mánadagur 12. mars 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. mars 2018 · Nr. 30
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
Pætur Albinus
Oddaliðið í FTZ-deildini, H71, var
leygardagin á vitjan hjá Team
Klaksvík, sum leingi hevur stríðst í
miðfeltinum í deildini, men er gliðið
omaneftir stigatalvuni og helst má
veittra bronsuspælinum farvæl.
Fyrstu smáu tíggju minuttirnar
av dystinum var Team Klaksvík
væl við og kundi eisini verið væl
á odda um tað ikki var fyri tvey
misýtt brotskøst, men so fór H71 at
revsa heimaliðið fyri mistøkini, og
við støðuna 6-3 tók Team Klaksvík
timeout. Teir komu tó ikki tættari,
og heldur hinvegin økti H71 um
leiðsluna og fór til hálvleiks á odda
17-11.
Í seinna hálvleiki kom Team
Klaksvík ongantíð tættari enn
fimm mál á muni, og seinastu
tíggju
minuttirnar
staðfestu
hoyvíkingar ein tryggan sigur, sum
bleiv áljóðandi 33-22.
Nýggjur toppskjútti hjá H71
var Andor Sivertsen við heili
níggju málum. Fyri Team Klaksvík
skutu Ludvík Súnason og Vilhelm
Vilhelmsen hvør síni fimm mál.
Neistin er við
Neistin, sum nýliga mátti avhenda
oddasessin í FTZ-deildini til H71,
hevði tørv á báðum stigunum fyri
at halda fast í marsjinum ímóti
FM-finalunum, tá ið teir bláu úr
Havnini sunnudagin vóru á vitjan í
Kollafirði hjá botnliðnum í deildini,
KÍF.
Rímiliga
javnt
leikti
á
bróðurpartin av fyrra hálvleiki,
har Neistin fyri tað mesta var
á odda við einum, men beint
undan hálvleikssteðginum fekk
Neistin skapt eitt lítið hol og fór til
hálvleiks á odda við trimum, 12-9.
KÍF
royndi
at
tetta
holið
beinanvegin í seinna hálvleiki, men
sum dysturin fráleið bygdi Neistin
sær eina tryggari leiðslu. Til endans
var heldur eingin ivi, og Neistin
vann dystin trygt 26-16.
Hjá heimaliðnum var Hans
Eli
Sigurbjørnsson
nærmast
ein einmansherur. Hann skeyt
níggju mál. Betur býtt var tað hjá
Neistanum, har Rasmus Søby og
Tróndur Kragesteen báðir kundu
kalla seg toppskjúttar við hvør
sínum fýra málum.
Comeback
Menninir
hjá
Kyndli
stríðast
við at halda lív í teoretiska
møguleikanum
at
røkka
FM-
finalunum,
men
kanska
mest
realistiskt at vinna bronsuna,
og sunnudagin snúði tað seg um
heimadyst ímóti StÍF.
Eftir eina javna dystarbyrjan
byrjaði StÍF at vinna sær eina
leiðslu, og hendan bleiv somikið
stór, at ein kundi hildið, at
Kyndil
misti
tamarhaldið
á
dystinum. Serliga síðstu løtuna
av
fyrra
hálvleiki
rann
StÍF
avstað og var á odda heili 18-12 í
hálvleikssteðginum.
Kyndil syrgdu fyrstu løtuna av
seinna hálvleiki fyri, at StÍF ikki
slapp fullkomiliga at renna avstað
og avgera dystin, og sohvørt sum
seinni hálvleikur leið át Kyndil seg
inn á stóru leiðsluna, og tá ið seinni
hálvleikur var hálvrunnin var
einans eitt mál á muni, nevniliga
22-21 til StÍF.
Tá ið sjey minuttir restaðu í
javnaði Kyndil á fyrsta sinni (25-25),
og so var lagt upp til ein spennandi
dystarenda. Hóast StÍF var á odda
bæði 26-25 og 27-26, so javnaði
Kyndil hvørjaferð og fekk eisini
síðsta orðið í dystinum og fekk
umvegis frálíkan 28-27-sigur bæði
stigini.
Hjalti Mohr Jacobsen skeyt
seks mál fyri Kyndil, meðan Pætur
Ó. Joensen var toppskjútti hjá
gestunum við seks málum.
albinus@sosialurin.fo
FTZ deildin
NR. LIÐ
DYSTIR
V.M.
T.M.
MUNUR
STIG
1
H71
19
505
471
34
29
2
Neistin
18
468
406
62
27
3
Kyndil
17
434
413
21
20
4
VÍF
17
499
491
8
18
5
Team Klaksvík
19
459
518
-59
14
6
StÍF
18
490
504
-14
11
7
KÍF
18
444
496
-52
7
FTZ-deildin,
úrslit:
Team Klaksvík – H71
22-33 (11-17)
Team Klaksvík: Ludvík Súnason
5, Vilhelm Vilhelmsen 5, Hørður
F. Sigtórsson 4, Jens Pauli Mohr
4, Beinir Johannesen 2, Sámal á
Tjaldrafløtti 1, Petur Martin Eliasen
1
Útvísingar: 1 x 2 minuttir
H71: Andor Sivertsen 9, Peter
Krogh 8, Rúni Vest Højgaard
6, Sigmundur Nolsø 3, Vilhelm
Poulsen 2, Ári Dam 2, Bergur
Ákason 1, Leivur Mortensen 1,
Mark Marcher 1
Útvísingar: 3 x 2 minuttir
KÍF – Neistin 16-
26 (9-12)
KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 9,
Magnus Müller 4, Tony Weyhe 1,
Teitur Joensen 1, Ási Dam 1
Útvísingar: 2 x 2 minuttir
Neistin: Rasmus Søby 4, Tróndur
Kragesteen 4, Pætur Mikkjalsson
3, Høgni Zachariasen 3, Carl Herup
Olsen 2, Jónsvein Dulavík 2, Torkil
Hentze 2, Rune Olsen 2, Karl
Martin Olsen 1, Pál Niclasen 1,
Hjalti í Jákupsstovu 1
Útvísingar: 4 x 2 minuttir
Kyndil – StÍF 28-
27 (12-18)
Kyndil: Hjalti Mohr Jacobsen 6,
Rógvi Dal-Christiansen 5, Rókur
Akralíð 4, David Edvardsen 4,
Bartal Klein Olsen 4, Ólavur av
Fløtum Mittún 3, Høgni Klein Olsen
2
Útvísingar: 2 x 2 minuttir
StÍF: Pætur Ó. Joensen 6, Allan
Norðberg 4, Joakim Jürs 4, Sveinur
Justinussen 3, Jóannes Prestá
3, Marius Joensen 2, Tummas
Simonsen 2, Ivan Mrdalo 2, Borgar
Persson 1
Útvísingar: 3 x 2 minuttir
Oddaliðini í FTZ-deildini, H71 og Neistin, vunnu sínar dystir um
vikuskiftið, og hóast Kyndil vann frálíkan comeback-sigur, so er
vegurin helst ov langur inn í ta alt meira kláru FM-myndina
MYNDIN ER
PÚRA KLÁR