týsdagur 13. mars 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. mars 2018 · Nr. 31
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Vilmund Jacobsen
Spenningurin er stórur, nú
Føroya størsta verkætlan
nakrantíð er í gongd, og verk
ætlanin eftir øllum sólar
merkjum at døma gongur
júst, soleiðis sum hon skal.
- Jú, arbeiðið gongur sum
ætlað, fíggjarætlanin held
ur, og pengar eru til báðar
tunlarnar,
bæði
Eystur
oyartunnilin og Sandoyar
tunnilin.
Tað sigur ein bjartskygdur
tunnilsstjóri, Teitur Samuel
sen, við Sosialin.
- Soleiðis, sum gongdin
er og hevur verið, vænta
vit, at seinasta skotið úr
rundkoyringini undir hav
botninum á Skálafjørðinum
og niðan í Saltnes verður
latið av í endanum av hesum
árinum ella allar fyrst í kom
andi ári.
Hetta
merkir,
at
tá
verður í prinsippinum eisini
koyrandi millum ytru endar
nar av Skálafjørðinum.
Bora og løða
Teitur Samuelsen sigur, at í
løtuni bendir alt á, at longu
tíðliga næsta summar - í 2019
- verður seinasta skotið latið
av í Eysturoyartunlinum.
Tá verður opið heilt av
Strondum og Saltnesi til
rundkoyringina undir Skála
firði og haðani yvir á Hvíta
nes.
- Í løtuni eru umleið 500
metrar millum boringina
móti Saltnesi og boringina
móti Hvítanesi, og hesin
teinur veksur fyri hvønn dag
sum gongur.
Teitur Samuelsen vísir
á, at tá borivognurin hevur
borað annan vegin, verður
løtt í tey holini, og meðan teir
løða, verður borað hinvegin
aftur.
Soleiðis hevur sami bori
vognur verið brúktur í báð
um boringunum.
Tunnilsstjórin vísir á, at
ein eyka borivognur er, men
í løtuni veit hann ikki heilt,
um hann fer at verða brúkt
ur eisini.
- Borivognarnir koyra á
hjólum, og tað gongur skjótt
hvønn vegin, sigur Teitur
Samuelsen.
Nógvar gitingar
Tá spenningurin er stór
ur, eru eisini nógvir spurn
ingar og nógvar gitingar um,
hvussu gongdin í verkætlan
ini verður.
Spurt verður, nær komið
verður ígjøgnum í Saltnesi,
nær fyrsta skotið verður
latið av fyri Sandoyartunli
num, og nær seinasta skotið
verður latið av í Eysturoyar
tunlinum.
Søgur hava gingið um,
at fyrsta skotið fyri Sand
oyartunlinum verður latið
av seinni í ár, men tað torir
tunnilsstjórin ikki at lova.
- Hetta er helst ov bjart
skygt, sigur tunnilsstjórin.
Teitur Samuelsen vísir á,
at arbeitt verður nú við at
fyrireika inntakið til tunnils
munnan í Sandoynni.
- Her skal gerast eitt rætti
liga stórt arbeiði, og alt skal
verða klárt, tá tíðin kemur til
at seta borin í. Men, verður
arbeiðið stórt Sandoynni,
verður so mikið minni at
gera, har inntakið verður á
Gomlurætt, sigur hann.
Umskipa á Gomlurætt
Onkur hevur nevnt, at tað
kanska verður ov trongligt
á Gomlurætt, tá boringin
byrjar, og lastbilar skulu
koyra til og úr tunlinum við
gróti.
Umframt, at strandfara
skipið Teistin siglir millum
Gomlurætt og Skopun fleiri
ferðir um dagin, er eisini
nógv bilaferðsla til og frá
skipinum á Gomlurætt. Har
aftrat er bátahylur og land
støð til aling á Gomlurætt,
sum eisini skapar nakað av
ferðslu.
Teitur Samuelsen held
ur tó ikki, at tað verður
nakar trupulleiki at fremja
tunnilsarbeiði, samstundis
sum Teistin framvegis siglir
sína vanlig rutu av Gomlu
rætt, soleiðis sum strand
faraskipið ger í dag.
- Eg haldi ikki, at hetta
verður ein trupulleiki, tí
ætlanin er nevniliga, at
parkeringsplássini, sum í dag
eru eystan fyri ferjuleguna,
verða flutt vestur um oman
koyringina, áðrenn tunnils
arbeiðið byrjar, sigur stjórin
í P/F Eystur-og Sandoyar
tunlar.
Í seinastu viku vórðu boraðir
og sprongdir 146 metrar
í Eysturoyartunlinum
tilsamans, og tað er
ein óføra góð vika.
Teinurin av Strondum til
rundkoyringina er 1.625
metrar, og úr rundkoyringini
móti Saltnesi eru teir nú
komnir 185 metrar.
Boraði teinurin úr
rundkoyringini móti
Hvítanesi er 319 metrar, og av
Hvítanesi og norður eftir eru
teir nú komnir 2.057 metrar.
Soleiðis eru nú tilsamans
4.186 metrar boraðir
og sprongdir av
Eysturoyartunlinum
Eysturoyartunnilin
kemur ígjøgnum tíð-
liga næsta summar
- Við endan av
hesum árinum
ella allar fyrst
í komand ári
verður skotið
ígjøgnum
í Saltnesi,
sigur Teitur
Samuelsen, stjóri
í P/F Eystur-og
Sandoyartunlar
- Arbeiðið gongur sum
ætlað, fíggjarætlanin
heldur, og pengar eru
til báðar tunlarnar,
sigur tunnilsstjórin,
Teitur Samuelsen