leygardagur 6. november 2004síða 19
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 213 - 6. november 2004
Nr. 213 - 6. november 2004
37
-Skal útleggingin virka, er
tað tó eisini av stórum
týdningi, at landið - so
hvørt sum kommunurnar
fáa fleiri øki at taka avgerð
um - ikki samstundis læsir
kommunurnar fastar í
neyvum lógarásetingum, so
at einki er eftir hjá lokala
fólkaræðinum at ráða yvir.
Vit hava sæð hetta hent -
bæði her hjá okkum og í
øðrum londum skivar
Ingibjørg Berg, stjórnmála-
frøðingur í kronikkini í dag
TINGHELLUKRONIKKUR
Ingibjørg Berg,
stjórnmálafrøðingur
ingib@ksf.fo
Politisk undirtøka tykist í dag at
vera fyri at flyta fleiri uppgávu-
øki frá landi til kommunur at
umsita. Hendir hetta, verða fleiri
og øðrvísi krøv sett kommunun-
um - bæði til politiska raðfesting
og umsiting.
Eitt ið serkennir føroyskar
kommunur er, at íbúgvatalið er
lágt; umleið 77 % hava færri enn
1000 íbúgvar. Hetta broytist
nakað eftir 1. januar í 2005, tá
verða 67 % prosent av kommun-
um at hava minni enn 1000
íbúgvar. Men enn verða bert 3
kommunur at hava yvir 3000
íbúgvar. - Vit kunnu kanska siga,
at kommunukortið verður heldur
ruddiligari, men virkisførið hjá
flestu kommununum fer eisini
eftir hetta at vera lítið.
Eitt annað serligt fyri føroysk-
ar kommunur er, at tær hava
nógv færri uppgávur enn í
øðrum Norðurlondum - helst av
somu orsøk: At tær eru ov smáar.
Í útjaðaraøkjunum, serliga í
Suðuroynni og Sandoynni, fellur
fólkavøksturin og harvið helst
eisini inntøkugrundarlagið -
samstundis sum tey stríðast við
hægri skuld, enn restin av
landinum.
Miðstaðarøkini, serliga Tórs-
havnarøkið, hava øvut trupul-
leikar við tilflyting, og harvið
stórar útreiðslur til útbyggingar.
Økini: yvirliva og mennast
Ein av stóru avbjóðingunum hjá
bæði lands- og kommunu-
politikarum í dag er tí, at fáa
landið alt at yvirliva og javnviga
náttúrliga.
Kommunuálitið, ið varð við-
gjørt av bæði kommunu- og
landsmyndugleikum, sigur m.a.,
at málið er at skipa Føroyar í 7-9
stórar kommunur.
Taka vit hesi økini, sum tey
síggja út í dag, so eru tey - enn -
ikki so ymisk, sum vit kanska
hava lyndi til at halda, hvørki
íbúgvaliga ella fíggjarliga, men
nú gongur skjótt skeiva vegin.
M.a. tí er sera umráðandi at
fáa flutt hesum økjum nøkur
støðug arbeiðspláss við at leggja
kommununum fleiri uppgávuøki
at umsita. - Men tað eigur at
verða gjørt eftir eini skipaðari
ætlan, og ikki sum jólakort frá
onkrum landsstýrismanni, sum
hin næsti í røðini síðani tekur
aftur.
Orka - og krøv
Mangan hevur verið ført fram, at
kommunurnar ikki fara at megna
at umsita professionelt. Sum
støðan er í dag, kann væl vera, at
so er. Men orsøkin er ikki, at
kommunurnar eru kommunur,
men heldur at tær í dag bæði eru
so smáar og hava so fáar upp-
gávur, at tær ofta hvørki hava
orsøk ella orku til at hava nakað
serligt av umsiting - og tá ber
sjálvsagt ikki til at skapa eitt
professionelt støði.
Men tað er greitt, at fleiri al-
mennum tænastum kommun-ur-
nar koma at standa fyri, størri
verða krøvini - bæði til raðfest-
ing og til umsiting.
Longu í dag verða størri krøv
sett, bæði so og so. Borgarin vil,
at vit raðfesta bleytu økini hægri.
Kommunurnar merkja tað serliga
á barnaansingarøkinum. Borg-
arin er í dag eisini meira
tilvitaður um sín rætt, og at
almenna umsitingin virkar sum
hon skal. Her hava nýggju
lógirnar á fyrisitingarøkinum og
Løgtingsins umboðsmaður helst
havt sína stóru ávirkan.
Eitt annað er, at tá kommun-
urnar fáa starvsfólkatung øki,
sum lærararnar í fólkaskúlunum
og partar av eldraøkinum, fer tað
eisini at seta teimum heilt onnur
krøv til starvsfólkaumsiting, enn
tær eru vanar við í dag - bæði tá
snýr seg um at fáa fatur á starvs-
fólki við góðum førleika, og at
fáa tey at mennast og støðast.
Tí er avgerandi neyðugt, at
kommunurnar finna saman í
størri kommunur, sum megna at
veita borgarunum fjølbroyttar
tænastur.
Lokala fólkaræðið
– hvønn veg?
Verða kommunurnar størri, verða
færri kommunustýrislimir í mun
til fólkatalið. Tað vil siga at lut-
falsliga umboðanin verður minni,
uttan so at vit velja at broyta
kommuvalskipanina - Kári á
Rógvi, løgfrøðingur, hevði onkra
spennandi hugsan um hetta í
Tinghellu leygardagin 30.
oktober 2004 - men veruliga
ræðið hjá kommunustýrunum
verður nógv størri.
Fyri tað fyrsta verða fleiri øki
hjá teimum at taka avgerð um.
Í øðrum lagi verður møgu-
leikin at taka avgerðir størri - at
raðfesta hvussu skattapeningurin
verður nýttur, og hvussu viður-
skiftini í kommununum verða
skipað - tí veruliga fíggjarliga
virkisfrælsið verður størri.
Sum er í dag, er ikki stórt
annað innihald í virkseminum
hjá kommunustýrum í fleiri
smáum kommunum, enn at býta
útreiðslur til aðrar kommunur,
sum tær noyðast at keypa tæn-
astur frá, so tær kunnu røkja
lógarbundnu skyldurnar.
Í triðja lagi fer tað, at komm-
unurnar verða færri og størri, at
gera, at tær fara at seta ein størri
part av politisku dagsskránni: Tá
kommunurnar verða javnari í
stødd, verður eingin orsøk til at
hava fleiri kommunufeløg, og
kommunurnar fara at hava meira
samljóðandi áhugamál.
Tí fara kommunurnar at hava
nógv størri slagkraft, bæði í
almenninginum og mótvegis
landsmyndugleikunum, tá tær
blíva meira javnlíkar.
Nógv av hesum snýr seg um
hugburð - hvar vilja vit, at
politisku avgerðirnar skulu takast
- hvar meina vit, at politisku
avgerðirnar verða tiknar best.
Tað hevur verið ført fram, at
Føroyar ikki er størri enn ein
miðal kommuna í grannalondum
okkara, og tí eiga kommunurnar
ikki at hava so nógv øki at um-
sita, sum kommunurnar í hesum
londunum.
Men Føroyar er eitt land, ikki
ein kommuna. Landið Føroyar
hevur á leið somu uppgávur sum
onnur lond, og munur eigur at
vera á tí, kommunurnar í einum
landi takast við, og tí lands-
myndugleikarnar gera. So leingi
sum so fá øki liggja hjá komm-
ununum, noyðist Løgtingið at
fáast við viðurskifti, ið náttúrliga
hoyra heima hjá kommunustýr-
unum.
Enn ein týdningarmikil orsøk
til at styrkja kommunurnar er tí,
at líka mikið hvussu væl ting-
arbeiði verður skipað, so er mark
fyri, hvussu nógv mál Løgtingið
kann viðgera. So longi sum
tingið átekur sær leiklutin sum
lands-kommunustýri, fara tí at
vera onnur stór politisk vanda-
mál, sum stundir ikki verða til at
viðgera politiskt.
Vandamál á leiðini
Skal útleggingin virka, er tað tó
eisini av stórum týdningi, at
landið - so hvørt sum kommun-
urnar fáa fleiri øki at taka
avgerð um - ikki samstundis
læsir kommunurnar fastar í
neyvum lógarásetingum, so at
einki er eftir hjá lokala fólka-
ræðinum at ráða yvir.
Vit hava sæð hetta hent - bæði
her hjá okkum og í øðrum
londum.
Norra er t.d. eitt heldur ræð-
andi dømi, tí har er í dag trupult
at fáa fólk til yvir høvur at hava
hug til at fáast við kommunu-
politikk - einki veruligt vald er
eftir hjá kommunupolitikarunum;
tey eru næstan bara lokalt vald
statsembætisfólk, og hvør
politikari tímir tað ?
- Fer landið so eisini at seta
mark fyri kommunuskattin,
soleiðis sum vit síggja tað í t.d.
Íslandi, so verður lokala fólka-
ræðið av álvara hótt, tí innihaldið
verður sogið úr tí aftur.
Verður hetta úrslitið, koma
kommunurnar at ganga sum
keisarin í sínum nýggja búna.
Vandamál á leiðini
Katrin Dahl Jakobsen
Valevni Javnaðarfloksins
til Tórshavnar býráð
Tá mál verða viðgjørd á
tingi sum snúgva seg um
tað at leggja eitthvørt út til
kommunurnar at umsita,
plagar argumentið at vera,
"at so verður alt so nógv
nærri borgaranum". Sama
er at hoyra frá kommunu-
politikarum. Hetta ljóðar
rætt og rímiligt og átti at
verið so. Men er tað nú so?
Í hvussu stóran mun verða
borgarar eftirspurdir ella
tiknir við uppá ráð? Hvussu
merkja tey henda øgiliga
nærleika, og hvør minnist
at hava verið við á borgara-
fundi? Væl vita vit, at av-
gerðirnar eru nærri borg-
aranum, verða tær fluttar
yvir um Tinghúsvøllin og
oman á Vaglið. Men borg-
arin merkir millum lítið og
einki til tað. Tú kanst fara á
býráðsfund at lurta. Og tað
er tað. Skal nakað veruligt
innihald vera í hesum nær-
leika, mugu hurðar latast
upp, og fólkið sleppa fram-
at. Til dømis við at skipa
fyri spurnartímum, har for-
maðurin í t.d. sosialu nevnd
greiðir frá ávísum ætlanum,
og fólk, sum eru áhugað í
hesum kunnu møta upp at
spyrja. Somuleiðis má tað
gerast lættari fyri borgaran
at samskifta, fylgja við og
kunna seg um, hvat veru-
liga fer fram í kommununi
og siga sína hugsan um
langtíðarætlanir og annað.
Hugsi serliga um smáu
kommunurnar,
sum
nú
gerast partur av Tórshavnar
Kommunu. Eg eri vís í, at
livdi býráðið upp til hetta
nærdemokratiið, so hevði
tað fingið ríkiligt aftur frá
eldhugaðum
fólki
sum
komu við sínum ískoyti.
Sjálvandi hevði tað kravt
meira av politikarunum, tá
tey ikki longur sluppu at
sita og manererað aftanfyri
rullugardinurnar. Men ikki
minst, tað hevði verið so
nógv stuttligari.
Fólksligari stýring
VAL04
VIÐMERKINGAR
Hildur Eyðunsdóttir
Býráðslimur og valevni á
lista E
Nú skal hugsast
Okkurt valevni bjóðar
seg fram við slagorðinum:
"Nú skal handlast". Eg
haldi at sitandi býráð hevur
lært okkum, at tað eisini
ber til at handla ov skjótt.
Heilir býlingar verða bygd-
ir uttan fyrilit fyri trivnað,
við lítlum og ongum utt-
anumøki til familjurnar.
Hesa ferð vóni eg at tit
velja fólk, sum geva sær
stundir at hugsa, sum hava
tíð at kjakast fyri at fáa
bestu loysnirnar, og sum
tora at kunna borgararnar
og taka ímóti teirra við-
merkingum og ráðum til
tær ætlanir sum eru fyri.
Amboð til
raðfestingar
Heildarætlanin
er
tað
amboðið sum vit brúka, at
fáa yvirlit yvir menningina
í kommununi. Tað er í
heildarætlanini og í fíggjar-
ætlanini, at borgararnir
kunnu síggja hvussu bý-
ráðið ætlar at kommunan
skal mennast. Heildar-ætl-
anin er ikki ein fastløst ætl-
an, men ein tilgongd, ein
raðfesting og ein skipað
menningarleið. Men hon
skal eisini veita tryggleika
og vissu. Hon skal tryggja
fólkinum í kommununi at
skil er í útbyggingini, og at
teirra bústaðir og íløgur
ikki missa virði av skila-
leysum útbyggingum.
Heildarætlanin er tað
kortið, sum stýrt verður
eftir, og har bogar og sker
síggjast í góðari tíð, um vit
velja at skifta kós. Hon skal
tí áhaldandi dagførast, so
hvørt sum vit fáa nýggja
vitan og betri yvirlit, og
eisini útgreinast í heildar-
ætlanir fyri hvørt málsøki
sær, bústaðir, ferðsla, skúl-
ar, eldraøki, mentan o.s.fr.
Enn hava vit tíverri ikki
sæð nógv til samskipan ella
raðfestingar í røkka fram í
tíðina. Tí síggja vit eisini
býráðið renna á, nærum
hvørja ferð nýggj kós verð-
ur sett. Hesum ætla vit í
Tjóðveldisflokkinum
at
broyta. Vit vilja gera greið-
ar raðfestingar í fullum
opinleika. Vit vilja at
kommunan skal skipast so,
at øll øki fáa røttu karmar
at mennast eftir egnum
fortreytum.
Kommunu-
samanleggingin skal ikki
merkja, at alt verður drigið
til Havnar, men at vit fáa
høvi at samskipa miðstaða-
røki til frama fyri alla
kommununa. Heildarætlan-
in skal hjálpa politikarum
og borgarum, at fáa yvirlit
yvir ætlaðu menningina, og
fáa høvi at siga frá áðrenn
býráðið ger okkurt býtt.
VIÐMERKINGAR
Torleif Sigurðsson
varaborgarstjóri og
havnanevndarformaður
Tað var í seinnu helvt av
80’unum, at Býráðið tók
fyrireikandi stig til byggjan
av einari havn norðuri í Án-
unum, sum skal hýsa virk-
seminum hjá millum øðr-
um sjóflutningsvinnuni og
fiskaídnaði í Klaksvík.
Semja var um, at trongligu
umstøðurnar á vánni – hó-
ast útbyggingar – ikki fóru
at nøkta tørvin við fram-
tíðini í huga. Hetta hevur
kommunan síðani staðfest,
tí teknisku anleggini á
vestursíðuni halda ikki til
ferðsluna og flutningin í
samband við verandi virk-
semi. Hóast fleiri mió. kr.
eru brúktar til at gera neyð-
ugt
dýpingararbeiði
á
vánni, er dýpið hjá djúpt-
stingandi skipum, sum í
dag vilja sigla upp á Klaks-
vík, ikki nøktandi.
Kreppan mitt í 90’unum
førdi til, at allar ætlanir um
kommunalar útbyggingar
vórðu útsettar, tí lítið var til
av peningi, og tørvurin hjá
flutnings- og fiskivinnuni
kundi tá – so dánt - nøktast.
Síðani kom sum kunnugt
skjót broyting í, og nú eru
umstøðurnar á vestursíðuni
ótolandi. Harafturat er bygt
á tað seinasta økið, sum
Klaksvíkar Havn hevði eftir,
og sum var ætlað til fiski-
vinnu- ella havnaendamál.
Tá vit fyri 4 árum síðani
tóku við býráðsleiðsluni
varð ætlanin í Ánunum
endurskoðað eisini við
atliti til fasta sambandi um
Leirvíksfjørð, sum uttan
iva fer at hava broytingar
við sær. Semja var um at
halda fast við verkætlanina,
tí brúk verður fyri einari
havn í fiskivinnubýnum
Klaksvík,
sum
gevur
møguleikar til øll skip, sum
sigla og væntast at fara
sigla upp á Føroyar kom-
andi mongu árini. Semja
var eisini um, at Klaksvíkar
Havn skal hava eitt havna-
øki til flutningsvinnuna,
sum skal verða tøkt og
loyvi verður ikki givið til at
byggja á hetta ávísa økið.
Í stuttum fevnir endur-
skoðaða verkætlanin í Án-
unum um eitt havnaøki, sum
verður yvir 20.000 fermetr-
ar til støddar. Tann sunnara
helvtin av havnaøkinum
verður tøk hjá flutnings-
vinnuni og norðara helvtin
verður tøk til flutnings-,
goymslu- og ídnaðarbygn-
ingar. Kaisíðan, sum verður
200 metrar long verður
gjørd við 30 metra ro-ro
skráa í heimara endanum.
Dýpið framman fyri kai-
síðuna verður 12 metrar.
Samlaður kostnaður av dag-
førdari ætlan er roknaður til
smáar 40 mill. kr.
Tey eru fleiri, sum hava
givið til kennar, hvørja
áskoðan tey hava til ætlan-
ina norðuri í Ánunum, fleiri
eru fyri, og onkur er ímóti.
Býráðið hevur eisini í fleiri
umførum viðgjørt málið,
og hevur oftast verið full
semja um, at ætlanin skal
fremjast skjótast gjørligt. Tí
hevur kommunan brúkt
umleið 10 mió. kr. til neyð-
ugt útfyllingararbeiði, pro-
jekt o.a.
Tá arbeiðið at gera Norð-
oyatunnilin
nærkaðist,
gjørdist greitt, at fleiri fyri-
munir vóru við at taka
grótið til Ánirnar úr Norð-
oyatunnlinum, og tí varð ein
avtala um grót gjørd millum
tunnilsfelagið og komm-
ununa. Tíverri eru seink-
ingar hjá Norðoyatunlinum
orsøkin til, at havnin í
Ánunum er seinkað.
Á vári 2003 var arbeiðið
at gera kaikantin útbjóðað
og átti J&K Petersen lægsta
boð. Í august 2003 var av-
tala gjørd við J&K Petersen
um at gera kaikantin, sum
tilsamans er mettur at kosta
einar 17 mió. kr. Nú er
gongd komin á, og verður
arbeiðið væntandi liðugt
áðrenn summarferiuna í
2005, tá partur av havnini
kann takast í nýtslu. Eftir er
so endalig liðugtgerð av
havnini, sum er mett til
einar 10 mió. kr.
Spurningar sum Havna-
nevndarlimir o.o. oftani
hoyra eru: hevur komm-
unan ráð til slíka verkætl-
an? hvussu verður arbeiðið
fíggjað? og er vegasam-
bandi til Ánirnar nøktandi ?
v.m.
Kommunan hevur sein-
astu árini fleiri ferðir søkt
landsstýrið um stuðul til
útbyggingarnar á Klaksvík-
ar Havn, men hevur fingið
noktandi svar í hvørjum
føri. Hetta, hóast aðrar
havnir hava fingið og fáa
játtaðan stuðul til sínar
verkætlanir.
Tí
hevur
kommunan verið noydd til,
í fleiri umførum og uttan
stuðul, at leggja pening út
til átrokandi verkætlanir á
havnaøkinum, sum annars
høvdu verið býttar millum
land og kommunur.
Tey árini, tá lítlar og ong-
ar íløgur vóru gjørdar á
Klaksvíkar Havn gav rakst-
urin eitt fitt avlop, sum var
eitt gott íkast til slunkna
kommunukassan. Afturat
hesum skal roknast tann
peningur, sum viðskifta-
fólkini
(kundarnir)
hjá
Klaksvíkar Havn leggja
eftir seg í kommununi.
Havnanevndin hevur tað
áskoðan, at nú má Klaks-
víkar Havn fáa peningin
aftur, til átrokandi verkætl-
anina í Ánunum, og hetta
hevur býráðið samtykt.
Kommunan hevur dag-
ført vegaætlanina í sam-
band við Norðoyatunnilin,
nýggju havnina í Ánunum,
tungu ferðsluna o.a.. Nú
verður arbeitt við kommun-
alu vegunum, har tað eisini
liggur frammalaga, at gera
vegasambandi
gjøgnum
býin til Ánirnar nøktandi,
meðan bíðað verður eftir
landsvegnum frá Oyra-
vegnum til Ánavegin. Bý-
ráðið hevur staðiliga heitt á
landsins mynduleikar um at
virka fyri at hesin lands-
vegurin norður um fjall
verður gjørdur skjótast
gjørligt, og sum eitt natúr-
ligt framhald av vegagerð-
ini í samband við Norðoya-
tunnilin. Semja er millum
landsvegamynduleika og
kommunu um, at vegurin
skal verða landsvegur, og at
arbeiðið skal raðfestast.
Væntandi ganga ikki
fleiri ár, áðrenn koyrandi
verður frá øllum økjum í
býnum eftir kommunala
ringvegnum, og á lands-
vegnum á eystursíðuni norð
til - millum annað - havna-
økið í Ánunum. Hetta er alt
ein ætlan, sum býráðið
miðvíst hevur arbeitt fram í
móti seinastu árini.
Góðs- og Ídnaðarhavnina í Ánunum, sum
havnanevndin seinastu árini hevur arbeitt við
VAL04
VAL04
Kovboyar skjóta fyrst
og spyrja aftaná.
Rættir politikarar
gera øvugt
Jógvan Arge
Valevni tjóðveldisfloksins
til Tórshavnar Býráð
Týsdagin gert tú av, hvussu
Tórshavnar
kommuna
verður stýrd næstu fýra
árini.
Listi E bjóðar seg fram at
taka við leiðsluni í bý-
ráðnum.
Vit vilja fáa kommununa
og Havnina aftur á beint
eftir fýra ára herjan frá
cocktailinum Jan og Heðin.
Vit vilja røkja áhugamál-
ini hjá heildini og tryggja
øllum borgarum rættvísa og
virðiliga viðferð.
Vit virka fyri opinleika
og gjøgnumskygni og vilja
hoyra borgararnar í málum,
sum viðkoma teimum.
Vit seta trivnaðin í hásæt-
ið og fara at rudda upp í
byggióskilinum kring um í
kommununi.
Vit seta okkum fyri sum
skjótast at nøkta tann bráð-
neyðuga tørvin á ellis- og
røktarheimum.
Vit vilja hava frítíðar-
skúla fyri 2. og 3. flokk og
menna barnaansingina á
stovnunum.
Vit halda, tað er umráð-
andi at dagføra og menna
skúlarnar í allari kommun-
uni.
Við okkum við róðrið fáa
mentan, ítróttur og frítíðar-
lív sum heild bestu sømdir
Vit halda, at kommunan
eigur at átaka sær at eggja
til nýtt virksemi og nýggjar
vinnur.
Vinnulívinum
verður
tryggjað góð kor og vakstr-
armøguleikar, tí vinna og
trivnaður eru tvær síður av
somu søk.
Vit vilja tryggja lív og
menning á øllum plássum í
Tórshavnar kommunu við
virðing fyri teirra sereyð-
kennum og møguleikum.
Bussleiðin og ferðasam-
bandið til bygdir og oyggjar
verða útbygd.
Framtíðarætlanirnar fyri
kommununa verða endur-
skoðaðar við atliti til
trivnað og umhvørvi eins
og javnvág millum býar-
partar.
Og fram um alt ætla vit at
reka ein skilagóðan fíggjar-
politikk.
Týsdagurin verður E-
dagur.
Listi E vil fjálga um teg.
Gott val.
E-dagur verður týsdagin
VAL04
C
M
Y
K
37
36