mánadagur 12. mars 2018síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 12. mars 2018 · Nr. 30
Mánakvøldið 19.
mars skipar
Undirlívsbólkurin hjá
Krabbameinsfelagnum
fyri hugnaløtu í
felagshølunum á
Grønlandsvegi 8 í Havn.
220 metrar av
djúphavn aftrat
Havnaútbyggingin fer at
geva Runavíkar havn ein
nýggjan bryggjukant á 220
metrar við 12 metra dýpi
Vilmund Jacobsen
Samsvarandi gongdini hjá
Runavíkar havn hesi seinnu
árini og eftir væntaðum
framtíðarútlitum, er Runa
víkar kommuna nú í holt við
at útbyggja havnina fyri ein
ar 40-45 miljónir krónur.
Fyrsta stigið er komið væl
áleiðis. Bryggjukanturin er
liðugur, men enn vantar ym
iskt á bryggjuøkinum, eitt
nú ravmagn, dekk og asfalt.
- Vit fáa ein bryggjukant á
220 metrar við 12 metra dýpi.
Eftir
útbyggingina
kann
Runavíkar havn bjóða fram
eina atløgusíðu á 321 metrar
við 12 metra dýpi, umframt
allan teinin av atløgusíðu,
sum annars finst kring um
í havnunum í kommununi.
Í Runavíkar kommunu
vita tey at siga, at grót fer at
verða flutt úr Skálafjarðar
tunlinum og yvir um fjørðin.
- Vit ætla at flyta grót yvir
í Rókina og til Søldarfjarðar,
men tann stóra rúgvan verð
ur flutt inn í økið frá olju
bryggjuni í Saltangará og
inn á Glyvrar. Hetta fer at
geva eitt munandi uppland
við nógvum framtíðar møgu
leikum, siga tey í Runavíkar
kommunu.
Weirur
við fleiri
endum
Vilmund Jacobsen
Runavíkar havn hevur
verið í støðugum
vøkstri seinastu árini.
Eftir drúgva afturgongd
í fleiri ár, kom gongd
á aftur í 2010/2011.
Ein orsøk til stóru aftur
gongdina var miðsavn
ingarætlanin hjá flutn
ingsfeløgunum. Henda
ætlan hevði við sær, at
allur inn-og útflutn
ingur skuldi ganga um
bryggjukant hjá Tórs
havnar kommunu.
Síðan 2009 hevur tað
eydnast Runavíkar havn
at veksa um sítt virksemi,
soleiðis at inntøkan er
vaksin úr seks miljónum
hesi árini og upp í 19
miljónir krónur í 2017.
Í Runavíkar kommunu
halda tey, at í mun til
støddina á útflutnings
vinnuni í økinum, er
eitt tal á 17 miljónir
krónur alt ov lítið, men
hetta er kortini ein bati,
sum tikið verður til.
Runavíkar havn er ein
felagsskapur av havnum.
- Umframt støðir, lend
ingar og bátahyljar eru
inntøkugevandi havn
irnar í Funningsfirði,
Oyndarfirði, Skála,
Søldarfirði, Glyvrum og
í Saltangará/Runavík.
Á heimasíðuni hjá Runa
víkar kommunu vísa
tey á, at inntøkurnar
í 2017 tíbetur eru sum
ein weirur við nógvum
kordelum ella endum.
- Burtur úr hesum kunnu
nevnast Faroe Origin,
Bakkafrost, olju-og
saltgoymslan í Søldar
firði, skipasmiðjan
á Skála, Atlantshav
í Funningsfirði,
alingin á Oyndarfirði
og Funningsfirði,
ferðamannaskip, togarar
ið umlasta veiðina
umborð í farmaskip
og ymiskt annað.
Lagt verður aftrat, at
okkurt av undanfarnu
árum hava bæði ein
og tvær oljuboringar
verið undir Føroyum. At
inntøkurnar hava verið so
frægar, tó at eingin boring
hevur verið seinnu árini,
ger kanska framgongdina
hjá Runavíkar havn
enn meira hugaliga.
SJÓNLEIKUR: Stig verða nú
tikin til at reisa á føtur sjónleik í
Sandoynni. Bjóðað er til fundar
í Virkinum á Sandi í annaðkvøld,
týskvøldið 13. mars klokkan
20. Ætlanin er at seta sjónleik á
skrá. Tí verða øll áhugaði boðin
til fundar - antin tú hevur hug
at standa á palli, hevur tev fyri
pallsmíði, ella tú bara hevur hug
at gera kaffi, siga fyrireikararnir.
Sp/f Høj Flutningur
hevur 10 ár á baki
Flutningsfyritøkan, sum hevur sínar røtur á
Strondum, hevur koyring um alt landið
Vilmund Jacobsen
Á middegi seinasta leygardag
hoyrdist
bilafloyt
runt
strandabygd. Floytini komu
frá bilum hjá Høj Flutningi,
sum koyrdu rekkjukoyring
runt bygdina.
Orsøkin til hesa forvitnis
ligu rekkjukoyring er, at hin
7. mars í ár hevði Sp/f Høj
flutningur 10 ára føðingar
dag.
Hetta vildu starvsfólkini
hjá fyritøkuni fegin hátíð
arhalda, og tí var nógv gjørt
burtur úr degnum.
Eftir
rekkjukoyringina
vórðu bilarnir parkeraðir
niðri í Heygstøð á Strondum,
og starvsfólkið fór niðan í
Pensionistahúsið at hátíðar
halda dagin.
Á heimasíðuni hjá Sjóv
ar kommunu - www.sjovar
kommuna.fo - liggja fleiri
myndir frá hátíðardegnum,
haðani viðheftu myndir eru.
Alt alt landið
Høj Flutningur hevur koyr
ing um alt landið, og flutn
ingsfyritøkan hevur eitt nú
koyring í Sandoynna fimm
dagar um vikuna frá mána
degi til fríggjadag.
Fyritøkan hevur eisini
fasta rutu millum Havnina
og Eysturoy/ Norðoyggjar
frá mánadegi til fríggjadag.