Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-06, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. november 2004síða 15

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 213 - 6. november 2004 Nr. 213 - 6. november 2004 29 pengarnar, og vit flentu ikki bara, tí tað plagdu vit altíð at gera, tá vit sóðu teir á palli fyrr í tíðini. Heldur mintu teir okkum á, at farcur, tá tær eru best, kunnu fáa fólk at flenna at tí sama uttan mun til tíð og stað. Og ikki minst uttan mun til hvørjar fordómar og avgjørdar meiningar áskoðarnir møguliga hava við sær í viðførinum á veg inn í sjónleikarahúsið. Fryst fast "Klaksvíkingum dáma best skemtileikir", verður sagt. Um tað passar, veit eg ikki, men hatta hevur verið endurtikið so ofta nú, at Klaksvíkingar og kanska serliga Klaksvíkar Sjónleikarafelag eftirhondini tykjast at hava start seg blindan uppá tað. Tað er sjálvandi onki galið í at áskoðarnir dáma skemtileikir, men tað er ein trupulleiki, um leikarnir fara at halda, at so ber ikki til at spæla nakað annað. Tað er ongin loyna, at felagið ikki hevur serliga góðar royndir av at lokka áskoðarnar til álvarsleikir, men tað er also eitt lang glopp millum klassikar tragediur og dett-á-rumpina-av-látri leikir, sum til dømis "Amalia". Við at gera hetta til ein antin ella spurning avsker felagið seg frá alt ov nógvum møguleikum og nýggjum avbjóðingum, tíverri eisini við tí úrsliti, at leikarar vera frystir fastir í leiklutum sum dummar blondinur, láturligir generalar, kiksaðir konufólka- revar og aðrir karikaturar. Og tað er stórt spell fyri eitt felag við so nógvum potentiale, sum Klaksvíkar Sjónleikarafelag. SJÓNLEIKUR Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo »Leikarar úr vokskabinettinum« var yvirskriftin í grein herfyri, tá boðað var frá, at nú var Klaks- víkar Sjónleikarafelag aftur á veg við nýggjum leiki. Egi Dam leik- stjóri hevði eftir øllum at døma sett sær fyri, at grava eini 20 ár aftur í lokalu sjónleikarasøguna og støva eina røð av gomlum leikarum av, so teir aftur kundu koma til heiður og æru á pallin- um í Atlantis anno 2004. Hví ein havnamaður skuldi fáa eitt slíkt herðindi av lokalum klaksvíks- nostalgi, dugdi eg satt at siga ikki at skilja - tá. Men eftir at hava sæð nýggja leikin "Ansa mær eftir Amaliu" skilji eg ikki bara leikstjóran - eg ímyndi mær eisini, at hann hevur kent seg sum ein kúll, sum er sloppin leysur í einum bommhandli, tá hann skuldi velja imillum hetta stóra harkaliðið av orginalum, sum skuldu ansa honum eftir Amaliu. Av tí gamla slagnum "Ansa mær eftir Amaliu" er ein farca av tí gamla slagnum, har fløkjur og misskiljingar føra søguna víðari, meðan søgan sjálv hevur lítlan ella ongan týdning. Tað eru leikarnir, sum bera leikinum og undirhaldinum uppi, og hesuferð eru teir eru óvanliga nógvir um boðið - heili 19 í alt. Hóast Jan Gardar ikki er so gamal, er hann longu vorðin the Grand Old Man í farcuhøpi í Klaksvík. Hann hevur høvuðs- leiklutin í "Amaliu", og tað er ein stórur spurningur, um nakar annar kundi gjørt honum kynstr- ið eftir. Jan hevur eitt heilt serligt flair fyri timing, sum kemur mest sum av sær sjálvum og tykist næstan líka viðføtt, sum serstøku gávurnar, hann hevur, at fáa útrykkið í andlitinum at gera allar replikkir óneyðugar . Hin høvuðsleikluturin verður spældur av Durtitu Samulesen. Sum altíð, sleppur hon væl frá uppgávuni, men vónandi sleppur Durita skjótt at royna seg í einum øðrum leikuluti enn tápu- lig og forkelað gleðisgenta ella elskarinna - ein leiklutur, sum í longdini er ov einsháttaður og grunnur til at kunna gerast áhugaverdur. Bergtóra Poulsen spælir hin kvinnuliga høvuðsleiklutin sum fín Greivinna. Haldi meg ikki hava sæð Bergtóru á palli fyrr, men hon er avgjørt ein funnin fressur til júst hendan leiklutin. Sum snobbut yvirklassa-madame liggur vandin fyri at yvirspæla allatíðina og lurur, men Bergtóra skákar sær undan hvørja ferð. Í staðin gevur hon Madammuni eitt myndugt og í løtum næstan aristokratiskt yvirbrá, sum ger figurin óvænta áhugaverdan av einum farculeikluti at vera. Heili 16 aðrir leikarar eru við í leikinum, og saman megna tey at undirhalda áskoðarnar væl og virðiliga líka til síðstu løtu. Tann løtan kundi kanska komið fyrr, tí eftir mínum tykki tóktist leikurin vera óneyðuga langur. Ikki tí, har ikki var nóg mikið at flenna at, men tí fleiri leiklutir og leikbrot tóktust at hava lítið og onki við heildina at gera. Áðrenn leikurin var sýndur fyrstu ferð hoyrdist, at leikstjórin hevði tikið ikki minni enn nýggju leiklutir úr leikinum. Um tað er hetta, sum hevur órógvað javnvágina, veit eg ikki, men okkurt var, sum tóktist at hanga ov nógv í leysari luft. Gomlu jassarnir Tað er ikki so løgið, um onkur hevur fingið illgruna um, at Jógvan Brim, Eliesar í Pállstovu, Suni S. Samulesen og Ólavur Klakk nokk ganga og venja sjónleik í loyndum. Ella hava teir tað bara í sær enn. Og tað, sum vit kanska ikki hava sæð fyrr, fekk Suni í ríkilig mát lagt afturat við sínum frálíka spæli í leiklutinum sum ein kventra- sligur og "klammur" gubbi, sum misskilur alt og bara heldur alt vera so "deiliga yndisligt og lekkurt". Hesir gomlu jassarnir góvu áskoðarnum undirhald fyri allar tá John F. Kennedy varð skotin? Lív Dam: – Eg stóð uttan fyri heima hjá okkum og gjørdi ymiskt í havanum. Pápi mín stóð og vaskaði bilin, og eg minnist, at hann hevði radio í bilinum frá. Meðan vit soleiðis arbeiða hvør í sínum lagi, koma boðini um, at John F. Kennedy var skotin. Tað var ein sera skelkandi hending, og øll tosaðu um tað. Serliga ta fyrstu tíðina. Fyrsti tankin var nokk, at tað kundi ikki bera til, men tað varð so ofta endurtikið í útvarpinum og hvørjaferð var eitt sindur meira av upplýsingum um, hvat og hvussu tað var hent. Eg var so ung tá, so eg minnist ikki so øgiliga nógv. Men bara dagurin og støðan, tað stendur sólarklárt í minninum hjá mær. Tað var nakað so óvæntað, og tá í tíðini var tað ikki sum í dag. Vit hoyra jú allatíðina um yvirgangsatsóknir, morðroyndir og aðrar ræðuleikar, at hesir næstan drukna og fara bara fram við viðhvørt. Tá var tað so óvæntað og skelkandi at frætta, at amerikanski forsetin var skotin til deyðis í einum opnum bili. Jógvan við Keldu: – Tað veit eg so akkurát, hvar eg var. Eg var heima hjá einum vinmanni. Vit spældu borðtennis uppi á loftinum, og eg stóð klárur at serva, tá hurðin brád- liga fór upp, og kona vinmannin segði, at Kennedy var skotin. Vit fóru beinanvegin niður- undir at lurta eftir útvarpinum, so tann servan varð ongantíð tikin. Hatta var jú ein sonn kata- strofa. Kennedy hjúnini vóru jú so vællýdd, og tað var ein stórur skelkur at frætta hesi tíðindini. Vit sótu har longi og lurtaðu eftir øllum tíðindunum, sum komu so við og við um morðið. Hetta fylti øgiliga nógv, og eg minnist, at eg fór á samfelags- møti í Havn dagin eftir. Tey vórðu hildin í Saltsøluni tá, og rættiliga nógv fólk var savnað. Fleiri av røðarunum høvdu tað á orði um, hvussu ræðuligur hesin sorgarleikurin við Kennedy var. Hvussu heimurin varð vorðin, nú størsti stjórnarharrin í heiminum var myrdur. Skelkurin mundi sita longi, og hetta fylti nógv í langa tíð aftaná. Kennedy sat jú í einum spennandi og áhugaverdum tíðarskeiði, og tey vóru jú so vældámd. - sae - »Amalia« í Atlantis: Kúllar og originalar hittast Legg onki í, um tú ikki skilur mis- skiljingarnar til fulnar. Tað eru leikarnir í nýggja leikinum hjá Klaksvíkar Sjónleikar- felag, sum syrgja fyri undirhaldinum. Heili 19 eru teir um boðið, so tað kann næstan ikki ganga galið - og tað ger tað heldur ikki Myndir úr leikinum »Ansa mær eftir Amaliu« C M Y K 29 28