týsdagur 6. mars 2018síða 71
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
47
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
FÓTBÓLTUR 2018
er um eina langtíðaravtalu.
Her verður nevnt, at Betri ætlar at gera
nógvur burturúr samstarvinum. Millum
annað í samband við landsdystir hjá serligum
kvinnunum. Her er ætlanin at gera tiltøk og
annað, sum skulu ríka um upplivingina at
koma til landsdyst.
Í SAMSTARVI VIÐ FSF
Tað hevur verið ein rímiliga long tilgongd, fyri
at fáa hesa avtaluna upp á pláss, men úr Betri
verður sagt, at tað skjótt bleiv greitt, at báðir
partur høvdu áhuga í hesi avtaluni.
- Hetta hevur verið eitt samstarv meiri enn
nakað annað. Í FSF dámdu tey væl, at vit vóru
ein aktivur viðspælari. Vit dugdu at síggja, at
vit vildu tey somu tingini. Vit ætla ikki bara
at lata pengarnar inn, og so ikki gera meir.
Tað kann verða á sosialinum miðlunum og
aðrastaðni. Eg kann siga so mikið sum, at vit
hava okkurt stuttligt í stoypiskeiðini, sum vit
ikki hava sæð fyrr, sigur Dánjal Hoydal.
Í Betri er vónin, at hendan avtalan kann
gera umstøðurnar til fótbólt fyri breiddina
betri. Vónin er, at tað verður vøkstur í bæði
kvinnufótbólti og heilsufótbólti.
– Fótbólturin í Føroyum er ein sólskins
søga. Ikki bara í elituni, men eisini í breiddini,
har fólk í øllum aldri tvørtur um kyn kunnu
eru við. Fótbólturin røkkur út í øll liðini í før
oyska samfelagnum. Tí vilja vit gjarna vera
við, sigur Dánjal Hoydal at enda.
BETRI AVTALAN
Í sambandi við nýggju avtaluna, hava Fótbóltssambandið og feløgini gjørt ein
býtislykil fyri pengarnar. Feløgini, sum hava kvinnulið í bestu deildini fáa 50
túsund krónur um árið, meðan feløgini, sum hava kvinnulið, men ikki í bestu
deildini, fáa 25 túsund krónur um árið.
Hjá monnunum er býtislykilin eitt sindur øðrvísi. Her hava Fótbóltssambandið
og feløgini valt at taka atlit til teir nógv umtalaðu Evropa-pengarnar, ið feløgini,
sum koma í Evropa, fáa. Upphæddirnar eru blivnar størri enn útreiðslurnar av at
spæla dystirnir. Tí er býtislykilin gjørdur, so at tey fýra feløgini, ið koma í Evropa,
ikki fáa lut í Betri-avtaluni.
Hini seks feløgini í bestu deildini fáa 80 túsund krónur í part, meðan tey fimm
feløgini, ið ikki hava besta liðið í Betri deildini, fáa 25 túsund krónur í part.