mánadagur 12. mars 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. mars 2018 · Nr. 30
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vikan ið fór
Víkingur skrivar undir
sáttmála við 30 ára
gamla verjuleikaran,
Adrian Cascaval, ið er úr
Moldova og skal avloysa
Rasheed Alabi, ið ikki fekk
innferðarloyvi í Føroyum.
AB-áleyparin, Ivan Knezevic
úr Montenegro, verður
sendur heimaftur í somu
viku sum Betri-deildin
byrjar. Orsøkin er, at
samstarvið ikki riggar fyri
hvørgan partin.
Jón á Steig og Johan
Samuelsen verða útnevndir
sum heiðurslimir í Parasport
Føroyum, har teir hava
virkað fyri paraítrótti í
nevnd síðan ávikavist 1980
og 1983.
Kyndil setir nýggjan venjara
til mansliðið. Talan er
um danska Martin Lellek,
ið tekur við starvinum
komandi kappingar eftir
Julian Johansen, ið eftir trý
ár hevur valt at gevast.
Jógvan Skeel Nolsøe, sum
seinastu tvey árini hevur
spælt við B36, skiftir aftur
til barndómsfelagið, HB.
Eisini B71-uppaldi Aron
Clementsen leingir um
sáttmálan við HB.
Dion Splidt og KÍ semjast
um at fara hvør til sítt, men
vongleikarin gongur ikki
leingi leysur. Hann skrivar
sáttmála við ÍF í 1. deild,
har hann skjýtur mál í sínum
fyrsta dysti fyri nýggja lið
sítt.
Fyrstu dystirnir í nýggju
Betri-deildini verða spældir.
Meistararnir úr Víkingi vinna
tepran 1-0-sigur ímóti Skála,
meðan silvurvinnararnir,
KÍ, vinna greiðan 3-0-sigur
ímóti HB í Gundadali.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
- Rasmus Søby, Neistin
- Glenn Ståhl, venjari hjá TB/FCS/Royn,
um hví hann tók við starvinum
- Heðin Stenberg, málverji hjá AB
“Eg skal spæla eina
finalu í ár. Eg havi
lovað dreingjunum
at raka skeggið
burtur, um vit vinna.”
“Eg eri ein avbjóðings-junkie.
Mær dámar avbjóðingar, og
so varð eg eisini væl móttikin,
tá ið eg var og vitjaði felagið.”
“Vit trúgva upp á
okkum sjálvar, og vit
leggja ikki í, um eingin
annar trýr upp á okkum.
Tað passar okkum fínt.”
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Klæmint A. Olsen
Føddur: 27
Yrki: Fótbóltsspælari (NSÍ)
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1. í Hólmanum
2. Filip og Durita
3. Suðurkorea
4. Magnus Tausen
5. FH
6. Støkk
7. Svøríki
8. Jónstein Magnussen
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
1
Hvussu kallast staðið á Eiði, har heimavøllurin hjá
EB/Streymi er?
2 Hvussu eita tey bæði í Jojic-hjúninum hjá VÍF til
fornavn?
3 Í hvørjum landi vóru vetrarleikirnir fyrr í ár?
4 Hvussu eitur formaðurin í Flogbóltssambandi
Føroya?
5 Hvørjum íslendskum felagi var HB-venjarin, Heimir
Guðjónsson, venjari hjá í fjør?
6 Hvussu eitur fimleikafelagið í Runavík?
7 Úr hvørjum landi er nýggi venjarin hjá TB/FCS/
Royn?
8 Hvussu eitur EB/Streyma-leikarin á myndini?
Myndin hesa vikuna:
Hvussu var hesin
fyrsti dysturin í
kappingarárinum?
- Tað er trupult at byrja í Suðuroy.
Vit vistu ikki heilt hvørjum
teir komu við. Vit byrjaðu væl
í fyrra hálvleiki - vóru rættiliga
spælstýrandi
og
føra
2-0
í
steðginum. Sjálvt um vit høvdu
kraftigan mótvind í 2. hálvleiki,
so megna vit at fáa tvey mál
afturat og halda teimum frá
vandastøðum.
Tit hava fingið
góða tilgongd í ár,
broytir tað upp á
málsetningin hjá NSÍ?
- Vit hava fingið royndar spælarar
afturat, sum bæði styrkja og
breiðka um hópin. Vit vilja spæla
við, tá ið kappingin skal avgerast.
Tað er málið.
Hvørji lið metir tú
vera góð boð upp á
ein FM-vinnara í ár?
- Tað er ilt at spáa um framtíðina,
men eg vænti at kappingin verður
jøvn og spennandi, har øll liðini
frá topp-5 í fjør kunnu gera seg
galdandi í FM-stríðnum.
Hvussu er at hava Sámal
Erik Hentze sum venjara?
- Sámal Erik roynist væl sum
venjari í Runavík, Hann hevur
góðar venjingar og eina greiða
spæliætlan, tó at hann er rættiliga
nógv
øðrvísi
enn
venjarin
undanfarin ár.
Tú fekst 16 mál í fjør, ætlar
tú tær at fáa fleiri í ár?
- Man vil altíð gera tað betri enn
undanfarin
ár,
men
akkurát
hvussu nógv mál koma á kontuna
veit eg ikki. So leingi eg kann gera
eitt gott arbeiði og liðið kann fáa
gagn av mær, so eri eg nøgdur.
Fiorentina-liðskiparin,
Davide Astori, fór
hósdagin til gravar
úr kirkjuni Basilica di
Santa Croce í Firenze