Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. mars 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. mars 2018 · Nr. 30 2 Sosialurin Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI SÍÐA 10-11 130 føroyingar raktir árliga TÍÐINDI SÍÐA 10-11 Stovns­ børn í Realskúla Politikkur er eitt løgið fyribrigdi. So løgið, at politikarar mangan upp­finna tann djúpa tallerkin av nýggj­um. Soleiðis tykist tað eitt nú, tá for­ maður Sambandsfloksins á lands­ fundi tosar um at framtíðar­tryggja sam­fel­ag­ið, »at tryggja Før­oyum betri at­gongd til ES-markn­aðin.« Víðari sigur hann: »Og so hetta ov­ur­neyðuga – at seta í verk við­ gerð­ar­trygd fyri allar føroyingar. Í einum tilfeingisbúskapi vita vit av royndum, at sveiggini í bú­skap­ i­num kunnu vera stór. Tí ræð­ur um at planleggja og stýra so­leið­ is, at hesi sveiggj ikki gera ó­neyð­ ug­an skaða á búskapin og elva til kreppu.« Sambært for­mann­i­num hava tey brúkt sein­astu árini at brynja flokk­in aftur at taka við landsins leiðslu. Sam­bands­flokk­ ur­in vil hava broyt­ing­ar sum muna hjá ein­s­taka borgaranum. Hann vil vera í­tøkiligur í vallyftum og hann held­ur tað, hann lovar. Og hann vil samstarv við aðrar flokkar um breið­ar politiskar semjur. Vøkur orð. Men kanska heldur nógv orð fram um gerðir? Hví ikki held­ur vísa tað í verki? Og er tað nú so neyðugt at fáa Sambandsflokkin til valdið aftur? Flokkurin hevur akkurát sitið við vald­ið. Hann kom í stjórn eftir at full­veld­is­lands­stýrið koll­sigldi í 2003. Hann sat við valdið líka til sep­tember í 2015. Tað vil siga, at Sambandsflokkurin hevur sitið við valdið í 12 av teimum seinastu 15 áru­num. Tað átti at sagt okkum, um tað er betri at hava Sambandsflokkin við valdið heldur enn onkran annan. Hví skal veljarin so trúgva uppá, at vit við Sambandsflokkinum fáa frægari atgongd til ES-marknaðin? Hví nýtti flokkurin ikki høvið til tess tey 12 ár­ini flokkurin sat í Ting­ a­nesi frá 2004-2015? Flokkurin koyrir nógv uppá, hvussu virk­is­leys samgongan er, og at hon ikki hevur meiriluta. Jamen um tað er so galið, so tak sam­gong­ una av ræði? Um sam­gong­an ikki hev­ur meiriluta, so má and­støðan hava tað. Ella er líka vítt sum sítt. Fyri at vísa seg frá síni bestu síðu, so kundi Sambandsflokkurin gjørt sum Sjálvstýrisflokkurin: – Fáið tykkum ávirkan á onkur av tykk­ara hjartamálum við at sam­ starva breitt í Løgtinginum. Tað ber væl til, og tað vísir virkisfýsni. Eitt gott stað hjá Sam­bands­ flokk­i­num at byrja hevði verið pen­sjóns­ný­skip­anin. Sum er tosar Sam­bands­flokkurin bara um grund­ar­upp­hædd­ina sum alfa og omega. Farið við heldur enn at grenja. Finnið breiðu semjuna. So skulu tit nokk fáa kreditt! UPPFINNA DJÚPA TALLERKIN? – Nei, eg angri ikki, at eg legði frá mær eftir fólka­tings­valið í 1998. Eg eri bein­ leið­is takk­samur fyri, at før­oyingar vóru for­nerm­ að­ir inn á Sam­ bands­flokkin Tað sigur Uffe Ellemann-Jen­ sen, fyrrverandi formaður í danska Vinstra flokkinum við pol­itiska miðilin altinget. dk, sum eins og in.fo í gjár skrivaði um lagnukenda fólka­ tings­val­ið fyri 20 árum síð­ani, hin 11. mars í 1998. Jóannes Eidesgaard fekk eft­ir fólkatingsvalið í 1998 ein serligan leiklut sum tryggj­ aði, at Poul Ny­r­up Ras­mussen kundi halda fram sum for­sæt­ is­ráð­harri. Ein onnur orsøk til sig­urin hjá Javn­að­ar­flokk­i­num í Føroyum var, at Ed­mund Jo­en­sen, løg­mað­ur, hevði fornermað vága­fólk við at koyra Sámal Pet­ur í Grund frá sum lands­stýr­is­mann, tí hann var far­in undir fyrireikingar av Vága­tunlinum. Á fólka­ tings­vali­num krediteraðu vágafólk Sám­al Petur í Grund við at vaksa Sjálv­stýr­is­flokk­ in úr 7 at­kvøð­um í 1994 til 336 atkvøður í 1998. Sam­bands­ flokkurin misti fólka­tings­ mann­in, honum restaðu slak­ar 180 atkvøður. Uffe Ellemann-Jensen sig­ ur við Altinget.dk, at hann ongantíð hevur angrað, at hann legði frá sær eftir val­ó­ sig­urin í 1998. – Tí eg havi síðani sæð, at tap­ið í 1998 bjargaði lívi mín­ um. Um eg var blivin for­sæt­ isráðharri tá ella seinni, skuldi eg havt sitið í tvey skeið, og eg hevði ikki heils­una til tað. Allar teir trup­ul­leik­ar, sum eg fekk seinni við hjartanum og við krabba­meini og alt hatta har – um tað var komið eitt sindur fyrr und­ir hasum umstøðunum, so var er deyður av tí. So nei, eg eri ikki beiskur í dag, ikki tað allar minsta. Eg eri takk­sam­ur fyri, at føroyingar vóru blivn­ir for­nerm­að­ir inn á Sam­bands­flokk­in, sig­ur Uffe Elleman-Jensen við altinget. dk. Vágatunnilin gjørdist har­ við eitt politisk Waterloo fyri Uffe Ellemann-Jensen. Gott at tit vóru for­nermað inn á Sambandsflokkin Pensjónsskipanin hevði verið gylt høvi at víst viljan Málið um Vágatunnilin gjørdist í 1998 eitt politiskt Waterloo fyri formannin í Vinstra, Uffe Ellemann-Jensen, sum ikki gjørdist forsætisráðharri, tí Sambandsflokkurin tapti fólkatingsvalið í Føryum Helgi nýggjur næstformaður Stríðsval var um næstformans­ postin á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum Tað er sjáldan, at kapping er um at gerast næstformaður í felagsskapum, men á landsfundinum hjá Sam­ bands­flokkinum gjørdist valið til næstformann eitt av­ger­andi punkt. Magni Laksáfoss hevur verið næstformaður sein­ astu árini, men onkustaðni hava veljarafeløgini ikki verið nøgd við hansara ar­ beiðið. Tí skeyt valfelagið í Eyst­uroy, Samhald, upp at velja Helga Abrahamsen til næstformann í staðin fyri Magna Laksáfoss. Báðir kandidatarnir fingu høvi at siga eitt sind­ ur um seg sjálvan, men tá ið atkvøtt var, høvdu 24 atkvøtt fyri Helga Abra­ ham­sen og 18 fyri Magna Laksá­foss. Millum fundarfólk sum atkvøddu fyri Helga Abra­ hamsen hoyrdist, at tey heldur vildu hava sam­ bands­mannin av Strondum sum næst­for­mann enn Magna Laksáfoss, millum annað tí Magni Laksáfoss, tá ið lógin um fyrisiting av sjófeingi skuldi sam­ tykkj­ast, valdi at cleara við Kristin Michelsen úr Javn­ að­arflokkinum, Hetta var tó ikki einasta grundgevingin, sum hoyrd­ ist millum funarfólki, men tað vísti sg altso, at fleiri teirra heldur vildu hava Helga Abrahamsen sum næst­formann í flokkinum. Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin