Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. mars 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. mars 2018 · Nr. 31 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Áki Bertholdsen –  Eg vóni, at vit kunnu fáa upp aftur betri samstarv við fleiri feløg fakfeløg. Tað sigur Georg F. Han­ sen, for­maður í Føroya Ar­ beiðara­felag. Av og á stingur tankin seg upp um at stovna eitt før­ oyskt LO, tað vil siga, at fleiri fak­feløg, helst øll, taka seg saman í samstarvi og stovna eitt yvirskipað felag, sum so skal umboða tey øll. Seinast hevur Suni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, lagt upp til tað. Mugu ikki drukna Formaðurin í Føroya Arbeiðara­felag undir við, at fak­feløg­ini samstarva meiri. – Hjá okkum skal tað ikki skorta upp á vilja at taka samráðingar upp við onn­ur feløg um at skapa eitt før­ oyskt LO, sigur hann. Men hann leggur kortini afturat, at tað er týdningarmikið at tað verður rætt farð fram, og at sjálvsavgerðarrætturin hjá teimum ymisku fak­feløg­un­ um verður virdur. – Eg taki undir við ein­ um føroyskum LO, men tey einstøku fakfeløgini mugu ikki drukna í einum yvir­ skipað­um fakfelagi, sigur Georg F. Hansen. Annars er Føroya Arbeiðara­felag við í Samtaki, sum er eitt samstarv ímillum Føroya Arbeiðarafelag, Fiski­ manna­felagið og tey bæði arbeiðarafeløgini í Klaksvík. Til­samans umboðar Samtak so­statt einar 6.500 løntakarar kring landið. Upprunaliga var Havnar Ar­beiðsmannafelag eisini við, men tað fór burturúr. Georg F. Hansen er væl nøgdur við samstarvi í Sam­ taki. –  Feløgini í Samtaki eru ein góður stuðul hjá hvørjum øðr­um, sigur hann. Hann vísir á, at hetta seinasta árið hevur Fiski­ manna­felagið fleiri ferðir havt trupulleikar av ávísum reiðar­um, og í tí smanbandi hava arbeiðarafeløgini í Sam­ taki bjóðað sær til at steingja kei­kantin fyri teir reiðarar, sum bróta sáttmálan, sigur for­maðurin í Føroya Arbeiðara­felag. Og tað var nóg mikið til at fáa viðurskiftini í rættlag, legg­ur hann afturat. Áki Bertholdsen Hetta kann ikki vera rætt og tað má okkurt gerast við. Tað sigur Georg F. Han­ sen, formaður í Føroya Arbeiðararafelag. Tað, hann sipar til, er, at tað er so nógvur fiskur, sum før­oysk skip fiska, men sum fer óvirkaður av landinum. Hann vísir á, at tá ið nýggja fiskivinnuskipanin varð samtykt, hevði Før­ oya Arbeiðarafelag eitt høvuðs­kravið, og tað var, at so nógv sum gjørligt skuldi av­reiðast og tilvirkast her á landi. Hann sigur, at tað kom eisini við í lógina, tí har stend­ur, at allur fiskurin skal avreiðast í Føroyum. –  Tað gleðast vit um, men kortini er støðan tann, at sera nógv av fiski­num verður beinleiðis um­skip­ aður í bingjur og sendur til lond at verða virkaður, har tíma­lønin er nógv lægri enn her hjá okkum. Georg F. Hansen veit eitt dømi um ein trolara, sum avreiddi 700 tons í Før­ oyum, men føroysku virkini fingu bara fatur í umleið150 tons­um, tí restin fór av landi­num. Hann heldur, at hetta má okkurt gerast við, og hansara uppskot er at leggja toll á fisk, sum verður sendur óvirkaður av landinum so at føroysku virk­ini kunnu vera kapp­ ingar­før. Annars hevur Føroya Arbeiðara­felag ikki blandað seg upp í, hvussu fiskurin skal fiskast. –  Tað, vit kravdu, var, at sáttmálarnir hjá manningarfeløgunum skulu haldast, sigur for­ maður­in. VIL HAVA AT FLEIRI FAKFELØG SKULU SAMSTARVA VIÐ SKILI Vit taka undir við at fakfeløg samstarva, men tað skal verða við skili, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag Tollur skal á fisk sum fer óvirkaður av landinum MÁ HALDA UPPAT Tað kann ikki halda fram at so nógvur fiskur fer óvirkaður av landinum, heldur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag – Hjá okkum skal tað ikki skorta upp á vilja at taka samráðingar upp við onnur feløg um at skapa eitt føroyskt LO, sigur Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag – Vit høvdu eitt høvuðskrav til tað nýggju fiskivinnuskipanina og tað er komið við í lógina. Men tað, sum hendir, er for galið, sigur Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag