Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mars 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. MARS 2018 SOSIALURIN 29 10 Faroese Music Awards TEMA: FMA - Tað byrjaði við, at Miðlahúsið og Kringvarpið hvør í sínum lag spurdu Norðurlandahúsið, um tey vildu vera við til eina tónleikavirðisløn. Heldur enn at noyðast at velja antin at samstarva við Kringvarpið ella Miðlahúsið, so helt eg tað var nógv meira áhugavert at royna at fáa allar partar at samstarva. So vit møttust øll somul at tosa tingini ígjøgnum og úrslitið var, at øll vóru samd um, at saman eru vit sterkari, sigur Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum. HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO 15. mars 2014 varð á fyrsta sinni skipað fyri Føroysku Tón­lista­ virðis­lønirnar – Faroe Music Aw­ards, vanliga stytt FMA. Hetta kvøldið blivu tjúgu FMA- virðislønir handaðar, tá Norð­ur­ landa­húsið, Kringvarp Føroya og Miðla­húsið á fyrsta sinni stóðu sam­an um tiltakið. Fólk tóku væl móti tiltakinum, og tá FMA-virðislønirnar verða handaðar komandi leygarkvøld, verður tað fimta árið á rað, at skipað verður fyri kvøldinum, tá før­oyskur tónleikur verður heiðr­ að­ur. Tvær umbønir Hóast samstarvið millum Norð­ ur­landahúsið, Kringvarp Føroya og Miðlahúsið hevur riggað væl hesi fimm árini, ið skipað hev­ur verið fyri FMA, so var tað ikki upp­runaliga ætlanin, at Norð­ur­ landahúsið og báðir miðlarnir skuldu samstarva um eitt tón­ leika­tiltak. Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norð­ urlandahúsinm, greiðir frá, at Miðlahúsið hevði í fleiri ár skipa fyri einum líknandi tiltaki við navninum Planet Awards, men tá Norðurlandahúsið í 2013 fekk ein fyrispurning frá bæði Kring­ varp­inum og Miðla­hús­in­um, ið ynsktu at skipa fyri hvør sínari tón­leikavirðisløn í Norð­ur­landa­ hús­inum, mettu starvsfólkini í Norð­urlandahúsinum, at tað var betri um øll arbeiddu saman. - Tað byrjaði við, at Miðlahúsið og Kringvarpið hvør í sínum lag spurdu Norðurlandahúsið, um tey vildu vera við til eina tón­ leikavirðisløn. Heldur enn at noyðast at velja antin at sam­ starva við Kringvarpið ella Miðla­ húsið, so helt eg tað var nógv meira áhugavert at royna at fáa all­ar partar at samstarva. So vit møtt­ust øll somul at tosa tingini ígjøgn­um og úrslitið var, at øll vóru samd um, at saman eru vit sterk­ari, sigur Sif Gunnarsdóttir, um hvussu FMA sá dagsins ljós. Umframt Norðurlandahúsið, Miðlahúsið og Kringvarpið, so eru føroyska tónleikavinnan eis­ ini ein týðandi partur av part­ur av ar­beiðinum, vísir Sif Gunnars­ dótt­ir á. - Føroysku tónleikafeløgini eru eisini við í fyrireikingunum og eiga tvey umboð í arbeiðsbólkinum, sum í ár eru Knút Háberg Eyst­ur­ stein og Sunleif Rasmussen. Utt­an tey, so hevði tað ikki borið til at havt eitt FMA, sigur Sif Gunn­ars­ dótt­ir. Tað størsta felagið er para­ ply­organisatiónin Føroya Tón­ leika­felag. Tónleikavinnan er eis­ini Mentanarhúsini. T.d. Hevur Ment­an­arhúsið í Fuglafirði við Ólavi Larsen verið við fyrstu ár­ ini og nú er Jógvan A. Joensen fyri Spaniastovu. Sunleif og Knút umboða tónleikavinnuna Vit halda at tað umráðandi at hava tón­leikavinnuna við sum fyri­skip­ ar­ar av FMA. Stjórin í Norðurlandahúsinum vísir eisini á, at tað Norður­landa­ húsið, Kringvarpið og Miðlahúsið eru við í samstarvinum um eina tónlistavirðisløn er heilt ser­ligt, tá samanlíknað verður við tón­lista­ virð­islønir í øðrum lond­um. - Tað er onga aðrastaðni, at tað eru tvey miðlahús og ein ment­ an­arstovnur, ið skipa fyri slíkum FMA Á FIMTA