leygardagur 6. november 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 213 - 6. november 2004
Nr. 213 - 6. november 2004
7
Steinfinnur Mittel-
stein, Inga Dahl og
Tórfinn Smith stríð-
ast hvør í sínum lagi
fyri at vinna ávikavist
Sambandsflokkinum,
Fólkaflokkinum og
Javnaðarflokkinum
atkvøður á komm-
unuvalinum í Havn
týsdagin. Í gerandis-
degnum eru tey
grannar í Turiðargøtu
í Havn
VALSTRÍÐ Í
TURIÐARGØTU
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Steinfinnur. Inga. Tórfinn.
Trý tilvildarlig nøvn í stóru
rúgvuni av valevnum, sum
møguleiki verður fyri at
seta krossin við til komm-
unuvalið týsdagin. Hesi trý
hava lítið í felag politiskt, tí
tey umboða hvør sín flokk
á kommunuvalinum. Hóast
hvør sín politiska lit er tað
kortini okkurt, sum knýtir
tey saman.
Seinastu mongu árini
hava Steinfinnur Mittel-
stein, Inga Dahl og Torfinn
Smith verið grannar í
Turiðargøtu, sum liggur á
Ovara Ternuryggi í Havn.
Gøtan hoyrir avgjørt ikki
millum tær stóru gøturnar í
høvuðsstaðnum, og tí er tað
eitt sindur margháttligt, at
heili trý valevni eru at finna
í somu gøtu, sum ikki telir
meira enn góð 20 hús. Til
stuttleikar kann leggjast
afturat, at fyrrverandi bý-
ráðslimurin hjá Sjálvstýris-
flokkinum í Tórshavnar
kommunu, Ronald Poulsen,
eisini býr í Turiðargøtu.
Heldur B36 og HB
Hetta er fyrstu ferð, at
Steinfinnur Mittelstein og
Inga Dahl stilla upp til
kommunuval. Tey stilla
ávikavist upp fyri Sam-
bandsflokkin og Fólka-
flokkin. Triðja valevnið er
hinvegin royndur í garði.
Tórfinn Smith hevur sein-
astu 20 árini umboðað
Javnaðarflokkin í Tórs-
havnar býráð.
Spurd um tað verður tos-
að nógv um politikk í
Turiðargøta, eru tey skjóta
at svara, at tað verður tað
ikki.
– Nei vit hava nógv ann-
að at tosa um enn politikk,
tá vit eru saman í Turiðar-
gøtu. Vit tosa ómetaliga
lítið um politikk, tí okkum
dámar nógv betur at syngja
og hugna okkum, og ikki
minst prika hvønn annan
við HB og B36 ella við
Neistanum og Kyndil.
»Kunnu grannarnar í
Turiðargøtu væntar sær
góðar sømdir um øll tit
verða vald týsdagin?«
– Ha Ha. Jú vit lova, at
vegurin í Turiðargøtu verð-
ur gjørdur úr marmor, um
vit verða vald, verður sagt
skemtandi.
Tamt valstríð
Steinfinnur, Inga og Tór-
finn eru øll á einum máli
um, at valstríðið til komm-
unuvalið í ár hevur verið
tamt.
– Nú kenni eg ikki tað at
vera í einum valstríði, men
sum borgari haldi eg tað
hevur verið rættiliga tamt.
Tað hava verið rættiliga fáir
valfundir, og tað er ikki
nógv tú hevur sæð til lýs-
ingar og plaktatir, sigur
Steinfinnur Mittelstein
Inga Dahl tekur undir við
Steinfinni.
– Tað er rætt sum Stein-
finn sigur, men eg haldi
ikki tað ger nakað um
plakatirnar ikki koma so
tíðliga, og um vikuskiftið
vænti at síggja fleiri plakat-
ir í býnum. Hinvegin merk-
ir tú væl, at tað verður práta
meir og meir um komm-
unuvalið nú tað nærkast,
vísir Inga Dahl á.
Tórfinn Smith er tann
mest royndi politikarin av
teimum trimum, og hann
vísir á, at valstríðið til
kommunuval er vanliga
tamt.
–
Eg
minnist
ikki
nakrantíð, at tað hava verið
so nógvir valfundir. Eg
minnist kortini ein valfund
í Sjónleikarahúsinum, har
15 áhoyrarar møttu, og
hvør teirra var valevni. Vit
hava við stuttum millumbili
havt tvey løgtingsval, og
tað merkist sjálvsagt. Tú
kanst á ein hátt siga, at
bæði luftin og pengarnir
eru farnir við hesum val-
stríðum, heldur Tórfinn
Smith.
Tosa við fólk
Dagarnir til kommunuvalið
fækkast, og endaspurturin
til valið er farin í gongd. Vit
hava spurt Tórfinn, Ingu og
Steinfinn, hvussu tey hava
rikið til valið í ár.
– Mær tykir sum um, at
sitandi býráðslimir hava
betri møguleikar, enn vit
nýggju, og fleiri teirra hava
eisini sterkari fíggjarevni
enn nýggju valevnini. Eg
havi ikki ráð til stór skelti,
sum kosta fleiri 1000
krónur, so eg havi roynt at
tosa við fólk, skriva greinar
og sent teldupostar, sigur
Steinfinnur Mittelstein.
– Hjá mær er tað tað
sama. Eg havi fyrst og
fremst tosað við fólk, og eg
havi eisini skrivað onkra
valgrein. Tá tú stillar upp
fyri fyrstu er tað lætt at
koma í samband við fólk, tí
tú fært nógvar reaktiónir og
fólk spyrja, hvat tú stendir
fyri, og tað er bara stuttligt,
heldur Inga Dahl.
– Tað er einki at ivast í, at
tað er fótarbeiðið – also
prát við fólk – sum telir til
kommunuvalið. Stórar pla-
katir og greinar er bert jóla-
pynt. Eg havi helst verið
meira anonymur enn aðrir
býráðslimir í samgonguni,
og tí havi eg gjørt av at
senda eitt faldiblað í hvørt
hús hesaferð, men sjálvandi
havi eg eisini tosað við
fólk, sigur Tórfinn Smith.
Satt valstríð
í Turiðargøtu
Í gerandisdegnum eru f.v. Steinfinnur Mittelstein, Inga Dahl og Tórfinn Smith grannar í
Turiðargøtu í Havn. Týsdagin kappast tey um atkvøður á kommunuvalinum í Havn.
Mynd: Jens Kr. Vang
Fjórðingsøld við stór-
um framstigum og
fleiri frambrotum til
frama fyri nógvar
føroyingar. Tað hevur
Føroya Felag móti
Krabbameini hug at
fagna saman við al-
menninginum í stór-
fingnum hátíðarhaldi
í Norðurlandahús-
inum fríggjadagin 12.
november
HÁTÍÐARHALD
tíðindaskriv
Ein sera spennandi skrá
bíðar teimum, ið leita sær í
Norðurlandahúsið fríggja-
dagin í komandi viku at
hátíðarhalda, at Føroya Fe-
lag móti Krabbameini hev-
ur 25 ár á baki. Nýggjastu
hagtølini
viðvíkjandi
krabbameini í Føroyum
verða almannakunngjørd í
fyrilestri eftir Erik Wandall,
yvirlækna og nevndarlim í
Krabbameinsfelagnum, og
Kristianna Hammer, ið er
sjúkrarøktarrøðingur
og
cand. cur., fer at halda fyri-
lestur um at varðveita vón-
ina
hóast
lívshóttandi
sjúku. Jóannes Eidesgaard,
løgmaður og verji hjá Før-
oya Felag móti Krabba-
meini, og Jákup N. Olsen,
formaður í felagnum sein-
astu nógvu árini, fara at
røða.
Musikkskúlanæm-
ingar spæla umframt at
Martin Joensen, tónaskald
og listamaður, fer at fram-
føra eitt nýtt lag.
Í sambandi við hátíðar-
árið gevur Føroya Felag
móti Krabbameini á há-
tíðardegnum út bók. Bókin
eitur Okkara millum og er
snotiligt verk, har 20 føroy-
ingar skriva um at liva við
krabbameini. Hetta eru
fjølbroyttir, bersøgnir og
nemandi tekstir skrivaðir av
fólki, ið hava verið sjúk av
krabbameini, fólki ið hava
mist maka ella foreldur, og
einum fólki, ið hevur fingið
at vita, at tað ikki verður
frískt. Umframt verður søg-
an hjá Føroya Felag móti
Krabbameini frá stovnan
fram til dagin í dag lýst í
stuttum. Turið Kjølbro, rit-
stjóri, hevur ritstjórnað
bókina, og á hátíðarhald-
inum fer hon at siga nøkur
orð um hana.
Listafelag Føroya hevur
latið gera plakat til Føroya
Felag móti Krabbameini og
á hátíðarhaldinum verður
hon
almannakunngjørd.
Plakatin er listamálningur,
ið Torbjørn Olsen, listamál-
ari, hevur málað. Listar-
verkið, sum eitur Brot,
sýnir ljósið við ávarandi
skýggjum. Á hátíðarhaldin-
um fer Pál Weihe, formaður
í Listafelag Føroya, at siga
nøkur orð um listarverkið
og plakatina.
Bjørt Samuelsen, tíð-
indakvinna, verður orðstýr-
ari undir hátíðarhaldinum,
ið varir góðan tíma. Aftaná
býður felagið okkurt leski-
ligt.
Væl verður gjørt burtur
úr, nú Føroya Felag móti
Krabbameini rundar fjórð-
ingsøldina. Karmarnir eru
góðir, og felagið vónar, at
mong leita í Norðurlanda-
húsið henda dagin. Tiltakið
verður í Klingruni 12. no-
vember klokkan 14.00.
Høvi verður at keypa bók-
ina og plakatina.
Føroya Felag móti Krabbameini hátíðarheldur 25 ár
Valevni Sjálvstýrisfloksin
…til býráðið í Tórshavnar Kommunu
Klæmint Olsen
Tórbjørn Poulsen
Noomi Juul
Jónas Johnson
Johan Stenberg
Ingeborg Godtfred
Carl August Arge
Øssur Simonsen
X vi lista D
Eldraøki
Tørvurin á stovnsplássum skal nøktast. Alternativar
íbúðir. Ta skal vera lætt at flyta í minni íbúð, tá ein
gerst eldri. Betri og brei ari dagtilbo til eldri.
Íbú arstø an
Burtur við bíðilistanum til kommunal grundstykkir.
Næmingaheim til tey lesandi og lærlingar.
Leigulógin skal dagførast. Ongan svartan marknað.
Betri og bíligari leiguíbúðir. Býráðið skal virka fyri,
at MVG og skattalógin skal broytast, so tað verður
gjørligt
at
byggja
alternativar
íbúðir
hjá
sjálvsognarstovnum, feløgum og øðrum. Betri kor
bæði fyri leigarar og útleigarar.
Vinnupolitikkur
Fleiri
ídnaðarøkir
og
betri
planlegging
av
ídnaðarøkjum. Havnirnar í kommununi skulu byta
uppgávurnar millum sín: Góðshavn, Ferðsluhavn,
Oljuhavn og Fríhavn.
Familju- og sosialmál
Barnafrádrátturin skal hækkast. Syst-kinaavsláttur í
barnaansingini. Familjuavsláttur í svimjihøllini, við
bussunum og øðrum kommunalum tænastum. Tey,
sum hjálpa teimum heimleysu, skulu fáa øktan stuðul.
Vegir og fer sla
Ytri Ringvegur má gerast sum skjótast. Hetta við
atliti til umhvørvið, t.d. traðirnar við Djúpagil. Innari
Ringvegur verður longdur til Argir. Ætlan verður
gjørd fyri sambinding av vestara og eystara ring-
vegi á suðursíðuni. Hetta við einari tunnil, har eisini
parkeringskjallarar kunnu koma uppá tal. Bleyta
ferðslan má tryggjast betur. Ábøtur mugu gerast við
skúlarnar og onnur vandamikil støð. Tey súkklandi
eiga at hava eina trygga koyribreyt ígjøgnum
miðbýin.
Ungdómurin
Betri frítíðartilboð, t.d. at Margarinfabrikkin fær
víðkaðan leiklut. Tey ungu undir 18 ár skulu hava
nógv betri dansimøguleika, helst hvørja viku.
Dansitíðirnar fyri hendan bólkin skulu broytast. Fyrr
í dans og fyrr heim. Samstarvsráð (SSP) fyri tey,
sum varða av teimum ungu, skal fáast at virka.
Virkast skal fyri, at tónleikurin fær betri umstøður
Ítróttur og frítíð
Ítróttarfeløgini í kommununi skulu javnsetast.
Ítrótturin er sera týdningarmikil fyri fólkaheilsuna og
trivnaðin og skal vi gerast positivt og stuðlandi.
Býráðsumsitingin skal virka betur
Býráðið
skal
sjálvandi
virða
sínar
egnu
byggisamtyktir
og
samstarva
væl
við
landsmyndugleikar og fakfeløg, so sleppast kann
undan teimum gølum og órógvi, sum hava verið í
seinasta valskeiði. Borgararnir skulu fáa møguleika
at koma til orðanna við sínum ynskjum og
uppskotum. Hetta fyri at betra um trygd og trivnað.
Hetta kann gerast við t.d. einari heimasíðu. Býráðið
skal kunna borgararnar betur um, hvat fyriferst í
býráðsarbeiðinum.
Peningurin skal fylgja við uppgávunum
Nú fleiri uppgávur skulu leggjast út til kommunurnar
at umsita, skal býráðið ansa eftir og krevja, at
nøktandi fígging fylgir við.
Politivi tøkurnar fyri
kommununa skulu dagførast
Politivi tøkurnar eiga at endurskoðast og dagførast,
so at tær eru í samsvari við nútíðina; eitt nú
kavarudding og ólevnaður.
Fyrsta januar gerst øll Suðurstreymoy ein
kommuna. Fevnir hon tá um fleiri lands- og
bygdaløg. Havnin er og verður tann náttúrligi
miðdepilin, ikki bara í kommununi, men í øllum
Føroyum. Vit eru stolt av at eiga høvuðsstað
landsins. Fyrimunirnir eru nógvir, men eisini
vansarnir.
Havnin skal framhaldandi mennast og liva upp til
sínar skyldur. Samstundis eigur øll kommunan at
fáa lut í menningini. Bygdunum má eisini tryggjast
menningarmøguleikar, tær skulu ikki bara var
veitast.
Kommunan er ikki bara tann „deiliga” Havnin, men
eisini bygdir og oyggjar; firðir, áir og vøtn; haga- og
fjallalendi og onnur d rabar náttúra. Vit eiga at røkja
hana á skynsaman og bur ardyggan hátt, so hon
verður okkum øllum til gleði og sóma.
Hesum vilja vit arbeiða fyri
HVØR KANN? - D KANN!
C
M
Y
K
7
6