leygardagur 6. november 2004síða 17
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 213 - 6. november 2004
Nr. 213 - 6. november 2004
33
Lýs teg sjálvan við
trimum orðum:
Huff huff, tað verð-
ur ringt. Eg haldi
eg eri arbeiðs-sam-
ur, eg veit ikki
hvat meir... hjálp-
samur kanska...og
vinarligur
Hvat orð ella hvønn
setning nýtir tú oftast:
Eg brúki "Hygg her"
allatíðina
Hvørjum hyggur tú at
hjá hinum kyninum?
Tað er útstrálingin.
Tað er ikki so nógv
útsjóndin, men út-
strálingin hevur alt
at siga
Hvussu langa tíð nýtir
tú at gera teg kláran
um morgunin?
Eg brúki fimm
minuttir at vakna í.
Hvat stressar teg?
Eg eri forfærdiliga
ringur at stressa...
Men eg kann gerast
illur inn á stríðið,
sum øll vilja vera
við er millum vág-
bingar og tvøra-
menn, tí í veruleik-
anum er einki stríð
Hvat gleðir teg?
Tað er heilt avgjørt
børnini
Nær feldi tú seinast
eitt tár?
Puha! Tað má fara
at vera fyri einum
ári síðan, tá ein
barndómsvinur hjá
mær doyði og fór
til gravar. Tað var
ómetaliga hart...
Hvat var títt seinasta
ynski, sum varð upp-
fylt?
Ja tað seinasta
ynskið... Eg veit
satt at siga ikki,
hvat tað hevur
verið, so tað fái eg
ikki svarað
Hvat hevur tú í
lummunum beint nú?
Eg havi so nógvar
lummar, men tað má
nokk fara at vera
skrúvur og seym,
sum flestu timbur-
menn hava
Hvat er besta upp-
finning?
Uha! Tú tosar altíð
um, hvussu fantast-
isk summi ting er,
men so er tað bara
hvat...
Eg veit ikki, hvat
tað skuldi verið,
men lat meg siga
lasarin, tí hann ger
arbeiðið so nógv
lættari, og tú fært
møguleika at
arbeiða einsamallur
Nær flutti tú heiman-
ífrá, saman við hvørjum
Eg flutti fyrstu ferð
heimanifrá, tá eg
var eini 20 ár, og
tað hevur verið
miðskeiðis í
80´unum
Hvat kostar ein vanlig
pera til forlyktirnar á
einum bili á Shell í
Trongisvági?
Uha, kostar hon ikki
eini 87 krónur?
Niels, tú ert ikki heilt
av leið. Hon kostar 95
krónur hjá Mogens í
Trongisvági
Tobbi og Høgni Hoydal
hava verið í opnum
persónstríði í ein góðan
mánað. Minnist tú hvat
stríðið byrjaði við?
Jú tað átti eg at
vita, tí eg havi
fylgt við. Tað byrj-
aði við at Tobbi
skrivaði eitt lesara-
bræv um, at Høgni
ikki segði sannleik-
an í samband við
eitt uppskot um
skrásett parlag,
sum Jógvan við
Keldu ikki ætlaði at
leggja fyri tingið..
Vit eru imponeraði
Niels, tí vit hava langt
síðan mist tráðin í
málinum...
Títt besta heimaráð?
Oyjússur tað veit
eg ikki... Jú, tá tú
hevur timburmenn,
so ligg í songini til
tú verður frískur...
Hvør skal næstu ferð
setast í bláa stólin?
Eg havi hugsað um
ein vágbing, sum
eitur Heri Morten-
sen. Hann hevur
gjørt eitt ótrúligt
arbeiðið fyri bæði
svimjingina og
kappróðurin í Vági.
Heri er ein sonn
eldsál, sum hevur
gjørt eitt megnar
arbeiði fyri tey
ungu í Vági.
Niels Norðberg Petersen • 40 ár • Timburmaður
TRÚBOÐAN
Snorri Brend
Eitt av flogførunum sum leygar-
dagin fer at seta seg á flogvøllin
í Manilla á Filipsoyggjunum
hevur við sær eitt serstakt ferða-
lag. Talan er um seks limir úr
samkomuni "Evangeliihúsinum"
í Havn, sum tær næstu tvær
vikurnar fara at vitja á ymsum
støðum í økinum kring høvuðs-
staðin Manilla.
- Hetta verður ein hjálpartúrur
og ein menningartúr, men so
sanniliga eisini ein missións-
túrur, sigur Eyðun Miðberg, ið er
ein av stigtakarunum til hesa
ferðina, sum varir fram til 18.
november.
Samkoman hevur framman-
undan sent út ein trúboðara, sum
við millumbilum hevur vitjað á
Filipsoyggjunum. Hann hevur
longu fingið samband við bæði
fólk og samkomur, og við hesi
ferðini ynskja tey í Evangelii-
húsinum at styrkja og útbyggja
hetta góða sambandið.
Á ferðini fara teir seks føroy-
ingar at vitja samkomur, fara at
undirvísa í ymiskum, m.a. í
Fyrstuhjálp, eins og tey fara at
vitja í fongslum.
Tey gjalda sjálvi nógv tann
størsta partin av ferðini til Filips-
oyggjarnar, men hava haraftrat
fingið stuðul frá fleiri fyritøkum
í Føroyum. Hesin stuðulin fer í
størstan mun nýtast sum hjálp til
tey fátækastu, m.a. heimleys
børn.
Smátt kann gerast stórt
Hetta er kortini ikki fyrstu ferð
at fólk úr Evangeliihúsinum fara
á slíka ferðir í onnur lond. Fyri
tveimum árum síðani var Eyðun
sjálvur trettindi við á eini ferð í
Serbia.
- Tá ein fer til onnur lond í
slíkum ørindum, sær ein rættiliga
skjótt neyðina hjá fólki. Vit í
Føroyum hava almikið av øllum
og ongin hevur orsøk at klaga
um nakað.
- Í Serbia sóu vit, at sjálvt ein
lítil stuðul frá okkum kann
hjálpa einum hópi av menniskj-
um í neyð, bæði andaliga og
sosialt. Tað arbeiðið ynskja vit at
halda fram við, eins og vit
ynskja at boða teimum gleðiboð-
skapin um eitt lív saman við
Jesusi her á foldum og í Himm-
alinum, sigur hann.
Frá orði til gerning
Tað var fyri tveimum árum
síðani, at fólk í samkomuni
"Evangeliihúsinum" tóku stig til
"Team-missión", hvørs høvuðs-
menn eru Eyðun Miðberg og
Hans Tausen. Endamálið við
hesum er fyrst og fremst at venja
fólk við at fara út í missión. Í
hesum arbeiðinum verður dentur
lagdur á at læra limirnar í sam-
komuni í, hvat missión er. Hetta
verður gjørt við undirvísing og
við praktiskum arbeiði.
Byrjanin til hetta nýggja virk-
semið hendi stutt sagt við
samanfallandi áhugamálum - ella
samanfallandi kallan frá Gudi.
Leiðarin í samkomuni, Dánjal á
Dul Jacobsen fekk einaferð,
hann vitjaði eina andaliga ráð-
stevnu í Danmark eitt ítøkiligt
kunnskaparorð frá Gudi um at
samkoman skuldi venda eygun-
um meiri úteftir í heimin.
Um nøkulunda somu tíð hevði
samkoman bjóðað Steve Dul-
wich og familjuni heim til
Føroyar at vitja. Alt tað, sum
Steve tá talaði um var fult í tráð
við ta kallið til missión, sum
onnur í samkomuni høvdu
fingið. Tí var eingin ivi: Vit
ynskja at senda trúboðarar út í
missión!
Og hví ikki senda Steve
avstað, tá tey nú kortini høvdu
hann millum sín?! Sum sagt so
gjørt, og í dag arbeiðir hann í
ymsum londum - m.a. í Serbia,
Onglandi og á Filipsoyggjunum.
At tað júst gjørdist Steve sum
varð sendur tú, er heldur ikki
tilvild. Hann er nevniliga giftur
við Josu, ið er dóttir Agnar
Reinert, ein av góðu stuðlunum í
samkomuni, sum nú eisini er
fluttur til Danmarkar. Tey búgva
øll í Danmark, hagani Steve ger
styttri og longri ferðir til ymisk
lond fyri at fylgja arbeiðinum
upp.
Fyri tveimum árum síðani
vóru 13 fólk í ymsum aldrum úr
Evangeliihúsinum á vitjan í
Serbia saman við Steve. Sam-
bandið við Serbia er í dag útbygt
enn meiri, tí í løtuni eru hjúnini
Jórun og Kalle Jacbosen úr Havn
í býnum Becej, norðarlaga í
Serbia og arbeiða. Tey hava verið
har í tveir mánaðir og skulu vera
ein slakan mánað aftrat.
Trý sløg av hjálp
Umfram tað vanliga viðførið
hava hesir seks føroyingar eisini
onnur ting við sær til ferðina.
Talan er jú um eina hjálpar-,
menningar- og missiónstúr, og tí
verður dentur lagdur á at fremja
hesi trý hugtøkini í gerningi.
Á Filipsoyggjunum er stórt
fátækradømi. Ein partur av
hjálpararbeiðinum verður tí at
keypa mat og geva hann til tey,
ið eru allar ringast fyri. Ætlanin
er at býta mat út til familjur í
teimum fátæku økjunum, eins og
tey miða eftir at hjálpa heim-
leysum børnum.
Eitt annað ting í viðførinum er
ætlanin um fleiri skeið í Fyrstu-
hjálp, sum verða fyriskipaði í
næstum. Við í føroyska hópinum
er Johannes Nilssen, sum hevur
drúgvar royndir í hesi frálæruni,
og sum m.a. hevur lokið sær
útbúgving hjá danska Bered-
skabsstyrelsen.
Vanliga fólkið á Filipsoyggj-
unum hevur ikki ráð at nema sær
slíkan kunnleika. Fyri at geva so
mongum um gjørligt møguleikan
at fáa hesa undirvísingina hevur
ein boðið almenninginum at vera
við. Skeiðið verður hildið í
sjálvari kommunuhøllini, og tað
skilst at áhugin fyri hesum hevur
verið sera stórur, tí seinast tey
frættu høvdu omanfyri 100 fólk
teknað seg til hetta almenna
skeiðið hjá Johannesi.
At áhugin er so stórur kemst
uttan iva av, at kunnleikin til tey
mest elementeru tingini vantar.
Av hesi orsøk koma mong illa
fyri og fáa kanska varandi mein,
tí tey ikki vita, hvussu tey skulu
viðgerðar smærri og størri van-
lukkur í gerandisdegnum.
Triðja tingið í viðførinum, og
eisini tað týdningarmesta, er
gleðiboðskapurin um Jesus.
Ætlanin er at vitja fleiri sam-
komur, og at tala og syngja á
hesum møtum. Á skránni er
eisini vitjan í einum av fongsl-
unum.
Eitt annað spennandi element á
túrinum er ein vitjan hjá øðrum
føroyingum í Filipsoyggjunum.
Tey seinastu árini hava hjúnini
Ása og Ólavur Jøkladal starvast
sum trúboðarar í høvuðsstaðnum
Manilla. Gongur sum ætlað
verður tað til tað, at føroyska
ferðalagið fer at steðga á hjá
familjuni Jøkladal.
Á Filipsoyggjunum verður smátt til stórt
Seks limir úr Evangelii-
húsinum í Havn fara um
vikuskiftið á vitjan á Filips-
oyggjunum. Talan er um
eina hjálpar-, menningar-
og missiónsferð til eitt av
heimsins fátæku londum. Í
viðførinum hava tey eisini
við sær gleðiboðskapin,
sum kann geva hesum
fólkum eina vón um eitt lív
her á foldum og eitt ævigt
lív
Tey fyrireika seg til ta longu ferðina til Filipsoyggjarnar. Týskvøldið vóru teir seks føroyingarnir savnaðir, sum nú leggja ta longu leiðina eystureftir - f.v.
Eyðun Miðberg, Hans Tausen, Rakul Petersen, Johannes Nilssen, Linda Petersen og Magni Thomsen
Sambandið við Filipsoyggjarnar er
sprottið úr sambandinum við
hjúnini Josa og Steva Dulwich. Hon
er føroysk og hevði áður Reinert til
eftirnavn
Ein partur av hjálpini, sum ferðalagið hevur við sær, er til heimleys børn
C
M
Y
K
33
32