týsdagur 13. mars 2018síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 14. mars 2018 · Nr. 31
Føroyska orkufelagið Effo P/f søkir eftir stjóra við drúgvum vinnu- og leiðsluroyndum,
evnum at ganga á odda og til framhaldandi at tryggja úrslitagóðan og sunnan rakstur.
Effo er ein av størstu fyritøkunum í
Føroyum og hevur djúpar røtur í føroyska
samfelagnum.
Effo er ein sunn og effektiv fyritøka,
ið leggur dent á at veita vinnuni og
húsarhaldunum kring alt landið eina
skjóta, góða og trygga tænastu.
Stjórin seinastu 22 árini, Niels Juel
Nattestad, takkar fyri seg, og tí verður
søkt eftir nýggjum stjóra. Niels Juel
Nattestad verður knýttur at felagnum
sum ráðgevi eina tíð frameftir.
Starv og ábyrgd
Nýggi stjórin skal útinna løgdu kósina og
vera við til at seta framtíðarkós felagsins.
Við tilvísing til nevndina fær stjórin
ábyrgdina av dagligu leiðsluni í felagnum
og teimum umleið 200 dugnaligu
starvs fólkunum, sum starvast undir
Effo-merkinum. Somuleiðis fær stjórin
ábyrgd ina av einum felag, sum umsetur
fyri umleið 800 mió. krónur um árið.
Uppgávan hjá stjóranum verður eisini
framhaldandi at hyggja at grund ar-
lagnum hjá felagnum og styrkja og
menna virksemið, so at kappingarførið
støðugt økist.
Væntanir og førleikar
Tað er týdningarmikið, at nýggi stjórin
hevur handilstev og kann menna fyri-
tøkuna til framhaldandi at veita bestu
tænastuna.
Nýggi stjórin skal vera ein royndur leiðari
og hava eyðsýndar leiðslueginleikar
um framt ein sjónligan og nærverandi
leiðslu stíl. Stjórin skal stuðla og vegleiða,
soleiðis at starvsfólkini ganga undan og
taka ábyrgd.
Sum persónur skal stjórin vera úrslita-
góður og megna at útinna hugsan í verki
við styrki, áhaldni og skipaðum arbeiðs-
hátti. Tað er av alstórum týdningi, at
nýggi stjórin megnar at reka fyritøkuna
víðari við einum effektivum rakstri
í fokus. Nýggi stjórin skal eisini vera
nýskapandi, hava eyðsýnd strategisk evni
og duga at røkja síni sambond.
Nýggi stjórin hevur útbúgving frá hægri
lærustovni og/ella viðkomandi royndir.
Umsókn og freist
Talan er um eitt spennandi og avbjóð andi
stjórastarv í einari sterkari og ábyrgdar-
fullari fyritøku við eldhugaðum og
tænastu sinnaðum starvsfólkum.
Spurningar um starvið kunnu setast
Árna Rasmussen, nevndarformanni,
á tlf. 21 11 22.
Umsóknarfreistin er
fríggjadagin 6. apríl 2018.
Umsókn, CV og onnur viðkomandi
skjøl skulu sendast við telduposti til
Árna Rasmussen á ar@effo.fo.
Fyrispurningar og umsóknir verða
viðgjørd í trúnaði.
Effo letur oljuúrdráttir til føroysk og útlendsk skip í Føroyum. Felagið veitir eisini oljuúrdráttir í útlendskum havnum og á høvunum. Virkir, stovnar,
flogfør og húsarhald teljast millum kundabólkar okkara, sum fáa oljuúrdráttir og aðrar tilhoyrandi tænastur. Felagið eigur stóra terminalin í Fuglafirði,
Effo Bunkers, har skip úr øllum heiminum bunkra. 13 Effo-støðir og Fast-handlar, ið bjóða oljuúrdráttir umframt stórt úrval av handilsvørum, eru partur
av felagnum. Høvuðsskrivstova felagsins er á Óðinshædd í Havn. Umleið 200 starvsfólk arbeiða undir Effo-merkinum.
Føroya orkufelag
Stjóri til Effo
sansir.fo