Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-12, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. mars 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. mars 2018 · Nr. 30 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Í gjár vóru tveir dystir í bestu kvinnu­deildini. Tann triði verður í morgin, tá ið meistararnir í EBS/ Skála fara í Gundadal at hitta B36. Í fjør eydnaðist tað EBS/Skála at koppa KÍ av trónuni. Tær í Klaksvík hava annars vunnið FM øll árini síðani 2000. Í 1998 og í 1999 vunnu ávikavíst B36 og HB FM. Tað er møguleiki fyri, at tað í ár vera fleiri lið, sum fara at bjóða av í FM kappingini. Hetta kemst av, at Heidi Sevdal, sum í fjør var toppskjútti og sera týdn­ingar­mikil í FM sigrinum hjá EBS/Skála, nú er aftur í HB, sum hon frammanundan umboðaði. Heidi Sevdal býr á Toftum. Í gjár vóru hon og HB á Svangaskarði, og tær fóru avstað aftur við 8-1 sigri. Heidi Sevdal skoraði fimm av HB málun­um. KÍ var á útivølli í Sarpugerði ímóti ÍF/Víkingi. Heimaliðið legði seg framum við brotssparki. KÍ javn­aði beinanvegin og stutt fyri hálv­leik skoraði KÍ málið, sum vísti seg at vera avgerandi, tí KÍ vann 2-1. Maria k. Thomsen skoraði bæði KÍ málini. Meistararnir í EBS/Skála fara fyrstu ferð í eldin í morgin, tá ið tær skulu spæla í Gundadali ímóti B36. Annað umfar verður sunnu­ dagin: EBS/Skála-ÍF/Víkingur, KÍ- B68 og HB-B36. Jóannes Hansen Fýra feløg hava møguleika at flyta upp í bestu deildina. Tey eru ÍF, B68, Giza Hoyvík og B71. Leygardagin var innanhýsis uppgerð í Hoyvík millum tvey av hesum feløgunum, tá ið Giza Hoyvík hevði vitjan av B71. Sandoyingar fóru suður aftur við øllum stigunum. Teir vunnu 1-0, og einasta málskjútti var Tijani Mohammed, sum í fjør spældi við Giza Hoyvík, og sum áður hevur spælt við B71. Sandoyingar fluttu í fjør upp í fyrstu deild. Málið hjá teimum er at fóta sær í deildini. Hetta er triðja árið hjá Giza Hoyví í næstsbestu deildini. Higartil hevur tað snúð seg um at sleppa undan at flyta niður. Í ár verður miðað hægri, og tí var tað vónbrot hjá Giza Hoyvík, at tað ikki eydnaðist at vinna úrtøku á heimavølli ímóti B71. Hini bæði liðini, sum hava møguleika at flyta upp, vunnu trivaligar sigrar. ÍF flutti síðsta heyst niður úr bestu deildini, og fuglfirðingar vóna, at tað skal eydnast teimum at flyta uppaftur longu í ár. Hegga Samuelsen er nýggjur venjari í Fuglafirði, har teir við lokalari manning taka avbjóðingina í álvara. Leygardagin vórðu teir eitt sindur kløkkir í Sarpugerði, tá ið teir næstbestu hjá Víkingi beinanvegin løgdu seg framum. So svaraði ÍF aftur. Undan steðginum vóru teir frammanfyri 3-1, og teir vunnu 5-1. Á Svangaskarði vann B68 8-0 ímóti teimum næstbestu hjá Suðringum. Fyrstu løtuna var munurin ikki so stórur, men so skrædnaði og síðstu løtuna undan steðginum skolaðu málini ígjøgnum hjá gestunum. Bill Jacobsen er nýggjur venjari hjá B68. Hann og spælararnir taka avbjóðingina í stórum álvara, og teir venja lutfalsliga nógv. Tað var týðuligt, at teir næstbestu hjá Suðringum vóru ikki í somu venjing sum heimamenninir. Fyrra partin av fyrra hálvleiki gekk javnt á, men so gekk orkan undan hjá gestunum, og tað sást aftur í úrslitinum. Dysturin á Skála millum uppflytararnar í Skála og HB varð útsettur, tí tað var so nógvur kavi á vøllinum. FÓTBÓLTUR 1. deild: B68 OG ÍF ERU FLÚGVANDI B71 vann einastu uppgerðina millum tvey feløg, sum hava møguleika at flyta upp í bestu deildina Í gjár skoraði Heidi Sevdal fimm mál fyri HB, sum hon hevur møguleika at lyfta fram millum tey bestu Víkingur-ÍF 1-5 (1-3) 1-0: Magnus Heinason 6. 1-1: Arnold Kristiansen 10. 1-2: Arnold Kristiansen 36. 1-3: Bogi Reinert Petersen 38. 1-4: Dion Splidt 69. 1-5: Frank Poulsen 86. NSÍ-KÍ 2-2 (0-1) 0-1: sjálvmál 39. 0-2: Jóhan Waag Høgnesen 62. 1-2: Hans Marius Davidsen 76. 2-2: Hans Marius Davidsen 83. B68-Suðringar 8-0 (6-0) 1-0: Jann Ingi Petersen 14. 2-0: Pedro Tarancon Anton 25. 3-0: sjálvmál 38. 4-0: Jonleif Højgaard 39. 5-0: Jann Ingi Petersen br 42. 6-0: Bárður Ólavsson Jensen 43. 7-0: Albert Róin Johannesen 58. 8-0: Sveinur Justinussen 70. Skála-HB útsettur Giza Hoyvík-B71 0-1 (0-1) 0-1: Tijani Mohammed 37. ÍF/Víkingur-KÍ 1-2 (1-2) 1-0: Jensa Tórolvsdóttir br 8. 1-1: Maria Thomsen 9. 1-2: Maria Thomsen 45. B68-HB 1-8 (0-5) 0-1: Heidi Sevdal 1. 0-2: Rebekka Benbakoura 4. 0-3: Heidi Sevdal 26. 0-4: Heidi Sevdal 28. 0-5: Heidi Sevdal 32. 0-6: Milja Simonsen 73. 0-7: Rebekka Benbakoura 82. 1-7: Sanna Fossdalsá 88. 1-8: Heidi Sevdal 90. B36-EBS/Skála Týsdagin 13. mars kl. 19.30 1. deild NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG 1 B68 1 1 0 0 8 0 +8 3 2 ÍF 1 1 0 0 5 1 +4 3 3 B71 1 1 0 0 1 0 +1 3 4 NSÍ II 1 0 1 0 2 2 0 1 5 KÍ II 1 0 1 0 2 2 0 1 6 Skála II 0 0 0 0 0 0 0 0 7 HB II 0 0 0 0 0 0 0 0 8 Giza Hoyvík 1 0 0 1 0 1 -1 0 9 Víkingur II 1 0 0 1 1 5 -4 0 10 TB/FCS/Royn II 1 0 0 1 0 8 -8 0 Heidi ger stóran mun