mánadagur 12. mars 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 12. mars 2018 · Nr. 30
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Pætur Albinus
Stríðið um seinna FM-finaluplássið
í Hvonndeildini ímillum Kyndil og
VB heldur fram.
Kyndil hevði í gjár heima í
høllini á Hálsi vitjan av StÍF, sum
roynir at byggja eitt nýtt lið upp, og
tað bleiv eisini til ein kravsigur til
heimaliðið, sum endaði við at vinna
ein rættiliga stóran sigur.
Heimaliðið byrjaði nevniliga alt
fyri eitt at renna undan, og støðan
í hálvleikssteðginum var heili 19-4
til Kyndil.
Betur gekst at skjóta mál hjá
StÍF í seinna hálvleiki. Tær komu
upp á 15 mál, men Kyndil slakaði
ikki við sínari málskjóting og vann
at enda 40-15.
Turið Arge var í hopla hjá
heimaliðnum og skeyt 11 mál,
meðan tann afturvenda Rebekka
Justinussen enn einaferð gekk á
odda við málskjótingini og legði
fimm mál eftir seg.
VB hongur í
Kyndil hevur ligið væl í svinginum
til at sleppa við í FM-finalurnar,
men VB hevur ongantíð givið upp,
og nú Kyndil síðsta umfar tapti
ímóti Neistanum, eru VB-kvinnur
einans trý stig aftanfyri.
Tað halda tær fram við at vera,
tí hesaferð vunnu tær heima ímóti
H71. Liðini fylgdust til 3-3, men so
byrjaði heimaliðið at draga frá og
fór til hálvleiks á odda 14-10.
Seinni hálvleikur byrjaði júst
sum VB hevði ynskt sær, tí tað
gingu ikki nógvir minuttir áðrenn
støðan var 19-12 og alt at kalla leyst
og liðugt. Tað endaði við, at VB
vann 27-20.
Agnes K. Fallesen, ið er
einasti
danski
spælarin
eftir á VB-liðnum, gjørdist
toppskjútti við fimm málum.
Hjá H71 var tað enn einaferð
Maria H. Weyhe, ið var ein
einmansherur. Hon skeyt ikki
færri enn 13 mál.
29. mars hittast VB og Kyndil í
Vági. Hesin dysturin kemur helst
at verða ógvuliga avgerandi, og so
mangla bæði liðini eisini at spæla
ein dyst ímóti oddaliðnum, VÍF.
Taptu aftur
Baldruta
kappingarárið
hjá
kvinnunum í Neistanum heldur
fram. Eftir óvæntaðan sigur ímóti
grannunum úr Kyndli mitt í síðstu
viku, skuldi tað bláa havnaliðið
royna at byggja víðari í dystinum
ímóti Stjørnuni í gjár.
Tað var heimaliðið í Klaksvík,
sum byrjaði dystin betur og legði
seg á odda 4-1, og hóast Neistin
síðani tók sær um reiggj og kom á
odda 6-4, so var tað Stjørnan, ið fór
til hálvleiks á odda 12-11.
Neistin fekk trý tey fyrstu
málini í seinna hálvleiki og kom
á odda 14-12,
men síðani kom
av álvara stígur í hjá teimum,
og Stjørnan rann avstað og kom á
odda 18-15 og 21-16. Tað vendist ikki
aftur hjá Neistanum, sum fekk
enn ein niðurtúr at arbeiða við.
Stjørnan vann dystin 23-20.
Hjá
heimaliðnum
gekk
Judith Dam Jacobsen undan við
fimm málum, meðan Eir Berg
var toppskjútti hjá Neistanum
somuleiðis við fimm málum.
albinus@sosialurin.fo
HONDBÓLTUR
Hvonn deildin
NR. LIÐ
DYSTIR
V.M.
T.M.
MUNUR
STIG
1
VÍF
19
573
438
135
34
2
Kyndil
19
534
399
135
30
3
VB
19
505
411
94
27
4
Neistin
19
436
458
-22
17
5
H71
20
448
520
-72
13
6
Stjørnan
19
430
469
-39
12
7
StÍF
19
306
537
-231
1
Hvonndeildin,
úrslit:
Kyndil – StÍF 40-
15 (19-4)
Kyndil: Turið Arge 11, Súna K.
Hansen 9, Bára K. Hansen 8, Bjarta
O. Johansen 4, Beinta Bárðardóttir
2, Sólja B. Poulsen 2, Anja Eliasen
2, Marianna G. Eystberg 1, Bjørk
Brimnes 1
Útvísingar: 1 x 2 minuttir
StÍF: Rebekka Justinussen 5,
Fríðrún Olsen 2, Erla J. Petersen
2, Rebekka Poulsen 2, Durita
Hummeland 1, Sara Dahl 1, Birna T.
Mikkelsen 1, Simona á Fríðriksmørk
1
Útvísingar: 2 x 2 minuttir
VB – H71 27-20 (14-10)
VB: Agnes K. Fallesen 5, Rúna M.
Jacobsen 4, Bára K. Mortensen
4, Christina Holm 4, Rannvá
Johannessen 4, Barbara K. Hjelm 3,
Gurið K. Augustinussen 2, Laila J.
Eysturberg 2
Útvísingar: 5 x 2 minuttir
H71: Maria H. Weyhe 13, Durita T.
Joensen 3, Tórhalla Thorsteinsson
3, Silja Sámalsdóttir 1
Útvísingar: 4 x 2 minuttir
Stjørnan – Neistin
23-20 (12-11)
Stjørnan: Judith Dam Jacobsen 5,
Jansy Jacobsen 4, Jórun B. Nielsen
4, Kristina Poulsen 3, Mina Sirdal
3, Sonja Sirdal 2, Tóra Eliasen 2
Útvísingar: 3 x 2 minuttir
Neistin: Eir Berg 5, Marjun Danberg
4, Birita Ingolfsdóttir 3, Ása Dam
á Neystabø 3, Daniella Joensen 2,
Maria Dahl 2, Rannvá Hanusson 1
Útvísingar: 1 x 2 minuttir
VB GEVUR IKKI UPP
Kyndil kom aftur á slóðina við kravsigri, men VB gevur ikki upp og er einans
trý stig frá seinna finaluplássinum. Næstu umførini verða avgerandi