hósdagur 8. mars 2018síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. MARS 2018
SOSIALURIN 26
11
hátíðarhaldum. Tað plagar at vera
feløgini hjá tónleikarum, ið skipa
fyri slíkum. Og soleiðis verður tað
kanska einaferð í framtíðini, men
eg haldi tað vera super, at vit í
Norðurlandahúsinum fingu høvi
at vera við hesi fyrstu árini og fáa
Faroe Music Awards upp at koyra,
sigur Sif Gunnarsdóttir.
Betur fyri hvørt ár
Sif Gunnarsdóttir hevur verið
stjóri í Norðurlandahúsinum øll
tey árini, ið skipað hevur verið fyri
Faroe Music Awards, og hevur bara
positivt at bera tiltakinum, ið hon
heldur verður betri fyri hvørt ár.
- Tiltakið verður betri og betri
fyri hvørt ár sum gongur. Soleiðis
skal tað eisini vera. Eg helt tað
gekk ordiliga væl fyrsta árið, og
minnist, at tað var spennandi og
stuttligt at vera við. Men um eg
samanberi fyrsta árið við tiltakið í
fjør, so er nógv broytt til tað betra,
sigur Sif Gunnarsdóttir.
Tað er serliga, tá hugt verður
eftir heildarmyndini, at stjórin í
Norðurlandahúsinum heldur, at
tiltakið hevur ment seg og vorðið
meira professionelt.
- Samskipanin av tiltakinum er
vorðin betri, kvøldið sjálvt koyrir
betri og sum heild er alt vorðið
meira professionelt og gott nú.
Og so haldi eg, at tiltakið øll árini
hevur megnað at víst fjølbroytni
í føroyska tónleikalívinum, sigur
Sif Gunnarsdóttir.
Lurta eftir kritikki
Meðan Sif Gunnarsdóttir heldur,
at tiltakið er vorðið betri við ár
unum, so er hon eisini gott varug
við, at tað er ymiskt, ið kann gerast
betri, og eru tey altíð klár at lurta
eftir hvat fólk halda um tiltakið.
- Sjálvandi er tað altíð onkrar
røddir, sum siga vit kunna gera
okkurt betri. Tað er fínt at tær
eru til og vit skulu sjálvandi lurta.
Sjálvt um okkurt er gott, so kann
tað gerast betri. Eg haldi eisini,
at vit hvørt ár duga at lurta eftir
teimum kritisku røddunum og
gera broytingar.
Eitt sum Sif Gunnarsdóttir tó
metir er ein forðan fyri at gera
tiltakið uppaftur betri er ótrygga
fíggjarstøðan hjá Faroe Music
Awards.
- Mentamálaráðið og kommun
urnar stuðla tiltakinum og har
umframt seta Norðurlandahúsið,
Kringvarp Føroya og Miðlahúsið
pengar í tiltakið. Men hetta er ikki
eitt slíkt tiltak, ið man veit hevur
fleiri hundraðtúsund krónur at
brúka. Her verður meira roynt at
fáa ov mikið av peningi inn hvørt
ár, og sjálvt í januar veit man
ikki, hvat man hevur av pengum
til tiltakið í mars. Tað ger tað eitt
sindur verri at skapa góðar karm
ar til tiltakið, sigur Sif Gunnars
dóttir.
Kann fáa fólk til Føroyar
Aðrastaðnis í blaðnum sigur
Rólant Waag Dam, samskipari av
FMA, at FMA seinastu árini hevur
lagt seg eftir at bjóða útlendskum
journalistum og fólkum innan
vinnuna til Føroyar, so at tey
kunna uppliva tað, ið føroyskur
tónleikur hevur at bjóða. Og júst
hetta, at bjóða útlendingum til
Føroyar í samband við FMA, er
nakað, ið Sif Gunnarsdóttir metir
kann gerast meira av.
- Síðsta ár høvdu vit fleiri
gestir, ið umboðaðu bæði tón
leikavinnuna og journalistar.
Tey vóru øll sera bergtikin av tí,
ið tey upplivdu á pallinum. Men
flestu teirra komu fleiri dag
ar áðrenn FMA tiltakið í Norð
urlandahúsinm, og upplivdu
tey ymiskar konsertir í Vágum,
Klaksvík og aðrastaðni. Tey fingu
eitt innlit í føroyska tónleika-
og mentanarlívið, ið var nógv
meira enn bara eitt kvøld í Norð
urlandahúsinum, sigur Sif Gunn
arsdóttir og heldur fram.
- Og tað er júst hetta, ið eg
haldi FMA kann gera meira við.
FMA kann fáa fleiri útlendingar
til Føroyar uttanfyri hásesong
hjá ferðavinnuni. Tað kann so
vera við til at seta sjóneyka á
føroyskan tónleik í útlondum.
Journalistarnir skriva heim um
føroyska mentanina, meðan
fólkini í vinnuni fáa føroysk
nøvn inn á festivalar sum Spot
og Icelandic Airwaves. Úrslitið
av tí er, at alsamt fleiri fara at fáa
eyguni upp fyri Føroyar sum eitt
áhugavert mentanarligt ferðamál.
Sunleif kann økja
um sigursrøðina
Seinastu árini hevur ein aftur
vendandi táttur í Føroysku
Tónlistavirðislønunum verið, tá
navnið á Sunleifi Rasmussen er
kunngjørt sum vinnari av Ársins
kompositión.
Føroyska tónaskaldið hevur
nevniliga vunnið heiðurin sein
astu trý árini og er aftur í ár til
nevndur fyri verkið Autumn.
Í fjør vann hann fyri Sym
phony No. 2: The Earth Anew, í
2016 fyri Territorial Songs og í
2015 fyri Nordisk messe.
Hóast onnur listafólk eisini
hava megnað at vunnið FMA-
virðislønir fleiri ár á rað, so er
Sunleif Rasmussen tann einasti,
ið hevur vunnið somu virðisløn
trý ár á rað. Og leygardagin kann
sigursrøðin so økjast til fýra ár
á rað.
Fyrsta árið uttan
toppskoraran
2018 verður fyrsta árið, tá før
oyska sangkvinnan Eivør ikki
vinnur nakra FMA-virðisløn. Í ár
er hennara navn nevniliga ikki
at finna millum tey tilnevndu,
og hevur hon sostatt ikki møgu
leikan at vinna nakra virðisløn.
Eivør er annars tann tón
leikarin, ið hevur vunnið flestar
FMA-virðislønir. Tilsamans hevur
sangkvinnan úr Gøtu vunnið
níggju virðislønir síðan tær
fyrstu blivu handaðar í 2014.
Í 2014 vann hon tær báðar
fyrstu virðislønirnar, tá Lítla
skrímsl varð kosin ársins fløga
og Lurta Nú vann ársins lag.
Í 2015 var eitt soltið ár hjá
henni, tá hon einans fekk tí fekk
ta einu virðislønina, ið var fyri
sjónbandalagið til sangin Rain, ið
varð kosin til ársins sjónbandalag.
2016 gjørdist heilt stóra árið
hjá Eivør í FMA-høpi, tá Eivør
fekk handað fýra virðislønir. Hon
gjørdist Ársins songkvinna og
Ársins einstaklingur, samstundis
sum Slør varð kosin ársins út
gáva. Eivør fekk eisini FMA-
virðislønina fyri ársins húsi fyri
systirfløgurnar Slør og Bridges.
Í fjør gjørdist hon ársins sang
ari í Opna flokkinum, umframt at
hon vann Ársins útgávu/konsert
fyri útgávuna At the Heart of a
Selkie.
Umframt at vera tann føroyski
tónleikarin, ið hevur vunnið
flestar FMA-virðislønir, so er
Eivør eisini tann tónleikarin,
ið vann flestar Planet Awards-
virðislønir. Í árunum 2005 til 2012
vann Eivør átta Planet Awards-
virðislønir.
- FMA kann fáa
fleiri útlendingar til
Føroyar uttanfyri
hásesong hjá
ferðavinnuni.
Tað kann so vera við til at seta
sjóneyka á føroyskan tónleik í
útlondum
- Samskipanin av
tiltakinum er vorðin
betri, kvøldið sjálvt
koyrir betri og sum
heild er alt vorðið
meira professionelt og gott nú.
Og so haldi eg, at tiltakið øll árini
hevur megnað at víst fjølbroytni í
føroyska tónleikalívinum.
A SINNI