Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. mars 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 12. mars 2018 · Nr. 30 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTTSØGD Føroyskir svimjarar hava um vikuskiftið luttikið í kappingum uttanlands, og har gekst væl. Fyrsta súkklukapping í ár hevur verið her heima, og so hevur stórt flogbóltsvikuskifti eisini verið í Trongisvági Pætur Albinus FLOGBÓLTUR Tveir dystir hava verið í meistara­ deildini hjá kvinnum hetta viku­ skiftið. Teir vórðu báðir spældir í gjár. Í høllini í Kollafirði eydnaðist tað gestunum úr TB at vinna tepran 3-2-sigur ímóti KÍF. Settúrslitini vóru 21-25, 18-25, 25-21, 25-19, 14-16. Í Bad­min­tonhøllini í Klaksvík vann Dráttur tryggan 3-0-sigur ímóti Mjøl­nir. Har vóru settúrslitini 15- 25, 15-25, 22-25. Úrslitini hava við sær, at Dráttur hevur otað seg enn nærri KÍF, sum er á øðrum plássi. Munurin er nú einans tvey stig, og sera tætt er eisini sum heild í kvinnu­deildini, har einans fýra stig eru á muni ímillum nummar tvey (KÍF) og nummar fimm (TB). FM-finalur í ungdóms­deild­ unum vórðu spældar í høllini í Trongis­vági fríggjadagin og leygar­ dagin. Úrslitini vóru hesi: Mans­ ung­lingar: SÍ - Fleyr 1-3 (25-15, 16-26, 26-28, 15-25). SÍ - Fleyr 3-0 (25-19, 25-16, 25-21). Dreingir 15: SÍ - Fleyr 3-0 (25-16, 25-11, 26-24). Dreingir 12: SÍ - Ternan 2-1 (25-18, 19-25, 15-6). Kvinnu­unglingar: Fleyr - SÍ 3-1 (22- 25, 25-17, 25-17, 25-23). Gentur 19: SÍ - Fleyr 3-1 (25-16, 18-25, 25-16, 25-22). Gentur 16: SÍ - Fleyr 3-0 (25-16, 25-16, 25-12). Gentur 14a: SÍ a - TB 3-0 (25-11, 25-11, 25-6). Gentur 14b: SÍ b - KÍF 3-1 (25-16, 18-25,25-15, 25-7). Gentur 12: SÍ- Ternan 2-1 (25-8, 22-25, 15-0). FÓTBÓLTUR Viljormur Davidsen spældi allan dystin í útidystinum ímóti FC Roskilde, tá ið Vejle í gjár skuldi royna at økja um leiðsluna í næst­ bestu donsku deildini. Vejle hevði góðar møguleikar, eitt nú eitt brotsspark smáar tíggju minutt­ir fyri leiklok, men inn vildi bólt­ur­in ikki, og tað endaði við mál­leys­um javnleiki. Betur gekst hjá Heina Vatnsdal og Fremad Amager, sum vunnu 1-0 ímóti botn­lið­num, Skive. Heini spældi allan dystin í miðverjuni. Vejle er odda­lið, fýra stig frammanfyri Thisted, meðan Fremad Amager er numm­ar níggju, 12 stig røttu megin niður­ flyt­ingarstrikuna. Tað var føroyingauppgerð í lítlu íslendsku steypakappingini, Lengju­bikarinn, tá ið FH við Gunnari Nielsen í málinum og Grinda­vík við René Shaki Joensen á mið­vøllinum hittust í dysti í gjár. Tað bleiv til ein tryggan 3-0-sigur til Grinda­vík, og René skeyt 2-0-málið beint áðrenn hálvleikssteðgin. Hetta var fjórða málið hjá honum í fýra dystum í fyrireikingunum til kappingarárið, sum byrjar við landskappingardysti í Úrvals­ deildini tann 28. apríl. Tá, longu í fyrsta umfari, hittast FH og Grinda­ vík aftur. HONDBÓLTUR Bæði Rói Berg Hansen (FIF) og Jónas G. Djurhuus (HØJ) komu á mál­talvuna, tá ið teir dystaðust fyri lið síni í næstbestu donsku deildini um vikuskiftið. Rói skeyt eitt mál, tá ið FIF tapti tepurt 30-29 ímóti Otterup, og Jónas G. Djur­ huus skeyt somuleiðis eitt mál, tá ið HØJ tapti greitt 30-22 ímóti Fredericia. Helgi H. Hoydal er við at koma fyri seg eftir skaða og var í hópinum hjá Odder, sum misti týð­andi stig í 27-27-javnleiki ímóti Stoholm. Odder, sum einaferð var á odda í deildini og leingi hevur verið nummar tvey, er nú nummar fimm og seks stig upp til annaðplássið. HØJ er nummar 11 av 14, og FIF er aftast. Oddaliði er TMS Ringsted, sum hevur danan á føroyska lands­ liðnum, Nicklas Selvig í hópinum. Hann skeyt leygardagin eitt mál í 40-31-sigri ímóti HEI Skæring. SVIMJING Rókur Trygvason og Signhild Joen­ sen úr Ægir hava seinastu dagarnar kappast í italsku svimjikappingini, 8° Trofeo Città di Milano, og Sign­ hild kemur heimaftur til Før­oya við einum heiðursmerki. Hon vann nevniliga silvur í 200 metrar rygg við tíðini 2:15.66. Hetta var sam­ stundis undir EM-kravtíð. Rókur Trygvason fekk einki heiðursmerki, men hann fekk hinvegin tvey nýggj persónlig met. Tey vóru 31.52 í 50 metrar bringu og 1:07.67 í 100 metrar bringu. Alvi Hjelm og Óli Mortensen hava luttikið í sponsku kappingini, Trofeu CN Sabadell, og her eydn­ aðist tað teimum at svimja seg í finalur og at vinna hvør sítt heiður­s­merki. Alvi Hjelm vann í 200 blandað bronsuheiðursmerki við tíðini 2:08.89, og Óli Mortensen vann við 15:44.11 í 1500 frí eitt silvurheiðursmerki í teirri greinini. Tíðin hjá Óla Mortensen var undir krav­tíðina til EM 2018 í Glasgow í august. - Tað gongur sostatt alvor­ liga rætta vegin hjá teimum báðum, nú teir longu í mars svimja niður ímóti hesum bestu tíðum hjá sær, sum annars typiskt verða settar á HM ella avgerandi úttøkustevnu, skrivar svimjing.com. SÚKKLING Ársins fyrsta súkklukapping í Føroyum varð súkklað leygardagin, tá ið skipað var fyri einum 70 kilometrar langum teini úr Havnini gjøgnum Kaldbakstunnilin, gjøgn­ um Kollafjørð og víðari til Hósvíkar, har sneitt varð aftur sama veg til Havnar. Fimm súkklarar vóru við í kappingini, og tað vísti seg at blíva til ein comeback-sigur til Dáva Magnussen, sum nú aftur er í Føroyum. Hann og Jan Hjaltalin Olsen súkklaðu frá hinum, og Dávur setti síðani eisini Jan av. Jákup Petur Eliasen og Gunnar Dahl-Olsen vóru eitt petti aftanfyri og royndu at samstarva um at fáa súkklað munin innaftur, men teir yngru vóru ov stinnir. Úrslitið bleiv tískil: 1. Dávur Magnussen, 1 tíma 56 minuttir 4 sekund, 2. Jan Hjaltalin Olsen (1.57.31), 3. Gunnar Dahl-Olsen (2.00.14), 4. Jákup Petur Eliasen (2.01.21), 5. Tóri Thorleifsson (2.04.31). - Miðalferðin hjá vinnaranum var omanfyri 35 km/t, og er hetta heilt gott tá hugsað verður um, at hetta er ársins fyrsta kapping, og at feltið var so lítið sum tað var, segði Gunnar Dahl-Olsen við tsf.fo eftir kappingina. Heiðursmerkir í Italia og Spania Rókur Trygvason og Signhild Joensen í Italia Alvi Hjelm (uttastur til høgru) á sigursskamlinum í Spania