Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-06, síða 70
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mars 2018síða 70

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 FÓTBÓLTUR 2018 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM TRÓNDUR ARGE Betri deildin. Tú kanst akkurát tað sama venja teg við tað, tí tað verður heitið á bestu deildunum í føroyskum fótbólti kom­andi fimm árini. Avtalan er søgulig, tí hon fevnir eis­ini um kvinnudeildina og ung­dóms­deild­ir­ nar. -Vit eru eitt nýtt samtak og síggja hetta sum eitt gylt høvi at gera vart við okkum. Tí ynsktu vit at gera ein avtalu, sum samsvarar við virðini hjá okkum. Ein avtala, ið speglar tað sum vit hugsa og gera í Føroyum sigur Dánjal Hoydal, ið er marknaðarleiðari hjá Betri. Talan er eisini um eina stóra avtalu, sum kemur at geva fimm milliónir krónur til før­ oyskan fótbólt komandi fimm árini. -Vit hava stuðlað føroyskum fótbólti leingi. Hetta er ein máti hjá okkum, at savna innsatsin á einum stað. Við hesum fáa vit tryggjað, at avtalan kemur øllum landinum til góðar, sigur Dánjal Hoydal og leggur afturat: -Fótbóltur er ein stórur partur av føroyska samfelagnum og røkkur um alt landið, yngri sum eldri og gentur sum dreingir. Vit hava Føroyar sum marknað og tí samsvarar hetta væl við okkara virðir og fokusøki, sigur Dánjal Hoydal. Fótbóltssambandið hevur gjørt ein býtis­ lykil, sum formenninir og forkvinnurnar í feløg­unum tóku undir við. Tað merkir mill­um annað, at fara 375 túsund krónur út til kvinnufótbólt, og 625 túsund krónur til menn­inar. Her kann nevnast, at fýra tey ovastu liðini ikki fáa lut í pengunum, tí tey fáa pengar fyri at luttaka í Evropa. JAVNSTØÐA Í FÓTBÓLTINUM Tann søguligi parturin av hesi avtaluni fevn­ir millum annað um kvinnufótbólt. Betri leggur við hesi avtaluni eisini navn til bestu kvinnudeildina, umframt at verða høvðusstuðul hjá kvinnulandsliðnum. -Vit síggja nógvar vakstrarmøguleikar í kvinnufótbóltinum. Við at stuðla kvinnudeildini og landsliðnum, so er tað okkara vón, at kvinnufótbólturin fær ein grundstein at byggja á, sigur marknaðarleiðarin hjá Betri. Hetta er fyrstu ferð, at kvinnuliðini fá peng­ar í eini slíkari avtalu. Eitt nú fáa liðini 50 túsund krónur um árið fyri at luttaka í bestu deildini, sum nú eitur Betri deildin hjá kvinnum. -Vit hava spælt okkum við tankan, um at geva henni eitt annað heiti, men hví ikki bara siga “Betri deildin kvinnur” og “Betri deildin menn”. Tað vænti eg vit venja okkum skjótt við, og tað er eisini eitt súmbolskt virði í at javnstøða er við at fremsta deildin hjá bæði monnum og kvinnum eitur tað sama, sigur Dánjal Hoydal. Síðani avtalan kom upp í lag, er Smyril Line eisini blivin høvðusstuðul hjá kvinnu­lands­liðn­ um, soleiðis at tær eisini fáa dagpengar, tá tær eru við landsliðnum. -Vit blivu spurd, hvat vit hildu um, at tað kom ein stuðul afturat. Tað hava vit einki ímóti, men gleðast hinvegin um, at kvinnu­ lands­liðið fær somu kor sum manslandsliðið, sig­ur Dánjal Hoydal. TÝDNINGARMIKIÐ VIÐ LANGTÍÐARAVTALU Tað er ikki vanligt í føroyskum ítrótti, at ein slík avtala er so umfatandi. Hendan avtalan er galdandi í heili fimm ár, og hevur eitt virðið á heilar fimm milliónir krónur. Tað er til fyri­ muns fyri Fótbóltssambandið, Betri og ikki minst feløgini. -Tað ger at feløgini vita, at tey fáa hasar upphæddirnar tey komandi fimm árini. Tað kann geva serliga teimum smærru feløg­ini og kvinnuliðnum, ein møguleika fyri lang­tíð­ arhugsan. Tað hevur stóran týdning fyri okk­ um, at hendan avtalan gagnar ung­dóms­ar­ beiðinum og kvinnufótbóltinum, sigur Dánjal Hoydal og leggur afturat: -Tað gevur eisini okkum møguleika at finna útav, hvussu vit kunnu fáa mest burturúr hesum samstarvinum. Vit ætla at verða ein akt­ivur viðspælari og varpa ljós á fótbóltin. Tí er tað ein fyrimunur fyri allar partar, at talan BETRI: EIN BETRI AVTALA FYRI BREIDDINA Føroyskur fótbóltur skal nú venja seg við eitt nýtt navn. “Betri deildin” er nú heitið á bæði bestu mans- og kvinnudeildini. Betri hevur gjørt eina søguliga avtalu við Fótbóltssambandið, sum kemur breiddini til góðar