mánadagur 12. mars 2018síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. mars 2018 · Nr. 30
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Tað er ikki á hvørjum ári, at klaks
víkingar fara út Gundadali við 3-0
sigri ímóti HB. Tí er neyðugt at fara
í hagtølini fyri at síggja, nær tað
áður er komið fyri.
Faroesoccer sigur, at tað eru sjey
ár síðani, at HB hevur lagt rygg til
sovorðið tap, sum sigursvanda
felagið gjørdi í gjár, tá ið KÍ vann
3-0. Í 2011 var HB tvær ferðir vertur
fyri KÍ, sum báðu ferðirnar fór til
hús við øllum stigunum. Í fyrra
førinum vann KÍ 4-1, og í seinna
førinum endaði tað 3-1 til KÍ.
Hetta árið – 2011 – mundi vera
eitt tað soltnasta yvirhøvur hjá HB,
sum endaði á áttanda plássi – tvey
stig og betri málmun frá níggjunda
plássinum og harvið niðurflyting.
Undan kappingarbyrjan hevur
tað verið roknað nógv við Víkingi,
NSÍ og KÍ. Felags fyri øll hesi liðini
er, at tey í gjár vunnu fulla úrtøku
og hildu tætt í verjuni. Felags fyri
HB og B36 er, at tey í gjár einki stig
vunnu, og at tað fóru trý mál ígjøg
num – bæði hjá B36 og HB.
Kendu ikki vitjunartíðina
EB/Streymur-B36 3-2
EB/Streymur sigraði 3-2 í fyrsta
landskappingardystinum yvirhøv
ur í fremstu deildini hjá mannfólk
unum, sum er spældur í Hólmanum
á Eiði.
Eftir fyrra hálvleik vísti talvan 1-0
til B36, og tá var tað púra einki, sum
bendi á, at B36 ikki fór at vinna:
- Spælið hjá okkum hekk ógvu
liga væl saman. Tað var hugflogs
ríkt, og vit spældu okkum til fimm
púra upplagdar málmøguleikar.
Men tað var bara Meinhard E.
Olsen, sum úr stuttari fjarstøðu
skoraði, eftir at Benjamin Heinesen
hevði sneitt seg til baklinjuna.
Lukasz Cieslewicz og Saag Kalmar
vóru fleiri ferðir í heilt góðum
støðum, men teir høvdu ikki
marginalirnar við sær, sigur B36
venjarin Jákup á Borg, sum er ógvu
liga harmur um tapið.
- Allan fyrra hálvleik og stórar
partar av seinna hálvleiki vóru vit
omaná, hóast tað í seinna hálvleiki
ikki riggaði soleiðis, sum tað gjørdi
undan steðginum. Vit hava verið
ógvuliga tilvitaðir um, at tað ikki
skal ganga soleiðis, sum tað gjørdi
í fjør, tá ið vit ongan av fimm teim
um fyrstu dystunum vunnu. Tí er
vónbrotið yvir úrslitið á Eiði so
stórt, sigur B36 venjarin.
EB/Streyma
venjarin
Heðin
Askham er væl nøgdur við avrikið
og úrslitið:
- Undan steðginum bjóðaðu
okkara menn seg ikki til. Seinna
hálvleik vendi tað heilt øðrvísi. Vit
vístu góðan hugburð, tendringin
var sjónsk, og tað sá gott út, tá ið vit
beinanvegin javnaðu og so løgdu
okkum framum við fínum frísparki,
sum innskifti Jónstein Magnussen
tók sær av, eftir at liðformaðurin
Rógvi
Egilstoft
Nielsen
hevði
javnað, tá ið hann hegnisliga tamdi
eftir langa sending og so setti bóltin
í málið, greiðir Heðin Askham frá.
- B36 javnaði til 2-2, men vit hildu
høvdið høgt, og tað var eftir horna,
at Ragnar B. Danielsen skoraði
sigursmálið við brotssparki. Okk
um hevði dámað betur, um brots
sparkið ikki varð dømt, tí vit fingu
bóltin í málið beinanvegin eftir
hornasparkið, men dómarin koll
dømdi og gav okkum brotsspark.
Elias er brotssparkskongur
Víkingur-Skála 1-0
Talvan vísti 1-0, tá ið dómarin
bríkslaði fyri síðstu ferð í Sarpu
gerði. Heimalegan fegnaðist, og
gestirnir iðraðu seg um, at tað ikki
var eydnast teirra monnum at
vinna eitt stig.
Serliga iðraðu skálamenn seg
um, at teir í fyrra hálvleiki ikki
løgdu seg framum. Møguleikin var
gyltur, tá ið dómarin bríkslaði fyri
brotssparki, eftir at Edvin Jacobsen
varð rendur um koll. Liðformaðurin
Pætur Dam Jacobsen tók ábyrgdina
á seg. Hann sendi bóltin úr ellivu
metrum og til høgru fyri seg sjálv
an.
Í stórsteypadystinum bjargaði
Víkinga málverjin Elias Rasmussen
trimum royndum úr ellivu metrum,
og aftur í gjár var hann sum køttur
in, tá ið hann tveitti seg til vinstru
fyri seg sjálvan og bjargaði.
- Eg hugsaði ikki um, at Elias
hevði bjargað tríggjar ferðir fyri
einari viku síðani. Henda royndin
hjá mær var ikki nóg góð, og tað
kostaði mál og ivaleyst stig og
kanska sigurin. Vit spældu upp
ímóti Víkingi, og vit eru vónbrotnir
um, at tað ikki eydnaðist at vinna
stig, tí tað høvdu vit ætlað okkum,
og tað høvdu vit uppiborið, sigur
Pætur Dam Jacobsen.
Einasta málið skoraði Adeshina
Lawal við høvdinum og eftir ein
tíma og eftir innlegg úr høgru frá
Philip Djordjevic.
Víkingur hevði lotið undan í
seinna hálvleiki, og undan málinum
høvdu
teir
onkra
ferðina verið tætt við.
- Vit fegnast um sigurin, men
leikliga avrikið var ikki av tí slagn
um, sum vit høvdu vónað, og
sum vit ætla okkum at vísa, sigur
Víkinga veteranurin Sølvi Vatn
hamar.
- Skála er torført lið at spæla
ímóti. Vit høvdu tað torført ímóti
skálamonnum, og tað fara tað
heilt víst eisini onnur lið at hava.
Teir vóru sera skilagóðir, og lupu
ongantíð framav. Tað kemur væl
við, at Elias Rasmussen er so kná
ur, sum hann vísti seg at vera, bæði
í sambandi við brotssparki, og tá ið
teir úr stuttari fjarstøðu stútaðu
ímóti málinum, og hann stórbjarg
aði, sigur Sølvi Vatnhamar.
Árni og Klæmint
vóru í holpa
Suðringar-NSÍ 0-4
Fyri tveimum árum síðani var
NSÍ tvær ferðir í Trongisvági. Úr
tøkan var eingin, tí TB vann 3-1 og
2-1. Tá varð sagt, at nýggi NSÍ venj
arin ikki kendi til serligu treytirnar,
sum eru galdandi, tá ið tað verður
spælt í Trongisvági, har heimaliðið
FÓTBÓLTUR
Favorittarnir í Sarpugerði, Klaksvík og Runavík
fingu einki mál ímóti sær, og B36 stórkiksaði, eftir
at avrikið leingi hevði verið sannførandi
GUNDA
DALUR VARÐ
VOLAÐUR
07 VESTUR – REGIN DAVIDSEN
Stig á útivølli plagdi at
vera góðkent!
Liggja frammanfyri
havnaliðini, og tað er eisini
góðkent!
AB – FRÓÐI ÓLASON OLSEN
So vóru vit aftur, og besta deildin bleiv betri.
Sjálvt um tað endaði javnt í dag, so skal eg
heilsa serfrøðini at vit vóru nógv betri enn
liði har vestriii frá, skuldu havt hølva teir
av. So eru tit ávaraði. Faktist bert Frensar
á liðnum.
NSÍ – JAN B. ANTHONIUSSEN
Kappingin um ársins mál er
longu av. Altoyðileggjandi
duoin gjørdi sítt, og
ungu talentini spentu við
vøddunum!
Kenslan er næstan líka góð
sum kyllingurin umborð á Smyrli.
Góðir !
SKÁLA - BJØRG OLSEN
Nær við, men tað var
so ikki í dag at vit fingu
stig móti Víkingi. So
mugu vit bara orðna tað
komandi leygardag móti
B36. Go Skála
SUÐRINGAR - JANUS KJÆRBO
Tađ var ikki í dag, at man
væntađi sær stigini. So
vit byrja næsta vikuskifti!
SUĐRINGAR!