Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mars 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. MARS 2018 SOSIALURIN 29 8 spyr Hans Jákup og undrast á, at með­an onnur bara liva sítt lív uttan at hugsa um deyðan, so skal hann kenna seg hepnan at sleppa at gera tað sama. Og nú eru vit aftur hjá ótt­ an­um. Tað, sum er torførast hjá gøtumanninum at sleppa av við. Hvat er tað tú ert bangin fyri, spyrji eg í royndini at sleppa afturum myrka skuggan á hesum annars lívs­glaða manni. – Har var ein 25 ára gomul genta á Ríkissjúkrahúsinum. Hon hevði fingið heilabløðing í samband við barnsburð. Og hvønn dag var mamma hennara á sjúkrahúsinum og vitjaði. Mamman royndi at vera positiv og saman við fysioterapeuti royndi hon at fáa styrki í armar og bein hjá 25 ára gomlu dóttrini aftur. Hvønn dag sá eg mammuna fara út í tilhaldsstovuna og tútgráta um lagnuna hjá dóttir sínu. Og hvønn dag risti hon tað av sær og fór inn aftur til dóttrina at berjast víðari. Henda 25 ára gamla fer ongantíð at fáa styrki aftur í vøddarnar. Tað er farið. Og um seks vikur, kanska tveir mánaðir verður hon út­skrivað av Ríkissjúkrahúsinum. Hon verður sett á okkurt heim, og hennara lítli nýføðingur má vaksa upp meira ella minni uttan hana. Hendan unga gentan feilti akkurát tað sama sum eg, sigur Hans Jákup Mikkelsen, sjónliga rørdur av lagnuni hjá hesari gentu. – Tað er tað eg eri bangin fyri. At tað skal henda aftur, men aðruferð verið eg ikki so heppin, at eg kann fungera aftaná. At verða pakkaður burtur og uttan nakað sjálvbjargni er tað eg óttist, sigur Hans Jákup Mikkelsen. Ein av teimum minstu Man plagar tó at siga, at einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okk­urt. Og tað má sigast at vera til­feldi við lagnuni hjá 50 ára gamla gøtumanninum. Tí meðan hann stríðist við kenslu av ótta og møð­semi, so er ein gáva komin við heila­bløðingini. Og nú eru vit aftur í sam­band við tað visionera lyndi hjá ali­stjóranum. Hann sær nú klárari enn nakrantíð og hevur funnið dirvið at siga sína hugsan um samfelagið alment. – Eg havi nú upplivað at vera ein av okkara minstu. Ein av teimum, sum einki kann gera sjálvur, sum er hjálparleysur og má líta á onnur at fáa hjálp. Eg varð send­ ur til Danmarkar í egnum flog­ fari, eg varð skurðviðgjørdur á miðj­ari nátt og eg varð innlagdur í tríggj­ar vikur. Tað kostar nógvar skatta­krónur, greiður Hans Jákup Mikkel­sen frá og heldur brennandi fram. – Vit síggja mammur ganga við multihandikappaðum børnum. Vit føla við teimum eina løtu, men gloyma tey lætt, tá tey eru farin fram­við, tí vit hava torført við at fyri­halda okkum til tað. Og tú skilur tað ikki, uttan at tú hevur roynt tað. Tú veitst ikki, hvussu tað er, at vera púra og fullkomiliga hjálp­ar­leysur, sigur Hans Jákup Mikk­el­sen. Tí hevur hann sett sær fyri, at nú er tíðin komin til at luttaka í sam­felagskjakinum. – Tað er so umráðandi, at vit liva í einum samfelag, har øll rinda skatt. At vit hava pengar til eina væl­ferðarskipan, so vit øll kunnu sleppa undir læknahond um neyð­ ugt. Tí mugu øll vera við til at lyfta og gjalda, sigur Hans Jákup Mikk­ el­sen, og staðfestir, at eing­in má sleppa at melda seg úr felags­skap­ inum. At rinda skatt til væl­ferð­ar­sam­ felagið, kjakið um menn­ing­ar­kvot­ ur og støðan hjá flakavirkjum kring landið eru evnir, sum Hans Jákup Mikk­elsen hevur sagt sína hugsan um í skrivligum formi síðani hann gjørdist sjúkur - tann seinasta í røðini í Vikuskiftis Sosialinum í dag. Mær dámar at skriva um sam­ fel­agslig viðurskiftir. Eg havi eina trá­an eftir at gera samfelagið meira rættvíst, sigur Hans Jákup Mikk­elsen. Sigur tú samfelagið er órættvíst í dag? – Ja, botn órættvíst. Hygg rundan um teg. Summi mugu uppliva at vera millum okkara minstu hvønn dag, meðan onnur ikki vita, hvat tað er, sigur Hans Jákup Mikkelsen. Ein fær hug at spyrja, um ali­ stjórin nú ætlar sær upp í politikk. Hvar ert tú um 5 ár? – Tað veit eg slett ikki. Eg taki ein dag ísenn. Men eg veit, at beint nú er tað lekjandi at skriva og lesa, og tí geri eg tað, so leingi tað gev­ur meining, sigur Hans Jákup Mikkel­ sen. Og meðan vit tøma kaffi­kopp­ arnar og hyggja yvir á skriv­stov­ una hjá Marine Harvest á Bryggju­ bakka ásannar Hans Jákup, at fyri hann hevur arbeiðsplássið verið ein hollur stuðul í hesari oyðu­ marka­gongd. Og prátið fellur aftur á tey minstu. – Eg hevði ikki verið komin til arbeiðis aftur longu, um eg ikki var stjóri í einari stuðlandi fyritøku. Um eg arbeiddi á flakavirkið og skuldi møta klokkan 8 hvønn morg­ un. Tað hevði eg ikki klárað, sigur hann við takksemi og eldhuga fyri at geva øllum sama møguleika. – Starvsfólkini rundan um meg hava verið sera góð við meg og hava stuðlað mær. Ikki eitt øvugt orð frá nøkrun um nakað, sjálvt um eg havi verið burtur frá arbeiðið tríggjar og ein hálvan mánaða. Tey hava øll arbeitt eyka bara fyri at hjálpa mær, sigur Hans Jákup Mikk­elsen og áðrenn hann takkar fyri seg hendan dagin og setir aft­ur kós móti Marine Harvest á Bryggju­bakka minnir hann tó á, at einki er veruliga so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. – Tað jaliga, sum er hent mær, er kanska nakað man ikki skal siga fyri fólki, men eg havi tað onk­un­ staðni betri nú enn eg hevði tað áðr­enn. Eg kenni ein frið yvir mær og eg skal einki. Eg eri bara til. Tað er ein góð kensla, sigur Hans Jákup Mikk­elsen PERSÓNSØGA Eg havi nú upplivað at vera ein av okkara minstu. Ein av teimum, sum einki kann gera sjálvur, sum er hjálparleysur og má líta á onnur at fáa hjálp Starvsfólkini rundan um meg hava verið sera góð við meg og hava stuðlað mær. Ikki eitt øvugt orð frá nøkrun um nakað, sjálvt um eg havi verið burtur frá arbeiðið tríggjar og ein hálvan mánaða Tað er tað eg eri bangin fyri at tað skal henda aftur, men aðruferð verið eg ikki so heppin, at eg kann fungera aftaná. At verða pakkaður burtur og uttan nakað sjálvbjargni er tað eg óttist, sigur Hans Jákup Mikkelsen.