Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mars 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. MARS 2018 SOSIALURIN 26 7 í armin og sigur ”nú skalt tú vestur í Vágar og niður á Ríkissjúkrahúsið”. - Kona min hevur sagt mær, at tað var ein spurningur um tíð. Tey spurdu fleiri ferðir, nær tað hendi, tí um eg fekk hjálp áðrenn 12 tímar vóru farnir, so var møguleikin har, greiðir hann frá. Harður kampur um at vera til Fríggjadagin 5. oktober raknar Hans Jákup við aftur. Hann hevur nú verið meira og minni burtur í tríggj­ar dagar, men hendan dagin veit hann, hvar hann er og hvat er hent. Kona og systur hansara eru við hansara lið og hóast hann hevur verið burturi, so hevur hann fingið við, at hann er á Ríkis­sjúkra­ hús­inum. Á høvdinum er hol frá tí skurði, sum læknarnir gjørdu fyri at lætta um trýstið, og úr tí er ein slanga, sum er føst í einum posa. Hans Jákup vaknar til tann veru­leik­ an, at hann ikki fer at fáa var­andi mein. Men samstundis er nýggi veruleikin ein fjølbroyttur cock­ tail­ur av pínu, morfini og heilivági. - Tað var ein evigur kampur, hvønn dag, um at tíma at vera til. Eg mátti kempa meg upp fyri at eta og fáa matin niður um. Eg hevði eina øgiliga pínu og var so ræðuliga móður. Eg orkaði ikki at vera til, greiður Hans Jákup Mikkelsen frá. Pínan er óforkláriliga tung at bera, men samstundis er morfini sum ein steinknúsari, sum ferðast runt allan kroppin og høggur alla pínu burtur í einki. At fáa lekjandi sproytuna beint inn í æðrarnar er tað besta. Pínan hvørvur og tú verð­ur glaður. Vit venda aftur til óttan. Og ali­ stjórin er púra sjónliga rørdur av at venda aftur til hasa tíðina. - Tað er nakað við, at eg var næstan í grøvini. Hví skal eg tíma at liva, tá eg allíkavæl skal aftur har fyrr ella seinni. Eg veit, at summi halda eg skuldi følt tað, sum ein eyka kjans til lívið, og eri eg glaður fyri, at eg sleppi at uppala míni børn. Tað var mítt størsta ynski, með­an eg lá á Ríkissjúkrahúsinum. Men eri eg heppin, bara tí eg ikki eri ein grøntsak? Ert tú heppin, Framhald á síðu 8 ÍKASÆLUNA Men eri eg heppin, bara tí eg ikki eri ein grøntsak? Ert tú heppin, spyr Hans Jákup og undrast á, at meðan onnur bara liva sítt lív uttan at hugsa um deyðan, so skal hann kenna seg hepnan at sleppa at gera tað sama Tað jaliga, sum er hent mær, er kanska nakað man ikki skal siga fyri fólki, men eg havi tað onkunstaðni betri nú enn eg hevði tað áðrenn. Eg kenni ein frið yvir mær og eg skal einki. Eg eri bara til. Tað er ein góð kensla, sigur Hans Jákup Mikkelsen