týsdagur 13. mars 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. mars 2018 · Nr. 31
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
POLITIKKUR
Sambandsflokkurin vil
sleppav framat valdinum
í Føroyum
Tað hóvar als ikki
Sambandsflokkinum
at sita í andstøðu
– á landsfundinum
kom greitt fram,
at flokkurin vil
sleppa framat aftur
valdinum eftir
komandi val
Sambandsflokurin hevur sett sær
fyri, at eftir eitt komandi løgtings
val, so vil flokkurin aftur sleppa
framat valdinum og vil vera partur
av einari samgongu.
Tað kom greitt fram á lands
fundinum hjá flokkinum, bæði
gjøgnum formansfrágreiðigina frá
Bárði á Steig Nielsen, formanni, og í
politiska orðaskiftinum aftaná.
-Sambandsflokkurin er ein stór
ur og samansettur flokkur. Og tað
áliggur okkum at koma við boðum
uppá, hvussu samfelagið skal inn
rættast. Tað setur stór krøv til okk
ara, og øll, sum mynda flokkin í tí
dagliga, segði formaðurin millum
annað.
Í sínari formansfrágreiðing kom
formaðurin eisini við boðum uppá,
hvusu flokkurin vil loysa fleir av
aktuellu málunum í samfelagnum,
men hann royndi eisini at minna
fundarluttakararnar á, at Fólka
tingsval og løgtingsval standa fyri
framman, og tí fór formaðurin at
geva eitt boð uppá, hvussu tey í
Sambandsflokkinum kunnu gerast
vinnarar og skapa møguleikar fyri
aftur at koma í landsins leiðslu.
Politiska støðan í løtuni, har
málini hópa seg upp í løgtings
nevndinum, er merkt av atgerðar
loysinum hjá samgonguni, ið hevur
trupult við, at fáa meiriluta fyri sín
um politikki.
-Sambandsflokkurin fyrireikar
seg til val og er til reiðar at fara í
eitt valstríð, segði Bárður á Steig
Nielsen, formaður í Sambands
flokkinum.
Retoriskt sspurdi formaðurin,
hvat tað er flokkurin vil og svaraði
sjálvur stutt:
- Vit vilja broytingar, sum muna
hjá einstaka borgaranum
•
Vit vilja vera ítøkilig í
okkara vallyftum - og vit
halda tað vit lova
•
Vit vilja samstarv við
aðrar flokkar um breiðar
politiskar semjur
•
Vit vilja útvikla Ríkis
felagsskapin
Góð gongd
Formaðurin vísti á, at síðani flokk
urin seinast hevði landsfund, er
nógv hent. Gongdin í Føroyum hev
ur verið ómetaliga góð við stórum
útflutningi og høgum prísum.
Kortini vísti hann á, at okkara
marknaðargongd í Evropa ikki er
nóg góð og at vit eiga at arbeiða fyri
at fáa betri atgongd til bæði ES og
Bretland.
Júst atgongdin til evropiska
marknaðin hevur í nógv ár verið
eitt lyklamál hjá Sambandsflokk
inum.
Formaðurin vísti á tvey onnur
mál, sum liggja frammalaga hjá
Sambandsflokkinum.
Annað er í sambandi við pen
sjónsnýskipanina. Flokkurin hev
ur í tinginum funnist harðliga
at hesi samonguni, sum lækkaði
grundupphæddina í fólkapensjón
ini. Hetta vil flokkurin broyta, tí
hann sigur, at tey, sum nú gerast
pensjónistar í veruleikanum gjøgn
um eitt heilt lív hava goldið inn til
pensjónina.
Flokkurin hevur eisini eitt annað
hjartamál, sum hann hevur lagt
uppskot fyri ttingið um. Tað snýr
seg um at tryggja øllum borgarum í
Føroyum viðgerð í heilsuverkinum
innan ávísa tíð.
Stjórnarskipanaruppskot
Eitt annað mál, sum flokkurin
hevur viðgjørt, men ikki tekur und
ir við í fyriliggjandi líki, er stjórn
arskipanaruppskotið.
-Føroyingar eru heimsborgarar,
og hvør einstakur hevur í Ríkis
felagsskapinum møguleika at røkka
sínum dreymum, ambitiónum og at
taka sítt persónliga frælsi har, sum
man nú einaferð sjálv ella sjálvur
hevur hug til, segði formaðurin í
Sambandsflokkinum.
Hann gjørdi greitt, at eftir floks
ins politikki, so er tað grundlógin,
sum er hægsta lóg í Føroyum – ikki
ein stjórnarskipan.