leygardagur 6. november 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Gøtumenn eru
trúgvir móti GÍ, har
tey nú vóna, at veter-
anarnir Magni Jarn-
skor og Sámal Joen-
sen næsta ár fara at
hjálpa ungu monn-
unum
GÍ FYRIREIKING
Jóannes Hansen
So er tað svart upp á hvítt.
Hóskvøldið skrivaðu GÍ og
Súni Olsen undir sáttmála,
sum sigur, at ársins spælari
2004 eisini næsta ár fer at
umboða barndómsfelagið í
Gøtu.
Súni Olsen váttar, at
fleiri feløg hava spurt seg
fyri, og hann sigur seg vera
fegnan um, at tað nú er
greitt, at hann fer at halda
fram í Gøtu:
– Eg havi havt tað gott í
GÍ. Spælskipanin var góð
fyri meg síðsta kappingar-
ár, og eg haldi, at tað eru
góðir
møguleikar
fyri
menning í liðnum, sum
spældi í ár. Sáttmálaskeiðið
er eitt ár. Eg verði liðugur í
handilsskúlanum í summar.
Hvussu tað verður, tá ið
næsta kappingarár verður
liðugt, dugi eg ikki at siga.
Eg havi ikki slept møgu-
leikanum at spæla uttan-
lands, men um tað skal
verða veruleiki, so skal
talan verða um góða ítrótt-
arliga avbjóðing og annars
eitt gott tilboð, sigur Súni
Olsen.
Jógvan Gregersen, for-
maður í GÍ, fegnast um, at
Súni hevur gjørt av at halda
fram í Gøtu:
– Eg hevði altíð roknað
við hesum. Gøtudreingir
eru ógvuliga trúgvir móti
okkara felag. Eingin, sum
er uppvaksin í Gøtu, er enn
fluttur úr Gøtu og í annað
føroyskt felag. Tað eru vit
fegnir um.
Er so alt komið upp á
pláss undan næsta kapp-
ingarári?
– Vit hava ikki tosað við
allar spælararnar enn. Tað
er greitt, at Popczynski
verður venjari, at Mein-
hardt Joensen verður mál-
verji, og nú er greitt, at
Súni verður á liðnum. Tá ið
vit nú hava fingið hetta upp
á pláss, er tað lættari at tosa
við hinar, sum sjálvandi
fegnir vilja vita, hvørjir lið-
felagarnir fara at vera.
Ætla tit at fáa fleiri
nýggjar spælarar til fel-
agið?
– Í løtuni hava vit ikki
ætlanir um hetta. Spælar-
arnir hava seinastu vikurnar
verið á vøllinum tvær ferðir
um vikuna. Magni Jarnskor
hevur verið nógv á vøllin-
um. Hann hevði ikki ums-
tøður at brúka so nógva tíð
upp á fótbóltin síðsta kapp-
ingarár. Nú liggur betri
fyri, og tað hevði verið
hugaligt, um hann hevði
komið orduliga fyri seg
aftur. Sámal Joensen hevur
verið á sjónum síðstu árini.
Nú verður hann heimamað-
ur. Hann hevur ikki enn
verið og vant, men vit vóna
og rokna við, at hann fer at
taka fótbóltin í stórum álv-
ara. Um teir báðir vetera-
narnir koma fyri seg aftur,
so verður hetta sera góður
styrkur hjá ungu monnun-
um, sum seinastu tíðina
hava fingið royndir á besta
liðnum,
heldur
Jógvan
Gregersen, formaður í GÍ.
Nr. 213 • leygardagur • 6. november 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Kappingarnevndin
hjá FSF avgjørdi
hóskvøldið, at seinni
dysturin millum SÍF
og MB skal spælast.
Men MB verður
kortini revsað fyri
atburðin
SÍF-MB
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hóskvøldið hevði kapp-
ingarnevndin hjá FSF
fund, har millum annað
málið um dystin millum
SÍF og MB var á skránni.
Hetta hevði kappingar-
nevndin tikið upp av sín-
um eintingum. Sambært
grein 38 í kappingarregl-
unum hevur FSF loyvi til
hetta, um illgruni er um,
at lið hevur borið seg
óregluliga at í kapping.
Sum skilst, so var talan
um ein hampuliga drúgvan
fund, har nógvir møgu-
leikar vórðu havdir á lofti.
Endin á øllum var, at
seinni dysturin millum SÍF
og MB skal spælast, men
nøkur óvanlig stig eru tik-
in fyri at tryggja, at hetta
verður gjørt undir ítróttar-
ligu røttu fortreytunum.
Møguleikarnir,
sum
FSF hevði í so máta, eru
nevndir
í
kappingar-
reglunum, og vóru hesir:
Felagið kundi fáa ávaring,
bót, verða dømt at tapa
dyst, dømt at missa
heimavøll í ein ella fleiri
dystir ella verða koyrt úr
kappingini.
Og eftir at hava viðgjørt
málið, gjørdist niðurstøð-
an hjá FSF soljóðandi:
FSF staðfestir, at 3-0 sig-
urin hjá SÍF stendur við.
Somuleiðis staðfestir FSF,
at seinni dysturin millum
feløgini skal leikast, men
at hesin skal spælast í
Sandavági. Hetta tí MB
verður frádømt rættin til
heimavøll. Eisini fær MB
eina bót áljóðandi 5.000
kr.
Hartil verða feløgini
biðin um, at tey í seinasta
lagi fríggjadagin kl. 17.00
skulu lata FSF dómara-
seðlar til dystin leygar-
dagin. Hetta so umsiting-
in fær tryggjað, at leikar-
arnir, sum ætlanin er at
nýta, er lógligir sambært
leikarayvirlitinum, sum
FSF hevur latið feløg-
unum.
Og at enda verður stað-
fest, at Fótbóltssamband-
ið fer at hava umboðs-
mann við vøllin, tá seinni
dysturin verður leiktur.
Hesin skal tryggja, at
dysturin fer fram undir
røttu ítróttarligu fortreyt-
unum, og hevur umboðs-
maðurin fulla heimild at
ógilda dystin, um fram-
ferðin ikki er í samsvar
við ásetinginar, sum FSF
hevur sett út í kortið.
Vit hava roynt at fáa
eina
viðmerking
frá
Bjarka Mohr, formanni í
kappingarnevndini, men
hesin var tó ógvuliga
fáorðaður.
– Vit vilja bara tryggja
okkum, at hetta verður av-
greitt undir røttu ítróttar-
ligu fortreytunum. Sam-
stundis hava vit avgjørt, at
SÍF ikki skal revsast, tá
hin parturin hevur bortið
ásettu mannagongdirnar.
Tí hava vit valt ikki at
broyta sjálvt úrslitið av
dystinum,
staðfestur
Bjarki Mohr at enda.
Seinni
dysturin skal
spælast
Hóskvøldið var málið um dystin millum SÍF og MB á fund-
arskránni í FSF-húsinum. Niðurstøðan er, at seinni dysturin
skal spælast, men tað verður í Sandavági. Hartil fær MB bót,
eins og greiðar treytir eru ásettar til seinna dystin
GÍ hevur fingið pappír
uppá Súna
Áhugin fyri ársins leikara hevur verið stórur frá fleiri feløgum. Men nú hevur GÍ so fingið pappír upp á Súna Olsen fyri enn eitt
kappingarár
23
22
Nr. 213 - 6. november 2004
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
MINNINGARGUDS-
TÆNASTA
tíðindaskriv
Fyrsti sunnudagur í no-
vember er, sum flestum
kunnugt, Alla Halganna
sunnudagur.
Flestu
kirkjurnar í Føroyum
minnast hendan dagin
tey fólk, sum doyðu á
sjónum í farna árinum.
Felagið Pinkubarna-
deyði tók stig til slíka
gudstæntastu á fyrsta
sinni í 1997. Undirtøk-
an var somikið góð, at
valt varð at gera hetta
sum ein vakran og aft-
urvendandi sið, har øll
kunnu minnast deyða
sítt. Líkamikið nær og
hvørjum
sambandi
barni doyði.
Soleiðis er hetta átt-
anda árið, at felagið
kann bjóða foreldrum
og avvarðandi til minn-
ingarhald, og verður
hetta sunnudagin, 7. no-
vember, í Dómkirkjuni
í Havn.
Tá við missa eitt
barn, missa vit ein part
av okkum sjálvum. Ein
part av okkara framtíð
og ein part av okkara
samleika. Vit náddu at
knýta sterk bond til
børn okkara, annað
hvørt tey vóru fødd ov
tíðliga, til tíðina, ella
um vit hava livað saman
við teimum.
Saman við børnunum
í familjuni minnast vit
tey deyðu børnini við
einum dámi av góðsemi
og fløvan. Einum siði
við ritualum, ið er við
til at binda bond millum
fortíð og framtíð.
Minningarhaldið
verður
sum
vanlig
gudstænasta. Tað verð-
ur møguleiki hjá teim-
um, sum hava hug til
tess, at tendra eitt ljós
fyri tí barnið, ið farið er.
Felagið Pinkubarna-
deyði heldur til Jákups-
stovu í J. Paturssonar-
gøtu 24. Opið er annan
hvønn leygardag í mán-
aðinum, og her hevur tú
møguleika at hitta onn-
ur foreldur, ið hava mist
eitt barn.
85 ára føðingardagur
Týsdagin 9. november fyllir Harry Johansen, Lamba
85 ár. Hann verður burturstaddur.
Gullbrúdleyp
Í dag, 6. november kunnu hjúnini Ingibjørg og Poul
Nolsøe Mikkelsen, Klaksvík halda gullbrúdleyp, tey
eru stødd hjá dóttrini á Argjum, har opið hús er frá kl.
16.00. Adr.: Reynstún 31, Argir.
Í dag, 6. november, hava hjúnini Una og Hjørleif
Hentze Tórshavn, gullbrúdleyp. Dagurin verður
hildin saman við børnunum.
Silvurbrúdleyp
Gurðið og Hugo Johannesen hava verið gift í 25 ár.
Adr.: Forum Kirkevej 8, Brøndum, 6715 Esbjerg N.
Brúdleyp
Leygardagin 30. oktober giftust í prestagarðinum í
Kvívík Joan Skorðheim og Ingi Næs Rasmussen.
Í dag, 6. november, giftast í Esbjerg Kristine Emig,
Esbjerg og Arni Weihe, Hósvík, sonur Johan Weihe,
Funning og Herdis Weihe, Strib, Fyn. Brúdleypsadr.:
Matrosvænget 93, Hjerting, 6710 Esbjerg.
Í dag, 6. november, kl. 16.00 giftast í Vesturkirkjuni
Birta Biskopstø, Klaksvík og Jógvan Elias Winther
Poulsen, Hoyvík.
Prógv
Hervør Skála úr Tórshavn, sum býr í Hellevad hevur
lokið prógv sum kokkur frá Tekniske skolen í
Åbenraa.
2. november fekk Halldis Müller, Hvalba, prógv sum
Professions Bachelor við Gladsaxeseminariet í
Keypmannahavn.
Minningarhald
fyri deyð børn
Dagurin
6. november. Leonhardus, deyður umleið ár 570.
Munkur og trúboðari í Fraklandi. Hann legði ikki í at
vera valdur til biskup. Kundi øll lás og allar leinkjur at
loysa og gjørdist verndarhalgimenni hjá lásasmiðum og
fangum.
Navnið er týskt og merkir leyva og harður.
7. november. Engelbrekt, deyður í 1225. Týskur
munkur, sum longu 30 ára gamal gjørdist erkibiskupur
í Köln. Sum kirkjuploitikari tók hann sær fyri at bøta
um mong viðurskifti, sum vóru farin av lagi. Fekk, sum
vera man, nógvar fíggindar, sum gingu saman í ráð og
myrdu hann.
Navnið er týskt, kemur av fólkaslagnum anglar
saman við orðinum bjartur.
8. november. Claudius, deyður umleið ár 300. Stein-
høggari, sum saman við fýra øðrum steinhøggarum
altíð risti kross í tey arbeiði, hann legði úr hondum. Tá
ið hann og felagar hansara noktaðu fyri at høgga
myndir av skurðgudum, læt keisarin Diocletianus teir
taka av døgum.
Mánadagin 8. november fyllir Tummas Joensen,
Slættalíð 12, Tórshavn 70 ár. Tummas er nólsoyingur,
foreldrini vóru Valborg og Jógvan í Heiðriksstovu í
Nólsoy. Tey góðu barnaárini átti Tummas í heim-
bygdini, og tá skúlin var frá hondini fór hann, sum so
mangur unglingi, til skips. Í 1961 fekk hann skipara-
prógvið á Føroya Sjómansskúla, og fór hann tá at sigla
hjá DFDS sum stýrimaður, til hann í 1967 kom
heimaftur, tá hann fór at sigla sum stýrimaður hjá
Skipafelagnum, síðan fór hann í starv á Majarinum.
Sigldi síðan eitt skifti í danska farmaflotanum og var
eisini nøkur ár á Bacalao.
Tummas er hegnismaður og serligi hugur hansara til
sjógvin hevur ligið frammalaga, hann er veiðimaður
burturav, um tað so er til bjarga, og mangan hevur hann
sitið við fleygasessin í Nólsoy og í Koltri. Javnan er
hann á báti og »Prestur« hevur fastan »sess« við báta-
brúgvarnar í Vágsbotni. »Prestur« og Tummas hava ført
manga veiðina til lands, mangan fongin landar hann til
uppboðssøluna inni á Toftum, hansara partur liggur so
ikki eftir í strembanini at bjarga virkjum okkara rávøru.
Fýra vóru børnini hjá Rannvá og Tummas, og barna-
børnini somuleiðis 4. Hóast svárandi sorgina, tá tey
mistu sonin Gudmund í 2003, hava Rannvá og Tummas
átt megina og dirvið framhaldandi at mynda sær
gerandisdagin. Vit biðja eftir, at soleiðis eydnast
framhaldandi. Tillukku við teimum 70.
j.
Tummas Joensen sjeyti
Í dag, leygardagin 6.
november, verður
hugnaløta á Føroya
Sjómansskúla í
samband við at Óli
Olsen signerar nýggju
bókina "Sigling og
útbúgving II". Hetta
er seinna bókin, ið
hann hevur skrivað
um sigling og
útbúgving í Føroyum
Síðan 1. januar 2000 hevur
Óli Olsen, sjómansskúla-
lærari, arbeitt burturav við
at skriva tvær bøkur um
sigling og útbúgving. Fyrra
bókin "Sigling og útbúgv-
ing I" kom út í 2003, og nú
kemur seinna bókin "Sigl-
ing og útbúgving II" út.
Meðan fyrra bókin fevnir
um tíðina frá landnámi til
1927, tá ið stýrimansskúli
varð settur á stovn í Føroy-
um, byggir seinna bókin á
fyrru bókina og fevnir um
tíðina frá 1927 til aldamót-
ið 2000.
Í Havn vera stýrimans-
skúli og longdarútbúgving
sett á stovn í 1927 og
motorskúli annað árið eftir.
Klaksvíkar Sjómansskúli
fór at læra setuskiparar í
1947. Í 1949 koma útbúgv-
ingarnar á føroyskar hend-
ur, og í 1962 flytur Føroya
Sjómansskúli
niðan
á
høvdina – í núverandi høli
Umframt yvirlit yvir
sjómansskúlanæmingar er
eisini fullfíggjað yvirlit
yvir lærarar og starvsfólk á
sjómansskúlanum.
Óli Olsen er klaksvíking-
ur. Hann er føddur í 1949
og vaks upp í einum um-
hvørvi, har tosið mangan
fall á útróður, fiskiskap og
sigling.
Sum ungur var hann á
floti saman við abbunum
báðum í Árnafirði og í
Klaksvík.
Soleiðis varð støði lagt
undir komandi sjómanslív.
Eftir lokið realprógv í
1966 fór hann til skips, og
tá ið hann hevði tikið skips-
føraraprógv í 1973, fór
hann út at sigla.
Óli tók læraraprógv í
Havn og var lærari á Føroya
Sjómansskúla frá 1987-
2000.
Nú hann er liðugur við at
skriva bøkurnar, er hann
farin út í vinnuna aftur.
Óli Olsen signerar nýggja bók
á Sjómansskúlanum
Óli Olsen við nýggju bókini " Sigling og útbúgving II", sum
hann signerar á Føroya Sjómansskúla í dag 6. november frá kl.
15-17. Bókin er 267 blaðsíður
C
M
Y
K
22