mánadagur 12. mars 2018síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 12. mars 2018 · Nr. 30
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
André Olsen
HB hevur fingið eina tunga
byrjan uppá nýggja kapp
ingarárið
í
Betri-deildini.
Sunnudagin
tapti
HB
á
heimavølli 3-0 móti arvafígg
indanum úr KÍ, og til dystin
tá sótu tveir av stóru pro
filunum á HB liðnum, verju
leikarin Bartal Wardum, og
miðvallarleikarin,
Brynjar
Hløðversson, úti við skaðum.
Og nú er líkt til, at ein
triði profilur eisini skal sita
uttanfyri við skaða í nakrar
vikur. Makedonski leikarin
hjá HB, Aleksandar Stankov,
fór sunnudagin av vøllinum
við skaða, har hann mestsum
ikki fekk stigið fótin til.
Helst fiburspreinging
Aleksandar Stankov sigur, at
talan er um vøddaskaða, sum
helst kemur at halda honum
uttanfyri komandi vikurnar.
Tað sum hendi var óhepp
ið. Eg royndi at verja bóltin
og hevði strekt bein, men
fekk so eitt skump, og í tí
eg fekk skumpið, merkti eg
eina fiburspreinging í bak
lærinum. Eg veit einki um
hvussu álvarsamur skaðin er,
og hvussu leingi tað kemur at
taka. Eg fari til fysioterapeut
so skjótt sum eg kann, og so
fær man at síggja. Tó fái eg
ikki stigið fótin til í løtuni,
og eg havi trupulleikar við
at strekkja beinið. So eg eri
rættuliga vísur í, at eg havi
fingið eina fiburspreinging
í baklærið, sigur Aleksandar
Stankov.
Dyggur smeitur
Fyri nýggja íslendska venjar
an hjá HB, Heimir Guðjóns
son, er talan um dyggan
smeit, at tríggir so stórir
profilar longu sita uttanfyri
við
skaðum.
Samanborið
við hópin í fjør, hevur HB
havt størri frágongd í dygd í
mun til tilgongd, og tí hvílir
ábyrgdin á færri herðum í
ár. Og tá nú tríggir stuðuls
leikarar longu sita uttanfyri,
broytir tað fyritreytirnar hjá
HB nógv at avrika.
Flytingargluggin
letur aftur hósdagin
Tó hevur Heimir Guðjónsson
í samrøðu við Rás 2 sagt, at
hann hevur ætlanir um at
styrkja hópin við onkrum
leikara afturat. Ella í sam
røðuni segði hann beinleiðis,
at talan skuldi vera um ein
nýggjan
miðverjuleikara.
Hóast tíðin byrjar at renna
út við at finna tann leikar
an, er tað hugsandi, at HB
framvegis av øllum alvi
leitar eftir nýggja miðverju
leikaranum. Men tað skal
vera skjótt, tí longu hós
kvøldið á midnátt, letur
flytingargluggin
aftur
í
føroyskum fótbólti, og aftaná
tað er tað ómøguligt hjá før
oyskum liðum at styrkja seg
inntil summarsteðgin.
Í føroyskum fótbólti er
trupult at finna eyga á nakr
an verjuleikara, sum í løtuni
manglar spælitíð, og skal HB
tí helst uttanlands at finna
nýggjan styrkin til verju
partin – um hann so yvir
høvur kemur.
andre@sosialurin.fo
t
So rullaði
fótbólt
urin aftur
HB profilurin, Aleksandar Stankov, fór sunnudagin av
vøllinum við skaða. Talan er helst um ein vøddaskaða, ið
heldur makedonska leikaranum úti í nakrar vikur
HB PROFILUR MISSIR
KOMANDI VIKURNAR
Tað var við stórum spenningi, at fótbólturin
aftur fór á rull á Føroyum. Hugaligt at síggja,
at tað longu í fyrsta umfari komu fleiri mál
og sum skilst, so var fínt fótbóltsspæl at
síggja kring landið. Fleiri nýggir spælarar
sloppu at royna seg, bæði ungir føroyskir
spælarar og útlendskir profilar, sum í skulu
gera mun fyri síni lið.
Tað tykist longu nú greitt, at bæði NSÍ
og KÍ kunnu væntast at standa væl. Eitt eru
úrslitini um vikuskiftið, men eisini við tí í
huga, at tey hava eina sterka skipan kring
liðið og felagið. Bæði liðini hava FM vinnandi
venjarar og bæði liðini hava spælarar, sum
hava prógvað, at teir kunnu gera um seg í
føroyskum fótbólti.
Víkingur vann 1-0 á Skála, men gestirnir
av Skála høvdu ein gyltan møguleika at
leggja seg á odda, tá liðið fekk brotsspark.
Her kundi verið øðrvísi, men júst slíkt kann
verða avgerandi fyri, um Víkingur megnar
at umstilla seg til nýggjan spælistíl og fáa
nøktandi úrslit samstundis.
B36 og HB taptu bæði um vikuskiftið. B36
er aftur í eini støðu, har teir skora nokk mál
til at vinna ein fótóbltsdyst, men at lata trý
mál ígjøgnum er ov nógv, um tú skal bjóða av
í FM-stríðnum. Ella er tað? Tað kemur tíðin
at vísa, men stuttligt at síggja undirhaldandi
fótbólt á Eiði aftur.
Heimir Guðjósson hevur nú fingið sjón fyri
søgn, at tað er ikki lætt at vera venjari hjá
HB. Felagið leitar enn eftir einum spælistíli
og einum identiteti. At tapa 3-0 fyri KÍ í
Gundadali er ein dyggur smeitur, men tað
er ikki galið við venjaranum. Hetta kemur
at taka tíð og var dysturin sunnudagin eitt
prógv um.
Tað er ikki at meta um styrkina hjá AB og
07 Vestur, annað enn at tey eru jøvn í styrki,
meðan tað ikki er móti NSÍ, at TB/FCS/Royn
skal hava síni stig, hóast tað helst er við
Stórá. Skála spældi væl upp í móti Víkingi,
men stóru stigini komu á Eiði, har EB/
Streymur enn eina ferð argaði eitt av teimum
stóru. Sundalagsmenn eru í holt við at menna
seg til eitt felag, sum ikki skal roknast sum
eitt botnlið, men sum eitt lið, ið kann bjóða
topp fimm av í longdini.
trondur@sosialurin.fo