leygardagur 6. november 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 213 - 6. november 2004
Odda-
brak hjá
kvinnum
Toppdystur er á
skránni, tá Mjølnir
vitjar í Trongisvági
sunnudagin
FLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Eftir at menninir hjá
Mjølnir vóru partur av
oddadysti seinasta viku-
skifti, eru tað hesaferð
kvinnurnar, sum eiga
tørn.
Tær skulu til Trongis-
vág, har TB – ið eisini
hevur fult stigatal –
spælir sínar heimadyst-
ir, og so er spurningurin,
hvussu tað fer at tørna
út. Enn er talan bara um
grundspæl, og tí kann
ikki sigast, at hesin
dysturin fer at avgera
nakað gullstríð. Men tað
verður í øllum førum
spennandi at fáa eina
ábending um, hvussu
hesi bæði liðini eru fyri
í mun til hvørt annað.
Tveir aðrir dystir verða
eisini leiktir um viku-
skiftið. Báðir leygardag-
in.
Í Hoyvíkarhøllini tekur
KÍ ímóti ÍF, og á Gilja-
nesi verður fyri fyrstu
ferð grannauppgerð í
bestu deildini, tá Dráttur
fer at taka ímóti SÍ.
Hjá monnunum tykist
mest spennandi dysturin
at standa ímillum Fleyr
og SÍ. Higartil í ár hevur
Fleyr staðið seg væl,
men tapið í Klaksvík av-
dúkaði, at teir enn ikki
eru heilt til reiðar at taka
dystin upp við oddalið-
ið. Hinvegin hava úrslit-
ini higartil í vetur bent
á, at tað verða hesi bæði
liðini, sum skulu stríðast
um silvurið, og í so
máta er talan um góða
styrkisroynd sunnudag-
in.
Leygardagin er so
dystur millum Fram og
ÍF. Tey bæði liðini eru
enn á niðastu sessunum,
og leygardagurin fer so
at gera av, hvør teirra
skal standa einsamallur
eftir á botninum.
Fimleikafagnaður sunnudagin
Um vikuskiftið verð-
ur stóri fimleikafagn-
aðurin í Norður-
landahúsinum. Hetta
er tíggjunda ferðin, at
skipað verður fyri
tiltakinum, har evnið
í ár er bíbliusøga
FIMLEIKAFAGNAÐUR
Jákup Mørk
Fimleikfagnaðurin er eitt
tað størsta tiltakið, sum
Fimleikasambandið skipar
fyri. Tiltakið er á skránni
annað hvørt ár, og er enda-
málið her at vísa fimleik á
ein øðrvísi hátt, enn tað
vanliga verður gjørt.
Skipað verður soleiðis
fyri, at feløgini fáa eitt
evni, sum tey við rørslum,
tónleiki og fimleiki skulu
lýsa, og vanliga plagar ikki
at skora upp á kreativitetin í
hesum.
Evnið í ár er bíbliusøgur,
og lítið er at ivast í, at talan
verður um eina fjølbroytta
skrá, sum feløgini fara at
koma við. Valið millum
mongu søgurnar í bíbliuni
er nevnliga frítt, og ofta er
eisini stórur munur á,
hvussu ítøkiliga feløgini
velja at ímynda evnið.
Fýra feløg hava í ár boð-
að frá luttøku til fimleika-
fagnaðin. Hesi eru Fim-
leikafelagið Flog, Havnar
Fimleikafelag, Fimleika-
felagið Ljósið og Fimleika-
felagið Støkk.
Tríggjar framførslur eru
á skránni. Leygardagin kl.
18 og sunnudagin kl. 15 og
18. Vinnarin verður kosin
eftir seinastu sýningina.
Atgongumerki til tiltakið
verða seld í Norðurlanda-
húsinum og í kunningar-
stovunum
í
Runavík,
Fuglafirði og Tórshavn.
FCK misti enn eitt fet
í kappingini við odda-
liðið, og Herfølge legði
rygg til eyðmýkjandi
stórtap í Odense
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Mikukvøldið var 14. um-
farið
í
superliguni
á
skránni. Í trimum av fimm
uppgerðum
endaði
tað
javnt, meðan tveir dystir
endaðu við heimasigri.
Annar teirra var tann í Od-
ense, har heimaliðið ruddu-
liga setti Herfølge upp á
pláss. Eftir bragdliga byrj-
an hevði tað í fleiri umfør-
um ikki gingið nakað ser-
ligt hjá OB, men hesa ferð
vunnu teir 5-0.
Hin vinnarin var AGF,
sum á heimavølli vann 2-1
á AaB. Stig Tøfting var sera
bragdligur á framrættaða
miðvallaraplássinum
hjá
heimaliðnum,
og
hann
skoraði fyrra málið. Átta
minuttir undan leikloki økti
AGF um leiðsluna, og tað
var ikki fyrrenn í síðstu
løtu, at AaB minkaði um
munin.
Brøndby megnaði 2-2 í
torføra útidystinum í Es-
bjerg. Hetta var fyrsta ferð-
in í fimm landskappingar-
dystum, at Brøndby ikki
fekk fult, men teir á odda-
liðnum roknaðu javnleikin
sum gott úrslit.
FCK var í Herning, og
har taptu teir 2-0. Harvið
økti Brøndby um fjarstøð-
una til FCK, sum teir rokna
at vera størsta kappingar-
neytan. 11.200 áskoðarar
vóru í Herning, og teir
flestu teirra vóru væl
nøgdir. Hjá FCK stóð einki
serligt til við fólki. Peter
Møller og Bo Svensson
vóru leikbannaðir, Peter
Christiansen og Álvaro
Santos vóru ikki við orsaka
av skaða, og í 1. hálvleiki
noyddust bæði málverjin,
Magnus
Kilhstedt,
og
Zuma so mikið skaddir, at
teir noyddust at taka seg
aftur.
FCN var á heimavøllin-
um í Farum frammanfyri 2-
0 móti botnliðnum Rand-
ers, tá ið tað restaðu sekst-
an minuttir. Úrslitið gjørd-
ist 2-2, og tað líkaði sum
vera man ikki FCN venj-
aranum, Christian Ander-
sen. Hann helt, at liðið hjá
honum seinna partin av
seinna umfarinum hevði
víst, at teir so at siga høvdu
gloymt, hvussu tað er at
hava kós móti sigri.
Fimtanda umfarið er á
skránni í vikuskiftinum.
Oddaliðini Brøndby og Vi-
borg hittast í Brøndby í
dag, og Esbjerg fær í dag
vitjan av AaB. Í morgin er
skráin henda: Randers-
Silkeborg, OB-FCN, FCM-
Herfølge og FCK-AGF.
Kreativiteturin fær veruliga loyvi at vera í hásætinum, tá fimleikafagnaðurin er á skránni. Her er tað lívið í havinum, sum verður avmyndað á fagnaðinum fyri
tveimum árum síðani
OB og FCM vóru einastu vinnararnir
Dystir um vikuskiftið
Hondbóltur
1. deild kvinnur
05.11 19.00
Søljan-Kyndil
Hartvig Hansen
& Pole Hansen
Flogbóltur
Meistaradeild kvinnur
06.11 14.00
Dráttur-SÍ
Mjølnir
06.11 14.00
KÍF-ÍF
TB
07.11 15.00
TB-Mjølnir
SÍ
Meistaradeild menn
06.11 Fram-ÍF 16.00
Mjølnir
07.11 Fleyr-SÍ 16.00
Mjølnir
C
M
Y
K
24
Nr. 213 - 6. november 2004
25
25