Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-12, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. mars 2018síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 12. mars 2018 · Nr. 30 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Til hetta kappingarárið verður “Liðið hesa vikuna” sett. Tað eru teir ellivu spælararnir, sum vit meta hava gjørt tað best í einum ein­stakum umfari. Hetta elvdi til nógv spennandi og stuttligt fót­ bólts­kjak, tá ÍtróttarSosialurin fyri nøkr­um árum síðani gjørdi tað. Tá fótbólts­áhugaði nú hava møguleika at síggja fleiri dystir og fylgja við kring alt landið, so halda vit at tíðin er komin til at seta “Liðið hesa viku­ na” aftur. Síggja ikki allar dystirnar Tað er tó ógjørligt hjá at siggja allar dystirnar hvørt vikuskiftið. Tí er talan um metingar hjá ítróttar­ toymi­num hjá Ítróttar­Sosialinum og keldum okkara. Fyri at gera út­tøkuna eitt sindur greiðari, so hava vilt valt at gera nakrar grund­ reglur og atlit, sum skulu taka til úttøkuna. Í spælarametingunum í Ítróttar­ Sosiali­num er ein skali frá 1 til 10, har 1 er tað vánaligasta, meðan 10 er tað hægsta ein spælarin kann fáa. Sum tit kunnu síggja á viðlagda skala­num, so er talan um avrik í mun til landsliðsstøði. Tað vil siga, at ein spælari kann spæla væl í min til hinar í einum dysti, men er talan ikki um ein dyst á høgu stigi, so telur tað ikki eins nógv upp, um talan var um ein sannan toppdyst. Tað verður heldur ikki tikið atlit til vanliga avrikið hjá einum spælara, men til sjálvt avrikið á vøllinum. Men tá ein spælari avrik­ ar á væl hægri stigi enn vanligt, so er skjótt at leggja merki til tað – og um­vent, tá ein spælari spælir undir sítt vanliga støði. Liðið hesa vikuna Sum grundregul, so er tað sama galdandi fyri úttøkuna til liðið hesa vikuna. Tað telur meir, at avgera, ella spæla eina averangi leiklut í ein­um toppdysti, enn í einum dysti á væl lægri stigi, men tað telur eisini upp at avgera avgerandi dystir. So sum innanhýsis botnuppgerðir. At halda málið reint móti einum toppl­iðið er væl torførari enn ein­ um onkrum av hinum. Í nógvar mátar skalt tú ímynda tykkum, at tala er ein landsliðsvenjara, sum skal seta eitt lið til eina mána­dags­ venjing eftir umfarið. Tó verður ikki atlit tikið fyri, at liðið skal kunna spæla sum eitt lið. Sum dømi kunnu vit nevna teir tríggjar áleyparnar, ið eru á liðnum hesa vikuna. Teir kunnu helst ikki spæla á saman liðið í senn, men tað verður ikki tikið atlit til. Tað er eisini ymiskt í hvørjari upp­stilling liðið spælir. Hetta er upp til venjaran á vikuliðnum at av­gera til hvørt umfar. Ungdómskort Tó at grundreglurnar leggja upp til, at tað eru spælarar í topp­feløg­un­ um, sum fáa framí­hjá­rætt, men tað er ikki bara meiningin. At spæla ein av­gerandi leiklut í einum avgerandi botn­dysti telur upp. Somuleiðis er eitt ungdómskort, har ungir spælarar, ið spæla væl kunnu koma við uppá. Hesa ferð er eitt ungdómskort á liðnum. Tað er 16 ára gamli Óli E. Poulsen, sum byrjaði sín fyrsta dyst fyri KÍ á besta liðnum. Hann spældi ein miðal góðan dyst, men tað er ser­ merkt at hann avrikar so væl fyri ein 16 ára gamlan spælara í einum so týdningarmiklum dysti. Hartil er eitt “joker-kort”, sum erin spælari, ið kemur inn og vendur einum dysti, ella ger eitt­hvørt púra óvæntað, sum fær týdn­ing. Vit taka okkum eisin rætt til, at upp­finna nýggja kort á vegnum, so vit altíð fáa ein spenanndi og gott viku­lið. Við vón um gott fótbóltskjak! trondur@sosialurin.fo Liðið hesa vikuna: FÓTBÓLTUR Elias Rasmussen (Víkingur) Bjargar brotssparki móti Skála. Spælir annars væl og er avgerandi Jóhan Troest Davidsen (NSÍ) Skipaði spælið hjá NSÍ væl, sum vinnur 4-0 og verður ongantíð trýst í verjustøðu Páll A. Klettskarð (KÍ) Skoraði í Gundadali og vann nógvar av sínum tvídystum Deni Pavlovic (KÍ) Spældi væl í miðverjuni, har HB ikki kom til ein stóran málmøguleika Árni Frederiksberg (NSÍ) Leggur upp til trý mál í 4-0 sigrinum á TB/FCS/Royn Jónstein Magnussen (EB/Streymur) Skiftur inn aftaná ein hálvan tíma, skorar og leggur upp til mál, har EB/ Streymur vinnur 3-2 á B36 Jákup B. Andreasen (KÍ) Stóð stekur í myndini á miðvøllinum, har hann vann nógvar bóltar og tryggjaði javnvág á liðnum Semir Hadzibulic (KÍ) Best maður á vøllinum í Gundadali í gjár. Skoraði, legði upp og spældi væl Klæmint A. Olsen (NSÍ) Skorar tvey mál, har eitt av teimum longi er eitt boð upp á ársins mál Óli Eyðsteinsson Poulsen (KÍ) Kemur við upp á ungdómskortið. 16 ára gamal og spælir sín fyrsta dyst í bestu deildini í Gundadali móti HB og vinnur 3-0 Adeshina Lawal (Víkingur) Hørð kapping um seinasta plássið í álopnum, men Adeshina Lawal stendur við sterkastu kortunum, tí hann avger dystin í Gøtu. VENJARIN HESA VIKUNA: Mikkjal Thomassen (KÍ) Rakti plett í Gundadali, har hann bæði tordi at spæla við ungum spælarum, men samstundis til rættisleggja liðið , so tað vinnur 3-0 á útivølli móti HB Sum nakað nýtt, so fer ÍtróttarSosialurin í hetta kappingarárið at seta liðið hesa vikuna. Tað er fleir mátar at seta liðið, men her er okkara máti at gera tað Spælarametingarnar: 1: Avrikið er út av lagi vánaligt og kostar dystin 2: Avrikið er vánaligt og dystaravgerandi 3: Avrikið er væl undir miðal og tað sæst aftur á liðavrikinum 4: Avrikið er undir miðal, men ikki avgerandi 5: Avrikið er miðal og spælarin røkir tær uppgávur hann skal 6: Avrikið er beint yvir miðal 7: Avrikið er yvir miðal og tað sæst aftur á liðavrikinum 8: Avrikið er væl yvir miðal og spælarin er avgerandi 9: Avrikið er framúr og spælarin er dystaravgerandi 10: Á landsliðið og seldur í morgin! SOLEIÐIS SETA VIT LIÐIÐ