hósdagur 8. mars 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. MARS 2018
SOSIALURIN 26
9
JÓGVAN ZACHARIASSEN BLOGGAR
H
ugsa tær at bankaráðgevi tín sigur, at ein sera
gávumildur kundi ynskir at geva tær eina gávu.
Men treytirnar eru hesar: Hvønn morgun fer
hann at seta 86.400 oyru inn á tína konto. Tað eru
864 krónur hvønn dag. Men tú kanst ikki goyma peningin
frá degnum í dag til dagin í morgin. Tað, sum
tú ikki brúkar í dag, fellur burtur og kann ikki nýtast
aftur. Rokna vit 864x7, eru tað kr 6048 um vikuna, x52 = kr.
314.496 um árið. Minst til, at peningurin, tú ikki brúkar í dag,
ikki kann goymast til í morgin.
Hvønn morgun fært tú 86.400 sekund inn á konto tína
– tíðarkonto. Tað eru 1440 minuttir um dagin, 7 dagar um
vikuna og 52 vikur um árið – alt lív títt. Men treytirnar eru
tær somu. Tú fært hesi sekundini hvønn dag og tú sleppur
ikki at taka tey inn í næsta dagin.
Tíðin rennur sum streymur í á, sigur skald okkara
Fríðrikur Petersen. Hann sigur: Tíðin er dýrabær, liv tí lívið!
Hagtøl eru ymisk, men onkur hevur roknað út, hvussu
eitt menniskja, ið livir 70 ár, nýtir lívstíð sína:
Sova 23 ár 32.9%
Arbeiða 16 ár 22.8%
Sjónvarp 8 ár 11.4%
Eta 6 ár 8.6%
Ferðast 6 ár 8.6%
Slappa av 4.5 ár 6.5%
Sjúk 4 ár 5.7%
Klæða okkum 2 ár 2.8%
Møti/kirkju 0.5 ár 0.7%
Samlað 70 ár 100%
Boðskapurin í hagtølunum er greiður: Ikki søpla lívið
burtur. Liv lívið til fulnar. Finn gleðina í at vera saman
við menniskjum, at njóta góðan mat, drekka, felagsskap
og vinabond, og njót ríkidømið í fimm sansum tínum – at
smakka, lukta, síggja, hoyra og føla. Loyv tær at kenna gleðina
við at ferðast og síggja nýggj støð og møta menniskjum
av øllum húðlitum og tungumálum. Liv uppofrandi og í
kærleika, soleiðis at tú tænir øðrum, og gev teg sjálvan til
at spjaða gleði og vón.
Ansa eftir ikki at hugsa so nógv um í morgin, at tú gloymir
at liva dagin í dag. Ein eldri persónur skrivaði soleiðis um
lív sítt:
Fyrst hevði eg givið alt fyri at vera liðugur í skúlanum og
byrja á hægri lærustovni.
So hevði eg givið alt fyri at vera liðugur á hæðri lærustovni
og byrja arbeiðslívið.
So hevði eg givið alt fyri at fáa maka og børn.
So hevði eg givið alt fyri at børnini skjótt fóru í skúla.
So hevði eg givið alt fyri at fara út á arbeiðsmarknaðin
aftur.
Og so hevði eg givið alt fyri at farið á eftirløn)
Og nú…tá alt er farið framvið havi eg knappliga uppdagað,
at eg gloymdi at liva.
Aftur í dag fekst tú 86.400 sekund inn á tína tíðarkonto.
Sorgarleikurin við lívinum er ikki, at tað endar so skjótt, men
at vit bíða so leingi at byrja tað. Tíðin er dýrabær, liv tí lívið.
Tikk takk, tikk
takk…
BLOGGUR
Tíðin
DREYMASTARVIÐ
FINNUR TÚ Á