týsdagur 13. mars 2018síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. mars 2018 · Nr. 31
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
MINNINGARORÐ
Komu at kennast stutt eftir at Sólvá og
Petur í 1973 fluttu heim úr Danmark eftir
lokna útbúgving til byggifrøðing í Horsens.
Ung, sum vit vóru og børnini smá, komu vit
sum familjur ofta saman til prát og hugna.
Samstarvið byrjaði hjá E. Phil & Søn
í Hornabø, ið var meginbyggifelagið í
landinum tá. Rembingartíðir vóru kring
allan býin. Nýbyggingin av hospitalinum
í gerð. Meginvíðkanin av eystur- og
vesturmolanum stóð í hálvum gekki.
Nýggjar útstykkingar framdar - ikki minst
tær stóru í Hoyvíkshaganum.
Hoyvíkshagin er nú eftir nøkrum árum
vorðin “næststørsti býur” í landinum, og
ein virðismikil og enn óskrivaður partur av
nýggjaru søgu býarins.
Tað var Karstin Rasmussen, rokaligi
stórin í Jarðarráðnum (sum tað tá æt), ið
tók fyrsta stigið í Hoyvík, og sum bleiv
prosjekterað, kostnaðarmett og framt av
byggifelagnum E. Pihl & Søn undir einum.
Tórshavnar kommuna lá tá innibyrgd
av Tórshavnar Uttanbíggjar kommunu, og
høvuðsstaðurin var trongdur av plásstroti
og hækkandi húsaprísum.
Samtaksdreymur jarðarráðsins stóð
hinvegin til at fremja felags mjólkar- og
sláturvirki fyri landið við sølu av almennari
jørð, metti eitt samt ráð og stjórn.
Fjøltáttaða Mjólkarvirkið kom - og er enn í
Hoyvík.
Drekkivatnstrotið í Havn tá setti
síni mørk fyri nakrari hjálp haðani fyri
vatnveiting til Hoyvíkar. Og tí varð fyrsta
uppdragið at kanna gjølla um nýggj
vatnveiting kundi útvegast í haganum har.
Úrslitið varð, at vatnbyrging varð byrgd
millum Gilja við reinsiverki inni á Flat
og felags kloakkreinsiverkum á Mýruni
og niðast í Hoydølum. Tríggjar stórar
byggibúningar, og fyrsta eigarafelagið í
landinum, funnu sín form.
Tá var gott at liva, virka og vera ungur.
Seinni komu vit báðir Petur at
samstarva mong ár á Plandeildini hjá
Landsverkfrøðinginum. Har lunnar
blivu lagdir undir flestu býarskipanir og
byggisamtyktir kring landið. Hetta av
framtakshugi Mikkjal Helmsdals fyri at
takka.
Eins og at brunatrygdarskipan og
brunalóggáva komu fyri seg. Í hesum
brunatekniska frambroti átti Petur ein
høvuðsleiklut. Petur fylti so nógv, har ið
hann var.
Brunaumsjón Landsins var sett á
stovn í 1986, fyrstu árini sum ein deild hjá
Landsverkfrøðinginum. Seinni sum egin
stovnur við Petur á Lava sum stjóra.
Sum tíðin tó broytir alt. Danska
byggifelagið E. Pihl & Søn er farið í
søguna við alla við Søren Langvad.
Landsverkfrøðingurin sum stovnur er ikki
til meir. Tveir samverkamenn á deildini,
Karl Simonsen og Hans Kristian Mikkelsen,
fóru fyri árum síðani. Og Mikkjal Helmsdal,
okkara markanti stovnsleiðari, gavst á
stovninum í 1988 og andaðist á sumri 1996.
Og nú fór Petur eisini.
Petur var næstyngstur av fimm brøðrum
í Tungugøtu: Asbjørn, Kartni, Vagnar, Petur
og Heri. Nú er bara tann elsti eftir. Foreldur
teirra vóru Hanna, ættað úr Neslíð, Vágur,
og Jóan Pauli á Lava. Hendinga heiðursfólk
bæði tvey.
Petur var ein góður vinur og
samstarvsfelagi. Lættur at umgangast.
Hann hevði sín lut í tí “góðsliga/besnissaða”
purringar-lagnum millum Lavafólkini og
Kákafólkini (forrestin í familju, bæði). Hetta
lagið var ofta frammi á gøtuhornum ella
inni á Kondittarínum hjá Egili Restorff -
ikki minst.
Petur var eisini upptikin av teim tyngru
spurningum lívsins, og tú kundi síggja hann
av og á seta eksistensiellar/ átrúnaðarligar
spurningar í “Kristiligt Dagblad”. Hann
hevði álit á Honum, sum øllum ræður, og
áhuga fyri skaparverksins margfaldi og
ómetaliga umhvørvi – Petur helti seg ikki
til ta fjaru tilvild, sum sigst vera upphav als
skapnings. Fann hana ófatiliga.
Petur’sa hugsanarháttur og evni høvdu
fleiri løg. Hann var góður teknikari og
teknari, dugdi hittinorðaður at orða seg
alment, og hann hevði ein lættan penn.
Fyri 2-3 árum síðani fór heilsan hjá
Peturi rættiliga at bila, og hetta gjørdist ein
long mótbrekka fyri hann, og ikki minst fyri
góðu familju hansara, Sólvu og børn teirra:
Ernst, Jógvan og Eivi. Men tryggur skipaði
hann fyri síni jarðarferð.
Petur tók eisini lut í kønari ráðgeving
í brunamálum heimanífrá - heilt til tað
seinasta.
Fullsett var í Ebenezer og fjølmikið
sangkór av brunamonnum sang við hetta
høvið, sum ein heiður og tøkk fyri samstarv
teirra millum.
Petur kendi tað vera ein framíhjárætt
at vaksa upp á Ingutrøð, har ið
persónmenskur sum Ingálvur av Reyni,
Andrew W. Sloan o.o. settu sín dám - fyri
lívið - á tann stóra barnaflokkin, ið tá
baldist í Lucas Debesargøtu, hesin hópur
sum nú er spjaddur um allar geilar.
Friður veri við hesum orðum um
samstarvsfelagan og vinmannin Petur á
Lava.
Minningarorð um Petur Olsen,
Petur á Lava,
22. oktober 1941 – 16. september 2017.
DREYMASTARVIÐ
FINNUR TÚ Á