leygardagur 6. november 2004síða 18
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 213 - 6. november 2004
Nr. 213 - 6. november 2004
35
TINGHELLUANALYSA
Bogi Eliasen
cand.scient.pol
Børnini eru framtíðin. Hesari
útsøgn ivast fáur í, serliga í hes-
um valtíðum. Men umstøðurnar,
viðurskiftini og treytirnar hjá
børnum broytast alsamt. Tað er
ein náttúrligur partur av sam-
felagsmenning og broyting. Hjá
okkum hevur broytingin havt við
sær, at flest øll børn verða ansaði
á stovni frá tí tey eru smá, ella
rættari frá tí tey sleppa á stovn,
til tey klára seg sjálvan. Roknast
má við, at flestu kommunur stíla
eftir at hava frítíðarskúla, ið
hvussu so er trimum teim ynsktu
flokkunum. At børnini mugu á
stovn at verða ansaði, er ein
neyðug avleiðing av at bæði
kona og maður mugu arbeiða
fyri at svara hvørjum sítt. Hetta
er ein náttúrlig avleiðing av
javnstøðu, soleiðis at kvinnan nú
eisini arbeiðir úti og ger karrieru.
Men hvat við børnunum?
Kunnu børn læra?
Fyrr gingu tey og mólu í granna-
lagnum, vóru við í gerandisdeg-
num og fingu førleikar á tann
hátt. Í dag má hesin lærdómur í
størri mun koma á ansingar-
stovninum, tí smærru børnini eru
ikki so nógvar tímar vakin við
hús. Eg eri ikki av teimum, sum
mæla til at ansingarstovnar og
skúli skulu hava uppalingar-
ábyrgdina frá foreldrunum. Eg
haldi, at um vit vilja hava eitt
samfelag har bæði maður og
kona eru á arbeiðsmarknaðinum
meðan tey hava børn, má dag-
stovnaøki neyðturviligani
mennast.
Í dag verður dagstovnaøki
raðfest niðarlaga. Politiski
áhugin tykist einans at vera at
arbeiða við bíðilista og syskina-
avslátri, tí hetta loysir áleikandi
tørvin og gevur møguligar
atkvøður.
Avleiðingin er at vit hava børn
frá 3 til 7 ár gangandi í barna-
garði, uttan at tað eru nøkur krøv
til teirra førleikar. Skal dagstovn-
urin sjálvur taka sær av hesum,
krevur tað nógv størri fíggjarligt
rásarúm og eina raðfesting av at
hava útbúgvin starvsfólk á dag-
stovnunum. Tað er synd, at vit í
dagsins samfelag velja ein leist
sum sigur, at børnini ikki skulu
læra fyrrenn tey eru 7 ár. Hugsað
verður ikki um, at tey skulu sita
á skúlabonki í barnagørðum.
Tann lærdómur tey fyrr fingu av
at ganga uppií heima við hús, hjá
ommum og abbum og annars í
nærsamfelagnum, má onkurs-
vegna koma inn í dagstovnin.
Annars standa vit í tí støðu, at
børnini læra minni í dag enn fyri
30 árum síðan. Tí krevst, at
kommunurnar ikki bert hugsa
innstikaðar høsnargarðar fyri at
ansa børnunum kvantitativt, tí
foreldrini eru til arbeiðis, fyri at
leggja eini 20 % av inntøkuni í
kommunukassan. Her eigur so
sanniliga eisini at verða hugsað
um at menna børnini.
Tað hevur áður verðið víst á, at
nógv børn í Føroyum hava
atferðartrupulleikar. Møguliga
kundi tað hjálpt, um fokus varð
sett á atferð longu í barnagarð-
inum, so børnini longu fáa hjálp
har. Hetta hevði somuleiðis spart
pening í longdini, tí trupulleik-
arnir verða loystir, áðrenn teir
gerast ov stórir.
Foreldur mugu krevja?
Broytingar krevja, at vit sum
foreldur vilja vera foreldur. At
vit hugsa minni um frælsið at
vilja hava frí frá børnunum, at
foreldrini krevja meiri enn bara
ansingartrygd, t.v.s. trygd fyri at
barnið sleppur á stovn í morgin,
um neyðugt. At brúkararnir
eisini krevja av sínum kommu-
nalu politikkarum, at dygdin skal
betrast. Sum ein vinmaður segði,
"skal bilurin á verkstað, finna vit
eitt gott verkstað. Skal barnið á
stovn, verða eingi krøv sett".
Metingin er ikki , at vit ikki
hava gott fólk á okkara dagstovn-
um, tí tað hava vit og einans tí
gongur tað ikki verri enn tað
ger.. Men øki er raðfest ógvuliga
aftarliga politiskt, og foreldur og
harvið veljarar seta ov fá krøv til
leist til politisku skipanina. Tað
er ein sannroynd, at tað trupult
av fáa lærda arbeiðsmegi til
barnagarðar og bara tað, í sjálv-
um sær, átti at fingið ávaringar-
klokkuna at ljóða.
Nógv hevur verið tosað um
kommunusamanleggingar og at
leggja ábyrgdarøkir til kommun-
urnar. Barnaansing er eitt sosialt
øki, sum kommunurnar hava
ábyrgdina av, og ikki ber til at
siga at tað er nóg væl røkt.
Røddir eru eisini frammi um
heldur at varðveita kommunalu
støddirnar og so tillaga skipanina
so hon egnar seg betur til stødd-
irnar, og at tær smærru kommun-
urnar keypa tænastur frá teim
størru.
Støðuloysi
Í nógvum londum byrja børn í
einum slagi av skúla áðrenn tey
eru 6-7 ár. Danska skipanin, sum
vit í stóran mun hava kopierað,
hevur frá tí vit tóku við, fingið
fastan forskúla og í stóran mun
lagt niður vanliga 10. flokk. Her
hava vit, sum støðan er í fleiri
ríkismálum, valt ikki at seta
nýggjari danskar lógir í gildi, og
samstundist valt heldur ikki at
ment okkum ein annan veg, men
bara standa í stað, í okkara
serføroyska støðuloysi. Men
heimurin mennist og broytist,
eisini fyri børn! Fyri at taka
Danmark sum dømi, er nú
avgjørt, at børnini skulu hava ein
ávísan førleika tá tey fara úr
barnagarðinum sum 5-6 ára
gomul. Hetta skal m.a. tryggja at
børnini er klár at byrja í skúla,
umframt at vera ein staðfesting
av at børnini partvíst mugu
lærast og uppdragast uttan fyri
heimið í samfelagsskipanum sum
okkara.
Tá vit hava eitt samfelag, sum
krevur at bæði maður og kona
arbeiða, er neyðugt at børnini
verða ansaði. Men bert ansingar-
trygd innanfyri eitt stik, uttan at
geva starvsfólkunum veruligan
møguleika at arbeiða langskykt
við børnunum, er ikki einum
vælferðarsamfelag virðiligt.
Eldraøki
Sami trupulleikin sæst í eldra-
røktini, sum er sera krevjandi.
Men aftur her hava vit valt at
hava eitt samfelag, at børnini
ikki hava stóran møguleika at
taka sær av foreldrunum tá tey
gerast gomul. Hetta pliktar. Tey
gomlu skulu heldur ikki bert sita
í einum høsnagarði. Ein broyting
krevur raðfesting og krøv hvussu
játtanin til øki verður brúkt.
Kvantitetur ella nøgd er ikki
nóg mikið, vit skulu eisini hava
dygd.
Við teim krøvum bara hesi
bæði økini seta, má spyrjast um
okkara kommunali bygnaður er
nøktandi, um framtíðarætlanirnar
eru nøktandi ella um hugsast
skal av nýggjum. Skal landið t.d.
taka sær av slíkum uppgávum,
ella skulu kommunurnar gera tað
í felag, við at tær smærru keypa
tænastur frá teim størru komm-
ununum. Men kommunurnar,
kommunupolitikararnir og
borgararnir mugu koma við
samanhangandi krøvum, upp-
skotum og vilja til broyting. Tað
er uppá tíðina at vit á hesum
økjum flyta Føroyar inn í ein
føroyskan leist gjørdan til
føroyskan tørv og viðurskifti.
Tosa við heimin!
Ein dagin tá eg var og vitjaði
ommu mína á einum eldraheimi,
sat ein onnur eldri kona undir
liðini á mær og tosaði út í tóman
heim, men við nógv fólk úr
fortíðini. Ein spurdi hana; "
hvønn tosar tú við?
– "Allan heimin, eg tosi við
allan heimin, er tað ikki púra
ørt?". So flenti hon og øll
kaffistovan í kíki, meðan hon
helt áfram at tosa við allan
heimin. Henda lítla hendingin
fekk meg at hugsað um hvussu
umráðandi tað er, at vit viðhvørt
minnast til at tosa við allan
heimin og menna okkum, sjálvt
um tað kann kennast eitt sindur
ørt.
Dagstovnar ella høsnagarðar
– eitt kommunalt øki í valdysti?
Kvaliteturin á ansingini á
dagstovnum er ikki
tryggjaður sum er. Hetta
kann fáa álvarsligar fylgjur
fyri børn við serligum
tørvi, sigur formaðurin í
Føroya Pedagogfelag
ANSING
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Formaðurin í Føroya Pedagog-
felag er púra samdur við orðing-
unum í analysuni í Tinghelluni
hesuferð um, at kvalitetur og
kvantitetur ikki fylgjast nóg væl
á ansingarøkinum.
– Tú hevur ikki tryggjað kvali-
tetin í løtuni. Fleiri stovnar verða
latnir upp, men í sama viðfangi
verða ikki fleiri pedagogar tiknir
inn á pedagogskúlan, sigur
Jarvin Feilberg Hansen.
Hann er fakfelagsformaður
fyri fleiri enn trimum prosentum
av Føroya fólki, tá ið Føroya
Pedagogfelag hevur góðar 1.500
limir. Harav starvast eini 900
teirri á dagstovnum. Einki veru-
ligt arbeiðsloysi er millum hans-
ara limir, men kortini er formað-
urin ikki nøgdur við støðuna.
– Tað er øgiliga trupult hjá
stovnum at fáa nóg mikið av
pedagogum. Tað er av teirri
einføldu orsøk, at tað ikki eru
nóg nógvir pedagogar, sigur
Jarvin Feilberg Hansen, sum
hevur verið formaður í Føroya
Pedagogfelag síðani 1. mars í ár.
Støðan á fleiri stovnum er
tann, at bert leiðarin á stovninum
er námsfrøðingur, og restin av
starvsfólkunum eru óútbúgvin
starvsfólk, oftani ung fólk, sum
arbeiða í styttri tíðarskeið á
dagstovni.
Saknar kjak um innihald
Seinastu fýra árini eru eitt
munandi stórt tal av dagstovnum
kring landið latnir upp. Ikki
minst í Tórshavnar kommunu,
har tólv nýggir ansingarstovnar
hava latið upp seinastu fýra árini,
har sitandi býráð setti sær sum
mál at nøkta ansingartørvin.
Men formaðurin í Pedagog-
felagnum saknar í stóran mun
eitt kjak um innihaldið í ansing-
ini - heldur enn bert at nøkta
tørvin.
– Støðan er væl vorðin betri
tey seinnu árini, men tað kundi
verið so nógv betri enn, sigur
Jarvin Feilberg Hansen.
Barnaansingarøkið var tað
fyrsta, sum varð lagt út til
kommunurnar at umsita.
– Tá økið varð lagt út, tá fylgdi
ein dagstovnalóg við. Hon ásetti,
at tveir triðingar av starvsfólk-
unum á dagstovnum skuldu vera
pedagogar, men hetta er langt frá
støðan í dag. Tískil haldi eg ikki,
at karmarnir samsvara við lóg-
ina, sigur Jarvin Feilberg
Hansen.
Ein kanning, sum Pedagog-
felagið gjørdi fyri einum ári
síðani, vísir, at tað tá restaði 160
pedagogar í fyri at náða áset-
ingini í dagstovnalógini um at
hava tveir triðingar pedagogar á
stovnunum. Og tørvurin verður
mettur at vera nógv voksin
seinasti árið.
– Vit hava tosað við lands-
stýrismanin um trupulleikan,
men tað er sum at sláa í eina
dýnu, sigur Jarvin Feilberg
Hansen.
– Tú kanst ímynda tær, um
støðan var tann sama í fólka-
skúlanum. Vit halda ikki, at
landið hevur ráð at lata vera við
at útbúgva fleiri pedagogar, sigur
Jarvin Feilberg Hansen.
Tann nýggja dagstovnalógin,
sum bert er nøkur fá ára gomul,
hevur sett amsing á dagskránna,
og tað fegnast formaðurin í
Pedagogfelagnum um. Hann
heldur, at dagstovnalógin inni-
heldur nógv gott, men tað
gongur heldur striltið at fylgja
orðingunum í lógini.
Atferðar trupulleikar
Formaðurin í Pedagogfelagnum
vísir á, at tað er ikki bara fyri
einki, at saknur er á pedagogum
á dagstovnum.
– Uppgávurnar hjá pedagogum
í dag eru so krevjandi og stórar,
at tað krevur útbúgvin fólk, sigur
Jarvin Feilberg Hansen.
Eitt økið, har pedagogar
serliga kunna vera hentar, er í
sambandi við børn við atferðar
trupulleikin ella við serligum
tørvi.
– Pedagogar eru sera hentir til
seruppgávur. Tað snýr seg um at
síggja og fanga børn við serlig-
um tørvi so tíðliga sum gjørligt.
Annars kann tað vera til óbøta-
ligan skaða, sigur Jarvin Feilberg
Hansen.
Tá nýggir stovnar verða latnir
upp, so spæla pedagogarnir ein
ógvuliga lítlan leiklut í upp-
byggjandi arbeiðinum, og tað
heldur Jarvin Feilberg Hansen
vera átaluvert.
– Støðan í løtuni er ikki í lagi.
Tað eru ov lítið av útbúgnum
pedagogum á stovnunum, og tað
tryggjar ikki kvalitetin, sigur
Jarvin Feilberg Hansen.
Størri samstarv við skúlar
Á frítíðarskúlunum kring landið,
starvast nógvir pedagogar. Har
verður eisini miðað ímóti at hava
tveir triðingar av útbúgnar
pedagogar. Sjálvur er Jarvin
Feilberg Hansen ikki so glaður
fyri heitið Frítíðarskúli, tá hesin
skúli ikki hevur nakað at gera
við sjálvan fólkaskúlan sum so.
Formaðurin í Pedagogfelag-
num heldur so avgjørt, at eitt
tættari samstarv og øðrvísi skip-
að yvirgongd millum dagstovn
og skúli hevði verið heppin.
– Vit hava saknað, at tað
verður sett størri fokus á hatta
økið. Tað er eisini nakað, vit
hava roynt at tosað við Lærara-
felagið um, og tað vildi verið
upplagt at arbeitt víðari við
hesum, sigur Jarvin Feilberg
Hansen.
Útbúgving
Tað er ikki vantandi áhugi, sum
ger, at tað resta fleiri enn 160
pedagogar á dagstovnum kring
landið.
Pedagogskúlin fær eini 150
umsóknir um árið, men tað eru
bert tey 24, sum sleppa inn.
Formaðurin í pedagogfelagnum
sigur seg vita, at nógv leita sær tí
heldur til Danmarkar, og tey
síggjast ikki øll aftur á føroysk-
um stovnum.
Frá politiskari síðu verður tað
avvíst at taka fleiri fólk inn á
pedagogskúlan. Grundgeving er
vantandi peningur.
Sjálv útbúgvingin stendur fyri
broyting. Tað heldur formaðurin
eisini vera neyðugt, tá ið upp-
gávurnar hjá pedagogum broytast
nógv við broytingunum í sam-
felagnum. Vit fáa ikki formannin
í Pedagogfelagnum at siga, um
hann heldur útbúgvingina vera
nóg góða sum, men hann sigur,
at nógvir góðir pedagogar koma
út á marknaðinum í løtuni, og
trupulleikin er serliga vantandi
politiskur vilji at taka fleiri
næmingar inn á skúlan.
Formaðurin í Pedagogfelagnum:
Nøgd og dygd samsvara ikki
á dagstovnum
Jarvin Feilberg Hansen heldur, at tað kunnu vera børn við serligum tørvi, ið
fara at kenna fylgjurnar av vantandi útbúgnu arbeiðsmegini á dagstovnum.
Mynd: Jens Kristian Vang
Charlotta á Váli
Olsen
Valevni fyri Miðflokkin í
Suðurstreymi
Sum øllum kunnugt er
stórur trupuleiki at fáa tak
yvir høvdið í Havnini. Ert
tú heppin at fáa eina íbúð/
hús, skalt tú gjalda tað
hvíta úr eygunum fyri hana,
líka mikið um tað er til
leigu ella keyp. Hetta gera
byggihávar og spekulantar
sær dælt av. Enntá grund-
stykki frá kommununi kost-
ar sum eini hálv hús aðra
staðir.
Hvussu skulu tey ungu,
sum ætla at seta føtur undir
egið borð klára at koma
upp undan? Fyri tað fysta
mugu minst 2 vanligar inn-
tøkur til, helst eyka arbeiði.
Hava tey so børn, mugu tey
vera ansaði og kostar tað
eisini. Alt í alt verður dag-
ligdagurin hjá hesi familju
so tungur, at tað bert verður
orka til arbeiði og tað
neyðugasta í heiminum.
Ongin orka til hvønn annan
og børnini. Hetta hevur so
nógvar syrgiligar fylgjur, at
vit áttu at følt okkum
skyldugan til at gera nakað
við henda trupuleika með-
an nakað enn stendur til at
bjarga.
Fyri tað fyrsta átti grund-
stykkjaprísurin ikki at verið
so nógv hægri enn í øðrum
kommunum.
Harnæst
skuldi húsalánsgrunnurin
ella líknandi stovnur fari og
kanna hvørja íbúð og hvørt
hús, sum verður bygt ella er
til sølu og virðismett tað,
og so átti ikki at verið farið
stórt út um tann prísin.
Soleiðis kundu vit hildið
húsaprísunum
á
einum
fólkaligum støði.
Hetta
hevði
gjørt
trivnaðin fyri familjurnar í
kommunu okkara nógv
betri!
Bústaðartrupuleikin í Havnini
VIÐMERKINGAR
VAL04
C
M
Y
K
35
34