leygardagur 6. november 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 213 - 6. november 2004
Nr. 213 - 6. november 2004
31
gevur hesi fjórðu bók dýpd, er
ein annar persónur, sum lesaran
longu hevur varnast var á veg,
men sum hann seinast hitti, ikki í
Ringanna Harra, men í Hobban-
um. Hetta er sjálvandi Golli, sum
á ungum árum læt seg tøla av
ringinum út í siðaligt óføri, sum
leingi bøldi yvir ringinum í
bleikari einsemi, sum síðani
misti hann, og sum nú bara
hevur ein longsil: at fáa ringin
aftur. Søgan um tríkantin Fróða,
Sam og Golla er áhugaverd
sálarfrøðiliga, men ikki minni
átrúnaðarliga. Sam er tann raski
og djarvi, sum ikki hevur tol við
lúnskum illmennum, Fróði er
djúpari kveiktur, hann er Fróði
Friðargóði, hann sum gongur
undir menniskjans óndskap og
næstan hoknar undir byrðuni, og
sum megnar at várkunna eisini
skaparans brotnastu kørum, og tí
eisini Golla. Og kanska er tað
myndin av hesum seinasta, sum
hevjar Ringanna Harra upp um
vanligan sveimlesnað, tí í henni
hómast sami farri av grið, endur-
loysn næstan, sum eisini eyð-
kennir Caliban-lýsingina í Harð-
veðrinum eftir Shakespeare.
Soleiðis verður greitt frá, tá ið
Fróði sovnar í fanginum á Sam,
og Golli kemur fram á teir báðar:
Eitt løgið bragd fór um hansara
soltna, svanga andlit. Glæman
hvarv úr eygum hansara, og tey
gjørdust dimm og grá, gomul og
móð. Tað var, sum ein knapplig
pína fór ígjøgnum hann, og hann
vendi sær burtur, hugdi niðan á
skarðið og risti við høvdinum,
sum hevði hann onkra samrøðu
við seg sjálvan. So kom hann
aftur, og spakuliga rætti hann út
eina ristandi hond og nam sera
varisliga við knæið á Fróða - tað
var, sum kíndi hann honum.
Hevði ein av teimum sovandi
sæð hann í hesi lítlu løtuni, vildi
hann hildið, at hann sá ein
gamlan troyttan hobba, farnan
av árunum, sum høvdu borið
hann langt út um tíð hansara, út
um ætt og vinir og ungdómsins
áir og markir, eitt gamalt,
hungrað neyðarsligt skepilsi.
Skal til seinast verða nevnd ein
onnur orsøk til, at vit við Ring-
anna Harra standa yvir av einum
sonnum klassikara, so er tað
tann, at henda skaldsøga, so long
hon er, er sum tann fyrsta sýnin
dagandi sum frá líður ímóti ein-
um nógv víðari og eldri landslag:
sýn aftan á sýn av søgn, mýtu,
fólkasløgum, málum og mentan-
um. Ein kann tí siga um per-
sónarnar í bókini, at teir allir
hava langan skugga, daga á
einum trídimensjónalum lørifti,
so at ein, meðan lisið verður, í
heilum fær hug at kveita í eitt
annað verk eftir Tolkien - The
Silmarillion - har fortalt verður,
sum í Heimskringlu, um skapan-
arsøgu og ættarsøgu, um ljós-
álvar og svartálvar, um málini
Quenya og Sindarin og um
Nûmenor, álvanna ríki, haðani
ein farri viðhvørt, í Ringanna
Harra, sæst skína á Aragorn og
Fróða. Sum mimetiskt verk er
Ringanna Harri sostatt, við at
hon endurgevur heimsins veru-
liga kompleksitet, merkisverd.
J.R.R. Tolkien: Ringanna Harri.
Annar táttur: TEY BÆÐI TORNINI.
Axel Tórgarð týddi. Kápumynd eftir
Trónd Patursson. Kr. 350. Forlagið
Stiðin gav út.
Hanus Kamban
Skaldsøgan Ringanna Harri kann
líknast við eitt veldugt gongu-
verk við einum ótali av størri og
smærri hjólum - hendingum,
ríkjum, málum og verum. Tann
dýnamo, sum drívur urverkið, er
Ringurin Eini, sum í megi ber av
teimum trimum ringunum hjá
álvunum, teimum sjey hjá dvørg-
unum og teimum níggju, sum
menniskjuni fingu.
Í fyrsta parti av skaldsøguni -
sum fatar um fyrstu og aðru bók,
og sum kom á føroyskum í fjør -
varð løgd fram fyri lesaran søgan
um, hvussu hesin gripur, sum
Sauron hevði smíðað, endaði í
hondunum á einum av hobbun-
um, tí minst eftirgáaða fólkinum
í Miðgarði. Á ráðstevnuni hjá
Álvrádna í Klivdali varð gjørt av,
hvat skuldi gerast við ringin, og
hvør skuldi vera ringberi, og
sostatt lósu vit um, hvussu teir
níggju í ringliðnum fóru undir
sína drúgvu ferð. Við brúnna í
Khasad-Dûm í Moriafjøllum fell
teirra vegvísari Gandálvur Grái, í
bardaga við balroggin, niður í
dýpið og varð ikki sæddur aftur.
Tá ið liðið kom til Raurosfossin í
ánni Anduin, varð Boromir, son-
ur valdsharran í Gondor, feldur
av fjallatussum. Samstundis
syndraðist ringliðið í tríggjar
partar.
Annar partur av Ringanna
Harra - TEY BÆÐI TORNINI,
latin í fyrimyndarliga vakran
føroyskan nútíðarbúna - var at
fáa í bókhandlunum frá í gjár. Í
hesum parti fylgja vit, í triðju og
fjórðu bók, teimum trimum
bólkunum á teirra ferð longur
inn í sagnarheimin hjá Tolkien.
Søgan er spennandi og ævintýr-
kend, men kann eisini - við tað at
skaldið drálar uppi yvir lands-
løgum og gróðri - viðhvørt tykj-
ast villingarsom, og hetta sein-
asta er nettup við til at geva
henni dýpd og veldi. Sum onkur
minnist, valdi Fróði tann kost at
fara einsamallur inn í Mordor
við ringinum, uttan at hinir vistu,
hvar hann fór. Tað lukkaðist
hansara trúgva tænara Sam at fáa
hann aftur, og hetta gjørdist
seinni hansara - og heimsins -
bjarging. Pippingur og Káti
vórðu tiknir av tussum, og teirra
lagna lá eftir hetta í hondunum á
sterkum og merkiligum skapn-
ingum.
Hvat ið viðvíkir hinum trim-
um, Legolasi, Aragorni og
Gimla, so verður teirra leiklutur
smátt um smátt - kundi ein
kanska sagt - tvinnaður saman
við teimum stórpolitisku viður-
skiftunum í Miðgarði. Arvafígg-
indar eru Mordor og tað forna
ríkið Gondor. Men hvørja støðu
skal tað til tað unga ríkið Róhan,
har stoltir og vakrir reiðmenn
norðanífrá búgva, velja í hesi
orrustu, og, ikki minst, hvønn
kost velur Saruman hin Hvíti,
gandakallurin í Ísgarði? Legolas,
Aragorn og Gimli eru leingi í
villareiði, men tá ið Gandálvur
Grái vísir seg á øðrum sinni,
verður táttað í teir hugmynda-
frøðiligu teymarnar, og Orms-
tunga, ið sum ein annar Gýðin
jallur sýgur máttin úr Harranum
í Róhan, verður avdúkaður.
Hesin partur av ringbardøgunum
verður gjørdur av í orrrustuni við
Helmars Dýpi og í entanna
kvørkrataki um Ísgarð. Saruman
er nú, eins og tann ikki minni
stuttskygdi Mussolini í 1943,
farin úr spælinum. So langt kem-
ur annar partur í síni stórpolit-
isku viðgerð. Søgan um enda-
brestin - har Gondor og Róhan,
álvar, dvørgar, menn og hobbar
fylkjast ímóti Sauron, og har
Gondors sanni harri aftur sessast
í sínum hásæti - verður søgd í
triðja og seinasta parti (fimtu og
sættu bók), sum kemur út næsta
ár.
Tey, sum hava sæð teir tríggjar
filmarnar hjá Peter Jackson - og
tey eru mong - hava helst eina
hylling á hesi gongd. Filmarnir
eru væl snaraðir, men far ikki
skeivur, kæri lesari, í skaldsøg-
uni er sevja og stemningur, litur
og poesiur, sum einki filmsverk
kann endurskapa. Fyri bara at
taka eitt dømi, so dró rithøvund-
urin gyltan fong, tá ið hann - við
innblástri frá tí angulsaksiska
orðinum ent (og, siga bókmenta-
frøðingar okkum, í kapping við
Shakespeare, sum í Macbeth
letur hetjuna halda, at Birnam
skógur gongur til Dunsinane) -
kveikti ta merkisverdu søguna
um entarnar, ið sum ein vist-
frøðilig persóngerð vakna úr
dúri, fara til gongu og gera upp
við skógarfellaran Saruman. Ikki
minni hugtakandi er frásøgnin
hjá Gandálvi um ferðina niður í
deyðsríki, haðani hann kemur
aftur sum ein annar Óðin ella
Orfeus, vísari og sterkari, sum
menniskja, ið hevur sæð feigdina
í eyguni og vunnið á djúpari
kreppu.
Men minniligast eru lýsingar-
nar av landsløgum og vøkstri:
fløtur og fjøll, kluftir og áir, sól-
setur og sólarris, driv og polla-
mjørki, ófrættakendur skýdráttur,
reyn og brekkur, sum eru berkað
og gróðrarpínd av meinfýsni, og
kanska serliga tað grøna, silki-
mjúka grasið í Róhan, sum okk-
ara hetjur vaða í upp til kníggja,
alt hetta hevur Tolkien lýst gjøg-
num eina søguskygda litprismu
og við eini sjarmu, so eingin ger
honum tað eftir. Vit eru her stødd
í tí tíðarleysa heiminum hjá
Nornagesti og Høgna Gjúkasoni:
Vær ríðum so fram á Fávnis ból,
Har skein gull, sum geisar av sól
...
Meðan triðja bók skiftandi greið-
ir frá ferðini hjá Pippingi og
Káta og hjá Legolasi, Aragorni
og Gimla, er fjórða bók burturav
halgað ferðini hjá Fróða og Sam
fram við Emyn Muil fjøllum,
tvørtur um mýrarnar og oman
ímóti Minas Morgul í Mordor. Í
hondunum á lakari skaldi kundi
frásøgnin her blivið ov eintáttað,
men Tolkien hevur sjáldsamar
gávur at halda spenninginum
uppi við alsamt at lata landslagið
skifta og við at lata tann myrk-
nandi skuggan úr Mordor vaksa
um angistarkenslu og ófrætta-
dám. Samstundis følist tað sum
eitt frábregðilsi, tá ið okkara
smáu kappar av tilvild renna seg
í Faramir, tann yngra sonin hjá
Gondors uppsitara, og hansara
menn. Munurin í lyndi millum
Faramir og tann eldra beiggjan
Boromir fær avgerandi týdning
fyri søguna og fyri ferðina hjá
Fróða og Sam. Og skuldi lesarin
havt okkurt at funnist at og
kanska linkað eitt sindur, so fær
hann rættiliga kaldasveittan fram
í teimum seinastu kapitlunum,
har Fróði og Sam hitta tað eitur-
koppakenda ódjórið Shelob, og
har skaldið í síni lýsing av fúl-
um, stinkandi óndskapi yvir-
gongur seg sjálvt.
Men tað, sum fyrst og fremst
ENTAR OG EITURKOPPAR
TEY BÆÐI TORNINI
- annar partur
av Ringanna Harra
eftir J.R.R. Tolkien
TINGHELLUKLUMMAN
Finnbogi Ísakson
Mær tykir, at heldur lítið kjak
hevur verið í fjølmiðlunum um
ta stóru ætlan, landsstýrismað-
urin í fíggjarmálum, Bárður
Nielsen, hevur við Landsbank-
anum og Hagstovuni. Stjórin,
nevndin og umsjónarráðið hava
havt eina góða frágreiðing í
bløðunum um virki Landsbank-
ans, og Kjartan Kristiansen
hevur skrivað eina góðan grein
um evnið. Annars hevur verið
deyðatøgn. Er málið ov torført
fyri journalistarnar ella hvat er
tað?
Hetta er nevniliga eitt stórt
mál, og tey tykjast annars at
tróta hjá hesari samgonguni.
Landsstýrismaðurin ætlar at
leggja Landsbankan og Hag-
stovuna saman, og at leggja tey
undir Fíggjarmálaráðið. Sum er
hoyrir Hagstovan undir Fíggjar-
málaráðið, meðan Landsbankin
er óheftur av politiska valdinum
og verður stýrdur av einum
umsjónarráði, einari nevnd og
einum stjóra.
Høvuðsuppgáva Landsbank-
ans er at røkja tær uppgávur,
sum Tjóðbankar hava í øðrum
londum. Sjálvandi innan fyri
tey mørk, sum Heimastýris-
lógin setir.
Landsbankin er óheftur av
politiska valdinum. Longu í
grein 1 í lógini um Landsbank-
an verður sagt, hvussu hann
skal stýrast:
Bankin skal stýrast av einum
umsjónarráði, einari nevnd og
einari stjórn.
Stk. 2. Umsjónarráðið telur 11
limir, sum eru:
a) 5 limir valdir av
Føroya Landsstýri eftir
tilmæli frá Búskaparráð-
num, harav minst ein
skal vera búskaparfrøð-
ingur, og ein skal vera
løgfrøðingur. Hinir
skulu umboða hvør sína
vitan um samfelag og
búskap.
b) 6 limir valdir av
vinnufeløgum. Teir skulu
hava hollan kunnleika til
vinnuviðurskifti. Hesir
limir kunnu ikki vera
tinglimir. Teir skulu um-
boða vinnuna og tey, ið
starvast í henni, á fjøl-
broyttan hátt. Føroya
landsstýri ásetur við
kunngerð, hvussu
nevndu 6 limir verða
valdir.
c) Limirnir í umsjónar-
ráðnum verða valdir fyri
eitt 5 ára skeið. Fer
limur frá, áðrenn val-
skeiðið er runnið, verð-
ur nýggjur limur valdur
fyri restina av skeiðin-
um. Umsjónarráðið
skipar seg sjálvt við
formanni og næstfor-
manni fyri 1 ár í senn.
Stk. 3. Nevndin telur 5
limir, sum eru:
a. Teir 2 undir stk. 2
nevndu, sum skulu hava
ávikavist løgfrøðiligan
og búskaparligan kunn-
leika.
b. 3 limir valdir av
umsjónarráðnum við
vanligum meiriluta
c. Nevndarlimirnir verða
valdir fyri 1 ár í senn.
d. Nevndin skipar seg
sjálv við formanni og
næstformanni. Formað-
urin og næstformaðurin
kunnu ikki hava tilknýti
til bankar ella sparikas-
sar.
Stk. 5. Landsstýrið hevur
eftirlit við, at bankin
lýkur skyldur sínar sam-
bært hesa lóg og viðtøk-
urnar.
Landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum hevur rætt
til at luttaka á fundum í
umsjónarráðnum og í
nevndini og til at fáa tær
upplýsingar frá nevndini
um viðurskifti bankans,
sum hann biður um.
Nevndin kann ikki taka
avgerð í málum av ser-
ligum týdningi, uttan so
at landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum framman-
undan hevur fingið boð
um, at viðkomandi mál
skal viðgerast.
Tað er heilt skilligt, at Lands-
bankin er óheftur, men at hann
heldur ikki kann taka avgerðir
uttan so, at landsstýrismaðurin
veit av. Hetta er sama skipan
sum í okkara grannalondum. Tó
undraði tað meg, tá banka-
kreppan og onnur kreppa
herjaði í Føroyum fyri 12-14
árum síðani, at danski Tjóð-
bankin var so tætt knýttur at
stjórnini.
Tað var samgongan millum
Javnaðarflokkin, Tjóðveldis-
flokkin og Fólkaflokkin frá
1975-79, sum gjørdi lógina um
Landsbankan. Frammanundan
høvdu tveir danskir serfrøð-
ingar gjørt eitt tilmæli, sum
Landsstýrið fylgdi í sínum
lógaruppskoti. Annar serfrøð-
ingurin, Bodil Nyboe-Ander-
sen, er nú forstjóri í danska
Tjóðbankanum. Tað tók tó
níggju ár frá tí, at lógin varð
samtykt, til Landsbankin varð
settur á stovn.
Tjóveldisflokkurin og Javn-
aðarflokkurin vóru altráir eftir
at fáa ein landsbanka. Fólka-
flokkurin var heldur ullintur.
Tjóðveldisflokkurin vildi
hava ein tjóðbanka, sum skuldi
hava heimild til at áseta kurs-
virðið. Tað var vanligt tá í
tíðini, at krónuvirðið varð brúkt
sum partur av fíggjarpolitikk-
inum. Best kenna vit hetta úr
Íslandi, men tað hevur eisini
verið nógv brúkt í øðrum lond-
um, eitt nú í Bretlandi og Frak-
landi í sekstiárunum og í Dan-
mark í seinnu helvt av sjeyti-
árunum. Summir tjóðveldis-
menn droymdu um egið gjald-
oyra, sum kundi verið niður-
skrivað so mikið nógv, at ríkis-
studningurin varð óneyðugur.
Javnaðarflokkurin vildi hava
ein landsbanka, sum hevði tær
nevndu uppgávurnar, men
eisini hevði inn- og útlánsvirk-
semi.
Fólkaflokkurin var trekur, tí
hann stúrdi fyri, at ein lands-
banki fór at kappast við teir
privatu bankarnar.
Sambandsflokkurin var hart
ímóti, tí flokkurin kendi seg
fullvísan í, at hetta var eitt
týðandi stig fram ímóti loys-
ingini og einum tjóðbanka, sum
fór at lækka kursvirðið.
Nú sita Javnaðarflokkurin,
Sambandsflokkurin og Fólka-
flokkurin í samgongu. Lands-
stýrismaðurin í fíggjarmálum er
sambandsmaður og tekur tráðin
upp: at taka Landsbankan av.
Kunna hinir báðir flokkarnir í
samgonguni, sum tóku tað
megnartak at stovnseta
Landsbankan, liva við tí?
Eg kann ugga sambands-
menn við tí, at Tjóðveldis-
flokkurin hevur - mær vitandi -
onga ætlan longur um at fáa eitt
føroyskt gjaldoyra við lágum
kursi. Tvørturímóti harmaðist
flokkurin um, at Danmark ikki
góðtók evruna sum gjaldoyra.
Á hesum øki haldi eg, at er
altjóðarákið rætt: eitt felags,
stabilt gjaldoyra.
Politisk ætlan
Axel Tórgarð við enn
einum megnarverki
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
31
30