Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mars 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. MARS 2018 SOSIALURIN 29 6 BARBARA HOLM BARBARA@SOSIALURIN.FO T að er kavi hendan týs­ dagin Hans Jákup Mikk­ el­sen kemur upp á triðju hædd í Miðlahúsinum við útsýni yvir Vágsbotn. ”Eg havi runnið í morgun, og tá plagi eg at vera ordiliga væl fyri í nakrar tímar”, sigur eksentriski stjórin í ali­fyritøkuni Marine Harvest sum tað fyrsta, nú hann trínur inn í ljósu loftsstovuna. At síggja til er hann sami hug­ tak­andi og visioneri maðurin við tí lætta lyndinum, sum hann var fyri einum hálvum ári síðani. Men somu løtu vit nærkast evninum, vit skulu tosa um – nevniliga heila­ bløð­ingina – kemur ein tungur myrk­ur yvir andlitið, sum ikki er til at taka feil av – ótti. - Eg tori ikki at liva longur. Eg tori ikki at fara út og fáa mær eitt glas av víni. Eg ansi eftir mær við harðari hond nú, tí eg eri bangin fyri at tað skal henda aftur, sigur hann. Og varsemi er kjarnan í lív­ in­um í dag, fimm mánaðir seinni, og tað bæði upp á gott og ont. Tað venda vit aftur til. Fyrst mugu vit kaga aftur til týsdagin 3. oktober 2017. Tá deyðin bankar á dyrnar Hesin dagurin byrjar sum ein púra vanligur týsdagur. Hans Jákup skal á fjall hendan dagin í Kvívík, men tá veðrið ikki er til tað, fer hann at fáa sær døgurða í miðbýnum í Havn saman við tveimum vinnu­ lívs­monnum, sum júst hava verið í vinnunevndini og tosað um fiski­ vinnu­nýskipanina. Sum vera man hava teir nógv at tosa um. Í øllum fiski­vinnuprátinum gáar Hans Jákup ikki um, at tá klokkan slær 14.00 fer hesin sami dagurin at kollvelta alla tilveruna. Hann biður vinnulívsmonnunum farvæl, fer eitt ørindi og koyrir út á bústaðin í vest­urbýnum í Havn. - Eg var júst komin heim, tá ið tað brast í nakkanum. Eg legði meg á songina, men tað hjálpti ikki. Eg fór út á terassuna at ganga, men tað hjálpti heldur ikki. Eg setti meg niður, og til síðst legði eg meg á stovugólvið og ringdi 112. Eg segði, at tey máttu koma eftir mær, tí okkurt var hent í nakkanum, greið­ ir Hans Jákup Mikkelsen frá. Meðan hann liggur har sortnar fyri eygunum, og hann fjarar spaki­ liga burtur. Telefonin ringir tvær ferðir. Tað eru portørarnir í sjúkra­ bilinum, sum hava ymiskar spurn­ ing­ar. Aðru ferð eru teir í túninum og vilja vita, hvar helst Hans Jákup liggur. - Eg sá einki, men eg føldi tey manerera og lyfta meg upp. Tá kom dóttir mín inn. Tað eri eg keddur av, at hon skuldi síggja pápa sín liggja so, sigur hann. Tað seinasta Hans Jákup Mikkel­ sen minnist frá hesum degnum er, at ein sjúkrarøktarfrøðingur tekur PERSÓNSØGA EG ÓTTIST LÍ Hann hevur nú verið meira og minni burtur í tríggjar dagar, men hendan dagin veit hann, hvar hann er og hvat er hent. Kona og systur hansara eru við hansara lið og hóast hann hevur verið burturi, so hevur hann fingið við, at hann er á Ríkissjúkrahúsinum Hans Jákup Mikkelsen - Eg hyggi rundan um meg á Ríkissjúkrahúsinum og síggi tey fólkini, sum liggja har og einki kunnu gera. Tey fara ongantíð at blíva til nakað aftur í lívinum. Tey eru burtur og tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn tey verða sett í okkurt skot í samfelagnum og gloymd burtur. Tað ræðandi er, at tey feila akkurát tað sama sum eg. Orðini eigur 50 ára gamli Hans Jákup Mikkelsen, sum í sjúku og ótta hevur funnið dirvið til at tala at ójavnanum í samfelagnum.