøgnum flestu av
framløgunum
á
einum
kvinnuvalfundi.
Sjónar-
miðini vóru eisini øðrvísi
enn tey vanligu og mintu
áhoyrarnar á, at uttan mun
til, hvussu vit snara teimum
"hørðu" málunum, so hava
tey altíð í síðsta enda av-
leiðingar fyri tey bleytu
virðini og trivnaðin hjá tí
einstaka borgarnum.
Frá gransking til
barnaansing
Gunnvá við Keldu tóktist
vera tann av teimum 9 val-
evnunum sum tóku lut á
fundinum, sum hevði gjørt
sær
flest
tankar
um,
hvusssu Klasvíkin kemur at
síggja út um eini 5-10 ár.
Hon legði størsta dentin á
týdningin av gansking,
vitan og KT sum drívmegin
í einum vælvirkandi vinnu-
lívi, sum aftur er treytin
fyri, at vit kunnu skapa eitt
nóg fjøltáttaðað samfelag,
til at øll kunnu trívast í tí.
Í sínum framløgum varp-
aðu Maria Olsen og Maiken
Skarðenni serliga ljós á
umhvørvisspurningar við at
vísa á, hvussu umráðandi
tað er, at vit leggja okkum
eftir at ávirka børnini so-
leiðis, at fyrivarni fyri um-
hvørvinum verður ein nátur-
ligur partur av okkara livi-
hátti og gerandisdegi fram-
yvir. Katrin Biskupstø valdi
at seta kikarin á tær ofta út
av lagi vánaligu umstøður-
nar hjá teimum sálarliga
veiku í Norðoyggjum og
hevði sett sær fyri at arbeiða
á ein hátt, so at økispsyki-
atriin aftur kemur at virka.
Av tí, sum annars kom fram,
kann nevnast stóri spurning-
urin um karmarnar hjá
fólkaskúlanum í Klaksvík,
týdningin av at varveita
ungdómin í býnum eftir at
tunnilin er vorðin veruleiki
og at tryggja, at arbeiðið við
at skaffa ansingartrygd til
børnini heldur áfram.
Veruleikin
Kjakið aftaná framløgurnar
var í stóran mun merkt av
spurninginum um handils-
miðdepilin í miðbýnum. Á
fundinum kom fram, at í
løtuni standa ongir íleggjar-
ar klárir at byrja hetta ar-
beiðið, av tí at tað er so trup-
ult at fáa neyðuga figging til
ætlanina. Nær nakað víðari
fer at henda í hesum málin-
um, er sostatt framvegis
rættiliga ógreitt, tí hóast
Klaksvíkar
Kommuna
stuðlar ætlanini, verður tað
ikki kommunan, sum fer at
gera hana til veruleika.
Hóast valfundurin týs-
kvøldi kundi tykjast í so
varisligur í løtum, var hann
samanumtikið
rættiliga
áhugaverdur - ikki minst á
tann hátt, sitandi býráðslim-
irnir Eyðgunn Samuelsen
og Jórun Høgnesen megn-
aðu at relatera kjakið til
treytirnar, ein politikari til
ein og hvørja tíð arbeiðir
undir. So í staðin fyri há-
floygdar røður og tóm val-
lyftir fóru flestu av áhoyrar-
num hetta kvøldið uttan iva
heim við einum betri innliti
í, hvat tað vil siga, at arbeiða
sum býráðspolitikari - eisini
tá valið er av og truplar av-
gerðir
og
raðfestingar
mynda arbeiðsgongdina.
Á veljarafundi á
Tvøroyri hóskvøldið,
kom ikki lív í áskoð-
ararnar, fyrrenn prát-
ið kom inn á at vetr-
arfriða býin fyri seyð
VELJARAFUNDUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tyrvingarpláss til mold
og Suðuroyggin sum ein
kraftmiðdepil.
Tað skerst ikki burtur, at
tey, sum bjóðað seg fram á
býráðsvalinum á Tvøroyri
týsdagin, sveimaðu víða á
veljarafundi í skúlahøllini í
Trongisvági hóskvøldið.
Har varð, sum vera
mann, nomið við mangt og
hvat, frá tí heilt smáa til tað
tað heilt stóra.
Men líka lítið hjálpti, tí
tað gekk illa at fáa lív í teir
áskoðarar, sum høvdu leit-
að sær á veljarafund hetta
kvøldið.
Tað var ikki, fyrrenn
onkur spurdi býráðslimir,
hvussu gekst við ætlanini at
friða Tvøroyri fyri seyð um
veturin, at eitt sindur av lívi
kom í.
Tvøroyrar
Kommuna
hevur í fleiri ár havt á
skránni at vetrarfriða býin,
ein og peningur er settur av
til endamálið í fleiri ár.
Higartil hevur tað ongantíð
eydnast at brúka hendan
peningin, tí enn er Tvøroyri
ikki vetrarfriðað.
Men tað var skilligt, at
hetta er nakað, sum nógvir
veljarar hugsa um og í
prátinum um vetrarfriðing
var einastu ferð á fundinum,
at valevnini stóðu fyri eitt
sindur lunkaðum skotum.
Men tey fingu so greitt at
vita, nakað er gjørt við
málið og kemur ikki stígur
í, verður ongin seyður at
síggja á tvøragøtum næsta
vetur.....
Onki val so týdningar-
mikið sum hetta
Eitt, sum fleiri valevni
royndu at sannføra veljaran
um, var, at hetta er tað
týdningarmesta býráðsval-
ið á Tvøroyr í eitt manna-
minni.
Víst var á, at við árslok
2005, er skuldin hjá komm-
ununi komin niður á 64
milliónir, sum er 1,5 álíkn-
ing. Tá ið ringast stóð til
fyri eini 10-12 árum síðani,
var skuldin 180 milliónir,
sum var sjey álíkningar.
Men støðan nú merkir, at
býráðið í komandi tíðum
fer at fáa nógv meiri pening
um hendi at arbeiða við.
Tí hevði tað alstóran
týdning at velja býráðslim-
ir, sum vóru førir fyri at
umsita hetta økta, fíggjar-
liga frælsi, vóru tað nógv
valevni, sum vístu.
Men uppskotini um, hvat
hesin peningurin skuldi
brúkast til, trutu ikki: Onkur
vildi hava nýggjan bátahyl,
ein annar nýggjan keikant,
ein umrøddi nýggja svimji-
høll, ein triði nýggan fót-
bóltsvøll. Sambýli til eldri
vildi onkur hava og onkur
annar, ungdómshús. Og so
skuldi vegir breiðkast og as-
falterast og alt vatnið skuldi
reinsast. Og so var tað eisini
okkurt valevni, sum vísti á
týdningin av at kommunan
altíð hevði grundstykki til
fólk at byggja á.
Annars vóru tað fleiri
valevni, sum søgdu, at tað
einasta rætta er at leggja
alla Suðuroynna í eina
kommunu.
Hinvegin varð ætlanin
hjá landsstýrinum um at
flyta heilsuskúlan á Tvør-
oyri í ein skúladepil í Hovi,
ikki so nógv umrødd, sum
væntandi var.
Men tey, sum høvdu orð-
ið, vóru ymisk á máli: Onk-
ur tók undir við ætlanini,
men onnur vildi ikki hoyra
talan um at flyta hann.
Deydligt á Tvøroyri
Tað var ikki so nógv fólk á
veljarafundi á Tvøroyri
hóskvøldið, sum tey høvdu
væntað. Onkur tók til, at so
nógvir áhoyrarar áttu at
verið á hvørjum einasta
býráðsfundi
Valevnini, sum luttóku á val-
fundinum í Klaksvík týs-
kvøldið, vóru Gunnvá við
Keldu, Bjørg Sørensen og
Elsebeth Hansen fyri Fólka-
flokkin, Eyðgunn Samuelsen
og Signhild Joensen fyri
Javnaðarflokkin, Katrin Bisk-
upstø og Jórun Høgnesen fyri
Tjóðveldisflokkin, Maria
Olsen fyri Sambandsflokkin
og Maiken Skarðenni fyri
Sjálvstýrisflokkin
C
M
Y
K
9
8