Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. mars 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. mars 2018 · Nr. 30 6 Sosialurin Vælkomið tjaldrið Grækarismessa er 12. mars. Græk­arismessa er nevnd eft­ ir Græk­arisi Mikla páva, sum doyði 12. mars í 604. Á græk­ar­ is­mes­su siga vit, at tjøldrini koma, hó­ast tey ofta kunnu vera at síggja væl fyrr. Víkingar í 10 ár 10 ár eru liðin síðan Karlamagnus og Hallgrím tóku saman lógvatak – síðani LíF og GÍ løgdu saman besta liðið til Víking. Og væl hevur hepnast: 2 FM gull, 5 steypa gull, 5 stór steypa gull. Eisini hevur felagið vunnið bæði stórsteypið og Løgmanssteypið til ognar. Harumframt hevur besta mansliði vunnið seg víðari og sett føroyska fótbóltsøgu úti í europa. 29 fólk doyðu í tveimum skalva­ lopum í Gerðum Bóndahúsini í Gerð­ um fórust tvær ferð­ir av skalva­lopi, 12. mars, á græk­ar­ ismessu, í 1745, tá 9 fólk doyðu, og aftur á græk­aris­messu í 1765, 20 fólk doyðu Gerðar er býlingur í Klaks­vík, uppi við Borð­ oy­ar­vík. Bóndahúsini í Gerð­ um fór­ust tvær ferðir av skalva­lopi, 12. mars, á græk­ar­ismessu, í 1745, tá 9 fólk doyðu, og aftur á græk­arismessu í 1765, tá 20 fólk doyðu. Seinnu ferðina vórðu hús­ini ikki bygd aftur á sama stað men flutt long­ur oman í bøin. Í 1945 – á 200 ára deg­ n­um eftir fyrra skalva­ lopið – varð minn­is­ varði settur á stað­ið, har bóndahúsini upp­runa­ liga stóðu, til minnis um teirra, sum lótu lív í skalva­lop­u­num báðum. Á minn­is­varðanum stend­ur: Til minnis um skalva­ lop­ini oman úr Gerðalið á grækarismessu 1745 og 1765 Sjá frágreiðing á Vártingi og í kirkjubók Ættarmenn settu steinin 12. mars 1945 William Heinesen doyði á 12. mars Á grækarismessu í 1991 andaðist Willi­am Heinesen, rit­høv­undur og myndlistamaður, 91 ára gamal   William Heinesen vaks upp í Havn. Sum elsti sonur hand­ilsmann og reið­ara varð hann sett­ur í keypmanslæru í Keyp­ mann­a­havn. Men hug­ urin at skriva og tekna fekk hann tíðliga at fara undir listaligar royndir, og fyrsta yrkingasavn hansara kom út longu í 1921. Hann leitaði skjótt heim aftur og búði so í Havn alt sítt lív. Tá Jóannes helt hvørkra­ tak um donsku tjóðina Hann kundi fella Poul Nyrup Rasmussen og stjórn hansara eftir fólka­ tings­val­ið 11. mars í 1998. Tí tá fólkatingsvalið varð uppgjørt, hevði før­oyski Javnaðarflokkurin valdið at gera av, hvør skuldi stýra Dan­mark, Poul Nyrup Rasmussen ella Uffe Ellemann-Jensen Eirikur Lindenskov Bankakreppan, sum tók seg upp á heystið í 1992, tá Sjó­ vinnu­bankin fór av knór­a­ num og varð bjargaður, og aft­ur í januar í 1993, tá Føroya Banki fór sama veg, var byrj­ anin til, at viðurskiftini mill­ um Føroyar og Danmark køln­aðu álvarsliga. Tað merktist, at hand­far­ ing­in hjá stjórnini – fyrst borg­ar­ligu Schlüther-stjórn­ ini og seinni javn­að­ar­stjórn­ ini hjá Poul Nyrup Ras­mus­ sen ikki var serliga rím­u­lig – sæð við føroyskum eyg­um. Partabrævabýtið í banku­ num fór fram á vári í 1993, með­an Marita Petersen var løg­maður – og er tað í hesum sam­bandi, at føroyingar rætt­u­liga kenna seg snýttar. Hetta førdi til, at við­ur­ skift­ini millum danska og før­oyska Javnaðarflokkin nærm­ast vóru fryst. Javn­ að­ar­flokkurin í Føroyum hevði altíð verið partur av danska Javnaðarflokkinum, tá flokkurin hevði umboð í Fólk­a­tinginum. Tá Atli Dam sat í fólka­ ting­i­num í 1993-94 var hann so­leiðis partur av ting­bólk­i­num hjá danska Javn­að­a­rflokkinum, men við­ur­skiftini vóru ikki góð. Flokk­urin misti umboðið á vali­num 21. september í 1994. Tá fólkatingsval varð skriv­að út í 1998 gjørdi Javn­ að­ar­flokkurin skjótt greitt, at flokk­urin fór at standa fríur á fólka­tingi – og at flokkurin ikki fór at luttaka í donskum inn­an­ríkispolitikki. Hetta fekk Poul Nyrup Rasmussen at vita, tá hann í janaur í 1998 vitj­aði í Føroyum. Í valstríðnum fekk hann aft­ur staðfest støðuna hjá floks­fel­øg­unum í Føroyum, og tá tað vísti seg, at boð vóru eftir føroyska fólka­ tings­mann­inum, skuldi stjórn­in hava meiraluta eftir val­ið í 1998, fekk Poul Nyrup Ras­mussen aftur somu boð. Men Javnaðarflokkurin gjørdi tó greitt, at hann fór ikki at fella eina javn­að­ar­ stjórn. Tá valúrslitið var greitt, vísti tað seg, at munurin mill­um borgarliga veingin og vinstra­veingin var so tep­ur, at føroyski fólka­tings­mað­ urin kundi avgera, hvørja stjórn danir skulu hava. Tí stóð Jóannes Eid­es­ gaard í eini tvístøðu – um hann skuldi fella Nyrup og trúgva upp á Uffe Elleman- Jen­sen – ella um hann skuldi sam­ráðast við Nyrup til tess at vita, um hann kundi fáa eina tilsøgn – føroyingum til fyri­muns, og aftur tryggja stjórn­ini grundarlag – uttan at vera partur av stjórnini ella part­ur av danska Javn­ að­ar­flokkinum. Hósdagin 19. mars – átta dagar eftir valið, var so fund­ur á hægsta stigi í høvuðs­sætinum hjá danska Javn­að­ar­flokkinum í Keyp­ manna­havn, har Jóannes Eid­es­gaard, formaður Javn­ að­ar­flokk­i­num, og Marita Petersen, fyrr­ver­andi for­ kvinna og løgmaður, hittu Poul Nyrup Rasmussen og leiðsl­una í danska Javn­að­ar­ flokk­i­num. Nógvir fjølmiðlar fylgdu samráðingunum – eis­ini Sos­i­alurin, sum var á stað­num. Á hesum sam­ráð­ing­ar­ fundi fekk Javnað­ar­flokk­ ur­in tilsøgn frá Poul Nyrup Ras­mussen upp á øll málini, sum flokkurin hevði biðið um at fingið viðgjørd. Jóannes Eidesgaard vildi ikki beinanvegin siga, um hann hevði fingið nóg nógv burt­ur­úr. – Hatta venda vit aftur til, tá samráðingarnar hava ver­ið, segði hann við Sosi­ alin hendan dagin í 1998 – sum legði afturat, at verð­ur úrslitið ikki nóg gott, kann Jóannes Eides­gaard fram­ vegis fella Nyr­up­stjórn­ina. Hetta var av sonnum høgt pol­itiskt spæl frá nýggja fólka­tings­mann­i­ num hjá før­oyska Javn­að­ ar­flokk­i­num, sum tó segði, at hetta bara var talan um at føra real­politikk. Jóannes Eid­es­gaard feldi ikki Nyrupstjórnina. Men tað gav at bíta, tá fólka­tings­for­mað­ ur­in skuldi veljast. Stjórn­ ar­flokk­arnir skutu upp at velja Birte Weiss úr Javn­að­ ar­flokk­i­num til for­kvinnu, með­an and­støð­an skjeyt upp at velja Ivar Hansen úr Vinstra­flokk­i­num. Tá atkvøðast skuldi, stóð á jøvn­um, 89-89. Og meðan all­ar linsur og øll eygu peik­ aðu á nýggja føroyska fólka­ tings­mannin, trýsti hann á gula knøttin, blankt-knøttin. Tað merkti, at stjórn­ar­ flokk­arnir ikki vunnu at­ kvøð­u­greiðsl­una, men at luta­kast nú skuldi vera, um Birte Weiss ella Ivar Hansen skuldu stýra Fólkatinginum næstu fýra árini. Ivar Hansen vann at­ kvøðu­greiðsl­una, og Birte Weiss mátti noyðast við 1. for­kvinnu­sessin. Hetta var fyrsta beinleiðis pol­itiska avleiðingin av stíðnum millum flokkarnar báð­ar, danska og føroyska javnaðarflokkin. Viðurskiftini vóru sera køld millum danska og føroyska javnaðarflokkin í 1998. Javn­að­ar­flokk­ur­in boðaði til fólkatingsvalið í 1998 frá, at flokkurin fór ikki at taka lut í donskum innanríkispoli­tikki. Men tað gjørdist luturin hjá Jóannesi Eidesgaard at gera av, at Nyrup-stjórnin kundi halda fram NØVN Send hugskot, myndir, greinar ella annað til novn@sos.fo