mánadagur 12. mars 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. mars 2018 · Nr. 30
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Á løgtingsfundinum í dag
tók Brandur Sandoy sæti á
tingi fyri Jákup Mikkelsen.
Hetta er fyrstu ferð, hann
tekur sæti á tingi í hesum
valskeiði.
130 føroyingar verða raktir árliga
Heilafelagið skipar
í hesum døgum
fyri skeiði um
seinheilaskaða
Vilmund Jacobsen
Talan er um tveir dagar fyri limum
og teirra avvarðandi og ein dag fyri
fakfólkum, sum arbeiða við fólki, ið
hava fingið seinheilaskaða.
Felagið hevur fingið kenda
neurosálarfrøðingin, Grethe Peder
sen, sum er serføðingur í neurosál
arfrøði og seinheilaskaða, heim til
Føroya at greiða frá.
Grethe Pedersen er kend av
mongum føroyingum, ið hava verið
innløgd í Danmark eftir slagtilburð
ella annan skaða í heilanum. Hon
arbeiðir eitt nú við at vegleiða og
hjálpa raktum og teirra avvarðandi
víðari í lívinum eftir skaða og at
meistra gerandisdagin av nýggjum.
- 130 fólk verða árliga rakt av
slagtilburði í Føroyum, so tørvurin
er stórur á vegleiðing, viðgerð, end
urvenjing og rehabilitering og eitt
nú lívlangari taluviðgerð.
Í Heilafelagnum vísa tey á, at
tað er viðurkent í øllum Evropa,
at avvarðandi eru tann týdningar
mesti stuðulin, tá fólk verða rakt av
álvarsligari sjúku. Avvarðandi eru
eisini neyðugur partur í samstarv
inum við tey faklærdu.
- Avvaraðandi eru ymisk og
hava tørv á fjølbroyttum forstáilsi
og átøkum, og atlit mugu takast til
ymiska tørvin.
Skeiðið, sum verður í døgunum
12., 13. og 14. mars, vendir sær fyrst
og fremst til limirnar í Heilafelagn
um, eitt nú til avvarðandi hjá fólki
við seinheilaskaða, foreldur, hjún
arfelagar, syskin, ommur og abbar
og aðrar limir við áhuga fyri inni
haldinum á skeiðnum, har aldurs
markið fyri luttøku er 18 ár.
Ósjónligar fylgjur
Á skeiðnum 12. og 13. mars vera tær
ósjónligu fylgjurnar viðgjørdar,
og eitt av evnunum á skeiðnum í
dag, 12. mars, kallast “Ein ferð kring
heilans bygnað og viknað”.
Á skeiðnum fært tú eisini veg
leiðing í at læra at klára gerandis
dagin sum avvarðandi; tú lærir um
reaktiónir hjá avvarðandi - og at
liva við óbehagi og avleiðingum.
Her verður eisini tosað um net
verkið og tess týdning.
Á skeiðnum 14. mars, sum er fyri
fakfólk, verður komið inn á fleiri
ymisk evni, eitt nú um avvarðandi,
sorg, nervalagið, skuldarkenslu,
kenslu- og kynslív og um hugskot
til tað góða samstarvið við avvarð
andi.
- Við skeiðsrøðini ynskir Heila
felagið, sum fyllir 20 ár, at varpa
ljós á felagið sjálvt og at geva lim
um og øðrum týdingarmiklum per
sónum í netverkinum eina góða
frálæru og upplýsing um støðuna,
ið 130 føroyingar árliga koma í og
tær fylgjur, sum flestu teirra koma
at liva við restina av lívinum.
Heilafelagið vil við hesum varpa
alment ljós á álvarsligu støðuna,
sum púra óvart rakar ein breiðan
hóp av samfelagsborgarum í øllum
aldri, tíverri eisini oftari enn áður,
tað yngra ættarliðið.
- Slagtilburðir kunnu fyribyrgj
ast. Tað krevur eina virkna og tilvit
aða kunning í skúlunum frá heilsu
verkinum og í almenna rúminum,
siga tey í Heilafelagnum.
Stovnsbørn
í Realskúla
Vilmund Jacobsen
Tørvurin á at útvega fleiri
dagstovnapláss í Tórshavnar
kommunu er støðugur, men nú
verða aftur nýggj dagstovna
pláss tøk.
Fyrsti partur av gamla
Realskúlanum í miðbýnum í
Havn verður tikin í nýtslu um
mánaðarskiftið, og í hesum
døgum fáa tey fyrstu umleið
20 børnini tillutað pláss.
- Vit fara komandi tíðina at
gera aðrar smærri tillagingar
í Realskúlanum soleiðis, at
restin av bygninginum verður
klárur at taka í nýtslu sum
dagstovnur í summar.
Tað siga tey í Tórshavnar
kommunu.
Lagt verður aftrat, at virk
semið hjá Miðstovninum í
Gundadali er niðurlagt, men
stovnurin letur upp aftur í
Realskúlanum.
- Miðstovnurin í Realskúl
anum verður ein integrerað
vøggustova og barnagarður
fyri børnum í 0-7 ára aldri.
Í Tórshavnar kommunu
vita tey at siga, at Asta í Toft,
sum seinastu nógvu árini hev
ur verið leiðari í Miðstovnin
um í Gundadali, eisini verður
leiðari í Miðstovninum í Real
skúlanum og í vøggustovuni í
Hornabø.
GRÓT: Mikukvøldið 21. mars
klokkan 19 hevur Tónleikasamtakið
Grót ársaðalfund í Tøting í
Syðrugøtu. Limir, sum hava
goldið limagjald fyri 2018, hava
atkvøðurætt á aðalfundinum.
Skriftin á
loddinum
- Føroyabanki stendur at bresta av fiski.
Soleiðis sær út í verandi løtu, nú vit
passera bankan. Eg skilji ikki, hví vit ikki
sleppa at fiska. Ekkoloddið lýgur ikki
Vilmund Jacobsen
Soleiðis tekur skiparin á frysti
línuskipinum Ågot til, nú teir um
dagarnar sigldu tvørtur um ein
part av Føroyabanka, meðan teir
høvdu ekkoloddið koyrandi.
Viðhefta mynd er av ekkolodd
inum umborð á Ågot, sum vísir
nógva skrift, og sum skiparin
meinar er fiskur, helst hýsa.
Hjaltur Poulsen, skipari, legði
hesa myndina út á sína Facebook-
síðu og onkur, sum viðmerkir,
heldur fyri, at kanska onkur aka
demikari í Fiskimálaráðnum nú
fer at vakna.
Viðmerkjarin leggur aftrat, at
allir fiskimenn vita, at nógvur
fiskur er á Føroyabanka.
Skrivarin í Felagnum Línuskip,
Kristian Martin Petersen, við
merkir eisini á tráðnum hjá skip
aranum á Ågot og heldur fyri, at
fyrr ella seinni verður loyvi aftur
givið at fiska á Føroyabanka.
- Tað er ógvuliga hugstoytt, at
Føroyabanki er stongdur, sigur
Kristian Martin Petersen, sum
eisini er reiðari á ísfiskalínuskip
inum, Sandshavinum.
Grethe Pedersen er kend av mongum føroyingum, ið hava verið innlagdir eftir
slagtilburð ella annan skaða í heilanum. Hon arbeiðir við at vegleiða og hjálpa raktum
og teirra avvarðandi eftir skaða og at meistra gerandisdagin av nýggjum
- Ekkoloddið vísir nógva skrift,
helst hýsu, sigur skiparin.