mánadagur 12. mars 2018síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 12. mars 2018 · Nr. 30
Kom aftur til
kjarnina í málinum
Kjarnin í málinum er, at politikari og løgreglumaður hevur sagt seg
kunna skaffa hassj til ungar kvinnur, og at hann sigur seg hava tætt
samband við navngivnan persón, sum vanliga liggur inni við hassji
Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri
Barbara Holm, blaðstjóri
Nógv kjak og umrøða hevur verið
av greinum um løgtingsmannin og
løgreglumannin Bjarna Hammer,
sum Sosialurin hevði í blaðnum
mánadagin 26. februar. Tað er
sjálvandi ikki komið óvart á okkum,
tí talan var um eina skakandi søgu
við bæði óvanligum innihaldi og
umstøðum. Kjakið, sum síðani
hevur verið um journalistiska ar
beiðið hjá Sosialinum, hevur stund
um verið so misvísandi og órímiligt,
at vit við hesum vilja staðfesta nøk
ur viðurskifti í sambandi við grein
ina.
Kjarnin í greinini um Bjarna
Hammer var, at hann í samrøðu
við ungar kvinnur segði seg kunna
skaffa teimum hassj, og at hann
segði seg hava tætt tilknýti til
mann, sum innflutti og lá inni við
hassji, og at hann tí vanliga kundi
fáa fatur á hassji. Eisini umrøddu
tey í samrøðuna eina hending, har
Bjarni Hammer áður skuldi havt
givið ungu kvinnunum hassj.
Upptøka er av samrøðuni, og
Sosialurin hevur endurgivið partar
av samrøðuni í blaðnum. Vit hava
endurgivið Bjarna Hammer fyri
tað, sum hann sjálvur segði í sam
røðuni. Bjarni Hammer sigur, at
hann kundi og vildi skaffa hassj
frá einum navngivnum persóni til
ungu kvinnurnar.
Sosialurin hevur í sínum dekn
ingi ikki lagt Bjarna Hammer undir
at selja hassj, og Sosialurin hevur
ikki aðra dokumenatión fyri, at
Bjarni Hammer hevur latið ungu
kvinnunum hassj, enn tað, sum
kvinnurnar siga, og tað, sum Bjarni
Hammer sjálvur sigur í samrøðuni
við ungu kvinnurnar.
Álvarsmál
Kanningararbeiðið hjá Sosialinum
byrjaði við, at blaðið fekk eitt tipp
um, at Bjarna Hammer hevði til
knýti til hassj. Innihaldið og ábend
ingarnar í hesum tippi var so álvar
samt, at vit valdu at kanna málið
nærri. Bjarni Hammer er ikki ein
og hvør, hann er ein týðandi valds
persónur í samfelagnum. Bjarni
Hammer er løgtingsmaður, hann er
løgreglumaður (í farloyvi), og hann
er kommunustýrislimur. Tí hevur
slíkt mál almennan áhuga og sam
felagsligan týdning.
Kanningararbeiðið staðfesti, at
Bjarni Hammer segði seg kunna og
vilja skaffa hassj, og hann segði seg
hava tætt tilknýti til mann, sum
liggur inni við hassji.
Hesa søgu valdu vit at skriva í
Sosialinum tann 26. februar undir
yvirskriftini ”Bjarni Hammer: Vildi
skaffa hassj til ungar kvinnur”.
Sosialurin hevur dokumentatión
fyri tí, sum er skrivað í blaðnum.
Valdu at melda
Umstøðurnar kring kanningarar
beiðið og søguna eru heilt serligar,
tí Sosialurin valdi at lata løgregluni
tilfarið í málinum – alment er tað
at melda. Hetta er sera óvanligt fyri
ein miðil at gera. Sosialurin hevur
ikki gjørt hetta áður á hendan hátt,
og tað er trupult at síggja, at blaðið
fer at gera tað aftur. Men í hesum
einstaka føri talaði nógv fyri, at
Sosialurin skuldi lata løgregluni
málið.
Okkara hægsta raðfesting var
at verja keldurnar. Vit hava við ein
sera valdsmiklan persón í okkara
lítla samfelagi at gera, og óvissa
var um, hvussu hesin valdsmikli
persónurin fór at reagera og brúka
sína valdsstøðu, tá ið hann frætti
um søguna, sum Sosialurin ar
beiddi við. Tí var mett best at lata
løgregluna fáa málið, so at keld
urnar harvið fingu bestu verjuna,
sum samfelagið kann veita teimum.
Sosialurin hevur ikki brotið keldu
verjuna, tí keldurnar ynsktu sjálvar
at løgregluna fekk boð um málið.
Sosialurin valdi at taka ábyrgdina
á seg og lata løgregluni tilfarið.
Nú liggur málið hjá løgregluni,
og danskir løgreglumenn kanna
tað. Í dag hevur danski ríkisadvok
aturin boðað frá, at hann ikki gera
meira við eitt møguligt revismál
ímóti Bjarna Hammer. Hetta var
væntandi, tí eitt revsimál krevur
vanliga, at prógv eru fyri, at ein
virkin gerð er gjørd í málinum.
Eitt møguligt disiplinermál innan
løgregluna verður kannað nærri.
Og eftir stendur spurningurin, um
politiska umhvørvið og løgreglan
kunnu liva við atburðinum og
framferðini hjá Bjarna Hammer.
Grugga málið
Síðani Sosialurin skrivaði grein
arnar um Bjarna Hammer, hevur
nógv kjak verið um málið. Her er
talan um óvanliga hending og um
óvanliga miðlasøgu, og tí verður
hon sjálvsagt umrødd allastaðni –
bæði á seriøsan og óseriøsan hátt.
Fyri Sosialin hevði tað ivaleyst
verið nógv lættari at lata tippið fara
aftur við borðinum, men miðlar
hava skyldu og ábyrgd at kanna
ivasom viðurskifti í samfelagnum,
serliga tá ið greiða ábendingar
eru um tað, og hesa skyldu tekur
Sosialurin í stórum álvara.
Seinastu tíðina hava fólk og
miðlar roynt at grugga málið við
gitingum, illgitingum og skuld
setingum, sum eitt nú rógva fram
undir, at Sosialurin skal hava pol
itisk áhugamál í søguni. Soleiðis
er ikki. Sosialurin hevur gjørt eitt
seriøst, gravandi arbeiði í málinum
og hevur avdúkað framferðina hjá
einum av framstandandi politikar
unum í landinum.
Tá ið summir miðlar á óseriøsan
hátt – og í stríð við journalistiskar
meginreglur – royna at niðurgera
keldur og boðbera, er tað á so slík
um støði, at vit ikki ynskja at svara
slíkum skuldsetingum. Og vit vilja
heldur ikki gita ella illgita hesar
miðlar fyri at renna ørindi fyri
partar í málinum, sum fóðra teir.
Tað er umráðandi, at fólk ikki
lata seg órógva av hesari roynd
at undirgrava eitt seriøst og
dokumenterað journalistiskt ar
beiði, og tað hevur týdning, at vit
halda fast um kjarnina í málinum
– at ein løgtingsmaður og løgreglu
maður hevur sagt seg kunna skaffa
hassj til ungar kvinnur, og at hann
sigur seg hava tætt samband við
navngivnan persón, sum vanliga
liggur inni við hassji.