mánadagur 12. mars 2018síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 12. mars 2018 · Nr. 30
Tveir danskir slagarar frá 13. mars 1982
Hendan dagin í 1982 var Melodi Grand Prix í Danmark, har kjósast skuldi, hvør skuldi umboða Dan
mark í altjóða Eurovision kappingini, sum vera skuldi í Harrogate í Bretlandi. Í Danmark vann Jens Brix
tofte við bólkinum Brixx og lagnum »Video video«. Jens var bróðir kenda Farum-borgarstjóran Peter
Brixtofte. Nrummar tvey gjørdist Tommy Seebach við lagnum »Hip Hurra - Det er Min Fødselsdag«. Al
tjóða kappingina vann týska Nicole við lagnum »Ein bißchen Frieden« – sum kanska er ein hin best kendi
Grand Prix sagnurin yvirhøvur. Hon endaði showið í Harrogate við at framføra sangin á fýra málum.
Lina í Dali, ættað av
Strondum, búsitandi
í Farum, andaðist á
Gentofte Sjúkrahúsi
leygardagin 3. mars,
86 ára gomul.
Elsebeth Eysturberg,
Hvalba, ættað úr Vági,
andaðist á Ríkissjúkra
húsinum fríggjadagin
9. mars, 58 ára gomul.
Petrina Fransiska
Jónsson, Ninna, úr
Kvívík, fødd Petersen,
andaðist í Hafnarfirði
Íslandi, leygarmorgunin
3. mars, 97 ára gomul.
Hassi Dahl Hovgaard,
ættaður úr Vági, and
aðist mánadagin 5.
mars, 44 ára gamal.
Jóhanna Maria
Sólbjørg, vanliga nevnd
Hannimia, andaðist
á Norðoya Røktar
heimi hóskvøldið 8.
mars, 91 ára gomul.
Andlát
Jón á Steig og Jóhan
Samuelsen takka fyri seg
Á aðalfundinum hjá
Parasport Føroyar
6. mars boðaðu Jón á
Steig og Johan Sam
uelsen frá at teir ikki
taka við afturvali
Jón á Steig var ein av stovn
arunum av ÍSB í 1980, og hev
ur sostatt sitið í nevndini í
útvið 38 ár.
Johan Samuelsen kom
upp í nevndina í 1983, og hev
ur verið virkin líka síðani.
Egga Jensen, ið hevur ver
ið formaður øll árini, segði
soleiðis um teir báðar á aðal
fundinum:
»Tá tú er formaður fyri
einum felagsskapi, er tað av
alstórum týdningi at hava
eina góða og arbeiðssama
nevnd at stuðla seg til.
Uttan tykkara hjálp og
stuðul hevði paraítrótturin í
Føroyum ikki verið komin so
langt í sínum virksemi sum
tilfeldi er.
Neyvan
hevði
nakar
ímyndað sær í 1980, tá ISB
varð stovnað, at ítrótturin
fyri brekað í Føroyum kom
at mennast so nógv, men vit
tríggir Jón og Johan trúðu
frá byrjanini upp á hetta. Tað
hevur loyst seg at stríðst fyri
ítróttinum fyri fólki, ið bera
brek í Føroyum, og í dag
síggja vit úrslitið, vit eru lim
ir í øllum viðkomandi altjóða
sambondum, og eisini vóru
vit tríggir Johan og Jón við
at stovna IPC í Dusseldorf í
1989.
Tað sum hevur gjørt tað
serliga spennandi at hava
sitið í nevndini saman við
tykkum, er at vit hava merkt,
tykkara ótrúliga stóra eld
huga fyri paraítróttinum
í Føroyum. Tit skulu hava
stóra tøkk fyri eitt gott,
spennandi
og
kveikjandi
samarbeiði hesi mongu árini"
Parasport bjóðar í hesum
sambandi til almennari mót
tøku í MBF húsinum fríggj
adagin 9. mars frá klokkan
15:30 til klokkan 17:30.
Føroyskt kirkjumál 79 ár í morgin
Í morgin eru 79 ár síðani,
at føroyskt varð viður
kent sum kirkjumál
– tann 13. mars í 1939
Eirikur Lindenskov
Kirkjumálið í Føroyum var
sum aðrastaðni undan siða
skiftinum mest latín. Við sið
askiftinum gjørdist danskt
kirkjumál, og soleiðis var tað
til nakað upp í 20. øld.
Men tá ið komið var nakað
upp í 19. øld birtist millum
manna áhugi fyri at nýta før
oyskt sum kirkjumál. Í 1823
gav Danska Bíbliufelagið út
týðing Schrøters av St. Matt
hæi Evangelium, í 1930 kom
ritualbókin, í 1937 Nýggja
Testamenti og í 1939 altar
bókin, allar í týðing Jákup
Dahls.
Men ikki fyrr enn í 1939
varð við kgl. fyriskipan givið
loyvi til við vanligar guds
tænastur at nýta føroyskt
mál. Í 1956 kom fyrsta før
oyska sálmabókin, og í 1961
kom út Bíblian á føroyskum
í týðingini hjá J. Dahl og K.O.
Viderø. V. Danielsen hevði
longu í 1949 givið út sína
fyrstu týðing til føroyskt av
Bíbliuni.
Um aldaskiftið frá 19.
til 20. øld vóru flest allir
føroyingar limir í fólkakirkj
uni – í dag eru gott 83 prosent
av fólkinum limir.
Bjørt, Signa og Rakul
vunnu Ungt Virki
Bjørt Nielsen, Signa
Hansen og Rakul
Skaalum, ið myndað
bólkin Faroe Sea
Beauty frá Miðnámi
á Kambsdali, vunnu
FM heitið í Ung
um Virki 2018
Faroe Sea Beauty arbeið
ir við at framleiða og
selja vakurleikarøkt úr
vistfrøðiligari føroysk
ari rávøru.
Vinningurin
var
ein kekkur á kr. 5.000
frá Betri og ein ferð
við uppihaldi í Keyp
mannahavn, har tær
fara at umboða Føroyar
til DM, sum verður tann
18. apríl.
Bólkur nummar tvey
var Laksalux frá Mið
námi á Kambsdali, sum
framleiðir heilsugóðar
matvørur úr føroyskum
laksi og gagnnýtir rá
vøru, ið annars verður
beind burtur.
Nummar trý gjørdist
Apatité frá Tekniska
Skúla í Klaksvík, sum
hevði ment eina serliga
skipan til at dyrka plant
ur og grønmeti, sum
annars ikki kunnu vaksa
í Føroyum.
Tilsamans
luttóku
níggju bólkar í kapp
ingini, og høvdu tey øll
sera áhugaverd virkis
hugskot, sum tey hava
arbeitt við, síðani byrj
anina av skúlaárinum
2017/2018. Í dómsnevnd
ini sótu Hilmar Sam
Lamhauge
og
Liljan
Djurhuus frá Betri, Rói
B. Poulsen frá Hey, Dán
jal Samuelsen frá KT-
húsinum, Sóley Hammer
frá Íverksetarahúsinum
og Durita Samuelsen
frá Hugskotinum. Regin
W. Dalsgaard Býlings- og
marknaðarstjóri í SMS
var høvuðsdómari.
Næmingarnir
hava
fingið fíggjarligan stuð
ul og ráðgeving frá Betri,
ið hevur verið høvuðs
stuðul hjá Ungum Virki
síðani 1996. Harumframt
hava tey fingið ráðgev
ing frá Íverksetarahúsi
num og Hugskotinum.
Ungt Virki arbeiðir
støðugt við at menna
undirvísing í íverksetan
og at seta fokus á skap
anarevnini og eldhugan
hjá teimum ungu í Før
oyum. Tey ungu fáa
møguleika at royna seg
sum sjálvstøðug vinnu
rekandi, har tey læra at
fremja hugskot í verki,
loysa trupulleikar og
síggja møguleikar. So
leiðis menna tey bæði
fakligar, persónligar og
sosialar førleikar, ið tey
koma at brúka seinni í
lívinum, sum íverksetar,
leiðarar ella starvsfólk.
Jákup Dahl varð føddur 5.
juni 1878 í Vági og doyði 5.
juni 1944 í Havn. Hann var
próstur, tá føroyskt varð
góðkent sum føroyskt kirkju
mál. Hann røkti próstaem
bætið í Føroyum frá 1918 til
hann doyði á 66 ára føðing
ardegnum í 1944
Jón á Steig og Jóhan Samuelsen saman við ÍSB nevndini, løgmanni Kaj Leo Holm Johannesen
og forsetanum fyri IPC, sir Philip Craven avmyndaðir í samband við 30 ára stovningardagin
hjá ÍSB