Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. mars 2018síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 12. mars 2018 · Nr. 30 Ómetaliga vónbrotin av samgonguni IKKI SO MÆLSKIR Samgongan hevur verið eitt stórt vónbrot á nógvum økjum, og eg hevði væntað mær meiri av flokkunum, sum annars vóru so mælskir, tá ið teir sótu í andstøðu Áki Bertholdsen –  Eg eri ómetaliga vónbrotin av framferðini hjá samgonguni ímóti okkum. Tað staðfesti Georg F. Hansen. For­maður í Føroya Arbeiðarafelag á aðal­fundinum í felagnum um viku­skiftið. Hann sipar serlig til uppskotið um eina nýggja pensjónsskipan og mótviljin ímóti at limir í fak­feløg­ um skulu sleppa at draga lima­ gjaldið til fakfeløgini frá í skatti. – Tað nyttar lítið at stuðla fak­ feløg­unum í andstøðu, tá ið teir ikki vilja vísa tað í verki, tá ið teir hava valdið. Tað er ikki, fyrr enn tú hevur valdið, at tú skalt vísa, tað í verki og eg má viðganga, at eg eri ómetaliga vónbrotin av ar­beiðs­ marknaðarpolitikkinum hjá sam­ gong­uni, sigur formaðurin í Føroya Ar­beiðarafelag. – Eg hevði væntað mær meiri eftir­sum samgonguflokkarnir vóru so mælskir í andstøðu, leggur hann afturat. Hann undrast eisini á, at lands­ stýrið førir so nógv mál ímóti fak­ feløg­unum í gerðarrættinum. Ikki gott Georg F Hansen vísir á, at uppskotið til eina nýggja pensjónsskipan, sum samgongan og Sjálvstýrisflokkurin hava lagt fram, er ikki gott fyri verkafólkið. –  Tað stóra pensjónsránið, sum hann kallar tað, byrjaði við und­anfarnu samgongu, tá ið tey broyttu pensjónsskattin soleiðis, at ein arbeiðari, sum fer frá við pen­ sjón um eini 20 ár, missir einar 1.000 krón­ur um mánaðin í ellisárum. Men hann leggur afturat, at henda nýggja pensjónssemjan ger ikki upp við mistøkini hjá und­an­ farna landsstýri, og hon lyftir ikki pen­sjónistarnar, sum ikki hava aðr­ ar inntøkur, úr fátækaváða. Hann sigur, at hann kann taka undir við summum viðurskiftum í nýggju pensjónsskipani, eitt nú at Samhaldsfasti eftirlønargrunnurin skal styrkjast, so at løntakarar og arbeiðsgevarar skulu rinda meiri í grunnin, men at gjaldið úr grunn­ in­um fer at hækka munandi. Men Georg F. Hansen heldur, at Samhaldsfasti skuldi fingið enn størri týdning, so tað, sum nú verð­ ur gjørt, er verri enn so nokk. –  Vit hava mælt til at hækka Sam­haldsfasta so at løntakarar og arbeiðsgevarar rinda hvør síni fimm prosent í grunnin. Tað er tvær ferðir so nógv, sum sam­ gongan ætlar. Hetta skuldi eisini bøtt munandi um haldførið í bú­ skap­inum, umframt at hetta lyftir allar pensjónistar úr fátækaváða, sig­ur hann. – So hevði gjaldið úr Sam­halds­ fasta av álvara verið eitt ískoyti, sigur hann.  Hann leggur afturat, at eftir nýggju pensjónssemjuni lækkar markið fyri, nær mótroknað verður, úr 61.900 krónur niður í 45.000 krón­ur. Tað merkir, at tann, sum for­vinnur meiri enn 45.000 krónur um árið afturat fólkapensjónini, miss­ur nakað í pensjónini. Hetta vilja vit hava broytt so­ leiðis, at markið ikki verður lækkað, sigur Georg F. Hansen. Hann sigur, at hetta fer at raka limirnar í Før­ oya Arbeiðarafelag hart. Hvør lim­ ur í Føroya Arbeiðarafelag hevur sína egnu eftirlønarkontu, og tá ið teir verða pensjóneraðir, fáa teir 4000 krónur um mánaðin, so leingi pen­ingur er á kontuni. Tað merkir, at sostatt verður tað beinanvegin, at inntøkan fer upp um 45.000 krón­ur, og so missa teir ein part av fólkapensjónini. Ístaðin fyri at lækka markið, skuldi tað verðið hækkað upp í einar 100.000 krónur, leggur Ikki meiri enn 10 prosent Formaðurin í Føroya Arbeiðara­ felag Vil eisini hava meiri stig­ veks­andi skatt á pensjónir, og at all­ir pensjónistar vera lyftir úr fá­tæka­váða. Sum tað nú liggur í kort­unum, er tað rættiliga skjótt at ein pensjónistur rindar fullan skatt av pensjónini, og tað ger tað ikki serliga lokkandi at spara saman til sína egnu pensjón. – Samstundis hava vit mælt til, at kravda uppsparingin ikki er meir enn 10 prosent, tí vit halda, at tað er ríkiligt hjá hvørjum einstøkum at rinda 10 prosent í kravdari pensjón.  –Tað er eisini óheppið, at munur skal gerast á fólki, um tey eru fødd fyri ella eftir 1953, soleiðis at tey, sum eru fødd fyri 1953, í stóran mun framvegis skulu vera í núverandi pensjónsskipan. –  Vit hava eisini mælt til, at eftir­løn verður løgd oman á all­ ar veitingar og stuðul, og at und­ an­tøkini í lógini verða strikað, so fyri­tíðarpensjónistar eisini verða fevndir av pensjónslógini og fáa pensjón omaná veitingina, sigur Georg F. Hansen. – Soleiðis, sum pensjónssemjan nú sær út, haldi eg í roynd og veru, at øll fakfeløg hava gjørt sínar pensjónsskipanir undir følskum for­treytum, tí at nú skal einki til, áðr­enn vit fara at missa ein part av pen­sjónini, sigur Georg F. Hansen Kávalæti Sonja Jógvansdóttir hevur lagt upp­skot fyri Løgtingið um at lim­ irnir í fakfeløgum skulu sleppa at draga limagjaldið til fakfeløg frá í skatti. Løgmaður hevur lovað henni at tað skal samtykkjast, men tað gong­ur strilti, tí tað er ikki undir­ tøka fyri tí. –  Eg haldi at tað er ómetaliga vána­ligt av samgonguni vil hon ikki fremja hetta mál, sigur Georg F. Hansen. – Vit vita øll týdningin av fak­ feløg­unum í samfelagnum, og tað er onki at ivast í, at høvdu vit ikki fak­feløg, høvdu vit heldur ikki eitt væl útbygt vælferðarsamfelag. – Fella flokkarnir í samgonguni uppskotið, er hetta tað bera káva­ læti. Tað nyttar lítið at stuðla fak­ feløg­unum í andstøðu, vilja tey ikki vísa tað í verki, tá ið tey hava valdið og eg eri eisini eg ótrúliga vón­brotin av samgonguni í hesum máli, sigur formaðurin í Føroya Ar­ beið­arafelag. Nevndin óbroytt Nevndin í Føroya Arbeiðarafelag er óbroytt eftir aðalfundin í felagnum um vikuskiftið. Tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali, Elin Sørensen, næst­ for­kvinna, Sunrid Vang og Maud Túgvustein og tær vórðu allar tríggjar afturvaldar. Somuleiðis er Elin Sørensen afturvald til næst­forkvinnu. Maud Túgvu­ stein var tiltakslimur, men kom í nevndina í fjør fyri Juliu Hansen, sum fór úr nevndini, tí hon fór í annað starv. Hinvegin hevur felagið fingið nýggjar tiltakslimir Harry Benja­ minsen er afturvaldur sum fyrsti tiltakslimur, Margretha Ras­mus­ sen er annar tiltakslimur og Stig Davidsen er triði tiltakslimur. Eg eri eisini eg ótrúliga vónbrotin av samgonguni í hesum máli Henda nýggja pensjónssemjan ger ikki upp við mistøkini hjá undanfarna landsstýri, sigur Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag