Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. mars 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. mars 2018 · Nr. 30 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 VIT ERU IKKI BANGIN FYRI AT FARA Í VERKFALL LØNARSAMRÁÐINGAR Vit ætla at vera sámilig, men vit vilja hava okkara part av framgongdini í samfelagnum, og vit aftra okkum ikki við at krevja okkara rætt, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag Áki Bertholdsen Sjálvandi vilja eisini vit hava okk­ ara part av framgongdini í før­oyska samfelagnum. Tað sigur Georg F. Hansen for­ maður í Føroya Arbeiðafelag, nú tað stundar til lønarsamráðingar við arbeiðsgevararnar. Sáttmálin gongur út 30 apríl og í hesum tískil eru arbeiðarafeløgini nú farin at fyrireika seg til sam­ráð­ ingarnar, sum verða í næstum. Aftur hesa ferð fara øll ar­beið­ ara­feløgini at samráðast í felag, for­taldi formaðurin í Føroya Ar­ beið­arafelag á aðalfundinum hjá felagn­um nú um vikuskiftið. Vilja hava sín part Georg F. Hansen staðfestur, at tað gongur væl í Føroyum. Arbeiðs­ loysið er so lágt, sum ongantíð, og nógv­ar fyritøkur hava stór avlop og rinda partaeigarum nógv í vinn­ ingsbýti. – Tað fegnast vit um, men sjálv­ andi vilja vit eisini hava okkara part í framgongdini, leggur hann dent á. Hann sigur, at tann stóri part­ur­ in av vøkstrinum er ikki goldin sum løn, tí tað eru tey, sum eiga sjálvan kapit­alin, ið hava fingið ein stóran part av honum. –  Sjálvandi fer hetta at síggj­ ast aftur í teimum krøv­un­um, vit fara at handa arbeiðs­gev­ar­un­um í sambandi við sáttmála­sam­ráð­ing­ arnar, sum vera um ikki so langa tíð, sigur hann. Hann sigur, at tey ætla at vera »sámilig og rímilig«, sum hann mál­ ber seg, men hann leggur kort­ini dent á, at tey ætla ikki at aftra seg við at sín rætt. Krevja lønarhækking Georg F. Hansen vil ikki siga al­ ment, hvørji krøvini vera, men tað er greitt, at eitt krav verður at lønin skal hækka. Og hann leggur afturat, at krøvini fara at verða sett fram um eina lønarhækking í krónum og oyrum, og ikki í prosentum. Men tey fara eisini at seta onn­ ur krøv fram fyri at bøta um um­ støðurnar hjá verkafólki. – Her hugsi eg um rættindi, sum al­ment starvsfólk, og starvsfólk hjá kommunum, hava fingið tryggjað við lóg, men sum tey á privata ar­ beiðs­marknaðinum ikki hava, sigur hann. Eitt dømi er, at í sambandi við upp­sagnir, skulu almenn starvsfólk fáa hoyringsskriv um uppsøgnina, so at tey fáa høvi til at siga sína hugs­an. – Hetta ætla vit at fáa í okkara sátt­mála. Vit hava roynt tað áður og hetta eru rættindi, tey hava á priv­ata arbeiðsmarknaðinum í okk­ara grannalondum, men tað hevur enn ikki borið til at fáa tað í sáttmálarnar í Føroyum, tí ar­beiðs­ gevararnir tvíhalda um, at hetta skerjir teirra leiðslurætt, sigur for­ mað­ur­in í Føroya Arbeiðara­felag. Skulu klára tað sjálvi Samstundis Georg F. Hansen á, at tær nógvu seinastu ferðirnar hev­ ur tað hvørja ferð eydnast okkum at fáa semju uttan at blanda Sem­ ings­stovnin uppí. Hetta heldur hann er ein fyri­ mun­ur, tí tá ið ein triði partur verð­ ur blandaður upp í, missa partarnir sum samráðast, tamarhaldið á sam­ ráð­ingunum. – Semingsstovnurin arbeiðir ikki fyri ein ávísan part, tí hann arbeiðir bara fyri at finna eina loysn, har loysn­in er endamálið í sær sjálvum. – Sostatt skulu vit ikki seta okk­ ara álit á Semingsstovnin fyri at vinna okkum rættindi, tí tað kunnu bara vit sjálvi gera. Georg F. Hansen sigur, at tí­skil fara arbeiðarafeløgini til sam­ráð­ ing­ar við tí fyri eyga at finna eina loysn. Men hann væntar at sam­ráð­ing­ arnar verða harðar, og verður tað neyðugt, eru vit heldur ikki bangin fyri at taka næsta stig og at fara í verkfall, leggur hann afturat. Tað kunnu bara vit sjálvi gera Verður tað neyðugt, eru vit heldur ikki bangin fyri at taka næsta stig og at fara í verkfall Eg vænti, at samráðingarnar, sum verða um nýggjan sáttmála, í næsttum, verða hararar, men vit eru ikki bangin fyri at krevja okkara rætt, sigur Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag